Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg - Kennir tú sum fótbólts­leik­ ari tínar styrkir og veikleikar á vøllinum, hevur tú ein stóran fyrimun og klárar teg betur á vøllinum. Tað sigur Magni Mohr, sum saman við danska professaranum Jens Bangs­bo, hevur givið út bók, ið snýr seg um leikaratestir í samband við fótbólt. Ein praktisk brúkarabók Magni Mohr, sum býr í Onglandi og dagliga starv­ast sum Senior Fellow Research­ er á University of Exeter, hev­ur júst útgivið bókina Fit­ness Testing in Football. - Hetta er ein prakt­isk brúkarabók til fót­bólts­venj­ arar og fólk annars, sum ar­ beiða við fótbólti. Bókin er skriv­að á einum løttum máli, so­leið­is at einum ikki nýtist at hoyra til fótbóltselituna fyri at skilja tað, sum greitt verð­ur frá í bókini, sigur Magni Mohr. Í bókini verða ymisk­ar testir lýstar, hvussu tær skulu gerast, og hvussu úrs­lit­ini kunnu brúkast. - Hetta eru testir, sum hava ein vísindaligan upp­ runa, tað vil siga, at tær eru kannaðar og staðfestar sum testir, ið kunnu siga nak­ að um evnini hjá tí einkul­ ta leikaranum at prest­era innan tey ymsu øk­ini í fótbólti, sigur Magni Mohr, sum heldur, at før­oysk­ir fóbóltsvenjarar og spæl­ar­ ar í størri mun áttu at brúkt testir sum part av venj­ing­ unum. - At gera testir er rættiliga ein­falt, tað krevur ikki dýra út­gerð, tekur ikki langa tíð, og harafturat órógvar tað ikki venjingina stórvegis. Tí­ skil átti tað í størri mun enn nú verði nýtt innan før­oysk­ an fótbólt. Testir gera leikararnar betri Sambært Magna Mohr eru fleiri fyrimunir við at nýta test­ir sum part av venj­in­g­ un­um. Hóast summi føroysk fótbólt­sfeløg gera testir við leikar­unum, so heldur hann, at nýtslan av testum kann ger­ast enn betri. - Fá lið testa systematiskt og breitt. Nøkur lið koyra nak­r­ar standardtestir gjøg­ num árið, og hesar testirnar siga sjálvandi nøkur ting, men sum fótbóltsspælari skalt tú kunna fleiri ymisk ting á vøllinum, og tí er um­ráð­andi at testa allar teir ymsu eginleikarnar hjá einum fótbóltsspælara, sig­ur Magni Mohr. Hann held­ur, at stórur tørvur er á eini slíkari bók sum Fit­ness Tesing in Football, tí hann og Jens Bangsbo fáa javn­an fyrispurningar frá fólki um at gera testir við fót­bólts­ leikarum. - Bæði venjarar og leikarar vilja vita, hvat ein skal testa, hvør útgerð skal nýtast, nær ein skal testa, hvussu úrs­ lit­ini kunnu brúkast og so fram­vegis. Vit hava gjørt vísinda­ligar kanningar sein­ astu 10-15 árini, og vit hava tískil eina rúgvu av tilfari. Vit hildu tað vera eitt gott hugskot at geva hesa vitan­ ina út á bók, soleiðis at fólk fáa ágóðan av tí, greiðir Magni Mohr frá. Profilanalysur eru neyðugar Í bókini er eitt nú ein so­kall­ aður ratinglisti, sum ein kann nýta til at samanbera síni egnu úrslit við úrslitini hjá bestu fótbóltsleikarunum í heimi­num. - Vit hava savnað saman testúrslit frá toppfótbólti, so at til ber at síggja, hvussu væl leik­ar­arnir klára seg innan tey ymsu økini. Út frá tí hava vit gjørt eina ratingskipan, so­leiðis at hvørjaferð, tú gert eina test, kanst tú finna hesa testina fram í bókini og síggja títt úrslit í mun til tey bestu í heiminum, sig­ ur Magni Mohr, sum legg­ ur afturat, at tølini, sum testirnar geva, kunnu brúk­ ast til profilanalysur av fót­ bólts­spælarum. - Tølini kunnu siga nakað um, hvar ein leikari er sterkur og veikur í mun til tað, hann skal gera á vøllinum. Um tað verð­ur testað breitt, soleiðis sum vit viðmæla, so ber til at gera góðar profilanalysur av leikarunum. Hesar pro­fil­ analys­ur­nar eru neyðugar og kunnu verða rættiliga av­ ger­andi, tá til dømis venjarar legg­ja fótbóltsdystir til rætt­ is. Bókin Fitness Testing in Foot­ball kemur út á al­tjóða mark­naðin, og til ber at fáa meir at vita um bók­ina á heima­síðu­ni www.soccer­ fitness.com. Fótbóltsspælarar kunnu gerast betri Magni Mohr, sum hevur ferðast kring allan heim og lagt elituni innan fótbólt lag á, er sannførdur um, at flest allir góðir fótbóltsleikarar kunnu gerast enn betri, um testir gerast ein vanligur partur av venjingunum