mánadagur 20. februar 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Airbus kvinkar prísin niður
Nýggja Airbus 319 flogfarið hjá Atlantsflog verður handað
felagnum 22. mars, og gongur alt sum ætlað, fer flogfarið í
rutuflúgving 28. mars – á 24 ára føðingardegnum hjá Atlantsflog
Nú verður heldur bíligari at ferðast við
Atlantsflog, sigur stjórin, Magni Arge
Mynd: Álvur Haraldsen
Leo Poulsen
28. mars verður ein slóð
brótandi dagur fyri Atlants
flog, men ikki minni fyri
ferðafólkini hjá felagnum.
Hendan dagin – 24 ára
føðingardagurin hjá felag
num – setir Atlantsflog ikki
bert nýggja Airbus 319 flog
farið í rutu, men samstundis
verður eisini ein heilt nýggj
prísskipan sett í gildi.
– Hetta er ein prísskipan,
har tað verður møguligt hjá
ferðandi at fáa lágar prísir.
Eisini verður møguligt at
kombinera
ferðaseðlarnar
tvørtur um flex og low, tað
vil siga teir dýru prísirnar
og teir bíligastu prísirnar,
sigur Magni Arge, stjóri á
Atlantsflog.
Tá nýggja prísskipanin
verður sett í gildi, verður
møguligt hjá ferðafólki at
sleppa einvegis úr Føroyum
fyri 995 krónur, og úr Dan
mark fyri 848 krónur. Hetta
tí avgjøldini í Danmark eru
tað lægri enn í Føroyum.
– Nýggja Airbus 319 flog
farið hevur munandi størri
kapasitet enn British Airways
flogførini, 144 pláss móti 95.
Samstundis nýtir nýggja flog
farið umleið somu mongd av
olju, sum verandi flogfør, og
tí er eisini møguligt at seta
oljuavgjaldið úr 280 krónum
niður í 200 krónur, sigur
Magni Arge.
Nýggja flogfarið fer í
størstan mun at verða brúkt
fram um tey gomlu, bæði tí
tað er lutfalsliga bíligari at
reka, men eisini tí ynski er
um at fáa fleiri føroyingar at
flúgva.
Røkkur langt
Nýggja Airbus 319 flog
farið hevur sum nevnt
nógv størri kapasitet,
og tekur ein triðing
fleiri ferðafólk, enn
verandi flog
før. Tað merkir, at tað verða
eini triðingur fleiri ferða
fólkat gjalda fyri ferðina, og
tí kann Atlantsflog eisini seta
prísirnar nakað niður.
– Loysunarorðið er at
bíleggja í góðari tíð. Verður
bílagt í góðari tíð, fáast eisini
bestu prísirnir, tí her er sum
við øllum, at tú fær tað, sum
tú rindar fyri. Vil tú hava
stóran fleksibilitet, fær tú
hann eisini, men so mást tú
eisini gjalda fyri hann, sigur
Magni Arge.
Ein beinleiðis avleiðing av
nýggju møguleikunum hjá
Airbus 319, er ein beinleiðis
ruta úr Vágum til Barcelona.
– Hetta er ein ruta, sum
fólk hava víst stóran ans, og
longu nú hava vit selt tveir
triðingar av ferðaseðlum,
sigur Magni Arge.
Byrjað verður at flúgva 17.
juni og hildið verður fram til
19. august.
– Nýggja Airbus 319 røkk
ur vítt, og vit kunnu flúgva
beinleiðis til eitt nú Las Pal
mas og eystursíðuna av USA.
Ikki tí at vit hava nakrar ítøki
ligar ætlanir um nakra rutur
tann vegin, sigur Magni Arge.
Nýggja Airbus 319 flog
farið kostar eitt stað millum
240 og 250 milliónir krónur,
og ein stórur partur er egin
fígging, meðan restin er lán.
Tvær fráferðir
um veturin
Nýggja
flogfarið
skal
í
størstan mun nýtast á Keyp
mannahavnar leiðini.
– Tað er á teirri farleiðini,
at nógv størstur belegningur
er, og tað er eisini tann
farleiðin, ið hevur størstan
møguleika at vaksa. Umframt
tað verður sjálvandi eisini
flogið við Airbussinum til
Barcelona teir báðar summar
mánaðirnar,
sigur
Magni
Arge.
Tað er ein góður mánaði
til
flogfarið
skal
latast
Atlantsflog, og nú teir seta
tað saman í Hamburg gongur
ógvuliga skjótt.
– Vit fáa flogfarið 22. mars,
og so koma vit til Føroya við
tí 22. ella 23. mars. Síðani
skulu nakrar royndarflúgv
ingar gerast, og so miða vit
ímóti at seta flogfarið í rutu
flúgving 28. mars, sum eisini
er 24 ára føðingardagurin
hjá Atlantsflog, sigur Magni
Arge.
Stjórin á Atlantsflog sigur,
at teir framhaldandi fara at
hava tvær fráferðir um dagin
til Keypmannahavn, eina
um morgunin og eina um
kvøldið.
– Á tann hátt ber til hjá
handilsfólki at sleppa til
Keypmannahavn um morg
unin og heim aftur um
kvøldið, sigur Magni Arge.
Stóra
avbjóðingin
hjá
flogfelagnum er sjálvandi,
at ber ikki til at lenda í
Føroyum, má flúgvast til eitt
annað land at bíða.
– Og tað er stóra avbjóð
ingin hjá okkum. Hinvegin
hava vit valt at seta eyka
útgerð í nýggja flogfarið, sum
vit eitt nú klára okkum betri
í ringum sýni, sigur Magni
Arge.
London Gatwick
Eisini verður ein broyting í
rutunetinum, tá ið flúgvingin
upp á Ongland um ræður.
– Vit fara í summar at
flúgva til London Gatwick í
staðin fyri London Stanstead.
Hetta gevur betri møguleikar
fyri ferðafólkini, tí fyri tað
fyrsta liggur Gatwick nærri
London, og hartil hevur
flogvøllurin gott samband
víðari út í Europa, sigur
Magni Arge.
Flúgvingin
til
London
verður annars víðkað í ár, so
flogið verður hálvan mai heilt
fram til miðan september.
Tað merkir so eisini, at væl
ber til at gera fótbóltsferðir
til London, tí Gatwick hevur
eisini gott samband við bæði
miðongland og Skotland, um
so skuldi verið.
Og hjá teimum, sum vilja
hava bíligar ferðir, er at
verða skjótur úti, tí tess fyrri
ferðaseðilin verður bílagdur,
tess bíligari ber til at sleppa.
Sjónvarpið er í ferð við at
gera eina dokumentarsending
um dýru ferðirnar hjá Atlants
flog, men Magni Arge bedýrar,
at nýggja prísskipanin hevur
nakað við tað at gera.
– Hetta er ein beinleiðis
avleiðing av nýggja flogfari
num, og tí veruleika, at Air
bus 319 er bíligari í drift enn
gomlu
flogfeløgini,
sigur
Magni Arge, stjóri á Atlants
flog.