Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Fleyr fór við tí mesta Hilmar Jan Hansen Eftir at tey vaksnu høvdu spælt sínar steypafinalur leygardagin, stóðu tey yngru fyri tørni í gjár, tá final­ur hjá bæði gentum og dreingj­ um vóru í aldursbólkunum 14 ár, 16 ár og unglingar. Sum hjá teimum vaksnu, varð spælt á altjóða góð­ kenda taraflex-gólvinum, umframt at karmarnir í aðrar mátar vóru teir somu sum dagin fyri, eitt nú við lýsingum og bilum kring vøllin. Steypafinalistarnir vóru vinn­ ararnir av teimum báðum Fleyr- og Mjølnir-kappingunum. Har eru reglurnar tær, at um sama lið vinn­ur báðar kappingarnar, so er tað næstbesta liðið, ið sleppur við – møguliga avgjørt við eykadysti, um tvey ymisk lið hava verið nummar tvey. Felagið, sum fekk mest burturúr í gjár, var uttan síðustykki Fleyr, sum gjørdi bart í fýra av seks finalum, og millum annað vann Fleyr allar gentufinalurnar, so nógv kundi bent á, at havnarfelagið hevur eina bjarta framtíð – ikki minst á kvinnu­síðuni. Fleyr legði bragdliga fyri og vann fyrstu tríggjar finalurnar. Fyrst vunnu kvinnuunglingarnir 2-0 á Mjølni við settunum 25-8 og 25-10, og síðani vunnu mansunglingarnir 2-0 á TB við settunum 26-24 og 25- 20, áðrenn gentur 16 gjørdu hinum báðum liðunum kynstrið eftir og vunnu í eini tí mest spenn­andi finaluni í gjár 2-1 á ÍF, har sett­ úrslitini vóru 27-29, 25-11 og 15-12. So sluppu onnur framat eina løtu, tí nú vann SÍ í dreingir 14 2-0 á ÍF við settunum 25-20 og 25-7, og so vann Ternan í dreingir 16 2-0 á SÍ við settunum 26-24 og 25-17, áðrenn Fleyr rundaði dagin av við sínum fjórða sigri, tá gentur 14 vunnu 2-1 á Drátti við settúrslitunum 25-22, 23-25 og 15-13. hilmarjan@sosialurin.fo Flogbóltur Tá steypafinalurnar hjá teimum yngru vóru á skránni í gjár, gjørdist Fleyr tann stóri vinnarin við gulli í fýra av seks finalum Gentur 14: Fleyr Aftast frá vinstru: Eyð Magnussen, venjari, Sóley Eliasdóttir, Magnhild Jacobsen, Súsanna Ludvig, Eva Winther Nagata, Rakul Dalsgaard Jacobsen, venjari. Í miðjuni frá vinstru: Elisabet Dam Jacobsen, Ása Maria Enni, Krista Maria Meinhardsdóttir, Gunnbritt Patursson. Fremst frá vinstru: Katharina Dalgaard Jacobsen, Elisabet Vang, Kristina Knudsen, Silja Róin. Dreingir 16: Ternan Aftast frá vinstru: Dánjal Johannesen, Ólavur á Toftini, Ari Johannsen, Hákun Edmundsson, Jóhannus Hansen, Kári Højgaard Joensen, Bojal, venjari. Fremst frá vinstru: Julian Johannesen, Petur í Túni, Andrias Edmundsson, Jan Benjaminsen, Michal Prylbylski, Andre Benjaminsen. Dreingir 14: SÍ Aftast frá vinstru: Heini Zachariassen, Ari Haraldssen, Jákup Martin Weihe, Brandur Leonson, Hilmar Gudmundsen, Rajko Petrovic, venjari. Fremst frá vinstru: Jóhannus Hendriksen, Teitur Simonsen, Sjúrður Petersen, Teitur Anderson. Kvinnuunglingar: Fleyr Aftast frá vinstru: Bjarki Enni, venjari, Eyð Guðrunsdóttir Magnussen, Annika Mikkelsen, Hanna Andriasdóttir Olsen, Anja Sonnadóttir Danielsen. Miðjan frá vinstru: Rakul Maria Johannesen, Alexandra Østerø Knudsen, Linda Dahl. Fremst frá vinstru: Birita