Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Sunnudagurin 21. august er ein dagur, ið manningin á veitingarskipinum “Eldborg” úr Leirvík, seint fer at gloyma. Teir vóru staddir nakað úr landi í Norðsjónum, tá ein maður umborð brádliga kendi seg illa. Tað vísti seg heilt skjótt, at týðilig sjúkraeyðkenni vóru um ein hjartatilburð. Manningin gjørdi skjótt av og kom manninum til hjálpar. Stutt eftir fall maðurin í óvit. Umborð á Eldborg er tíbetur ein hjartastartari, og dugdi manningin at brúka hendan. Teir gjørdu skjótt av og stoyttu við hjartastartaranum. Lív kom í aftur mannin, og meðan bíðað varð eftir bjargingartyrluni, góvu teir víðari fyrstu hjálp. Men løtu seinri, áðrenn tyrlan var komin á staðið, fekk maðurin enn ein hjartatilburð. Manningin gjørdi sum fyrru ferðina, og fingu aðru ferð lív aftur í mannin. Sum ein heiður fyri hetta var uppskot komið til Reyða Kross um at heiðra manningina sum Ársins Fyrstuhjálpari 2011. Og á samkomu mánadagin vann manningin eisini henda heiðurin. Umframt heiðurin fylgdi millum annað eisini ein peningagáva við. Og hana helt manningin ikki fyri seg sjálva, men avgjørdi at lata Hjartafelagnum gávuna, soleiðis at enn fleiri kunnu fáa kunnleika um, hvussu neyðugur og hentur ein slíkur hjartastartari er. Tað vildi so væl til, at flestir av manningini eru heima í løtuni, og vóru teir tí staddir á hátíðarløtuni í hølunum hjá Reyða Krossi. Tiltaki at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara hevur til endamáls at varpa ljós á tær hetjurnar, sum eru í millum okkum, og at gera vart við hvussu umráðandi tað er at vit duga 1. hjálp. snorri@sosialurin.fo Hjartað steðgaði tvær ferðir FYRSTAHJÁLP 48 ára gamli leirvíkingurin, Eyðun Andreasen kann takka skipsfelagum sínum umborð á Eldborg og einum hjartastartara fyri, at hann framvegis er á lívi. Fyri hetta bragdið heiðraði Reyði Krossur manningina sum Ársins Fyrstuhjálpari 2011 Heiður Manningin á Eldborg varð heiðrað sum Ársins Fyrstuhjálpari – vinstrumegin: Jan Eidesgaard, Jens Christian Simonsen, Júst Joensen, Johan Berg, Johan Larsen, Dánjal Jakobsen, Eyðun Andreasen (maðurin ið yvirlivdi), Kristvin Jacobsen og Bogi Niclasen. Á myndini vanta tríggir av manningini – Andreas Højgaard, Ólavur Hansen og skiparin Jan Kristoffersen Løtu seinri, áðrenn tyrlan var komin á staðið, fekk maðurin enn ein hjartatilburð