mánadagur 20. februar 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 20. februar 2012 · Nr. 22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Seinastu tíðina hevur nógv
kjak verið í miðlunum um
tilfongisgjald á fiski, serliga
á makreli, og hava bæði leik
og lærd tikið lut í hesum
kjaki.
Teir somu búskaparfrøð
ingarnir, teir sum standa aft
an fyri og stuðla upskotinum
hjá Tjóðveldi um nýskapan
av fiskivinnuni, eru alla
tíðina at síggja og hoyra,
antin sum greinskrivarar
ella sum viðmerkjarar til alt,
sum hevur við fiskivinnuna
at gera.
Dagskráin er greið, enda
málið er at sannføra politisku
skipanina um, at tað besta
fyri samfelagið er, at flyta
pengar frá fiskivinnuni í
landskassan.
Hetta
hevur
partvíst
eydnast, tí tað eru politikarar
sum í ramasta álvara tosa
um, at tað fer at menna
fiskivinnuna og samfelagið,
um fiskur verður seldur um
uppboðssølu ella álagdur
verður tilfongisskattur.
Kjakið um tilfongisskatt/
uppboðssølu hevur verið
rættuliga einstáttað, hóast
onkur hevur roynt at snúgva
kjakinum, men beinanvegin
hava somu búskaparfrøð
ingar lagt uppí, og saman við
teimum altvitandi viðmerkj
arunum hjá kringvarpinum,
roynt at fingið kjakið aftur á
somu einstáttaðu kósina, har
einasta loysnin er tilfongis
skattur og uppboðssøla.
Fiskivinnan er ein há
risikovinna, har nógv viður
skiftir eru, sum fiskimaðurin
og reiðarin onga ávirkan
hava á og ikki kunnu gera
nakað við.
Nevnast kunnu fiska
prísir og prísur á olju, sum
broytast frá einum degi
til annan. Veður og onnur
náttúruviðurskiftir,
sum
gera, at nøgdirnar av ymisku
fiskasløgunum broytast alla
tíðina.
Hetta eru umstøður, sum
føroyska fiskivinnan altíð
hevur liva undir. Tilfongis
skattur og uppboðssøla fer
at gera, at tá tað gongur gott
í vinnuni, fer landskassin
avstað við yvirskotinum,
meðan vinnan sjálv má bera
tær ringu tíðirnar.
Hetta fer við tíðini at
taka grundarlagið undan
vinnuni. Vinna má í góðum
tíðum
hava
møguleikan
at leggja niðurfyri, fyri at
kunna klára seg, tá tíðirnar
blíva verri.
Fiskivinnan er hvønn dag
í einari harðari kapping, har
marknaðartreytirnar ráða
fyri, ofta undir truplum
umstøðum, at fáa so gott
úrslit sum møguligt, fyri at
tryggja framtíðar rakstur og
menning.
Tað er vinnan, sum við
sínum virksemi, skal skapa
vøkstur í samfelagnum. Tí
má vinnan sleppa at tjena
pengar. Um vit leggja gjald
á vinnuna og flyta partar av
vinninginum í landskassan,
tosað verður um eina 3-sifr
aða
milliónaupphædd,
forða vit fyri menningini,
tí landskassin er ikki førur
fyri at skapa vøkstur í sam
felagnum - tvørtur ímóti.
Vinnan dugur betur at
nýta vinningin til nýskapan
og vøkstur, til frama fyri
alt samfelagið, enn landið
dugur.
Skulu vit framhaldandi
hava eina framkomna fiski
vinnu, sum er treytin fyri
at verða í fremstu røð, má
vinnan hava møguleikan at
endurnýggja seg alla tíðina.
Fleiri pengar vit flyta
frá fiskivinnu beinleiðis í
landskassan, truplari verð
ur tað hjá vinnuni alsamt at
hava tey bestu og mest fram
komnu
framleiðslu-tólini,
bæði á sjógvi og landi.
