mánadagur 20. februar 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Gunnar Nielsen
Ongin sær mínar
Fótbóltur Í næstan eitt ár hevur Gunnar Nielsen bart eina langan og einsligan dyst
handan fýra veggir í einum venjingarhøli. Stríðið fyri at koma seg eftir álvarsliga knæskaðan
hevur styrkt stóra málverjan, men somuleiðis givið honum nógv at hugsa um
Tróndur Arge - Manchester
Tað er nú næstan eitt ár síðani at
dreymurin um eina yrkisleið sum
fótbóltsspælari hekk í einum tunn
um tráði hjá Gunnari Nielsen. Í
eykaliðsdysti fyri Manchester City
brast føroyski landsliðsmálverjin
saman við mótstøðuleikara. Knæið
á vinstra beini fekk álvarsligan
skaða, har bæði liðbond, krossbond
og vøddar fóru illa.
Lagnan sum fótbóltsspælari var
í hondunum á serkønum hjálpar
fólki hjá Manchester City og
læknaserfrøðingi í London. Í fleiri
mánaðir mátti málverjin sova við
hjálpartóli, ið kølir knæið. Honum
nýttist somuleiðis hjápartóli at gera
rørslur við knænum. Í eina tíð var
málið bara at kunna ganga aftur.
Einsligur dystur
Tað er ein einslig, strævin og av
bjóðandi tíð, tá ein fótbóltsspælari
gerst álvarsliga skaddur. Stríðið og
dysturin um koma fyri seg hevur
tikið mótið frá mongum fótbólts
spælara gjøgnum tíðina.
Kenslan av ikki at verða ein
partur av hópinum og at síggja hinar
venja og spæla, meðan vónirnar hjá
einum sjálvum eru handan fýra
veggirnir í venjingarhølinum kann
knekka sjálvt teir sterkastu fót
bóltsleikararnar.
Í fleiri mánaðir kann verða ringt
at fáa eyga á framgongdina. Upp
venjingin er ein røð av venjingum
við nógvari pínu.
Gunnar Nielsen hevur nú roynt
at liva fótbóltsmarruna í næstan
eitt ár. Hann hevur lært nógv um
tað likamliga og um seg sjálvan sum
persón. Tú kanst ikki taka nakað
fyri givið í fótbólti og tað er havnar
maðurin fult greiður yvir í dag.
– Tað tekur bara ein brotpart av
einum sekundi at blíva skaddur,
sigur Gunnar Nielsen og tekur
høgru hond um skadda knæið. Tað
er sunnukvøld og málverjin ger seg
kláran til enn eina viku av upp
venjing,
– Ein av mínum liðfeløgum segði
við meg, at tá tú ert skaddur, er tað
kanska tú næstan líka so gott at
verða deyður, tí tú fert í gloymi
bókirnar hjá øllum. Ongin hugsar
um teg, tá hópurin skal mannast
og ongin vísur áhuga fyri tær, tí
tú kanst ikki koma við nøkrum so
leingi tú ert skaddur, sigur Gunnar
og leggur afturat, at liðfelagin nokk
meinti tað meira sum myndamál
enn nakað annað.
Sigrarnar, sum tú fært, vinnur tú
í einum venjingarhøli uttan at nak
ar sær. Tú ert har einsamallur við
einum hjáparfólki.
– Eg helt, at eg var yrkisleikari
áðrenn eg bleiv skaddur. Nú skilji
eg av álvara hvat skal til fyri at
klára seg. Ein slíkur skaði setur stór
krøv bæði til tað likamliga og tað
sálarliga, sigur Gunnar og leggur
ein ísposa á knæið. Hann skal køla
knæið hvørt kvøld.
Eitt lítið mál á gangin
Fyri at vinna stóra dystin og kunna
spæla fótbólt aftur, má Gunnar
vinna nógvar smærri sigrar. Oftani
í einsemi í einum venjingarhøli,
meðan liðfelagirnir tuska runt
uttanfyri.
– Tað er týdningarmikið at seta
sær ítøkilig mál. Tað nyttar ikki at
seta sær sum mál at kunna spæla
fótbólt um eitt ár. Tað er ikki
ítøkiligt nokk. Tú mást seta tær
smærri mál so hvørt, sigur Gunnar.
– Fyrst er málið kanska bara
at sleppa ganga aftur, so er tað at
kunna boyggja knæið og kanska
renna eitt sindur. Síðani at kunna
sparka til ein bólt og gera skjotari
renningar.
Soleiðis
verður
tú
noyddur at seta tær smærri mál,
so tú kanst vinna nakrar sigrar
og kenna teg væl, greiðir havnar
maðurin frá.
Gjøgnum seinastu ellivu mán
aðirnir
hava
nógvir
leikarar
verið skaddir. Teir hava tó allir
havt smærri og minni álvarsligar
skaðar.
– Tað er hart at síggja leikarar
koma til uppvenjingar eftir skaðar
og blíva klárir, meðan eg framvegis
ikki blívi klárur, sigur Gunnar
víðari.
Tað er heldur ikki altíð, at før
oyski landsliðsmálverjin vinnur
sínar smærri dystir í venjingar
hølinum. Alt gekk ikki sum tað
skuldi, tá Gunnar kom aftur til
venjing eftir summarsteðgin.
