mikudagur 22. februar 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Vinnulívsmaðurin,
Johan
Mortensen, er ein teirra, sum
fegnast almikið um uppsjóv
arverkætlanina, sum Varðin
í Gøtu og Delta Seafood á
Tvøroyri nú eru í holt við á
føtur á Tvøroyri.
- Jú, eg fegnist stórliga, og
eg haldi, tað er ógvuliga gott,
at skjøtil nú er settur á hesa
verkætlan, sum sambært
ætlanini longu verður ein
virkin partur í móttøku av
makreli til vertíðina í summ
ar. Eg ivist onga løtu í, at
uppsjóvarvirkið á Tvøroyri
fer at fáa eina risastóra
ávirkan á Suðuroynna. Í
fyrstu syfti fara eini 50
fólk at arbeiða á virkinum,
og tá farið verður undir at
skera - og kanska seinni at
meirvirka - verður talið væl
størri. Verkætlanin kemur at
skapa stórar ringvirkningar
í oynni, bæði av sjálvum
virkseminum,
men
eisini
tí, at stór uppsjóvarskip
koma at leggja veiðina upp
á Tvøroyri. Hetta kemur
at skapa gróðrarbotn fyri
menning av øðrum vinnum
í oynni eisini.
Dugnalig fólk
Johan Mortensen vísir á, at
hann blandar seg slett ikki
út í, um eitt slíkt virki kanska
hevði ligið betri aðrastaðni
ella ikki.
- Eg staðfesti bara, at tað
eru dugnalig vinnulívsfólk,
sum eru farin undir hesa
verkætlan, og eg ivist onga
løtu í, at hetta kemur at bera
til eins og virksemið, tá farið
verður undir at skera og virka
vørur úr uppsjóvarfiski, fer
at fáa velduga stóra ávirkan
á Suðuroynna. Her er jú
ikki bara talan um at virka
makrel
nakrar
mánaðir
um árið, men eisini sild, ið
er eitt sera áhugavert til
feingi við stórum marknað
armøguleikum.
Haraftrat
kemur
so
svartkjafturin
og kanska onnur hugsandi
fiskasløg eisini, sum tíðin
gongur.
Hann leggur dent á, at við
víðari framleiðslu av upp
sjóvarfiski á nýggja virkinum
eru í Føroyum ókendir møgu
leikar á útlendska marknaði
num.
- Veldugir marknaðir eru
úti í heimi fyri bæði sild og
makreli, leggur hann aftrat.
Virkast í Føroyum
- Tað er eingin ivi um, at vit
skulu viðgera so nógv av
hesum tilfeingi sum yvir
høvur gjørligt á landi – og
ikki lata hesi fiskasløg og
hetta tilfeingi fara umborð
á
kinverskar
supertank
arar. Eg taki ikki støðu til,
hvat kanska varð neyðugt
í makrelvertíðini í fjør, tá
umstøðurnar vóru, sum tær
vóru. Tað er farið, og vit eiga
at koma víðari. Við bygging
ini av uppsjóvarvirkinum á
Tvøroyri, umframt øðrum
móttøkumøguleikum,
sum
eru á landi og framleiðslu
møguleikum
umborð
á
okkara skipum, eigur hetta
at vera ein farin tíð, sigur
hann.
Johan Mortensen tek
ur sum so ikki støðu til til
feingisgjald ella ikki, men
heldur í prinsippinum, at tað
ger einki, um goldið verður
fyri tilfeingi.
- Hinvegin er tað er ræð
andi, at politikarar skulu
lata kjakið um hetta stóra og
virðismikla tilfeingi drukna
í
ókonstruktivum
spurn
ingum um tilfeingisgjald. Í
mínari verð snýr hetta seg
í fyrsta lagi um, hvussu vit
á bestan hátt skipa okkum
og fáa sum mest burtur úr
uppsjóvarfiskinum. Heldur
enn at lata alt drukna í turr
geldum
spurningum
um
tilfeingisgjald, átti politiski
myndugleikin at verið upp
muntrandi og víst áhuga í,
hvussu vit sum samfelag fáa
sum mest og best burturúr,
leggur hann aftrat.
