Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Bakgrundin fyri vitjanini er ein brúðarvígsla sum varð hild­in leygardagin 28. januar. Her varð ein bróðurdóttir han­sara, Beatrice gift før­ oyska manni sínum, Jonhard á Marknagarði. Hesin kongurin úr Gana – nevndur Nana Bosumpim 2. – stend­ur á odda fyri Kokobra ættar­bólkinum, ið telur væl oman­fyri 1,1 millión limir við sein­astu uppgerðina. Ættarbólkurin heldur fyri tað mesta til í sunnara parti av landinum, í nánd av høvuðs­staðnum Accra. Somu kirkju Ætlan hansara var sjálvandi at vera við til brúdleypið í farna mánaði, men av ymisk­ um orsøkum bar hetta ikki til. Hann ynskti nú at koma til oyggja­landið í Norð­ur­ høvum og vitja í Saltangará, har bróður­dótturin býr. - Vit ynsktu somuleiðis at sleppa í somu kirkjuna, har sum vígslan fór fram. Og tí var tað ein heilt serlig løta, tá vit í gjár fóru í kirkju á Glyvrum, har Meinhard Bjarta­líð prestur prædikaði, greið­ir hann íðin frá. Í heimlandi hansara tosar ættarbólkur hansara eitt mál ið kallast TWI, men tá hann sam­skiftir við onnur er tað á ensk­um máli. - Vit skiltu sjálvandi ikki nógv av tí sum presturin segði, men tað var ein góð løta, tí tann andaligi parturin hev­ur eisini nógv at siga fyri okk­um. Nana Bosumpim 2. kongi dám­ar annars sera væl í Føroy­um, men hann kundi kort­ini ynskt sær eitt sindur meiri av lýðku. - Her er rættiliga kalt í mun til hjá okkum – men tað er so sanniliga eisini vakurt at síggja Føroyar fjaldar í kava, sigur hann. Tey steðga í Føroyum nakr­ar dagar aftrat, áðrenn leið­in verður løgd heimaftur til Gana og hitan. snorri@sosialurin.fo Kongur úr Gana á vitjan VITJAN Nana Bosumpim 2. kongur av Gana og familja hansara dámdi væl ta føroysku gudstænastuna. – Eg skilti ikki nógv av tí sum varð sagt og sungið. Men hetta var tó ein góð løta, sigur hann, her hann er avmyndaður saman við familju síni, prestinum Meinhard Bjartalíð og øðrum Mynd: Glyvra kirkja Tað er ikki á hvørjum degi, at ein kongur vitjar eina bygd ella eitt føroyskt heim í fleiri dagar. Men hesa seinastu tíðina hevur eitt heim í Saltangará havt vitjan av einum kongi fyri ein ættarbólk í afrikanska landinum Gana. – Her er gott at vera, sigur afrikanski kongurin, ið stendur á odda fyri fleiri enn 1,1 millión fólkum Vit ynsktu at sleppa í somu kirkjuna, har sum vígslan fór fram