Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Eftir vónbrotið í steypafinaluni síðsta vikuskiftið, tá VB tapti fyri Stjørnuni, fingu vágskvinnur høvi at reisa seg aftur. Ikki bara eina ferð, men tvær ferðir. Dysturin, sum skuldi spælast millum VB og Kyndil í fyrsta umfari, var útsettur til fríggjakvøldið. Í gjár vitjaði VÍF í Vági. VB vann báðar landskappingar­ dystirnar, sum gav fýra stig afturat í skjáttuna. Tað ber við sær, at bæði VB og Stjørnan, sum kapp­ast um at spæla finalurnar um føroya­ meistaraheitið móti Neistanum, hava 24 stig hvør. Tað er sostatt púra opið í finalustríðnum, nú sjey lands­kappingardystir resta í. Slakaðu eftir steðgin Tað var annars lagt upp til trivaligan stórsigur, tá fyrra umfarið var spælt fríggjakvøldið. VB var á odda við fimm málum, 16-11, og tað vóru eingi líkindi fyri, at Kyndil fór at svara aftur. Vágskvinnur vóru ágrýtnar og stríðshugaðar, og høvdu havt fult tamarhald á støð­ uni. Tað tóktist sum, at VB fór at hugsa um næstu uppgávuna, tí tá seinni hálvleikur var hálvrunnin, og heima­liðið var á odda við átta mál­um, fingu grønlittu gestirnir úr Havn brádliga sjey mál upp í slag. Tað var um reppið, at sigurin glapp teimum úr hondum, men heima­liðið reisti seg aftur og tog­aði bæði stigini í hús. VB fekk tamar­ hald á aftur seinastu minuttirnar, og vann 29-26 tá avtornaði. Uppiborin sigur Í gjár vitjaði VÍF í Vági. Kvinnurnar úr Vestmanna hava annars ikki stór­vegis at spæla um hetta kapp­ ingar­árið, uttan royndirnar at arga ovastu liðini, tá høvi er til tað. Tað eydn­aðist ikki hesaferð, og tað var heldur ongantíð ivi um, hvar stigini fóru. VB legði seg framum eftir lítlari løtu og hugdi seg ikki afturum. VB vann við seks málum, 23-17. Tað er tann 4. mars, at VB og Stjørnan bresta saman í Vági. Sum støðan er nú, fer tað at vera ein sera umráðandi dystur í finalu­stríð­num millum liðini. Fyrst skulu vágs­ kvinnur til Havnar at spæla móti Kyndli, sum eisini hevur roynst væl móti ovastu liðunum í hesum kapp­ingarárinum. Tað eru tvær sera spennandi vikur, sum nú bíða hond­bóltskvinnunum úr Vági. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Verandi steypavinnararnir úr Stjørnuni stríðast nú fyri at vinna seg í finalurnar um føroya­ meistaraheitið. Tætta stríðið við vágskvinnur krevur, at liðið spælir við fullari megi hvørja­ ferð. Uppgávan hjá venjara­num í Klaksvík hevur eis­ini verið at fingið armarnar niður aftur eftir steypasigurin síðsta vikuskiftið. Tað eydnaðist eisini, og Stjørnan loysti lutvíst løttu upp­gávuna í Runavík. Tað var heldur ikki nógv, sum Tjaldri, ið hevur verið botnproppur alt árið, kundi gera við klaks­víkskvinnur. Stjørnan vann við sjey málum í einum rótutum dysti. Simona ikki við Simona Petersen, sum aftur gekk undan í steypasigrinum síðsta vikuskiftið, var ikki við hesaferð. Hon fekk skaða í fótin undir dystinum mikukvøldið, tá Stjørnan tapti fyri Neistanum. Fleiri av yngru spælarunum hjá Stjørnuni fingu møguleikan at vísa seg hesaferð, og tær stóðu seg væl. Gestirnir úr Klaksvík vóru á odda við trimum málum í hálv­ leikinum, 19-16. Eftir steðgin øktist munurin við tíðini. Enda­liga úrslitið var 33-26. Steypa­ vinnararnir gjørdu sítt hóndbóltur Stjørnan greiddi sína skyldu sum stórfavorittur og vann uppiborið á botnliðnum Tjaldri. Tað var eftir steðgin, at kvinnurnar úr Klaksvík fóru upp í ferð og avgjørdu dystin. Úrslitið var 33-26 Vikuskiftið hilnaðist væl í Vági hóndbóltur Tveir dystir og fýra stig. Kvinnurnar úr Vági vunnu á bæði Kyndli og VÍF hetta vikuskiftið, og nú er púra javnt í stríðnum um annað finaluplássið Jóannes Hansen Fríggjakvøldið vann Víkingur venjingardyst í Fuglafirði 5-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Ætl­ anin var, at venjingar­dyst­urin skuldi vera leygar­dagin, men tá ið teir boðaðu frá stormi leygar­dagin varð upp­gerðin flutt til fríggja­kvøldið. Víkingur leitar eftir nýggj­ um álopsspælara at seta í plássið, sum er tómt eftir Finn Justinussen. Danski Lasse Qvist vandi í síðstu viku eina ferð við Víkingi, og hann var á lið­num fríggjakvøldið. Tølini siga, at hann stóð seg væl. Hann skoraði tvey mál og var við í upp­spælinum til okkurt av hinum. Kortini er tað ikki avgjørt, um Lasse Qvist fer at spæla við Víkingi í ár. Hann hevur royndarvant í Íslandi eisini, og leygardagin fór hann aftur til Danmarkar. – Tað verður avgjørt heilt skjótt, um tað verður hesin maðurin, sum skal vera mið­ fram­herji hjá okkum, sigur Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen. Hansara lið vann 5-0, men Jógvan Martin leggur ikki so nógv í úrslitið ímóti ÍF: – Hetta var venjingardystur mitt í februar. Bæði liðini skiftu nógvar spælarar út og ymsar uppstillingar vórðu royndar. ÍF hevur nógvar góðar spælarar. Fleiri teirra eru nýggir í felag­ num, og tá ið teir verða meiri samanspældir, so verður heilt víst talan um eitt gott lið, held­ ur Víkinga venjarin. Millum teir, sum vóru á ÍF liðnum, vóru tveir nýggir danskir spælarar – Thomas Asmussen og Simon Skibsted. Poul Nolsøe Mikkelsen, sum er fyrsta árs unglingi í KÍ, og sum er sonur ÍF málverjan Jákup Mikkelsen, royndi seg sum miðverji á ÍF liðnum. Í Fuglafirði verður arbeitt við at fáa ein danskan miðverja at hjálpa til. Lítið man vera at ivast í, at tað fer at eydnast. Donsku spælararnir, sum vóru á liðnum fríggjakvøldið, vístu seg at hava góð evni, og tað borgar fyri, at nýggi ÍF venjarin, Flemming Christensen, hev­ur gott innlit í danskan fót­bólt og gott net í danska fótbólts­ heiminum, har hann er væl kendur sum fyrrverandi vanda­ mikil álopsspælari, venjari og talentleitari. joannes@sosialurin.fo Víkingarnir hugsa seg um Fótbóltur Danski álopssspælarin skoraði tvær ferðir í venjingardysti í Fuglafirði fríggjakvøldið, og heilt skjótt verður greitt, um hann verður nýggi álopsspælarin hjá Víkingi Lasse Qvist hevur áður umboða FCK Mynd: fck.dk