mánadagur 20. februar 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Flogbóltsfinalan hjá kvinnum:
Steypið verður
standandi í
Klaksvík
Flogbóltur Kvinnurnar hjá Mjølni hava endurvunnið
gullið í steypakappingini. Hetta gjørdist greitt, eftir
at tær vunnu 3-1 á SÍ í finaluni leygardagin
Pætur Albinus
Tað var lagt upp til eina spennandi
steypafinalu hjá kvinnum leygar
dagin. Finalan var nevniliga ein
endurtøka av steypafinaluni í fjør,
tá ið Mjølnir koppaði fimm sett
gysaranum til sín fyrimun og vann
3-2. Mjølnir-liðið var at kalla hitt
sama, sum vann finaluna í fjør, og
við nógvum royndum leikarum
afturímóti fleiri ungum og nýggjum
hjá SÍ, mátti Mjølnir átaka sær
heitið sum lítil favorittur undan
finaluni.
Hýrurin á áskoðaraplássunum
var stórsligin og serliga vóru tað
vágafólk, ið vóru litrík og mælsk.
Mjølnir streyk avstað
Í fyrsta setti vóru tað royndu leik
ararnir hjá Mjølni, sum vístu vegin
og at síggja til ikki høvdu nervarnar
sitandi uttaná. Tær vóru á odda at
kalla alt settið og vunnu tað at enda
25-21.
Í øðrum setti vóru tær úr Mjølni
framvegis væl upplagdar og løgdu
seg skjótt á odda 4-0, áðrenn SÍ-
venjarin, Nicola Kapric, sá seg
noyddan at taka time-out. Hetta
bøtti tó lítið um, tí Mjølnir bæði helt
fast og økti um leiðsluna, og eina
løtu vóru tær á odda 15-4. Tað tóktist
eins og slagstyrkin vantaði í álops
partinum hjá SÍ, men tá ið leiðslan
gjørdist hóskandi stór, fór Mjølnir
at gera óneyðugar villur, sum helst
stóðust av minni hugsavnan vegna
júst hesi stóru leiðsluni. SÍ fór eisini
at spæla gløggari heldur enn við
megi, og vóru tær omaná í flestu
longu bóltunum, sum merkti, at tær
minkaðu niður í 12-17 og 14-19. Tá fór
maskinan hjá Mjølnir aftur í gongd
og avgjørdu tær settið við at vinna
tað greitt 25-16.
SÍ koppaði settinum
Byrjanin í triðja setti var ein endur
tøka av teirri í øðrum setti. Mjølnir
vann seg upp á 4-0 og SÍ tók time-
out. Hesaferð munaði betur enn í
øðrum setti, tí áðrenn klaksvíks
kvinnur høvdu vent sær, so var
4-4, og Mjølnir mátti taka time-out.
Bóltarnir komu í hús umvegis sera
góðar servur frá Karini Mikkelsen
og tá ið Mjølnir royndu seg, var SÍ-
blokkurin sum ein livandi múrur.
Hetta lyfti SÍ upp á eina
7-4-leiðslu, áðrenn Mjølnir fingu
svarað aftur og tikið Karina
Mikkelsen burtur frá servuni. SÍ
helt teprari leiðslu fram til Mjølnir
á fyrsta sinni gjørdi kál á leiðsluni
við støðuna 11-11. Tá kom stórspælið
hjá veteraninum, Karini Mikkelsen,
veruliga til sjóndar og rundaði hon
fleiri góðar bóltar av við at langa teir
í gólvið, soleiðis at SÍ kom heilt upp
á 15-11. Haðani hildu tær leiðsluni
væl og vunnu at enda settið 25-19.
Stórir partar av spæli teirra riggaði
munandi betur enn undanfarnu
settini, og serliga umvegis størri
vága í álopspartinum, vunnu tær
hetta settið fult uppiborið.
Avgjørdar klaksvíksgentur
Fyri at tað ikki skuldi vera lygn,
so endur-endurtók byrjanin seg
í fjórða setti eins og undanfarnu
tvey settini. Mjølnir kom á odda
4-0 og SÍ-venjarin noyddur at taka
time-out. Aftur hesaferð tóktist
Nicola Kapric hava funnið røttu
orðini fram, tí løtu seinni hevði SÍ
minkað niður í 5-6.
Tá tóku Mjølnir sær aftur um
reiggj, útihýsti SÍ fullkomiliga
næstu bóltarnar og legði seg á odda
15-7. Henda einvegis ferðslan helt
sær settið á tamb og vann Mjølnir
at enda settið heili 25-11. Mjølnir-
venjarin, Boban Ilic, nýtti høvið at
geva fleiri av minni brúktu leik
arunum møguleikan ímóti end
anum av settinum. Tað sama gjørdi
ein uppgevandi SÍ-venjari.
Hetta vitnaði bara um tað
yvirskotið, ið Mjølnir hevði í dyst
inum. Ikki óvanligt kastaði favo
ritturin triðja settið, men vunnu
tær hini settini lutfalsliga trygt og
umvegis 3-1-sigurin gjørdu tær púra
greitt, at steypið stendur á rætta
stað heima í Klaksvík.