mikudagur 22. februar 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tey seks
uppskotini
Her verður stutt greitt frá
teimum tilburðunum, sum
komu inn til Reyða Kross.
Uppskot 1:
Tíðliga um morgunin tann 12. desember í 2011 koyrdi
Snorri Brend framvið einum manni, ið gekk mitt á
Løgmannabreyt. Snorri valdi at steðga, av tí at hann
var eitt sindur stúrin um hendan mannin. Tað vísti seg
at maðurin var ógvuliga illa fyri. Hann var kaldur og
vátur, bert ílatin í t-shirt, joggingbuksur og skógvar,
henda frostbitna morgun. Snorri fekk mannin inni
bilin, fyri at fáa hita í hann. Tá víst tað seg, at maðurin
var so forvirraður at hann ikki visti hvar hann búði.
Snorri gav sær góða stundir, snakkaði við mannin, og
fann at enda út av hvar hann búði, og hjálpti honum
soleiðis at koma heim.
Uppskot 2:
Mánadagin tann 30. mai 2011 kom Jón Marni
Johannesen, so illa fyri at ein oljulampa brast beint
upp í andliti á honum. Hann fekk sjálvur køvt eldin
og ringt eftir einum sjúkrabili. Nábúgvin Sunrid
Lamhauge, hevði sæð at okkurt var áfatt hjá Jón
Marna og skundaði sær at hjálpa til. Meðan bíðað var
eftir sjúkrabilinum, veitti hon Jón Marna fyrstuhjálp
og maður hennara Haldur, sløkti eldin sum hevði fest
seg í húsini. Sunrid ansaði væl eftir sárinum, og hetta
viðførdi at Jón Marni ikki fekk 3. grads forbrenningar.
Og hon ansaði eftir at Jón Marni ikki fór í sjokk. Tað
er einki at ivast í, at hevði Sunrid ikki verið so skjót
at hjálpa var skaðin av eldinum verið størri, bæði
menniskjaliga og materielt.
Uppskot 3:
Ein vanliga arbeiðsdag á heysti 2011, hjálpti Christoffur
Dam einum øðrum menniskja. Hesin persónurin var
illa fyri, og hevði avgjørt at leypa á sjógv. Christoffur
prátaði leingi við viðkomandi, og helt eisini persóninum
aftur, soleiðis at tað ikki skuldi eydnast at leypa.
Christoffur var áhaldandi, bleiv við at práta og halda
í viðkomandi, líka til sjúkrabilurin var komin á staðið.
Tástani tá tordi Christoffur at sleppa persóninum,
og lata ábyrgdina frá sær. Við tolni og mannatokka
eydnaðist tað Christoffur at hjálpa hendan dagin.
Uppskot 4:
Ein dagin í september 2011 var Hálvdan Gudmundsen
(yngri), farin út at koyra eitt ørindi. Knappliga kemur
ein kona rennandi út á vegin og steðgar honum. Maður
hennar Jens Christian Kjærbæk var fallin um av
hjartatilburði. Hálvdan skundar sær út úr bilinum at
hjálpa. Samstundis kom Anna Maria Kjærbæk á staðið.
Saman byrja tey at geva manninum 1. hjálp. Hálvdan
gav hjartamassagu, meðan Anna Maria gav munn til
munn. Tey hildu á fram, til sjúkrabilurin var komin á
staði. Av tí at tey vóru so skjót at hjálpa og bæði dugdu
1. hjálp, kundu tey geva tað umráðandi fyrstu hjálpina,
soleiðis at Jens Christian kundi koma fyri seg aftur.
Uppskot 5:
Á Ovastevnu 2011 var Jann Dávur úti og gekk, saman
við tveimum vinfólkum. Tey bóru eyga við eina gentu
sum stóð niðri í fjøruni á einum brúgvarskapilsi. Tey
royndu at koma í prát við hana, men hon svaraði bara
aftur, at hon ætlar at loypa á sjógv. Tey gingu spakuliga
nærri, meðan tey royndu, at snakka gentuna til sín.
Hon gjørdi, tíanverri tað sum hon hevur sagt, loypur
á sjógv og sigur at hon orka ikki meira og ætlar svimja
burtur frá øllum. Jann Dávur gjørdi skjótt av, lat seg úr
jakkanum og leyp eftir gentuni. Hann bjargaði hana á
land og helt í henni, til samarittarnir komu á staði.
Uppskot 6:
Manningin á veitingarskipinum Eldborg (sí aðrastaðni
á síðuni)
HUGSAN
- Mítt navn kundi eins væl verðið upplisið við Minningarhald teirra sjólætnu, sigur Eyðun Andreasen úr Leirvík
(aftast á myndini). Fremst á myndini Jan Eidesgaard, sum tók ímóti heiðrinum fyri manningina á Eldborg
21. august fekk nú 48 ára
gamli Eyðun Andreasen úr
Leirvík tvær ferðir hjarta
steðg umborð á veitingar
skipinum Eldborg, meðan
teir vóru í Norðsjónum.
Hjartastartari var umborð,
og teir fingu hjartað í gongd
aftur. Sjálvur sigur Eyðun, at
tað eru fleiri samanfallandi
undur, at hann er á lívi, og at
hann er so væl fyri í dag.
– Eg hugsaði um tað alla
halgunadag, tá ið vit hoyrdu
nøvnini lisin upp á teimum,
sum farnir vóru á sjónum
síðsta árið. Mítt navn kundi
eisini verið nevnt har. Tað
er eitt undur, at eg eri á lívi
í dag, og at eg eri so væl fyri,
hevur Eyðun áður sagt í sam
røðu við Trúboðan.
- Eitt undur, at eg eri á lívi
Tiltakið hevur til
endamáls at varpa ljós
á tær hetjurnar, sum eru
í millum okkum
EIGA LÍVIÐ
- Tað er einki at ivast í, at øll tey ymisku uppskotini, ið eru innkomin eru øll uppá hvør sín máta megnar
avrik, og eiga øll hesi fólkini lívi í teimum, tey hava bjargað, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í
Reyða Krossi, sum her handar heiðurin til Jan Eidesgaard frá veitingarskipinum Eldborg