mikudagur 22. februar 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Tað var ein eyðmýking fyri
Løgmann
og
Sambands
flokkin, at danska stjórnin
ikki vildi hækka ríkisveiting
ina til Føroya.
Tað
staðfestir
Jákup
Mikkelsen, formaður fyri
tingmanningina hjá Fólka
flokkinum.
Í farnu viku koyrdi løg
maður hann frá sum lands
stýrismann í fiskivinnumál
um, men síðani er Jákup
Mikkelsen valdur til formann
fyri
tingmanningina
hjá
Fólkaflokkinum.
Og hann brúkti tað fyrsta
høvi hann fekk til, at stroya
salt í sárið hjá Sambands
flokkinum í kjalarvørrinum
á miseydnaðu royndini at fáa
donsku stjørnina at hækka
ríkisveitingina til Føroya 150-
200 milliónir.
Tað einasta, løgmaður fekk
burtur úr ætlanini at hækka
blokkin
150-200
milliónir
krónur, var, at danska stjórn
in vildi ikki góðtaka annað
enn at prístalsviðgera hann
8,6 milliónir.
Eyðmýkjandi
Fólkaflokkurin hevur ann
ars ikki vilja gjørt nakað
serligt av viðmerkingum til
hetta málið, men nú loysir
so nývaldi formaðurin fyri
tingmanningina frá posa
bandinum.
Og hann kallar rætt og
slætt hetta samráðingarúrs
litið fyri eyðmýkjandi fyri løg
mann og Sambandsflokkin.
– Ongin hevur kent tað
so væl á sínum egna kroppi
sum Sambandsflokkurin, at
hetta bleiv ein eyðmýking
sigur Jákup Mikkelsen.
Hann sigur, at eyðmýk
ingin stendur ikki bara í tí,
at tað miseydnaðist at røkka
tí úrsliti, sum ætlanin var at
røkka.
Eyðmýkingin stendur í at
fara til Danmarkar at biðja
um 150-200 milliónir krónur,
hóast løgmaður átti at vita,
at tað fór ikki at bera til,
heldur nývaldi formaðurin
fyri
tingmanningina
hjá
Fólkaflokkinum.
Eyðmýkingin
stendur
eisini í at koma aftur sum
av tórvheiðum, leggur hann
afturat.
Men
serliga
stendur
stendur
eyðmýkingin
av
Sambandsflokkinum í, at
nettupp hann skuldi uppliva
tað, at danska stjórnin segði
nei til at geva føroyingum
meiri pening.
– Sjálvandi er tað svárt
fyri ein sambandsflokk, legði
Jákup Mikkelsen.
Tolir ikki meir
Hann mælir samstundis løg
manni og Sambandsflokk
inum staðiliga frá at fara til
Danmarkar aftur í heyst at
samráðast um at fáa hægri
ríkisveiting.
Hann ivast ikki í, at úrs
litið verður akkurát tað
sama og hann heldur ikki, at
Sambandsflokkurin
hevur
neyvan styrki til at uppliva
eina slíka eyðmýking eina
ferð afturat, sum tað er at
koma aftur úr Danmark við
ongum.
Men hann væntar heldur
ikki, at Sambandsflokkurin
fer at gera eina slíka roynd
afturat eftir at danska stjórn
in hevur gjørt greitt, at ríkis
veitingin verður ikki hækkað
við meiri enn tí, ein prístals
viðger gevur.
Púra róligur
Annars hevur Fólkaflokkurin
eisini fingið ábreiðslur fyri at
hava góðtikið, at løgmaður
fór til Danmarkar at biðja
um 150-200 milliónir krónur
meiri í ríkisveiting. Jákup
Mikkelsen ásannar, at tað
var ein biddaragongd. Men
hetta var eitt stórmál fyri
Sambandsflokkin og hetta
var prísurin, Fólkaflokkurin
var sinnaður at rindað fyri at
fáa nógv onnur mál framd.
Og sum skilst var Fólka
flokkurin púra róligur innast
inni og tey lótu bara løgmann
og sambandsflokkin fáa sín
vilja, tí tey vistu, at danir fóru
aldrin at ganga ynskjunum
frá
Sambandsflokkinum
á møti, men at hetta fór at
enda við eini eyðmýking.
– Tað er ongin ivi um, at
eg taki mest synd í Sam
bandsflokkinum, sigur Jákup
Mikkelsen.
aki@sosialurin.fo
Løgmaður eyð-
mýktur í Danmark
EYÐMÝKING Eg taki mest synd í Sambandsflokkinum, sigur
nývaldi formaðurin fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum
– Vit vistu alla tíðina, at løg
maður fór onki at fáa burtur
úr umbønini til donsku
stjørnina um at hækka ríkis
veitingina til Føroya 150-200
milliónir.
