Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 41 - 28. februar 2004 Nr. 41 - 28. februar 2004 3 Næsta vikuskiftið fer hálvføroyski vinnarin av kappingini Stjørna í eitt kvøld at syngja til tiltøk á Platform og í Mentanarhúsin- um í Fuglafirði TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Tað kom eitt sindur óvænt- að á fólk bæði í Danmark og í Føroyum, tá ið Gunnar Mikkelsen vann sangkapp- ingina Stjørna í eitt kvøld í fjør. Aðrir sangarar vóru greiðir favorittar í finaluni, men Gunnar, ið hevur før- oyska mammu, snýtti øll og streyk avstað við sigrinum í kappingini. Hann gjørdi harvið føroysku Guðrun kynstrið eftir. Tað varð sagt, at tað vóru serligu ungu kvinnurnar, sum høvdu tokka til sang- aran, og tær vóru ídnar at atkvøða við sms. Í øllum førum kundi Gunnar smíl- andi staðfesta, at hann hevði vunnið, og at tað hevði við sær plátuútgávu hjá felagnum Universal. Syngur nýggjar sangir Útgávan er ikki komin enn, men Gunnar tekur sær ikki av løttum fyri tað. Næsta vikuskiftið kemur hann til Føroya at hava framførslur, og tað verða fyrstu framførslurnar hjá honum, eftir at hann vann donsku kappingina. Hann fer at syngja sangir, sum verða á útgávuni hjá sær, og man hann ikki eisini fara at tríva í vinnarasangin. Gunnar fer at syngja á dansistaðnum Platform í Havn fríggjakvøldið 5. mars, og síðani gongur leiðin til Fuglafirðar, har hann fer á pallin í Ment- anarhúsinum leygarkvøldið 6. mars. Tað verða føroyskir tón- leikarar, sum fara at spæla undir hjá Gunnari. Kim Hansen, Johannus á Rógvi Joensen, James Olsen og Jens Marni Hansen fara at taka sær av ljóðførunum, og harvið fær Gunnar eitt trygt grundarlag undir sínum framførslum. Gunnar Mikkelsen syngur í Føroyum Nú kemur Gunnar Mikkelsen til Føroya at syngja. Hetta er fyrstu ferð, at hann syngur í Føroyum, síðani hann vann sangkappingina Stjørna í eitt kvøld SAMSKIFTI Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Seinasta mikudag skrivaðu Føroya Tele og Fiskimála- ráðið undir avtaluna at flyta raksturin av Tórshavn Radio frá Føroya Tele til Fiskimálaráðið frá 1. mars at rokna. Sum partur av hesi til- gongd hava starvsfólk hjá Føroya Tele, ið høvdu sítt dagsliga starv á Tórshavn Radio, í samráð við Fíggj- armálaráðið og Starvs- mannafelagið, fingið møguleikan at halda fram við at arbeiða á Tórshavn Radio, men undir nýggju leiðsluni á Sjóbjargingar- støðini. Tað var tann 1. februar í 2002, at málsøkið neyð og trygd varð yvirtikið sum føroyskt sermál. Radio- grundað neyð- og trygdar- tænastan á havinum, ella Tórshavn Radio, sum vit vanliga kalla tað, var partur av hesum málsøkið, sum nú varð lagt til Vinnumála- ráðið, sum aftur gav Føroya Tele Tórshavn Radio at um sita vegna Vinnumálaráðið. Fiskimálaráðið hevur síðani yvirtøkuna rikið Sjóbjargingarstøðina, og hevur tað síðani yvirtøkuna verið politiskt ynski um at kanna møguleikarnar at leggja málsøkið og rakst- urin av Tórshavn Radio undir Fiskimálaráðið, sum ein natúrligur partur av málsøkinum neyð og trygd. 31. januar 2002 varð ein arbeiðsbólkur settur at kanna og gera tilmæli um samstarv ella samanlegg- ing av Sjóbjargingarstøðini og Tórshavn Radio. 