mánadagur 20. februar 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Eitt trúliga tolerant samfelag hevði
góðtikið kristnar skúlar
Agga Niclasen
meining@meyl.fo
Við eini ráðstevnu fyri og út
varpssending eftir um Gud,
og hvørt hann er til ella ikki,
manglaði bara, at eitt felag
fyri gudloysingar kom undan
vatnskorpuni.
Hugtakið “brúkiligir idiot
ar”, aloftast kannað Lenin
sa lýsing av sovjettiskum
sympatisørum í marknaðar
grundaða
demokratinum
vestanfyri, hevur sjáldan verið
meiri hóskandi enn tá ið tað
kemur til felagið Gudloysi. At
síggja til er felagsskapurin, og
tess giguti limir, ein hugmynda-
lite senditík hjá vinstravendu
bíbliu-bukandi elituni við síni
heilt serstøku úrvalsfatan av
trúar- og talifrælsi.
Henda
pedantiska
trá
setan
av
Várharra,
og
hvørt hesin er til, og onnur
teenage-problem, er nettupp
tað,
eksistensialisma
fyri
teenagearir! Og við Gudloysi
hava hasi, ið halda, at frælsi er
tilskilað tey politiskt korrektu,
fingið sítt privata gongu
herlið.
Tey eru so ússalig, at
teirra apsalutta ræðumynd
er sameiningin av skúla og
trúgv. So, kann eitt prát um
Gud avskepla ein barnaheila?
Ja, siga føroyskir ateistar við
sínum óliberalu, reittu og
fordómafullu
meiningum.
Sum treytaleysir Dawkins-
dissiplar hava tey dubbað
seg í krígnum ímóti kristni
í fólkaskúlanum, tó serliga
kristnum frískúlum, har “in
doktrineringin” opinberiliga
er uppaftur ógvusligari. Tey
lýsa hesar framúr skúlar sum
eru teir ein framkomin útgáva
av eini kristnari krossferð,
hvørs missjón er at umvenda
føroysk børn.
Hetta kann ikki kløkka
nakran,
tí
vinstravendir
ateistar tíma ikki meining
og moralitet, frían vilja og
mannalagnu. Eiðasørt blanda
teir saman ateismu og sekular
ismu, og leggja líka í, um
moralska poengið við menn
iskjanum kemur innanífrá ella
uttanífrá: um meiningin við
lívinum er menniskjað sjálvt,
ella um menniskjað bert gevur
meining umvegis eina útvortis
veru, Gud?
Teir tykjast at hata Gud og
hansara harmleysu fylgdar
menn meiri enn teir elska seg
og mannaættina. Ein kulturell
vitanarelita,
sum
nokkso
óvitandi heldur, at religiøsir
skúlar eru massaprodusentar
av
heilarænandi
børnum,
ið fara at hata rumparar og
kvala stakar mammur, sum út
í eitt bera fram sítt grenj um
hvussu nógvar pengar tær
kunnu fáa í Danmark. (Tað er
bara tað, góðu mammur, vit —
produktini av “høgravendum”
kristniskúlum — fingu aldri
boð um slíkt, bara nasadirvið
at siga... : “Men farið so til
helvitis til Danmarkar við
tykkum!”)
Óenergiskt
greiðir
ein
viðmerkjari inni á gudloysi.
fo frá: “... um vit endiliga eru
tvingaði at góðtaka religiøsa
indoktrinering
í
almenna
fólkaskúlanum, so skal hon
haldast langt vekk frá tí
hon onki hevur við at gera,
nevniliga vísind.”
Hetta ómentaða geylið hjá
tagnaðartyrannisku
elituni
um “heilavasking” og “vísindi
sigur, ... so halt kjaft!”, er bara
tað mest ódemokratiska niður
lagið. Ikki tí, tað er væl neyvan
so ørt at duga sína bíbliu.
Bert við einum veruligum
forstáilsi av søguni um Káin
og Ábel hevur tú undandragið,
fert tú í holt við at tulka eitt
sevjuríkt
systkinadrama
á
akademiskum stigi.
Tað krevur ikki merkis
verdan
intellektualitet
at
vita, at “vísindi” ikki er nakar
substituttur fyri moralska
sannføring. Og tí, hugsi eg,
blíva
militantu
ateistarnir
við: “Vit máa (sic) ikki loyva
fleiri av hesum religiøsu frí
skúlunum, og í tann mun
vit longu hava teir, máa vit
arbeiða fram ímóti at fáa teir
avskaffaðar.”