Fólkafloksmenn staðfesta
nú, at tað kemur alt annað
enn óvart á teir, at danska
stjórnin ikki vildi góðtaka,
at ríkisveitingin til Føroya
skuldi hækka.
Sambandsflokkurin hevur
annars gjørt nógv burtur úr
at geva Sjúrði Skaale Fólka
tingsmanni, ein stóran part
av skyldini fyri, at tað ikki
eydnaðist at fáa danir at
hækka ríkisveitingina til Før
oyar 150-200 milliónir.
Sambandsfólk hava fleiri
ferðir endurtikið, at Sjúrður
Skaale
hevur
ikki
verið
loyalur, tí hann hevur ikki
arbeitt heilhjartaður á Fólka
tingi fyri at hækka blokkin
av teirri einføldu orsøk, at
hann hevur verið ímóti tí.
Men Fólkaflokkurin stað
festir nú, at Jørgen Niclsen,
landsstýrismaður í Fíggjar
málum og formaður Fólka
flokins, var í øllum førum
ikki meiri enn hálvhjartaður í
hesum sambandi, tí hetta var
ein ætlan, hann hvørki trúði
upp á, ella tók undir við.
–
Fólkaflokkurin
var
ímóti, at vit skuldu biðja
danir um hægri ríkisveiting
og vit ávaraðu ímóti at fara
til Danmarkar at biðja um
hægri ríkisveiting, tí tað fór
einans at enda við eini eyð
mýking.
– Vit vistu, at danska
stjørnin fór ikki at ganga før
oyska ynskinum á møti og at
talan í mesta lagi kundi verða
um at ríkisveitingin varð
prístalsviðgjørd, og at hækk
ingin sosatt ikki varð meiri
enn átta-níggju milliónir,
staðfesti Bjarni Djurholm,
tingmaður.
Jákup Mikkelsen staðfesti,
at í Fólkaflokkinum vóru tey
púra greið yvir, at onki kundi
spyrjast burtur úr ætlanini
hækka
ríkisveitingina
at
hækka.
– Tað boðaðu vit eisini frá
og vit ávaraðu allan Sam
bandsflokkin um, at hetta fór
ikki at eydnast, segði Jákup
Mikkelsen.
Ávaraðu løgmann
Jørgen Niclasen var í øllum førum
ikki meiri enn hálvhjartaður
Tá ið løgtingsval verður
aftur um trý ella fýra ár,
verður danska ríkisveit
ingin tann sama, sum hon
er í dag.
Tað
ivast
Jákup
Mikkelsen, formaður fyri
tingmanning Fólkaflokks
ins, ikki í.
Hann staðfestir í fyrstu
atløgu, at danska stjørnin
hevur gjørt púra greitt, at
ríkisveitingin verður ikki
hækkað.
Einasta hækkingin, sum
talan kann verða um, er at
prístalsviðgerða blokkin.
Í ár er hækkar blokkurin
8,6 milliónir krónur av hesi
orsøk.
Samstundis hevur sam
gongan staðfest, at 15% av
tí, sum inntøkurnar hjá
landskassanum
veksa,
skulu mótroknast í tí,
blokkurin hækkar.
Tað merkir, at bara inn
tøkurnar hjá landskass
anum hækka 60 milliónir
næsta ár, sum er lágt sett,
kemur ikki ein króna upp
á blokkin, tí 15% av tí eru
níggju milliónir og tað skal
mótroknast í prístalsvið
gerðini, sum neyvan verður
meiri enn tað.
Kortini
hevur
sam
gongan eisini avtalað, at
blokkurin skal ikki lækkast
niður um 615,5 milliónir
krónur.
aki@sosialurin.fo
Roynir neyvan aftur
Løgmaður og Sambandsflokkurin hava neyvan styrki til
at uppliva eina slíka eyðmýking eina ferð afturat og tí
fara teir neyvan aftur til Danmarkar at biðja um hægri
blokk, heldur formaðurin fyri tingmanning Fólkafloksins
Blokkurin fer ikki at hækka
Kaj Leo Holm Johannesen,
løgmaður,
hevur
onga
viðmerking til bersøgnu
útsøgnina
hjá
Jákupi
Mikkelsen.
Tað einasta hann sigur,
at hvat samráðingum í
heyst viðvíkja, heldur hann
seg til samgonguskjalið.
Har stendur:
Samráðingar
verða
við
donsku stjórnina um at
dagføra ríkisveitingina til
dagsvirði. Av hesum og
komandi árligu økingini
av ríkisveitingini verða 15%
av vanligu meirinntøkum
landskassans mótroknaðar
í økingini.
aki@sosialurin.fo
Ongin viðmerking