Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Tað er ikki til at skilja, at lands­ins mynd­ug­leik­ar virða ein heilan ar­beiðs­ bólk so lítið, sum tey gera. Hetta eru altso menniskju, sum forma okkara børn, ansa teimum, nussa um tey, troysta tey, tá tey eru kedd, ugga og hjálpa tá tey fáa ilt, ja tey taka sær av okkara framtíð. Og ein annar veruleiki er, at tey smáu síggja, í nógvum førum, meira til hesi enn síni foreldur. Tað er ófatiligt, at mann við einum smíli gev­ur 250 milliónir til að­ar sam­fel­ ags­bólk­ar, og fíggjar hetta við at veita hesum smáu eina sera, sera ótrygga framtíð í takkaløn. Við einum smíli, letur mann eini 300-400 milliónir av landsins ognum til eina elitu, sum hevur meir enn ríkiligt frammanundan, og tað er eisini ogn teirra smáu, tey so fegin geva burtur fyri onki. Hetta tí tað er neyðugt, vit muga stuðla okkara vinnulívið, verður sagt. Tað er alt samalt ein sera løgin logikkur, serliga tá mann arbeiðir so hart fyri ikki at stuðla okkara børnum, sum jú er okkara framtíð. Tað er munur á hvussu nógva orku mann hevur nýtt til at geva burtur av fæi landsins og lætta um hjá teimum ríkastu, enn tann orka, sum hevur verði nýtt til at tryggja okkara framtíð, sum jú er okkara børn. Í hesum høpi er tað sera láturligt, at tað kanska snýr seg um 4-5 milliónir, ið skiljir partarnar. Fígg jarmálaráðharrin, fyri tey fáu, metti, at 220 kr um mánaðin var meir enn nokk, men best hevði verið at geva hesa hækking til teir lægri løntu námsfrøðingarnar, so hini máttu standa í stað. Til samanlíkning kann, til stuttleikar nevnast, at sami maður gevur einum lærara við millumstarvsaldri, sum eins og námsfrøðingar, tekur sær av okkara børnum, 2.500-3.000 kr. um mánaðin, 30.000-36.000 kr. um árið. Grundgevingin til hesar gávur hava verið, at hesi, lærarafólk og onnur, fóru at gera íløgur í vinnulívið, stuðla nýggjum vinnum, og soleiðis skapa arbeiðspláss. Tað er bara ófatiligt at so lítið er til av viti. Hugsar mann veruliga at hesi nú fara inn í pelagisku vinnuna, genfrøi ella orkuteknologi? Vit hava altso 2012. Hesir lættar verða nýttir til nýtslu ella uppsparing, og tað fer so at síggjast á landsins halli mótvegis útheiminum seinni. Hvussu nógv kostar so henda trætan hjá Jørgin Niclasen. Um roknimeistarin, sum roknaði upp á pensjónirnar, eisini roknar upp á hetta, fáa vit neyvan tey røttu tølini. Men eins og í pensjónsmálinum, dugir vanligi borgarin so sanniliga at rokna, hvat hetta kostar samfelagnum. Eitt er so, hvat tað kostar í krónum, men hvat kostar tað ikki í trupulleikum fyri vanligu arbeiðsfólkini, og hvussu hart raktar eru ikki tær familjur við børnum við serligum tørvi. Nú skal mann ikki ákæra fíggjarmálaráðharran fyri at hava vit og skil, og vera dugnaligan politikkara, men sum familjumaður átti hann at virt tey fólk, sum taka sær av hansara børnum, sum annars arbeiða hvønn dag fyri, at hann, saman við nógvum føroyingum kunna róliga fara til arbeiðis. Ein láglønarbólkur við smáum ynskjum, sum ikki verða vird, hóast tey skapa