Jacobsen, Fía Aagaard, Barbara Lervig, Miriam Vinther Egholm, Kristin Ljósheim. Gentur 16: Fleyr Aftast frá vinstru: Maria Guldborg Nielsen, Súsanna Ludvig, Sóley Eliasdóttir, Rakul Biskupstøð, Eva Winther Nagata, Rosa Jacobsen, venjari. Miðjan frá vinstru: Barbara Jepsen, Magnhild Jacobsen, Rannvá Mortensen, Elisabeth Person, Rósa Hjaltalin, Christian Nagata, venjari. Fremst frá vinstru: Ása Maria Enni, Marjun undir Kletti, Judit Tummasardóttir, Krista Maria Meinhardsdóttir, Anna Maria Steintún. Mansunglingar: Fleyr Aftast frá vinstru: Niels Pauli Rasmussen, Bogi Midjord, Hanna Andriasdóttir Olsen, Anja Sonnadóttir Danielsen, Bjarki Enni. Miðjan frá vinstru: Steinbjørn Mortensen, Eyð Guðrunsdóttur Magnussen. Fremst frá Vinstru: Rasmus Potts, Guðfinnur Trónd Thorsteinsson, Fróði Bærendsen, Pætur Evensson. Hilmar Jan Hansen Á aðalfundinum hjá Fótbólts­sam­ bandinum á Hotel Hafnia leygar­ dagin varð kunngjørt, at steypa­ finalurnar hjá bæði kvinnum og monn­um aftur skulu spælast í Havn. Síðstu tvey árini hava báðar final­urnar verið í Klaksvík, har tær sam­stundis hálvavegna hava verið partur av Summarfestivalinum. Men nú er samstarvsavtala gjørd millum Fótbóltssambandið og Tórs­havnar kommunu, so finalan í kapp­ingini um Løgmanssteypið, steypa­finalan hjá kvinnunum og allar finalurnar hjá teimum yngru verða spældar á Tórsvølli fríggja­ dagin 24. og leygardagin 25. august. Nýggja samstarvsavtalan er treytað av, at graslíki er lagt á Tórsvøll, so vøllurin er klárur til hesar báðar dagarnar, ið skulu vera stórir finaludagar í sama stíli sum teir, hondbóltur og flog­bóltur skipa fyri, har tær ymsu steypa­kapp­ ingar­nar verða avgreiddar eftir tveim­um døgum. Borgarstjórin í Havn sær fram til at fáa steypafinalurnar aftur til Havnar: – Vit skulu skapa góðar karmar, skipa fyri innivist, mati og einum stórum fýrverksshowi aftaná, sigur Heðin Mortensen í stuttari viðmerking á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu. Hinvegin eru klaksvíkingar ikki fegnir um, at steypafinalurnar nú fara aftur til Havnar, eftir at tær síðstu tvey árini hava verið í Klaks­ vík: – Kommunan hevur gjørt nógv fyri at betra um umstøður á vøll­ inum og ikki minst rundan um vøllin. Hetta er sera keðiligt, og føli eg tað eitt sindur undarligt, at vit ikki vóru kunnað fyrr, sigur vara­ borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, ið vísir á, at Klaksvíkar kommuna beint fyri midnátt fríggja­kvøldið fekk at vita, at finalan aftur fór til Havnar. Forsetin í Fótbóltssambandinum vísir á, at høvuðsorsøkin til flyt­ ing­ina er ynskið um at skipa fyri finalunum í einum stórum tiltaki: – Tiltakið í Klaksvík síðstu tvey árini er eydnast sera væl. Orsøkin til, at vit hava tikið avgerð um at flyta final­una, hevur einki við Klaksvík at gera, sigur Christian Andreasen við Vága­portalin. hilmarjan@sosialurin.fo Steypafinalan aftur í Havn Fótbóltur Eftir útlegd í tvey ár í Klaksvík, er finalan um Løgmanssteypið komin aftur til Havnar, har hon verður endin á tveimum steypadøgum við fleiri finalum