Eitt kraftsentur
Pápi Johan, Axel Mortensen,
sáli, var tvørámaður, og sum
hálvur tvørámaður og við
stórum áhuga fyri ikki minst
alternativum
møguleikum
og framburði, fegnast Johan
sjálvsagt um, at Tvøroyri aft
ur kemur í miðdepilin sum
slóðari. Hann heldur eisini,
at uppsjóvarverkætlanin er í
góðum hondum hjá teimum,
sum standa aftan fyri Varðan
í Gøtu og Delta Seafood á
Tvøroyri.
- Bæði hesi feløg hava í
fleiri ár víst, at dugur er í
teimum, og at tey eru før fyri
at skapa grundarlag og reka
vinnu. Eg haldi, at henda
verkætlan kann ikki vera í
betri hondum, enn hon er,
sigur hann.
Johan Mortensen ivast
onga løtu í, at Tvøroyri og
Suðuroyggin við hesi verk
ætlan aftur fer at gerast eitt
kraftsentur í Føroyum, sum
hann tekur til.
Hann vísir á, at í Suðuroy
er
mangur
framburður
skaptur, og enn einaferð er
tað á Tvøroyri - við góðum
fólki og stuðli norðaneftir - at
lunnar nú verða lagdir undir
hesa
uppisjóvarætlan,
ið
hann metir hevur veldugar
vakstrarmøguleikar, tá til
feingið, sum hon byggir á,
bæði er stórt og virðismikið.
- Tað er eisini ógvuliga
hugaligt at hoyra, at privat
vinnulívsfelag, N.J. Morten
sen, sum hevur meiri enn
hundrað ár á baki, tekur
hesa ætlan í so stórum
álvara, at felagið nú - í fyrstu
syfti - vil byggja neyðugu
atløgusíðuna, sum er ein
treyt fyri, at stóru uppsjóv
arskipini kunnu leggja til
bryggju við last.
Johan Mortensen vísir á,
at tað vóru forfedrarnir hjá
Gudmundi Mortensen, nú
verandi stjóra í felagnum,
sum í gamlari tíð keyptu
Føring, ið sigldi við farmi
millum Føroyar og bretska
meginlandið.
- Søgan sigur okkum, at
ein stórur partur av vinnuliga
framburðinum í Føroyum
byrjaði í Suðuroy. Nú byggir
sama felag havnalag fyri
miljónir, sum í 1890-unum
slóðaði fyri farmasigling til
út-landið. Tað var soleiðis
hetta felag, sum læt upp út
lendska marknaðin upp fyri
tí vinnulívi, sum tá var í Før
oyum.
Til Aberdeen
Johan Mortensen heldur,
at suðuroyingar nú eiga at
venda eyguni til bretska
meginlandið
heldur
enn
norður um Suðuroyarfjørð.
- Eg havi sæð, hvussu
nógv makrelur og annar upp
sjóvarfiskur hevur at týða
fyri eitt nú Skotland, har tey
fáa fantastiskar framleiðslur
burtur úr hesum fiski. Talan
er um miljarda virðir. Bæði
makrel-og sildamarknaðurin
úti í heimi er velduga stórur,
sigur Johan Mortensen.
Hann vísir á, at tað var
Suðuroy
verður eitt
kraftsentur
- Henda verkætlan kann ikki vera í betri hondum, enn hon er. Eg
ivast onga løtu í, at Tvøroyri og Suðuroyggin við hesi verkætlan
aftur fer at gerast eitt kraftsentur í Føroyum. Í Suðuroy er
mangur framburður skaptur, og enn einaferð er tað á Tvøroyri,
at dugnalig vinnulívsfólk slóða fyri, sigur Johan Mortensen
bæði hesi feløg hava í
fleiri ár víst, at dugur er í
teimum, og at tey eru før
fyri at skapa grundarlag
og reka vinnu
JOHAN MORTENSEN
- Eg ivist onga løtu í, at Tvøroyri og Suðuroyggin við
hesi verkætlan aftur fer at gerast eitt kraftsentur í
Føroyum. Í Suðuroy er mangur framburður skaptur,
og enn einaferð er tað á Tvøroyri - við góðum fólki og
stuðli norðaneftir - at lunnar nú verða lagdir undir
hesa uppisjóvarætlan, sigur Johan Mortensen
Mynd: Vilmund Jacobsen