Føroya land hevur verið
og er vælsignað við fólkum,
sum við dugnaskapi hava
megnað at skapa virðir til
samfelagið burturúr fiski
ríkidøminum. Tað er ser
liga fiskivinnuni fyri at
takka, at vit kunnu kalla
okkum eitt framkomið væl-
ferðarsamfelag.
Tað er hugaligt at síggja,
hvussu fiskivinnan, bæði á
sjógvi og landi, spennir seg
út, fyri at taka ímóti teimum
avbjóðingunum, sum eru
fyri framman.
Hetta letur seg gera, tí
vinnan hevur havt møgu
leikan at tjena pengar.
Um landið á hvørjum árið
var fari avstað við einari
3-sifraðari milliónaupphædd,
beinleiðis frá vinnuni inn í
inneffektiva
landskassan,
høvdu vit ikki sæð tey initia
tivur, sum eru kring alt land
ið í dag.
At vit hava eina vinnu,
sum av álvara tekur kapping-
ina upp við peningasterku
fyritøkurnar uttanlands, er
gleðiligt og gevur okkum
mót uppá framtíðina.
Tað hevur alstóran týdn
ing fyri Føroyar, at vit hava
sterkar vinnufyritøkur, sum
kunnu verða við til at lyfta
virksemi kring alt landið.
Vit bera ikki orð fyri at
duga so væl at standa sam
an, og ofta hevur verið tví
dráttur
ímillum
ymisku
økini í landinum. Hetta er
við at broytast og tað er gott.
Føroyska fiskivinnan hevur
brúk fyri, at allar góðar
kreftur standa saman og
arbeiða saman, óansæð hvar
tær koma frá í landinum, við
tí felags endamáli, at fáa sum
mest burturúr til føroyska
samfelagið.
Henda broyting hevur
gjørt, at tær peningasterku
føroysku fyritøkrnar eru
vit til at stuðla og menna
virksemi kring alt landið.
Vinnan hevur sett sær
fyri, at øll virðisøkingin av
føroyska fiskinum skal fara
fram umborð á føroyskum
skipum og uppi á landi í
Føroyum.
Hetta eru risa framstig
fyri føroyska samfelagið, og
eru hetta íløgur, sum kosta
fleiri
hundrað
milliónir
krónur. Hetta hevði ikki
kunna lati seg gjørt, um
landskassin á hvørjum ári
hevði tikið eina 3-sifraða
milliónaupphædd frá fiski
vinnuni.
Vinnan ger á sama hátt
sum altíð, nýtir vinningin
til íløgur kring alt landið, og
skapar hetta inntøkur til alt
samfelagið. Tilfongisrentan
verður nýtt til virksemis
skapandi íløgur, júst soleiðis
sum tað skal verða.
Hetta er tað sum sam
gongan hevur lagt upp til
í samgonguskjalinum, og
vinnan hevur tikið tað til
eftirtektar.
Virðisøking av føroysk-
um fiski uppi á landi í Før
oyum, er tað sum gevur
samfelagnum
og
harvið
landskassanum størstu inn
tøkurnar.
Virðisøkingin skapar ar
beiði til nógvar hendur, frá tí
at fiskiskipini koma til lands
við rávøruni, til lidna vøran
verður avskipað.
Eitt
framkomið
virki
hevur, umframt vanlig ar
beiðsfólk, brúk fyri hand
verkarum og teknikarum
at ymiskum slag. Umframt
hetta, er ein ørgrynna av
avleiddum virksemi, fyri at
halda skip og virkir gang
andi.
Hetta skapar inntøkur til
tænastuvinnuna, til veitarar
av ymiskum slag, til komm
unukassan og ikki minst til
landskassan.
Gongur tað gott og skipini
og
virkið
fær
yvirskot,
megnar fyritøkan at fylgja
við tøknuligu menningini,
og endurnýggja seg, sum er
fyritreytin fyri at verða við
íi kappingini.
