Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen - Lønin hjá landsstýris­monn­ um er alt, alt ov lág. Tað heldur Bárður Niel­ sen, sum er tingmaður fyri Sam­bandsflokkin og for­mað­ ur í Fíggjarnevndini. Løgtingið hevur við­gjørt uppskotið hjá Javn­að­ar­ flokkinum um at endurskoða tað skattafría ískoytið, sum politik­arar fáa til útreiðslur fyri at ferðast ímillum heim­ pláss­ið og Havnina og fyri at uppi­halda sær í Havn. Í hesum sambandi hev­ur Sosialurin víst á, at lands­ stýrismenn, sum búgva longst burtur frá Havn­ini, fáa 164.000 krónur skatta­frítt í ferðastuðuli og kost­naðar­ end­ur­gjaldið. Løgtingsfólk fáa nakað minni. Men so minkar ískoyti, tess nærri vit koma Havnini og tey, sum búgva í Havn, fáa lítið og onki. Javnaðarflokkurin hevur ú skotið upp, at lækka hetta ískoy­ti so at tað samsvarar við veruligu útreiðslurnar. Skulu ikki fáa minni Men Bárður Nielsen stað­ fest­ir, at lønin hjá lands­ stýris­fólkum avspeglar av­ gjørt ikki tað ábyrgd eitt lands­stýrisfólk hevur aftur ímóti ábyrgdina, ið fylgir við øðr­um størvum. - Eg eri sannførdur um, at skalt tú fáa ordilig fólk í lands­stýrið, skalt tú eisini rinda prísin Bárður Nielsen staðfestir, at vit fáa ofta tað, vit rinda fyri og verður lønin lækkað, kann tað fáa fólk at aftra seg við at bjóða seg fram í politikki og tað hevði verið ein vansi fyri fólkaræðið. Tí heldur hann ikki at fíggj­ar­ligu sømdirnar hjá politik­ar­um skulu skerjast. - Tað kann verða hóskandi at endurskoða ferðastuðulin og kostnaðarendurgjaldið, men so er rættast at hækka løn­ina ístaðin fyri, heldur Bárð­ur Nielsen. - Eg meti ikki, at ein lands­ stýris­maður skal fáa minni út­gold­ið eftir skatt, enn hann fær í dag. Heldur skal hann fáa meir, sigur formaðurin í Sam­bandsflokkinum. Ikki risa høgar Bárður Nielsen er langt frá einsa­mallur um at halda, at sam­sýn­ingin hjá politikarum skal ikki lækkast. Rodmundur Nielsen helt, at skipanin við skattafríum ískoyt­um tolir at verða endur­skoðað Men hann heldur ikki, at løn­ir­nar eru risa høgar, sum hann málber seg og verður ein nýggj skipan gjørd, ivast hann í um hon verður bíligari Hann heldur eisini, at tað hev­ur týdning, at Løgting og landsstýri er mannað úr øll­um landinum og tí mugu politik­arar fáa endurgjald fyri kostnaðin, teir hava av at ferðast ímillum heim og ar­beiði. Óreint Bill Justinussen helt, at tað er gott er at rista breiðar álir av annans mans húð. Hann vísti á, at hetta upp­ skot­ið rakar bara politik­ar­ar úr útjaðaranum og tí heldur hann, at tað er óreint, at leggja eitt uppskot, at lækka ferðastuðul og kostn­að­ar­ end­urgjald og at hækka lønir­nar ístaðin. Hann heldur, at hetta er ein partur av okkara fólka­ ræði­ligu skipan og tí kann tað ikki samanberst við van­ lig størv. - Tað er stórur munur á, at vanlig fólk fáa ferða­ stuðul og at politikarar úr út­jaðar­anum fáa kostn­að­ ar­endurgjald so at tey ikki hava útreiðslur av, at Løg­ ting­ið er í Havn. Bill Justinussen helt eisini, at tað er rættiliga stór­ ur munur á at verða politi­k­ ari úr útjaðaranum og at vera politikari í Havn. - Rigmor Dam kann fara heim ímillum tveir ting­ fundir at tøma upp­vaski­ maskin­una, men tað kunnu útjaðara­politikarar ikki, helt Bill Justinussen fyri. Hann heldur, at tað snýr seg eisini um, at politikarar hava so frægt av virðing fyri sín­um starvi, at teir eisini eiga at fáa eina ordiliga løn fyri tað. - Alt annað er manglandi virð­ing fyri politiska starvi­ num. Brandur Sandoy er rør­ andi samdur og Jógvan Skor­ heim helt, at endamálið hjá Javn­aðar­flokkinum at legg­ ja hetta uppskotið fram, er mest at tekkjast fólki. Helgi Abrahamsen vísti á, at øll uppskot av hesum slagi hava tað í felag, at tey raka ongantíð tey, sum seta upp­skotið fram. Hann er eisini sinnaður at broyta uppskotið, so at tað rak­ar allar politikarar og ein máti kann vera at umleggja kostn­að­arendurgjaldið til løn. Lítið virðiligt Rigmor Dam helt hinvegin, at tað er lítið virðiligt, at politikar­ar verða dýktir und­ ir í ákærum fyri at skava inn undir seg og tí hava tey lagt upp­skotið fram. Hon heldur, at upp­hædd­ ir­nar eru so stórar, at tær eru nógv hægri enn veruligu út­ reiðsl­ur­nar. Annars er hon samd í, at lønirnar hjá lands­stýris­ fólkum er í lægra lagi. Men uppskotið, Javn­að­ ar­flokkurin hevur lagt fram, snýr seg ikki um løn men um skatta-frí ískoyti. - Politikarar eiga at ganga á odda og spyrja seg sjálvar um tað, teir fáa í samsýning, er rætt og rímiligt. Og verða hesi viðurskifti endur­skoðað, kann tað eisini enda við, at onkrar sam­ sýn­ing­ar eru ov lágar, helt Rigmor Dam. Kristina Háfoss, helt, at orsøkin til, at skattafría endur­gjaldið er ov høgt, er kanska ein ábending um, at politik­ar­ar ikki hava torað fyri at áseta sær sjálvum eina ordi­liga løn og so fá teir sær skatta­fríar ágóðar ístaðin. Eisini hon heldur, at lønir­ nar hjá lands­stýris­fólk­um eru í lægra lagi, saman­borið við ábyrgdina. Men hon helt, at hetta snýr seg um rættvísi. - Tað er ikki rættvíst, at politikarar skulu hava so nógv betri sømdir enn øll onn­ur til eftirløn, kostn­að­ ar­endurgjald og ferðastuðul enn øll onnur. Onkur tinglimur skeyt upp, at politikarar kun­du fáa fríar ferðir við Strand­ ferðsluni og Bygda­leiðum og onk­ur annar helt, at skuldi tað verið neyðugt hjá einum politikara av bygd at verið í Havn einstakar nætur, kun­du teir fingið frípláss á hotelli. aki@sosialurin.fo Landsstýrismenn fáa alt ov lítið í løn POLITIKARALØNIR Vit fáa tað, vit rinda fyri og verður lønin lækkað, er vandi fyri, at fólk ikki vilja fara upp í politikk, heldur Bárður Nielsen, formaður. Hann er ikki einsamallur, sum heldur tað Politikarar eiga at ganga á odda og spyrja seg sjálvar um tað, teir fáa í samsýning, er rætt og rímiligt Rigmor Dam kann fara heim ímillum tveir tingfundir at tøma uppvaskimaskinuna, men tað kunnu útjaðarapolitikarar ikki Rætt og rímiligt Nógvir politikarar eru samdir um, at tað er rætt at endurskoða teir skattafríar ágóðar, politikarar fáa. Men teir eru eisin yvirhøvur samdir um, at lønin hjá politikarum er í lægra lagi