Á dett tolsemi! Og hetta frá
teimum, ið annars ótolandi
útmerka seg í at fortelja øll
um Dawkinsa skapningum,
hvussu ótolerant “tey kristnu”
eru. Upplagdi spurningurin
er tí, hvør er minst tolerantur,
tey kristnu ella ateistisku
McCarthyittarnir?
Tað er vert at hava í mentu,
at í skúlum, har lærarir
læra næmingar um nakað
so
“indoktrinerandi”
sum
næstrakærleika, synd og náði,
svarar hetta til knappar 20
minuttir dagliga—væl minni
tíð, forrestin, enn lítli Rógvi
brúkar uppá at láta sum um,
at hann massadrepur fólk í
videospølum, ella fitta Tina
brúkar uppá at blíva præ
dikað til av, ja, tað veri seg
KRIS, SSP-ráðgevingini ella,
og mest ræðandi, Boga Hansen
og hansara populistisku van
lukkuprofetum.
Og hóast hvørgan passar,
tá er tað væl frægari at hoyra
um eina altelskandi veru,
vit kunnu kalla hana “Gud”,
enn um eina mannahatska
umhvørvisverndartrúgv,
ið
fortelur okkum, hvussu mo
dernaðir vesturbúgvar verða
grillaðir av tí at vit, síðani
ídnaðarkollveltingina,
enn
hava eitt ómoralskt og ófyri
gevandi forbrúksmynstur.
Eisini er vert at hava í
huga, at grundin til, at vit
læra kristni í Føroyum, har
allar
religiónir,
sambært
trúarfrælsi, eru loyvdar, men
av røttum ikki javnmettar, er
tí at flestøll okkara, so ella so,
eru kristin. (Hetta er faktiskt,
sjálvt um Jenis meinar tað
sama, eitt gott argument!)
Eg teljist millum hasi, ið
halda, at reformerað kristni
og
demokrati
umskarast
og, í ein ávísan mun, treyta
hvørtannað. Kristni hevur
verið fyri eini trúbót við tí
úrsliti, at andstrúgv trumfar
bókstavatrúgv, og landsins
grundliggjandi lógir tær hjá
meinigheitini. Kristindómur
er festur í Upplýsingartíðini.
Islam, hinvegin, er ein yvir
gangstrúgv, privat sum alment.
Og tí er eitt óreformerað islam
ósambærligt við fólkaræði.
Tað er væl heldur ongin tilvild,
at hin fúli bróðurparturin av
demokratiskum samfeløgum
nettupp
eru
kristin.
Ikki
muslimsk. Ikki buddistisk.
Kristin. Og tey londini í Afrika,
sum klára seg so nógv best,
tað vil siga, hava størstan
búskaparvøkstur, og tí størst
frælsi og eydnu, eru rímiliga
demokratisk
og
ríviliga
kristin.
Sjálvt tann mest gløðandi
nunnan ella heimamissjónski
lærarin hevði havt ilt við at
indoktrinera børn í einum
so tíðaravmarkaðum forum.
Kortini er “indoktrinering”
mest brúkta orðið millum gud
loysingar. Teir halda, at hesir
skúlar eru ætlaðir at umvenda,
ikki undirvísa.
Tað hevði verið áhugavert
at fingið at vita frá bíbliubuk
andi elituni, nær ein lærari fer
um mark. Hvat um ein lærari
sigur við ein skúlanæming
“Gud elskar teg”. Roynd at um
venda?
Mín boðskapur er einfaldur:
slappið
av!
Sekularistiski
panikkurin avdúkar, hvat egin
liga býr aftanfyri teirra van
virðing av “kristni í skúlanum”.
Ein manglandi trúgv uppá
hvat tey sjálvi halda og handla
um, at byrja við. Og so ein
manglandi trúgv uppá teirra
egnu evni at fáa næsta ættarlið
at koma í part við seg.
Álvaratos, at børn lættliga
kunnu
indoktrinerast,
er
at halda hánt um teirra
treysti, hvat aðramáta er ein
afturvendandi óvani í hesum
erkvisnu følilsisdøgum. Enntá
áðrenn tey gerast intellektuelt
búgvin, hava børn ein innara
fjanda, ið fortelur teimum
ikki at trúgva uppá hvat sum
helst.
Eg gekk hjá nonnunum.
Vit lósu í bíbliuni, lærdu sálm
ar uttanat og samlaðu inn
til óhvítar nýføðingar. Vit
høvdu enntá eitt kapell. (Eg
sigi kapell. Tað var meiri eitt
glorifiserað skúr.)
Men blivu vit “indoktriner
að? Endaðu vit sum nøkur
frelst neythøvd? Helviti nei.
