Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Steypafinalan hjá monnum: Hóast SÍ var favorittur at vinna finaluna, so var tað ein vónbrotin liðformaður hjá Mjølni, Thorvald Danielsen, ið vit fingu orðið á eftir dystin. – Eg eri øgiliga vónbrotin. Vit byrja væl og eg føldi, at vit vóru sálarliga omaná, og at teir ikki spældu eins væl, sum teir hava gjørt áður ímóti okkum. Vit tóku ikki av møguleikunum og teir vinna ov nógvar bóltar á rað. Tá gerst tað tungt at renna aftaná, sigur Thorvald, sum fegnast um, at teir fingu steðgað nøkrum spælarum á ein hátt teir ikki hava gjørt tað áður, men hevur tó framvegis partar av spælinum at vísa á, sum ikki riggaðu nóg væl. – Álopsmiðja okkara hevur verið styrkin hjá okkum, men har megnaðu teir at blokka væl. Sjálvur fái eg tað ikki at sita so væl í móttøkuni og vit fáa ikki sligið ígjøgnum á kantinum. Teir fáa ov nógvar lættar bóltar frá okkum, sigur Thorvald Danielsen. albinus@sosialurin.fo Ein av landsliðsleikarunum hjá SÍ, Ólavur Jensen, var eftir finalu­ sigurin heldur ovfarin av hvussu dysturin fór fram. – Eg eri væl nøgdur við avrikið, men vit væntaðu ein spennandi dyst, sum tað ongantíð bleiv, og tað er ein løgin kensla. Vit fingu tað lættari enn væntað og komu ikki ordiliga í gongd. Har var einki at ivast í, staðfestir Ólavur. Hann fegnast serliga um blokk­ spælið hjá sínum liðfeløgum. – Kantálopini hjá okkum vóru góð, men serliga haldi eg at blokk­ urin var yvirraskandi góður. Í grund­ini var hann tað frægasta, hann hevur verið í ár, vísir Ólavur á. Mjølnir var væl við frá byrjan í øllum settunum, men so vórðu klaksvíkingar fullkomiliga settir av. – Teir byrjaðu at gera nógvar vill­ur hinumeðin netið og vunnu vit eisini nógv upp á tað, sigur Ólavur Jensen, hevari við 13 lands­ dystum á baki. albinus@sosialurin.fo Ov lættir bóltar til teirra Thorvald Danielsen: Ólavur Jensen: Vónbrotin av mótstøðuni Myndir: Álvur Haraldsen