Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Jóannes Hansen Tað er meiri enn ivasamt, um Finnur Justinussen verður tøk­ur, tá ið Jonkøping Sødra 8. apríl fer at spæla fyrsta lands­ kapp­ingardystin í nýggja kapp­ ingarárinum. Sannlíkið er størst fyri, at Finnur Justinussen verður ikki førur fyri at spæla um sjey vikur, men tað valdast um, hvussu tað tekur seg upp við skað­anum. Týsdagin í síðtu viku spældi Finnur venjingardyst við eyka­ liðnum hjá Jonkøping Sødra. Tá ið ein hálvur tími var farin, noyddist Finnur at taka seg av vøllinum. Hann hevði pínu í vinstra fóti. Hann varð koyrdur á skaðastovuna, og har vístu myndirnar, at eitt bein í vinstra fóti er brotið. Hvussu álvarsligur skaðin er fæst at vita fyrrapartin í hesi vikuni, tá ið nýggjar kanningar eru á skránni. Men tað er eingin ivi um, at talan verður um steðg frá fótbóltinum í fleiri vikur. – Eg varð beinanvegin gips­ aður frá hælinum og upp undir vinstra knæ. Boðini vóru, at eg skal ganga við gipsi í hvussu so er í seks vikur. Um tað verða átta vikur, fái eg at vita í hesi vikuni, sigur Finnur Justinussen, sum ikki var í nærdysti, tá ið hann varð skaddur: – Eg var als ikki pressaður, tá ið eg skeiklaði á fótinum, men tað var nóg mikið at verða skaddur. Tað var sera harmu­ ligt, tí venjingarstøðan var júst vorðin eins góð og hjá lið­ feløg­unum. Eg kom yvir higar 9. januar. Teir høvdu vant eitt sindur, áðrenn eg kom yvir. So darvaði ein lítil knæskaði eitt sindur, men nú var tað av álvara farið at ganga framá. Eg hevði spælt ein venjingardyst við besta liðnum ímóti Halmstad, og hetta var annar venjingar­dysturin, tá ið eg varð skaddur. Allar venjingarnar hava verið á graslíki í fótbóltshøll, og venj­ ingardysturin týsdagin var í hesi somu høllini. Pápi Finn, Símun Petur Justinussen, var í sínari fót­bólts­ tíð plágaður av júst sama skaða, sum Finnur nú er plágaður av. Tá gekk tað skjótt fyri seg at fáa gipsið av, og Símun Petur var fyrri førur fyri at spæla, enn tað varð rokn­að við. – Eg vóni, at tað verður so­ leiðis hjá mær eisini, men tað fer tíðin at vísa. Eg verði her yviri og venji tað, sum tað ber til at venja, tá ið man er gips­aður soleiðis, sum eg nú eri tað. Ítróttarstjórin hjá Jonkøping Sødra, Hans Lindbom, harmast saman við Finni óhappið, sum ber við sær, at liðið er meiri skert í møguleikanum at seta vandamiklasta álopið, nú Finnur er skaddur. – Hann verður neyvan førur fyri at spæla fyrsta lands­kapp­ ingardystin, og hjá nýggjum spælara er tað ser­liga harmu­ligt, at hann skal ganga á høkjum og hyggja at, meðan vit fyri­reika okkum til lands­kapp­ingina. Vit harmast allir saman við Finni, sum annars tykist vera fallin væl til her hjá okk­um, sigur Hans Lindbom. Hevur tosað við Lars Finnur Justinussen hevur ikki dult fyri, at hann var sera fegin um, at tað nú eydnaðist hon­um at fáa høvi at royna seg sum full­ tíðar yrkisspælara, og honum hevur dámað hetta lívið væl. – Higartil hava vit vant sjey ferðir um vikuna. Onkrar dagar hava tvær venjingar verið á skránni, og so hevur ann­ars rátt um at hvíla seg. Hetta er spennandi og ordulig av­bjóð­ing, men nú verður steðgur í. Tað er harmuligt, men tað gerst ikki ann­að enn at varðveita fokus, brynja seg við toli og venja so nógv, sum tað ber til. Síðst í hesi vikuni fer lands­ liðið til Spania á venjingarlegu. Finnur Justinussen var ikki millum teir 22, sum venjarin sendi boð eftir, men tað kom ikki óvart á Finn, sum framvegis eigur fyrsta landsdystin á a-lið­ num til góða: – Lars Olsen tosaði við meg, áðrenn hann tók teir 22 út, sum skulu til Spania. Hann helt, at tað var best fyri meg og harvið eisini fyri mínar møguleikar at koma í landsliðshópin, at eg vandi her og fótaði mær í Jonkøping heldur enn at fara burtur frá og til Spania við landsliðnum. Tað skilji eg væl, men nú verður tað hvørki venjing her ella við lands­ liðnum í La Manga, stað­festir Finnur Justinussen. Fyrsti landskappingar­dyst­ urin hjá Jonkøping Sødra verður 8. apríl ímóti Degerfors. joannes@sosialurin.fo Finnur hevur brotið beinið Fótbóltur Nú er tað rættuliga ivasamt, um føroyski álopsspælarin í svenskum fótbólti