Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tim Christensen rósar Sveini X FACTOR Sveinur fekk nakað av atfinningum fyri framførslu sína í X Factor fríggjakvøldi, men Tim Christensen, sum hevur skrivað lagið, rósar alment Sveini og sigur, at sangurin er ein tann truplasti, hann hevur innspælt Rólant Waag Dam – Tillukku Sveinur fyri at koma víðari til næsta umfar í X Factor í kvøld. Soleiðis byrjar danski rokktónleikarin Tim Christensen eina lítla heilsan til Svein á almennu Facebook-fjepparasíðu síni. Tim Christensen telist millum størstu donsku rokk­ tónleikararnar og var odda­ maður í Dizzy Mizzy Lizzy, men hevur síðani bólkurin gavst at spæla útgivið fleiri fløgur sjálvur. Millum kend­ astu løgini, Tim Christensen gjørdi fyri Dizzy Mizzy Lizzy, eru »Silverflame« og »Love Is A Loser’s Game« og sum einstaklingur er tað helst lagið »Right Next To Right One«, heitislagið frá donsku sjónvarpsrøðini »Nikolaj & Julie«, sum fólk flest seta hann í samband við. Trupul sangur Eftir framførsluna fríggja­ kvøldið fekk Sveinur nakað av kritikki frá dómarunum. Cutfather helt sjálvandi, at har var einki at seta fingur á, men bæði Pernille og Blach­ mann vístu undir sjónvarps­ sendingini á skeivleikar. Tá sjálv X Factor sendingin var av, kom Tim Christensen á banan og segði soleiðis. – Surprise Me ljóðar møgu­liga sum ein lættur rokksangur, men tað er hann sanniliga ikki. Bólkurin og eg máttu í gjøgnum fimm ymsar og ræðuligar upptøkuroyndir bara fyri at fáa sangin at sita ordiligt. Tað er nógv meiri, enn eg nakrantíð annars havi gjørt í samband við upptøkur, greiðir Tim Christensen frá, sum endar lítlu heilsanina við rós til Sveini. - Flott klárað, vinurin! Ein nakað órólig byrjan, men tú buldraði í gjøgnum og rokkaði húsið. Nær koma trummurnar? Nú er Sveinur farin undir at fyrireika seg til triðja live- showið. Hvønn sang hann fyrireikar, er almenninginum ógreitt. Greitt er tó, at tema­ið fríggjakvøldið verð­ur annað­ hvørt »One hit wunders«, »New York í 80-unum« og »Mash up«. Spennandi verður at vita, hvat Sveinur og Cutfather fara at kasta seg út yvir. Og spennandi verður eisini at fylgja, um Sveinur setist við trummurnar. Bæði hann og Cutfather søgdu í samrøðu við Sosialin fyri tveimum vikum síðani, at teir vónaðu, at tað fór at bera til undir live-showinum. Høvið er í øllum førum upplagt beint nú, eftir at Cutfather fyrst fanst at einari framførslu fyri at brúka DJ-pultar, sum ikki vóru settir til, og Blachmann síðani legði eftir Cutfather og Katrine, sum lat sum um hon spældi klaver, hóast hetta ikki var veruleikin. Sveinur dugir at spæla trummur. Tí hevði tað ver­ið so upplagt, at Sveinur settist við hesar og staðfesti breidd­ ina hjá sær sum tón­leikari – og undirbygdi myndina av sær sjálvum sum rokkara. rolant@sosialurin.fo Sveinur og Cutfather fingu við »Surprise Me« rokktónleikin á dagsskránna í X Factor. Spurningurin verður, hvat teir kasta seg út yvir komandi fríggjadag Flott klárað, vinurin! Ein nakað órólig byrjan, men tú buldraði í gjøgnum og rokkaði húsið – Tim Christensen Tim Christensen, sum spældi á Ólavsøkukonsertini í 2005, heldur, at Sveinur kom væl frá framførsluni fríggjakvøldið Surprise Me ljóðar møguliga sum ein lættur rokksangur, men tað er hann sanniliga ikki – Tim Christensen