Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Vesturvón er komin við 815 tons­um og Gadus við 760 tons­um. Enniberg, sum er hin triði flaka­trol­arin, er eisini á veg heim. Teir verða væntandi inni hósdagin í hesi vikuni. Mortan Johannesen, reiðari, sigur, at Enniberg hendan túrin hevur heili 1000 tons í flaki. Sum skilst á reiðaranum, er hetta ein góður túrur. - Hin eina túrin fyri nøkr­ um árum síðan høvdu vit 1300 tons, men tá var Enni­ berg kombineraður, soleiðis at vit bæði høvdu saltfisk og flak, leggur Mortan Johanne­ sen aftrat. Hanus Hansen, stjóri og reiðari hjá JFK, er burt­ur­ stadd­ur, og á skrivstovuni hjá felagnum í Klaksvík hev­ ur eingin heimild at siga eitt eiansta orð. Reiðarin á Gadusi segði tó við Norðlýsið herfyri, at skip­ið hevur fulla last, og at megin­parturin av veiðini er toska­flak. - Prísurin er eisini hampi­ lig­u­r, legði Hanus Hansen aftr­at. Á Havnaskrivstovuni í Klaks­vík verður upplýst, at Gadus kom á Klaksvík tíðliga sunnu­náttina. Sosialurin hevði eisini An­ finn Olsen, reiðara á Vestur­ vón í telefonini í morgun, men hann var á fundi. Hann vátt­aði tó, at Vesturvón hend­an túrin hevur 815 tons. Vártúrurin plagar at roynast væl hjá flaka­ trolarunum í Barents­havi­ num, og øll trý skipini vóru á fiskileið í russiskum sjógvi í endanum av desember - ella ein av fyrstu døgunum í hes­ um árinum. Eingin Noregsavtala Nú stríð framhaldandi er um býtið av heildarkvotuni av makreli, hava Føroyar og Noreg ongan sínámillum fiski­veiði­sáttmála. Soleiðis var í 2011, og soleiðis er eisini í ár. Noreg vil ikki gera síná­ mill­um fiskiveiðiavtalu við Før­oy­ar, so leingi semja ikki er um makrelbýti. Tað vil ES heldur ikki. Føroysku flakatrolararnir kunnu tí bara fiska í russ­ iska partinum av Barents­ havi­num, og í ár er føroyska toska­kvotan hjá russum til­ samans 15.206 tons. Føroysku flaka­trolararnir kunnu eisini veiða 2.000 tons av hýsu og 900 tons av flatfiski. Árið í fjør var hitt fyrsta í nýggjari tíð, har Føroyar onga fiskiveiðiavtalu hava við Noreg og ES. At Føroyar onga avtalu hava við ES, gong­ur eitt nú út yvir rækju­ kvotu­na, sum Føroyar plaga at hava í Grønlandi. Heim úr Barents- havinum við flaki Tveir av trimum flakatrolarum, sum hava verið sín fyrsta túr í Barentshavinum í ár, eru nú komnir aftur – og hin seinasti kemur hósdagin Enniberg er á veg heim úr russiska partinum av Barentshavinum við 1000 tons í flaki. Frammanundan er Vesturvón komin við 815 – og Gadus 760 tonsum Mynd: Jens Kr. Vang vártúrurin plagar at roynast væl hjá flakatrolarunum í Barentshavinum Vilmund Jacobsen Ostarnir, sum Arla saman við áhugabólkinum hjá Johan Mortensen gera kann­ing­ar við, hava nú hing­ið uppi síðani í sep­ tem­ber í fjør. Teir skulu vænt­andi hanga til mán­að­ ar­skiftið mars/apríl, tá teir verða tiknir niður. Tá verða ostarnir fyrst kann­aðir mikrobiologiskt, og síðan verður smakkað og evaluer­ að. Johan Mortensen sig­ ur, at longu nú er nógv for­ vitnis­ligt komið fram, og eitt nú sæst, at so at siga eingin soppa­vøkstur er komin á ostar­nar, hóast bøndur hava gramt seg dúgliga um, at nógv legðist á kjøtið í heyst. Hann sigur, at hita­mát­ar­ ar, sum settir eru upp, vísa, at miðalhitin í vetur hevur ver­ið um 6,6 stig, eins og rálig­heitin tykist vera sera pass­andi til at turka og búna ostar í. Ostarnir á myndini, sum vit prenta til henda greina­ stubba, hanga í hjallinum hjá navnframa, Guttormi í Múla. - Slíkt kann verða sera gott fyri "story telling" og brand­ing, heldur Johan Mortensen. Ostar í hjalli Guttorms - Longu nú er nógv forvitnisligt komið fram, og eitt nú sæst, at so at siga eingin soppavøkstur er komin á ostarnar, hóast bøndur hava gramt seg dúgliga um, at nógv legðist á kjøtið í heyst, sigur Johan Mortensen - At ostarnir hanga í hjallinum hjá Guttormi í Múla, kann vera sera gott fyri ”story telling” og branding, heldur Johan Mortensen Vilmund Jacobsen Fiskamarknaður Føroya sig­ ur í sínum metingum fyri hesa vikuna, at øll línuskipini koma inn at landa, sum vikan gong­ur, og í dag landa eitt ella tvey skip. Hini skipini koma inn miðskeiðis í vikuni – ella seinnapartin í vikuni. - Streymurin er harður, og veðrið sær ikki so gott út fyri vikuna. Tí verður ikki roknað við nøkrum serligum útróðr­ ar­fiski sum er. Um djúpvatnstrolararnar sigur Fiskamarknaður Før­o­ ya, at ein roynir eftir svart­ kalva eystanfyri, meðan hin­ ir fiska upsa. - Væntandi koma nakrir inn at landa í vikuni. Partrolararnir royna eysta­n­fyri og fiska upsa. Fiski­skap­urin er brúkiligur, og skipini koma inn, sum vik­ an gongur. - Eingin trolbátur er til fiski­skap, men bátarnir fara útaf­t­ur, tá veðrið batnar. Um garnaskipini, sigur Fiska­marknaður Føroya, at tvey skip eru úti. Tey fiska havtasku og koma inn at landa miðskeiðis í hesi viku­ ni. Øll línuskipini landa í vikuni Fiskiskapurin hjá partrolarunum, sum hevur verið heldur vánaligur yvir eina longri tíð, er nú brúkiligur