verður førur fyri at spæla, tá ið fyrsta umfar í landskappingini verður fyrst í apríl sigrar unum, tá teir vandu við bólti. Tað merkir ikki, at eg verið klárar beinanvegin, men nú royni eg at økja mongina av venjing so hvørt, sigur Gunnar Nielsen. Eftir so drúgvan skaða skal ein leikari gjarna verða fult klárur í seks til átta vikur áðrenn hann slepp­ur á vøllin at royna seg. Gunnar hevur sáttmála við Man­ chester City hetta kappingar­árið út. Fyribils vil Gunnar tó ikki siga so nógv um framtíðina og tekur eina uppvenjing á gangin. – Vit skulu práta saman í nærm­ astu framtíð, men eg havi tað so­ leiðis, at eg fái ikki ávirka um teir bjóða mær ein nýggjan sáttmála. Eg fái bara ávirka mína støðu við­víkj­andi skaðanum og tað er tað eg hugsi um fyrst og fremst, sigur landsliðsmálverjin og leggur afturat, at støðan er tann sama tá tað kemur til føroyska landsliðið. – Eg havi einki hoyrt frá nýggja landsliðsvenjaranum ella hjálpar­ venjaranum, men fyribils hugsi eg bara um Manchester City og at blíva klárur aftur. Í dag byrjar enn ein vika við upp­venjing. Eftir nógvar smærri sigrar nærkast dagurin, tá Gunnar Nielsen vinnur týdningarniklasta dystin í síni yrkisleið hugartil. – Sigurin fyri meg verður tá eg spæli aftur, sigur Gunnar at enda. trondur@sosialurin.fo – Eg havi nátt øllum málunum, sum eg havi sett mær higartil, men tað er ikki altíð eg eg havi nátt teimum beinanvegin. Men náði eg ikki málinum í dag, so náði eg tað í morgin, sigur ein bjartskydur Gunnar Nielsen – Vikurnar broytast sjálv­ andi so hvørt sum eg kann gera fleiri rørslur. Tað er sum regul fastlagt hvussu ein vika sær út í gerandis­ døgunum, men tað kann órógva um onkur dystur er okkurt tíðspunkt, sum ikki er vanligt. Men annars plagar ein vanlig vika fyri tíðina at síggja nakað soleiðis út: Mánadagur: 8:30 - skal møta klokkan 9:30, so eg fari upp í góðari tíð og fái mær havragreyt, tvær eyggjahvítir og protein tilskot. 9:30 Fyrsta korterið verður brúk til at gera knæið klárt til venjing. Tað skal hitast upp og hava eitt sindur av viðgerð. Hendan 10:00 Síðani skal eg gera styrki venjingar har vit ikki nýta vektir. Tað vil siga, at eg brúki bara kropsvektina sum mótstøðu. 12:30 Eftir venjing skal ísur á knæið. Eg venji nógv í løtuni so tað er pasta, rís og protein til døgura. 13:30 - seinna venjingin byrjar klokkan 13.30 og tað málmansvenjing við bólti. Hon plagar at vara í hálvan annan tíma. 16:00 Aftaná skal ísur aftur á knæið og so í brúsu og so heim. Tað er ikki fastlagt hvat vit skulu eta um kvøldarnar, men tað skal verða sunnur kostur. Tað er týdningarmikið at eta oftani fyri at halda kroppin í gongd. Áðrenn eg fari í song fái eg mær aftur protein tilskot. Týsdagur: Fyrrapart er tað yvir tveir tímar av styrki venjing við vektum. Seinna part er tað rørslu og kvikleika venjing. Eg plagi at enda dagin við eitt sindur av glíming við einum av styrkivenjaranum, sum millum annað venur judo. Mikudagur: Hesin dagur er meiri róligur enn tveir teir fystu dagarnir í vikuni. Fyrra partin byrjar venjingin við at súkkla í tjúgu minuttir. Síðani geri eg venjingar í hyli í ein tíma og endi fyrra partin við at skiftivís fara í heitt og kalt bað. Seinna partin havi eg frí til at hvíla meg í. Hósdagur: Hesin dagurin minnir nógv um mándag. Málið við venjingini er tað sama, men vanligt er at øvilsini eru ymisk. Fyrrapart er tað styrki venjing uttan vektir og seinna part er málmansvenjing á skránni. Dagurin endar við einum uttandura súkklitúri upp á góðar tjúgu kilometrar. Fríggjadagur: Málið fríggja­dag er tað sama sum týsdag, men tað er ymsikt hvørji øvilsin vit nýta. Fyrra partin er tað venjing við tungum vektum, meðan tað seinna partin er rørslu og kvikleika venjing. Eg plagi at enda dagin við eitt sindur av nevaleiksvenjing fyri at ordiliga at venja ígjøgnum. Leygardagur: Leygardag er bara venjing fyrra part. Tað plagar at verða kondi og styrki venjing. Seinna partin plagar dystur á verða skránni. Sunnudagur: Hetta er einsamalli frídagurin í vikuni og hann skal nýtast til at hvíla og samla orku til enn eina harða viku. Ein vika í uppvenjing hjá Gunnari Nielsen: