mánadagur 20. februar 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Hóast kollfirðingar hava lítið og
einki at spæla fyri í løtuni, spælir
KÍF við fullari megi hvørjaferð.
Viljin at koppa mótstøðuliðunum
tykist framvegis vera stórur, sjálvt
um tað ikki broytir teirra støðu sum
greitt oddalið í bestu mansdeildini.
Tað var annars júst í hesari støðuni,
at Neistin tveitti nógv stig burtur í
fjør. Avrikini hjá KÍF eru umráðandi
fyri liðini, sum kappast um at røkka
hinum finaluplássinum. Tað kann
fáa avgerandi týdning, tá enda
liga stigatalvan verður gjørd upp.
Higartil er tað bara VÍF, sum hevur
vunnið á kollfirðingar í landskapp
ingini í hesum kappingarárinum.
Tað eru tvey stig, sum vestmenn
ingar hava, men sum eingin annar
hevur. Allir dystir eru sjálvsagt
umráðandi, og hvør vunnin dystur
telur eins nógv. Tað hevur tó víst seg,
at tað er torført at fáa stigini frá KÍF
– og tað er líkt til, at tað eru óvanliga
fá lið, sum fáa stig frá oddaliðnum
í hesum kappingarárinum. Tað
fingu hoyvíkingar eisini at sanna
hesaferð.
Uppreisn
KÍF hevði annars nakað at hevna
hesaferð. Tað var næstbesta liðið
hjá H71, sum sendi teir út í myrkrið
í steypakappingini, og kollfirðingar
vildu fegnir hava uppreisn í gjár.
Tað fingu teir eisini.
Hoyvíkingar
vóru
stinnari
fyrstu løtuna og var á odda. Ungu
og stríðshugaðu hoyvíkingarnir
vóru væl skipaðir í verjupartinum
hesar minuttirnar, men so líðandi
mistu gestirnir takið á dystinum,
meðan kollfirðingar fóru upp í
ferð og vunnu sær leiðsluna. Fýra
mál skilti heimaliðið frá gestunum
í hálvleikinum. Støðan var 16-12 til
KÍF.
Kollfirðingar
vóru
grammir
og ræddust ikki at geva alt í nær
dystunum. Tað sæst serliga væl í
tølunum av útvísingum. Kollfirð
ingar spældu heilar 12 minuttir í
seinna hálvleiki við einum manni
minni enn mótstøðuliðið, men tað
dugdi H71 ikki nóg væl at gagnnýta.
KÍF varðveitti leiðsluna eftir steðg
in og vann 25-21.
Tað eydnaðist sostatt ikki hoy
víkingum at fáa stig burturúr hes
ari vitjanini. Tað bilar einki, um
kollfirðingar eisini vinna restina
av dystunum, tekur heimasíðan hjá
H71 samanum.
– Sum niðurstøðu kunnu vit siga,
at um KÍF vinnur allar sínar dystir,
so bilar einki, um vit ikki fingu hasi
tvey stigini, men um nú Neistin ella
VÍF fáa stig burturúr móti KÍF, so
er verri, skrivar h71.fo. Dystirnir hjá
KÍF kunnu fáa avgerandi týdning,
nú farið verður undir fjórða og
seinasta kappingarumfarið.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm Johannesen
Kappingin um annað finaluplássið
er gróthart. Trý lið, VÍF, H71 og
Neistin, renna mest sum undir
liðini á hvør øðrum, og tað broytist
neyvan í bræði. Í slíkari kapprenning
kann vera vandamikið at traðka
skeivt, tí tað kann knappliga broyta
tína støðu.
Við hesum í huganum er altíð eitt
ávíst trýst á teimum liðunum, sum
kappast um at røkka finalunum.
Vestmenningar handfóru tó trýstið
fyrimyndarliga,
tá
teir
vitjaði
í Badmintonhøllini í Klaksvík
fríggjakvøldið. Klaksvíkingar hava
verið stinnir á heimavølli í hes
um kappingarárinum. Hesa ferð
hilnaðist ikki serliga væl hjá Team
Klaksvík. Avrikið, teir løgdu fyri
dagin, var als ikki á hædd við stríðs
hugaðu gestirnar. VÍF vann tískil
greitt við seks málum. Úrslitið var
35-29.
Á odda beinanveg
VÍF fór framum alt fyri eitt, og
heimaliðið hótti ongantíð leiðsluna.
Munurin var aldrin minni enn trý
mál. Gestirnir høvdu allatíð ferð á
bóltinum, og klaksvíkingar dugdu
ikki at verja fyri hugflogsríka
álopsspælinum hjá VÍF. Stríðshugin
hjá Team Klaksvík hesaferð var
heldur ikki, sum hann hevur verið
í øðrum dystum hetta kappingar
árið. Tað hevur annars verið eitt
av sereyðkennunum hjá klaks
víkingum, sum hevur verið ein fyri
munur í nógvum dystum.
Tað var serliga eftir hvíldina, at
vestmenningar avgjørdu dystin, og
so var spurningurin bara, hvussu
stórur sigurin fór at vera. VÍF fær
tískil tvey stig afturat í skjáttuna
og heldur fast um annað plássið á
stigatalvuni. Komandi vikuskiftið
verður oddabrak í Vestmanna, tá
oddaliðið úr Kollafirði, KÍF, vitjar
vestmenningar.
uni@sosialurin.fo
Eingin slingur í valsinum
HONDBÓLTUR VÍF vann greitt og uppiborið í Klaksvík fríggjakvøldið. Vestmenningar fingu
sostatt tvey stig afturat í skjáttuna, sum eru sera týdningarmikil í stríðnum um finalupláss
KÍF spælir framvegis við fullari megi, hóast sína støðu sum greitt oddalið. Tað eydnaðist heldur ikki hoyvíkingum at fáa stig frá teimum
Mynd: Álvur Haraldsen
Kollfirðingar vinna hvørjaferð
HONDBÓLTUR Hóast KÍF spældi heilar 12 minuttir av seinna hálvleiki við einum manni minni, fekk H71
ikki takið á oddaliðnum. Kollfirðingarnir stríddust alt, teir vóru mentir, og tað rakk til enn ein sigur