okkara framtíð. Náms­frøð­ing­ar verða ikki nakað virðismettir Levi Mørk, námsfrøðingur og býráðslimur Illa umhugsað loysn at skatta eftirlønina Jens Pali í Dali Seinastu árini hava almennar rødd­ir í Lands­stýri og Løg­tingi roynt at eggja fólki at gjalda sum mest til teirra egnu eft­ ir­løn at tryggja góð og trygg eftirlønarár. Nú nýggj samgonga er skip­að er vent í holuni, nú royna teir at taka hugin frá fólki við at skatta inngjaldið við 40 prosentum. Við hesum taka teir rættin frá hesum fólkum, at løn verður skattað, tá útgoldið verður. Tá hesi koma í eftirlønarár (ellisár) kunnu hesi fólk ikki kenna seg sum ein nyttugur part­ur av sam­felagnum, tí tey gjalda ikki skatt sum onn­ ur, eru bara ein byrða fyri sam­fel­ag­ið (tað almenna og skyldfólk). At skatta eftirlønargjøld við inn­gjaldi vil í longdini geva inn­gjal­d­ara, lands­kassa og kommunum minni í inn­tøku. Fyri tann eftirlønta hev­ur tað stór­an týdn­ing, at inn­gjald­ ið er so stórt sum gjørl­igt tey fyrstu ár­ini, kanska við eyka inn­gjaldi, so eft­ir­lønin verð­ur so stór sum gjør­ligt. Við nýggja skattinum vilja tey eft­ir­løntu fáa væl minni at liva av, meti u. l. 1000-15000 kr um mán­aðin. Eft­ir­lønin verð­ ur ikki ein­a­ns 40% lægri, men 50-60% lægri. Hugurin hjá fólki at fáa so høga eft­ir­løn sum gjørligt, fer at minka. Talið av eldri veks­ur við ógvuligari ferð, fólk­a­tal­ið er minkandi, talið av løn­tak­ar­ um mink­ar, inn­tøk­ur av hes­ um nýggja skatt­i­num munnu ikki fara verða so stórar, sum mett er kanska u. l. 200 mill. kr. Henda pen­ing­a­nøgd fer at gera alt ov lítl­an mun sum árini ganga. Útreiðsl­ur­nar til eldraøkið fer at hækka nógv komandi árini, so at land og kommunur fara at hava brúkk fyri fleiri inn­tøk­um. Nýggi skatturin fer neyv­an at geva nógv fleiri inn­ tøk­ur, kanska minni. Í dag eru gott og væl 6000 eft­ir­lønt (pen­sjónist­ar), t. v. s. 1 fólk fyri u. l. 4 løn­tak­ar­ ar. Um 30-40 ár verður talið av eft­ir­lønt­um kanska 10.000 fólk, og mett verð­ur tal­ið av løn­tak­arum fer at minka, so tað kanska u. l. 2 løntakarar til hvønn eft­irløntan, so tað al­menna verð­ur iva­leyst nógv tyngri at reka. Um teir sum stýra landi og komm­un­um held­ur einki gera við trup­ul­ leik­an við frá­flyt­ing­ini, verður trupulleikin enn størri. Um vit nú meta at um eini 15-20 ár vóru u. l. 7000 eft­ir­lønt sum fáa u. l. 5000 kr. í skatti eftir fyrrverandi skatta­stig­ anum, hevði inn­tøk­an hjá landi og komm­unum erður u. l. 350 mill kr og hetta hevði munað nógv eira í út­reiðslunsíðuni hjá tí al­menna enn tær 200 mill. kr. Harumframt haldi eg, at teir sum stjórna landinum eiga at arbeiða fram ímóti at ongin fær sína eftirløn bein­ leið­is úr landskassanum, hvørki landsstýrismenn, løg­ tings­menn ella tænastumenn. Øll skuldu goldið til sína eft­ ir­løn; tí henda út­reiðsla er og verð­ur alt ov stór fyri land­ s­kass­an. Land­ið kundi gjørt ein sjálv­støð­ug­an eft­ir­løn­ar­ grunn, sum dagliga varð rik­i­n av Húsa­láns­grunn­i­num ella Lands­bank­a­num, ella funn­ ið eina aðra loysn. Eisini áttu eft­ir­løn­ar­við­ur­skift­ini at ver­ ið broytt, vón­andi fáa teir væl fleiri løn­ar­ár enn tey mettu 8-16 ár­ini. At skatta eft­ir­løn­ar­gjøld­ ini er ein ógvuliga ván­a­lig og ógvuliga illa um­hugs­að loysn, bæði fyri løn­tak­ar­an, lands­ kassan og kommunurnar. Her er hugs­að alt ov lít­ið um fylgj­ ur­nar, hetta hev­ur fyri mesta partin av skatt­gjald­ar­unum. Verkfall og alibipolitikkur Jógvan Arge, býráðslimur í Havn Teir seinastu leikirnir í trætuni millum ar­beiðs­gev­ar­ar og ped­ a­gogar hava ver­ið á­tøk­ir ali­ bi­poli­tikki. Eftir gongd­ini at døma eru roynd­ir­nar at koma víðari ikki nóg í­tøk­i­lig­ar, tí farið verður ikki veru­liga inn á krøvini, sum náms­frøðingarnir seta. Vónandi er tað ikki tí, at teirra mótpartur veruliga mein­ar, at her skal onki ger­ast – uttan mun til rím­i­lig­leik­an í krøvunum. Náms­frøð­ing­ar­nir í verkfalli hava gjørt greitt, at teirra stætt er illa lønt í mun til arbeiðsbyrðuna, og at um­ støð­u­r­nar annars at útinna teirra týdn­ing­armikla lut í barna­uppalingini eru ikki nóg góðar. Seinasta átakið frá Fíggj­ar­ mála­ráð­num var at bjóða eina diff­er­en­t­i­ering av upp­runa­liga løn­ar­til­boð­num, sum náms­ frøð­ing­a­rnir longu framm­an­ und­an meta sum real­løn­ar­ lækk­ing. Tað var onki tilboð. Kommununala Ar­beiðs­ gev­ar­a­f­el­ag­ið legði fram eitt til­boð um fyri­reik­ing­ina, sum Peda­gog­fel­ag­ið vrak­aði, tí tað helt tað ikki vera í­tøk­i­ligt. Før­oya Ped­a­gog­felag kann helst við ávísum rætti spyrja, hvat virði er í ein­um lyfti um arbeiðsbólk, sum eft­ir sam­ráð­ in­g­ar­lok fer undir at staðfesta tær mann­a­g­ongd­ir, sum longu eru ella ikki eru viðvíkjandi fyri­reik­ing. Viðurskiftini á dag­stovn­ a­øki­num hava verið nógv frammi seinastu mongu ár­ini. Ansing var lyklaorðið, tí tað ráddi í fyrstu syftu um at her­berga børnunum, meðan for­eldr­ini vóru til arbeiðis. Nógv og gott er gjørt burtur úr at byggja nýggjar stovnar kring landið. Nú fáa so at siga øll børn tilboð um pláss á dagstovni. Innihaldið í dagstovnunum hev­ur ikki fingið somu rúmd, og nú kenna tey, sum ar­beiða á dagstovninum á sær, at tey við verandi u­m­støðum ikki fáa livað upp til tað, sum verður kravt av teimum. Skula upp­vaks­andi ættarliðini fáa tað besta burtur úr árunum á dagstovni krevst, at starvs­ fólk­ini, námsfrøðingar sum hjálp­ar­fólk, hava dagførdar karm­ar at virka undir. Tað kostar óivað at taka hesi tøk, men neyvan nakar kann vera nøgdur við, at børn­ ini á dagstovnum kanska ikki fáa ta stimbran, sum teimum nýtist, tí at starvs­ligu kringumstøðurnar ikki eru nøktandi. Arbeiðsgevarin eigur at við­gera lønarlagið, so tað sam­svar­ar við uppgávuna, og sam­an við umboðum fyri náms­frøð­ingarnar at gera nakað munagott við inni­halds­ partin. Hetta snýr seg heilt einfalt um dygdina í røktini og menningini av teimum, sum vaksa upp í Føroyum. Fáa tey ikki nóg gott í beinið, so verð­ ur úrslitið ikki tað, sum vit øll vilja. Tí er brúk fyri álvara - og ikki alibipolitikki.