Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2012síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Týskvøldið kundu bæði Fíggjar­málaráðið, Kommu­ nala Arbeiðs­gevara­felag og Før­oya Pedagogfelag anda lættan, tí tað eydnaðist at gera semju um nýggjan tvey ára sáttmála. Harvið kundu pedagogar og hjálparfólk í morgun fara aftur til arbeiðis. Somuleiðis foreldur, sum noyddust at vera heima, tí barnagarðar og vøggustovur hava veri stongd. Og børnini eru sloppin aftur í vøggustovu, barnagarð og frí­tíðarskúla. Føroya Pedagogfelag metir sáttmálan vera ein sigur fyri pedagogiska fakið, tí nú er komið við í sáttmálan, at tíð skal setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska ar­ beiðið. Frammanundan stóð kann í sáttmálanum. Tá ið verkfallið byrjaði, søgdu arbeiðsgevararnir korta­nei til at seta fyri­reik­ ingar­tíð inn í sáttmálan. Serliga Fíggjarmálaráðið helt uppá, at fyrireikingartíðin hoyrdi ikki heima í sátt­mála­ num, men var eitt mál millum starvsfólk og leiðslu. Láglønarbólkur Lønarhækkanin hjá peda­ gogum og hjalparfólkum er 220 krónur um mánaðin. Fíggjar­málaráðið ætlaði, at lønar­hækkanin skuldi vera ymisk, alt eftir hvussu lønin var. Tað vildi pedagogfelagið ikki, og í semjuni stendur, at bara tey, sum fáa meira enn 32.000 krónur í løn, fáa minni, og tað eru bara fimm lim­ir í felagnum, sum fáa so nógva løn. – Vit vildu sjálvandi gjarna fingið eina veruliga lønar­hækking, men um vit ikki eru blivin ríkari í krón­ um og oyrum, eru vit ið hvussu er blivin ríkari í tí, sum vit eru komin ígjøgnum hesar tríggjar vikurnar. Og nú verður tyngri at syfta peda­gogarnar eina aðru ferð, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Peda­gog­ felag. randi@sosialurin.fo Randi Jacobsen Hin dagin, tá ið Heðin Mortensen, for­maður í Komm­unala Arbeiðs­gevara­ felagnum, kom við flog­fri­ num úr Danmark, og peda­ gogar tóku ímóti honum á flog­vøllinum, ljóðaði tað sum, at Heðin Mortensen bein­an­vegin fór at fáa enda á verk­fallinum. Men so løtt var uppgávan ikki, og sum skilst var orsøkin, at Kommunala Arbeiðs­gevarafelag ikki var ein­asti sátt­mála­partur hjá Føroya Pedagog­felag. Fíggjarmálaráðið lá í buktini. – Formaðurin í Kommunala Arbeiðsgevarafelag hevur alment váttað, at brúkast skal tann tíð til fyrireiking, sum er neyðug. Hetta fata vit sum eitt stórt frambrot, hvat virðingini fyri okkara faki við­víkur, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag. Góð áseting Heðin Mortensen heldur ta vera gott, at tað pedagogska fyrireikingararbeiðið er komið við í sáttmálan, tí henda áseting fer at tæna børn­unum og foreldrum teirra. – Vit eru øll noydd til at flyta okkum á øllum økjum, sigur Heðin Mortensen. Hann sigur, at á has­um økinum var undir samráð­ ingunum ongantíð ósemja mill­um pedagogarnar og komm­unurnar. – Vit mæltu til, at komm­ un­urnar gjørdu sersáttmála, men tað vildu pedagogarnir ikki, sigur Heðin Mortensen. Hann heldur tað vera vert at umhugsa, at kommunur og Fíggjarmálaráðið næstu ferð samráðast hvør sær við pedagogarnar og gera ser­ sáttmálar. Eins skipan Heðin Mortensen held­ur tað vera neyðugt, at kommun­ ur­nar hava eins skipan, og tí hevur Kommunala Arbeiðs­ gevarafelag boðið øllum borgar­stjórum í landinum til kunnandi fund um peda­gog­ sáttmálan. Føroya Peda­gog­ felag er boðið við á hendan fundin, sum verður 25. februar. Semja millum øðrumegin Føroya Pedagogfelag og hinumegin Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Verandi sáttmálar verða framlongdir til tann 1. oktober í 2013. Lønirnar verða sum í hjáløgdu lønartalvum. Orðið »sambúgvi« verður sett inn í grein 17, stk. 3 í pedagogsáttmálanum og grein 9, stk. 1 í hjálparfólkasáttmálanum. Frá 1. apríl 2012 verða 12% av gjøldunum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í frítíðarløn. Frítíðarárið 2. mai 2012 til 1. mai 2013 verður viðgjørt sum frammanundan. Frá 2. mai 2013 fáa pedagogar ikki gjøld fyri ólagaliga arbeiðstíð í frítíðini, men fáa í staðin 12% útgoldið 2. mai. § 15, stk. 2 í sáttmálanum fyri pedagogar verður soljóðandi: »Stk. 2. Tey, ið eru sett eftir hesum sáttmála, eiga rætt til serstakt frítíðar­ ískoyti svarandi til 1,5% av allari árslønini í undanfarna innvinningarárinum og 12% av útgoldnari yvirtíðarløn. Frá 1. apríl 2012 verða 12% í frítíðarløn av gjøldum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í grunn.« Í sáttmálanum fyri hjálparfólk kemur inn nýtt stk. 4 í § 11: »Frá 1. apríl 2012 verða 12% í frítíðarløn av gjøldum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í grunn.« Í avtaluni fyri tænastumannasettar pedagogar kemur inn nýtt stk. 2 í § 9: »Frá 1. apríl 2012 verða 12% í frítíðarløn av gjøldum fyri ólagaliga arbeiðstíð goldin í grunn.« § 10 Tíð til annað arbeiði verður orðað soleiðis: Hjá pedagogum og hjálparfólki á dagstovnum skal tíð setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið. Stk. 2: Hjá pedagogum á dagstovnum kann ein tími í miðal um vikuna brúkast til at fyrireika pedagogiska arbeiðið. Leiðarin á stovninum hevur ábyrgd av tilrættaleggingini av hesum arbeiðnum. Viðvíkjandi foreldrafundum og starvsfólkafundum verður skipanin sum higartil. Á Argjum tann 21.2.2012 Føroya Pedagogfelag Fíggjarmálaráðið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið Øll nøgd við sáttmálan verkfallið er av Nú skal tíð setast av til at fyrireika og eftirmeta pedagogiska arbeiðið Virða pedagog- iska arbeiðið Næsu ferð eigur at verða umhugsað at kommunur og Fíggjarmálaráðið hvør sær samráðast við pedagogarnar. Tað hedur Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum Heðin Mortensen, formaður í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum Høvuðsleikarar í samráðngunum vóru Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag og Heðin Mortensen, formaður í Føroya Pedagogfelag