– Tað gekk skjótt fyrstu fýra
mánaðirnir og eina løtu hugsaði eg,
at eg fór at blíva klárur aftur upp á
einar sjey ella átta mánaðir. Men tá
eg kom aftur eftir summarsteðgin,
vildi knæið brádliga ikki tað sama,
sum tað vildi áðrenn. Tá sá eg
veruliga hvussu álvarsligur skaðin
var og hvussu langa tíð tað fór at
taka at koma fyri meg. Tað var eitt
hart tíðarskeið at koma ígjøgnum,
greiðir Gunnar frá, meðan hann
enn eina ferð tekur eftir knænum.
– Eg havi nátt øllum málunum,
sum eg havi sett mær higartil, men
tað er ikki altíð eg eg havi nátt
teimum beinanvegin. Men náði eg
ikki málinum í dag, so náði eg tað í
morgin, sigur næstan tveir metrar
langi málverjin.
Ein broyttur maður
Gunnar Nielsen er ein broyttur
maður í dag. Langi og drúgvi dyst
urin fyri at gerast klárur aftur
hevur sett síni spor á 25-ára gamla
málverjan.
– Eg eri blivin mentalt betri
fyri. Tú fært meg ikki at siga, at tað
var gott at eg bleiv skaddur, men
eg eri glaður fyri at eg havi fingið
so nógv burtur úr meðan eg havi
verið skaddur. Eg havi havt nógvar
harðar venjingar, har tað hevur
verið nógv pína og knæið hjá mær
ikki hevur klárað, men koyrt á
alíkavæl. Tær upplivingarnar hava
styrkt meg sum menniskja og sum
fótbóltsspælari, sigur landsliðs
leikarin, ið hevur verið í Manchester
City í trý ár.
– Eg havi lært ótrúliga nógv
tíðina eg havi verið skaddur. Tað
er týdningarmikið at eta rætt, so
tú fært mest møguligt burtur úr
hvørjari venjing. Tað havi eg veru
liga fingið eyguni upp fyri síðani
eg bleiv skaddur. Eg havi eisini
lært um kroppin hjá mær og pínu.
Tú lærir, at tú tolir meiri av enn tú
kanska helt áðrenn. Fyrr kundi eg
gremja meg um eitt eymt lær, men
hatta setur veruliga tingini í ein
størri samanhang, leggur Gunnar
afturat.
Seinastu tvey árini hava verið
torfør fyri 25-ára gamla málverjan.
Hann fekk í landsdystinum í Est
landi á summri 2010 ein fipurskaða.
Skaðin gjørdi, at hann ikki fekk
spæla nakað serlig fyri Tranmere,
sum hann var útleigaður til um tað
mundið.
Nakrar vikur seinni varð Gunnar
klárur, tá føroyska landsliðið í Italia
tapti 5-0. Í seinastu minuttunum
bleiv Gunnar aftur skaddur. Hesa
ferð í økslini og tað gingu mánaðir
áðenn hann aftur kundi standa í
mál.
Gunnar hevði í feburar mánaði í
fjør verið skaðafríur í tveir mánaðir
og feløg sum Southampton vóru
áhugaði í at leiga hann, tá knæið
fekk álvarsligan skaða.
Fyrireikaður upp á ikki
at kunna spæla aftur
Óvissan um hvussu skaðin fór
lekjast fekk nógvar tankar í gongd
hjá Gunnari. Hetta hevur verið
endastatiónin hjá fleiri leikarum.
– Tá eg fyrst hoyrdi hvat var
galið og hvat fyri skaða eg hevði, so
var mín fyrsti tanki bara at kunna
ganga aftur. Eg hugsaði sjálvandi
um hvat eg skuldi gera um eg ikki
kundi spæla aftur og hvat annað
eg kann gera her í lívinum, sigur
Gunnar.
Tað er sami spurningurin, ið
rakar allar fótbóltsspælarar, tá teir
gevast. Men Gunnar er bara 25-
ára gamal og tað kom óvart við, at
hann brádliga skuldi hugsa slíkar
tankar.
– Skaðin hevur fingið meg at
hugsa nógv um lívið. Eg roknaði
ikki við at eg skuldi fáa slíkar tankar
so ungur, men hetta er nokk eisini
tað, sum leikarar skulu í gjøgnum,
tá teir gevast. Tað er spurningur
in, hvat kemur aftaná eitt lív sum
fótbóltsspælari, sigur Gunnar um
hugsin og hyggur at knænum.
Støðan í dag
Tað er í dag yvir ellivu mánaðar
síðani, at Gunnar Nielsen mátti
berast av vøllinum í dystinum móti
Bolton. Hann hevur roynt marruna
hjá einum og hvørjum fótbólts
spælara. Hann hevur tað fótbólts
áhugaði kalla fyri besta arbeiði í
heiminum – men er óarbeiðisførur.
Náðileysu tímarnir í venjingar
hølunum hava tó givið úrslit og
tíðin nærkast til at Gunnar Nielsen
aftur verður at síggja í arbeiðs
klæðunum.
– Eg hevði mína bestu venjing
higartil í vikuni, tá eg kláraði at
venja fult út við hinum málverj
James Milner brosar og hevur tað hugaligari enn Gunnar í bakgrundini. – Tað er hart at síggja leikarar
koma til uppvenjingar eftir skaðar og blíva klárir, meðan eg framvegis ikki blívi klárur, sigur Gunnar