Innbundnu bøkurnar vóru á
tremur við Jesus úr Nasaret
karikeraður í einum kittili
við einum nóg so stórum
skapningi. Og omanfyri Paulus
og Jákup vóru orðaboblur, ið
søgdu “vit eru bøssar”.
Ungfólk menna ein iv
andi eginleika. So tá ið ein
teenageari fær at vita, at alt
frá kropsligum njótilsi til
rættin at eiga ein Ferrari, er
slíkt, tú endar í helviti fyri,
dagar hann instinktivt eina
mótsøgn millum hvat hann
hevur hug til, og hvat verður
væntað av honum.
Hetta førir oftani til, ikki
indoktrinering,
men
ein
óstýriligan hug “at spenna
móti broddinum”. Tað er altso
ein myta, at trúarskúlar eru
fabrikkir, ið framleiða guds
óttandi deiggjheilar.
Um nakað, tá hava produkt
ini av trúarskúlum eina væl
meiri samansetta skepsis enn
“normal fólk”. Helst er tað
so, eftir at í eitt árarað hava
svølgt og vrakað “Hann”, at
trúarskúling styrkir okkara
bullshit-immunskipan.
Eitt
ótal av kristniskúlaðum fólki,
eg veit um, eru í dag fráfallin
kristin, men av tí liberala slag
num.
Samtíðis er tað alt van
ligari, at tað eru teir moralsku
relativistarnir
við
sínum
ultrareyða
økotripparíi
og
agnostiska
stakittsitaríi—
svakir eftir at gera sína meining
til almannameining—ið seinni
í lívinum nærum fepurmerkt
klemma New Ageismu, undir
halds-buddismu
og
eina
flagellantiska umhvørvismi,
ið boðar: “Verðin endar, og vit
verða øll mett eftir okkara
C02-forbrúki”. Suckers.
Vitonnur hava hoyrt alt
hatta har fyrr, dómadagspræ
dikur við meira; eisini hatta
har við at “finna” Gud og missa
hann aftur áðrenn vit høvdu
drukkið okkara fyrstu øl.
Eitt frælst samfelag, eitt
samfelag við einum farra av
sjálvsáliti, sum trúði uppá
egnar rationalistiskar setn
ingar, hevði ikki havt nakað
problem, yvirhøvur, við krist
num frískúlum. Tað hevði
vitað, at har var eitt betri,
meiri mannasentrerandi og
liberalt alternativ har úti, ið
til sjúund og síðst fer at fanga
uppmerksemið
hjá
hesum
“móttakiligu” børnum.
Tó, í dag, í hesari niðurvend
ari og misantropisku tíð, har
tað er ein størri kjansur fyri at
blíva kallaður ein “dálkari” og
eitt “problem” heldur enn ein
skilavera før fyri markleysum
djúphugsni, stika humanistar
á beininum. Tí halda teir tað
vera nemmari at skjóta eftir
teim kristnu, at spilla út og
plága kristnar frískúlar, enn
tað er at fáa sítt egna hús í
lag.
Men at revsa tey religi
øru fyri at tosa og gera sam
svarandi við sína trúgv, er
ekstremt ótolerant. Atferð,
vit vanliga seta í samband við
totaliter diktatur.
Og, um kristni, hví tá ikki
eisini
harta
ideologiir
og
kommersialisering?
“Ágang
andi” boðskapur er allastaðni,
líka
frá
drekkivørum
og
klæðum til heilsufanatismu
og
umhvørvisverndartrúgv.
Hví er tað, at tað bert eru tey
kristnu, altíð tey kristnu, ið
skulu halda sín boðskap fyri
seg sjálvan?
Innast inni, tá ið óupplýstir
ateistar heita á hatta ráðaríka
statsapparatið at “avskaffa
religiøsar frískúlar”, viðganga
teir tap í hugsjónardystinum.
Ístaðin fyri at skaffa sær ein
rygg og ósmæðið leggja fram
sínar sekularistisku áskoðanir,
spela hasir forkelaðu gud
loysingarnir til tað almenna
stýrisvaldið at biðja og bøna
tað um at sláa religiøsu alfons
arnar á knúgvarnar.
Tað er ósømiligt fyri upp
lýsingarstevnuna at liggja inni
við slíkum representantum,
ið uppføra seg sum nakrar
yvirvaksnar kaffikellingar.
Vit lósu í bíbliuni og lærdu sálmar uttanat. Blivu vit “indoktrinerað”?
Endaðu vit sum nøkur frelst neythøvd? Helviti nei.