21. februar sama ár kom arbeiðsbólkurin við einum ávegis tilmæli um samstarv og framtíðar samstarvs ella samanleggingarmøguleikar millum Sjóbjargingarstøð- ina og Tórshavn Radio. Seinni kom eitt endaligt tilmæli, og avgjørt var at taka til eftirtektar leistar og mannagongdir, ið lýstar vóru í teimum báðum til- mælunum. Tórshavn Radio komið undir Fiskimálaráðið Nýggj leiðsla í Havnar Handverksmeistarafelag Í farnu viku hevði Havnar Handverks- meistarafelag aðal- fund, og á fundinum takkaði formaðurin seinastu mongu árini, Vilhelm M. Johanne- sen, fyri seg. Nýggjur formaður í felagnum er Magnus Magnus- sen ARBEIÐS- MARKNAÐUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á aðalfundinum hjá Hav- nar Handverksmeistarafel- ag stóðu tveir av nevndar- limunum fyri vali. Um- framt sjálvan formannin, Vilhelm M. Johannesen, stóð eisini Tummas Søren- sen fyri vali, og báðir boðaðu aðalfundinum frá, at teir tóku ikki við aftur- vali. Í teirra stað vóru vald- ir Jón Danielsen og Pauli Hofgaard. Magnus nýggjur formaður Nevndin hevur skipað seg við Magnusi Magnussen sum formanni. Jón Daniel- sen er næstformaður, Mouritz Mohr er skrivari, meðan Sjúrður Holm og Pauli Hofgaard eru nevnd- arlimir. TÍÐINDASKRIV Umfatandi kreppan í ali- vinnuni ber í sær, at árs- roknskapurin hjá Føroya Sparikassa fyri 2003 er merktur av burturlegging- um móti møguligum tapum av skuldarum. Roknskap- urin prógvar tó eisini, at Sparikassin er ein sterk fyritøka í framgongd, og útlit eru fyri, at 2004 gerst eitt gott sparikassaár. Føroya Sparikassi al- mannakunnger í dag árs- roknskapin fyri 2003. Roknskapurin er merktur av burturleggingum, fyrst og fremst móti møguligum tapum í kreppuraktu ali- vinnuni. Ársroknskapurin vísir m.a., at Sparikassin hevur avskrivað og burturlagt 309,2 mió. kr. Tað merkir, at úrslitið eftir skatt gjørd- ist eitt hall upp á 128,8 mió. kr. móti einum avlopi árið fyri upp á 65,9 mió. kr. "Sparikassin sannar, at úrslitið fyri 2003 er ikki nøktandi. ILA og metlágir laksaprísir hava noytt ali- vinnuna í knæ, og tað er høvuðsorsøkin til úrslitið", sigur stjórnin í Føroya Sparikassa. Stjórnin vísir hinvegin á, at roknskapurin eisini er eitt greitt tekin um, at Sparikassin er ein sterk fyritøka í framgongd. Grundraksturin hevur ong- antíð verið so góður sum í 2003, tí inntøkurnar eru nógv øktar, meðan útreiðsl- urnar at kalla standa í stað. "Saman við teirri sann- roynd, at vágin í alivinnuni fer at minka í ár, gevur tann góði grundraksturin ábend- ing um, at úrslitið fyri 2004 verður betri enn í 2002", sigur stjórnin. Nettorentuinntøkur og ómaksgjøld gjørdust heilar 237,1 mió. kr., ið er ein øking uppá 9,6% ella 20,6 mió. kr. í mun til árið fyri. Kursvinningurin av virðis- brøvum og gjaldoyra gjørd- ist 23,1 mió. kr., sum er 11,4 mió. kr. betri enn í 2002. Sostatt gjørdist úr- slitið av fíggjarpostum heilar 269,0 mió. kr. – ein vøkstur uppá 33,1 mió. kr. í mun til 2002, tá talið var 235,9 mió. kr. Rakstrarútreiðslurnar gjørdust 121,4 mió. kr., sum er ein øking uppá 