Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Fýra nýggjar ferjur fyri 150 milliónir krónur. Stendur tað til Strand­ ferðsl­una og til lands­stýris­ mannin í samferðslumálum, Johan Dahl, so verður tað veru­leiki. - Men fyri at tað skal kunna lata seg gera, má eg fáa ætlanina við í løg­u­karm­ ar­nar, sum vit eru í holt við at leggja í løtuni, sigur Johan Dahl. Lagt er upp til, at tvær sama slag ferjur verða bygdar til ávikavist nólsyarleiðina og kalsoyarleiðina, og tvær sama slag ferjur verða bygd­ ar til skúvoyarleiðin og fugl­ oyar- og svínoyarleiðina. - Gongur sum ætlað, verð­ ur farið undir projektering og at bjóða fyrstu ferjuna út í ár, og síðani er ætlanin at hesar ferj­ur­nar skulu byggjast yvir trý ár, harav tann fyrsta skal fara av bakkastokki í 2013, sigur Johan Dahl. Í sambandi við hesa æt­ lan­ina, verður fundur í Nólsoy í kvøld, har Johan Dahl fer at greiða nærri frá politisku ætlan­unum. Eisini verður Jóan Petur Abra­ham­ sen, skips­in­spek­tør­ur hjá Strand­fara­skip­um Landsins við á fundinum saman við stjóra­num, Boga Mortensen, eins og umboð fyri skipa­ smiðju­na, MEST, verður við. Eisini verða aðrir politikar­ar við á fundinum, eitt nú Bjarni Djurholm, Bjørt Samuelsen, Gunvør Balle, Poul Michelsen og inn­ lendis­málaráðharrin, Kári P. Høj­gaard. Panelborð. Skipsinspektørurin á Strand­ ferðsluni fer at greiða gjøllari frá tekniska partinum av uppskotinum, og Bogi Morten­sen fer at greiða frá yvir­orð­naðu ætlanini. Fundurin verður ei­si­ni skipaður sum ein panel­ fundur, har høvi verður hjá fundarfólkinum at seta spurn­ingar viðvíkjandi nýggj­um nólsoyarskipi. Tað er ein trímannabólkur, sum hevur tikið stig til fund­ in, og í bólkinum eru Jákup av Skarði, Vígdis Bjarnadóttir og Terji Holm. Tað var í mai 2010, at Tern­ an avloysti Rituna á far­leið­ ini Tórshavn-Nólsoy, og sig­ ast má, at bilferjan hevur roynst ógvuliga væl, og nógv bet­ur, enn framman undan kundi roknast við. Vansin við Ternuni er sjálv­andi, at hon verður tikin úr nólsoyar farleiðini, tá okkurt er galið við Teistan­ um, og tí vilja nólsoyingar hava nýtt skip, sum burtur av verð­ur nýtt á nólsoyarleiðini. Eitt skitsuprojekt hevur leingi ligið á borðinum, men nýgg­ju ætlanirnar snúgva seg um heilt annað slag av skipi, og tí verða gomlu tekn­ ing­ar­nar tveittar í ruskílætið. Fundurin í kvøld verður í skúla­num, og byrjar klokkan 19.00. Johan Dahl skal, saman við leiðsluni á Strandferðsluni, greiða nólsoyingum frá ætlanunum um nýggja nólsoyarferju Ferjur fyri 150 milliónir Í einum uppriti, sum Johan Dahl, vinnumálaráðharri, hevur fingið frá Strandfaraskipum Landsins, verður mælt til at byggja fýra nýggjar ferjur komandi árini Leo Poulsen Tað var tann tíð, tá gamla Ternan var eitt av prýðunum í flotanum hjá Strand­fara­ skip­um Landsins, men tað er synd at siga tað um álitið um Leirvíksfjørð tann tíð, tað var. Tað var um jóltíðir, at gamla Ternan kom at liggja við nýggju ferjuleguna við Bursa­tanga, tí tað gjørdist so trong­ligt við vestaru kai. - Hetta er sjálvandi ikki nøk­ur ynskistøða hjá okkum, men vit hava eitt støðugt sam­skifti við eigaran, og tað síðsta vit vita er, at hann væntar eina avkláring inn­ an fyri tríggjar vikur, sig­ur Jónsvein Lamhauge, havna­ fúti. Sambært havnafútanum arbeiðir eigarin við antin at selja skipið, ella at senda tað til upphøggingar. - Hetta er ein trupulleiki, ikki bara hjá okkum, men um allan heim, at gomul skip liggja við bryggju. Fiskiskip og farmaskip eins og ferjur koma og fara, men tá tað kem­ur til gomul skip, sum bara liggja, skapar tað ein trupulleika, sigur Jónsvein Lam­hauge. Einki hotelskip Søgur ganga um, at fólk brúka skipið at sova í um næt­ur­nar. - Hasar søgurnar havi eg eisini hoyrt, men tað er so alt, tað er. Eg havi eingi prógv fyri tí, men eg havi fyri­hildið eigaranum hetta, og sambært honum er einki í søgunum, sigur Jónsvein Lam­hauge. Hann veit heldur einki um, at kaikanturin, har gamla Ternan liggur, ikki skal ­nýtast. - Vit royna so vítt gjørligt at sleppa undan at nýta júst hend­an kaikantin, men vit hava avmarkað kaipláss í havnini, og tí er eingin trygd fyri, at skip ikki verða løgd har, sigur Jónsvein Lam­ hauge. Hann vónar, at tað gongst, sum eigarin av gomlu Ternu­ ni hevur ført fram, og at skipið verður burtur um tríggj­ar vikur. Vónandi burtur um tríggjar vikur Fólk hava undrað seg yvir, at gamla Ternan er komin at liggja við nýggju ferjuleguna við Bursatanga. – Hetta er ikki nøkur ynskistøða hjá okkum, sigur Jónsvein Lamhauge, havnafúti Gamla Ternan hevur ligið við nýggju ferjuleguna við Bursatanga síðani fyri jól Mynd: Álvur Haraldsen