Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Flogbóltsfinalan hjá kvinnum: Birgit Guttesen, sum áður hevur leikt við SÍ, men síðani er flutt til Klaksvíkar og nú spælir við Mjølni, var sum vera man sera fegin um steypasigurin. – Hetta kundi ikki verið betri, staðfestir hon stutt, áðrenn vit tosa um hvat riggaði væl hjá teim­ um. – Eg vil siga, at alt riggaði. Mót­ tøkurnar, álopið og so eisini serv­ ur­nar, sum vóru betri enn í fjør. Tær vóru betri enn teirra, og so spældu vit eisini sum eitt lið, sigur Birgit. Hetta er annað árið á rað, at Mjølnir vinnur steypakappingina, somuleiðis sum hetta er triðju ferð í verandi kappingarári, at tær vinna á SÍ. – Vit eru sjálvtryggar. Vit eru komnar í eina stima, har vit eru vanar at vinna, og tað haldi, at vit duga væl. Vit duga at vinna, og tað er eitt kynstur, sigur Birgit Guttesen, sum er í holt við sítt triðja kappingarár í Mjølni. albinus@sosialurin.fo Ein av avgjørt bestu leikarunum hjá SÍ í finaluni, liðskiparin Karin Mikkelsen, var eftir dystin mest hørm um at hava gjørt við­halds­ fólk teirra vónbrotin. – Eg eri øgiliga vónbrotin. Við­ haldsfólkið er uppsett, tey vita hvat vit duga og øll stuðla okkum. Men so kunnu vit ikki prestera og raka so langt við síðuna av okkara støði – tað er ótrúliga harmiligt, segði Karin. Hjá SÍ vóru tríggir av teimum leikarunum, sum fyri tað mesta spældu inni, á fyrsta sinni við í einari slíkari finalu. Tað merktist, við­gongur hon, men tekur eis­ini ábyrgd vegna teir royndu leikar­ arnar og kann bara vísa á, at tað vóru ov nógv persónlig mistøk. – Mjølnir er eitt lið, sum ongan­ tíð gevur upp. Tær gjørdu ikki eins nógvar persónligar villur, sum vit, men tá ið eg hyggi aftur á dystin, so var tað eingin, sum skar­aði framúr. Tær spældu bara betur sum lið, staðfestir Karin Mikkelsen. Hon vónar, at finalusigurin hjá monnum felagsins var eitt plástur á sárið og vónar somuleiðis, at viðhaldsfólkið heldur fram við at stuðla liði hennara at røkka FM- finaluni. albinus@sosialurin.fo Birgit Guttesen: Vit duga kynstrið Karin Mikkelsen: Harmast vónbrotin viðhaldsfólk Myndir: Álvur Haraldsen