Skuldi tað hent, at pen
ingur leyp av, og tað ger tað
viðhvørt, kundi tað hugsast,
at fyritøkan royndi nýggjar
leiðir, møguliga við at virðis
økja tilfongið enn meira,
ella at byrja heilt nýggjar
vinnur.
Vit hava jú sæð, at før
oyskar fyritøkur, sum hava
tjent pengar í fiskivinnuni,
hava verið stabiliserandi fyri
føroysk feløg, sum bjóða seg
fram uttanfyri landoddarnar,
m.a. í oljuvinnuni.
Onnur feløg, sum hava
vunnið pengar í fiskivinnuni,
gera stórar íløgur í frálanda
vinnuna, og soleiðis kundi
ein hildi áfram. Alt átøk og
frambrot, sum gagnað før
oyska samfelagnum og flyta
okkum enn longur fram á
leið.
Um landið á hvørjum ári
fer at flyta eina 3-sifraða
milliónaupphædd frá fiski
vinnuni inn í landskassan,
fer tað ikki bert at darva
menningini av fiskivinnuni,
men allari menning av sam
felagnum.
Tey, sum halda, at lands
kassin skal hava alla til
fongisrentuna, og at vinnan
skal hava avmarkaðan vinn
ing/yvirskot, liva í einari
farnari tíð, tá fleiri hildu, at
staturin/landskassin skuldi
eiga vinnutólini og standa
fyri øllum vinnuligum virk
semi.
Lat okkum geva vinnuni
bestu karmarnar at virka
undir, og lata vinnuna fáa
loyvi at tjena pengar, so vit
eisini í framtíðini, kunnu
kalla okkum eina fram
komna fiskivinnutjóð.
Vit standa frammanfyri
stórum avbjóðingum. Bera
vit okkum rætt at, og tað
vóni eg at vit gera, kunnu vit
styrkja alla fiskivinnuna, og
fáa munandi størri inntøkur
til samfelagið.
Tað er vinnan, sum skal
skapa vøkstur.
Tað er vinnan sum skal skapa
vøkstur í samfelagnum!
Jacob Vestergaard
Vit hava eitt kommu
nalt
arbeiðsgevarafe
lag, sum nevnist KAF.
Allar kommunurnar í
KSF, Kommunu sam
skipan Føroya og FK,
Føroya Kommunufelag
eru
umboðaðar
í
KAF. Kommunala ar
beiðsgevarafelagið hev
ur m. a. til uppgávu at
samráðast vegna sínar
limir.
Føroya pedagogfelag
hevur 2 sáttmála(mót)
partar. KAF og Fíggjar
málaráðið. KAF umboðar
kommunurnar,
sum
reka dagstovnaøkið og
FMR, sum rekur land
sins stovnar, t. d. Sam
býlir og vard verkstøð.
Støðan, sum partar
nir eru í í dag, er tíanverri
ikki ókend. Vit hava 2
sáttmálamótpartar, har
annar snøgt sagt onki
hevur at siga! Hesin
parturin eitur KAF. Tað
ber ikki til hjá hesum
sáttmálaparti at gera
ein sáttmála ella aðra
avtalu við eitt felag
uttan at FMR hevur
góðkent og blástemplað
sáttmálan ella avtaluna
fyrst.
Mín
spurningur
til allar kommunur er
tískil: Finna tit tykkum í
hesum. Ein borgarstjóri,
er hann nevndur er
hann
kendur,
segði
einaferð: »Tann, sum
skal gjalda – hann skal
valda« – men hetta
síggja vit ikki nógv til í
hesum døgum.
Til landins leiðslu:
Hvussu er so við sam
býlum, vardum verk
støðum o. ø. Spart er inn
á bein hesi síðstu árini –
og starvsfólkini, sum tó
so hava valt at starvast
innan hetta økið hava
bert havt sín fakliga
stoltleika at halda seg
til. Er tað hetta tit vilja?
KAF
hevur
ongar
heimildir
Jarvin Feilberg
Hansen