Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Eg havi sæð, hvussu nógv makrelur og annar uppsjóvarfiskur hevur at týða fyri eitt nú Skotland, har tey fáa fantastiskar framleiðslur burtur úr hesum fiski. Talan er um miljarda virðir. Bæði makrel-og sildamarknaðurin úti í heimi er velduga stórur, sigur Johan Mortensen Strand­faraskip Landsins, sum í sínari tíð fór undir uttan­landssigling við Smyrli, og nú SL hevur støð á Tvøroyri, heldur hann av­ gjørt, at tað hevði verið eitt gott hugskot at tikið hesa sigling uppaftur við hós­k­ andi skipi. - Eg haldi, at SL skuldi far­ið undir regluliga sig­ling millum Tvøroyri og Aber­ deen, tí eg ivist onga løtu í, at her liggja nógvir og ótroyttir møguleikar, um farið verður rætt fram. Álvarslig hóttan Johan stúrir fyri teirri revsitiltøkum, sum ES nú hóttir við mótvegis Før­oy­um og føroyskum mark­nað­ar­ viður­skiftum. - Eg stúri eisini fyri, at okkara politikarar ikki taka hesar hóttanir í størsta álvara, tí í mínari verð er hetta sera álvarsamt. Okkara politikarar eiga at gera sær greitt hvørjar kreftir, talan í veruleikanum er um, og eg haldi, at okkara partur av lobbyarbeiði átti at verið nógv størri og meiri um­fat­ andi. Hvussu hetta kann ger­ast, og hvussu vit skulu loysa hetta mál, veit eg ikki, men tað ringasta er, um vit ikki lata við okkum koma og bara halda, at hetta nokk fer at ganga kortini. At vit fáa ES ímóti okkum, soleiðis sum vit kunnu óttast, nú arbeitt verður við tiltøkum, kann ger­ast ein total katastrofa fyri okkara vinnu, sigur hann. Johan leggur seg ikki út í, hvus­su føroyskir politikarar skulu loysa trætuna um part av heildarkvotuni av makreli, men hann er sannførdur um, at Føroyar sjálvandi eiga royna at fáast sum mest burt­ur­úr. - Hinvegin trúgvi eg, at vit standa enn sterkari enn ann­ ars, um vit gera alt fyri at fáa sum mest burtur úr til­feingi­ num, sum vit – nú eingin av­ tala er um makrelin – tilluta okk­um sjálvum, sigur Johan Mortensen. at vit fáa ES ímóti okkum, soleiðis sum vit kunnu óttast, nú arbeitt verður við tiltøkum, kann gerast ein total katastrofa fyri okkara vinnu JOHAN MORTENSEN