2,7% ella 3,2 mió. kr. í mun til árið fyri. Fíggjarstøðan javnvigaði við 5,195 mia. kr. við árs- lok 2003, ið er á sama støði sum árið fyri. Bæði útlán og innlán minkaðu í 2003. Útlánini minkaðu 2,3% niður í 3,887 mia. kr. við árslok 2003. Innlánini minkaðu 4,1% niður í 3,786 mia. kr. Eginpeningurin var 753,6 mió. kr. við árslok 2003. Solvensurin var 19,1% móti teimum lógar- kravdu 8,0%. Ársroknskapurin merktur av burturleggingum C M Y K 3 2 1 vi ka í Da nl an d- íb ú ð 1 vi ka á S ka ll er u p K li t 1 v ik a í D an Ce nt er s u m m a r h ú s i 2 vaksin og 2 børn við bili 2 vaksin og 2 børn við bili 2 vaksin og 2 børn við bili Danland Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað. Uppihald í Dan land-íbúð í 1 viku fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr 7.950 1,- Skallerup Klit Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/ bað. Uppihald í 1 viku á Skallerup Klit Feriecenter fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr 9.400 1,- DANLAND er vorðið eitt hitt best um tókta ferða málið hjá føroyingum. Dan land frí tíð- ardeplarnir hava væl innrætt aðar íbúð ir við køki og nógv frí tíð artilboð eru fyri bæði vaksin og børn. SKALLERUP KLIT FERIECENTER er stór ur nútímans frítíðardepil av høgari góðsku, ið er við strond ina millum Blokhus og Hirtshals. Har er subtropiskt baði land, bónda garður, ítrivshallir og alskyns uttandura hent leikar. Summarhús Íroknað er: Sigling Tórshavn-Hanstholm og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úr 7.780 1,- 1 vi k a á Pe rs H ot el 1 v i k a í Di sn ey la nd i í P ar ís Pers Hotel Íroknað kostnaðin: Sigling Tórshavn-Bergen og aftur í 4-koyggjukamari, innan, við wc/bað. Hartil 7 gistingar í smáttu, uttan kost, fyri 2 vaksin og 2 børn. úr 6.890 2,- Disneyland Íroknað er: Ferð fram og aftur í 4-koyggju- kamari, inn an, við wc/bað. Hartil uppihald 5 nætur á Hotel Santa Fe í Disneylandi á dupultkamari við 2 upp reiðingum og uppi- hald 1 nátt á hotelli á út- og heim ferðini. úr 18.500 3,- 2 vaksin og 2 børn við bili Ferðin yvir øllum ferðum Ferðin yvir øllum ferðum 1 v i k a á H o t el li í Ís la nd i Ísland Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju- kamari, innan, við wc/bað. Uppihald í dup ult- kamari við wc/bað á Foss-hotelli í 7 nætur. úrúr 4.108 4.108 3,-,- Fyri hvønn ferðandi S u m m a r h ú s í H e t l a n d i Hetland Íroknað er: Ferðin fram og aftur í 4-koyggju- kamari, innan, við wc/bað. Uppi hald í 1 viku í summarhúsi fyri 2 vaksin og 2 børn við bili. úrúr 6.980 6.980 22,-,- Í risa stuttleikaparkini 40 km úr París møtir tú kendu tekni søgu fi gurunum »live«. 2 vaksin og 2 børn við bili J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo 1) Fráferð: 7/5, 14/5, 21/5, 28/5, 4/6, 11/6, 13/8, 20/8, 27/8 og 3/9. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum. 2) Fráferð: 3/5, 10/5, 17/5, 24/5, 31/5, 7/6, 9/8, 16/8, 23/8 og 30/8. Aðrir prísir eru galdandi um fráferðin ikki er ein av nevndu døgum. 3) Nevnda prísdømi er galdandi fyri lágárstíð. Aðrir prísir eru galdandi um ferðast verður uttanfyri lágárstíð.