Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 41 - 28. februar 2004 Nr. 41 - 28. februar 2004 5 – Vit hava góðar vónir um 2. útbjóðing og halda, at her fara at liggja nógvir spenn- andi møguleikar hjá altjóða oljuvinnuni at leita eftir og finna kolvetni, ja entá at finna risastórar keldur undir basaltinum. Hetta sigur ein bjart- skygdur Sigurd í Jákupsstovu, stjóri á Føroya Jarðfrøðis- savni, nú tað av álvara verður lagt til brots við nýggjari rundu á landgrunninum. ÚTKALL TIL NÝGGJA OLJULEITING Jan Müller Sosialurin kann í dag al- mannakunngera eitt spild- urnýtt og spennandi kort av landgrunninum ella neyv- ari, av teimum økjunum, sum oljufeløg hava nomi- nerað te. valt út til at vera við í eini nýggjari útbjóð- ing. Hesi økini ella teig- arnir fevna um ein stóran part av landgrunninum, teir flestu frá verandi loyvis- økinum nevnt "Gullhornið" og væl norður um 62. breiddarstig. Teir liggja framvið øllum markinum og so nakað langt inn á landgrunnin. Haraftrat eru teigar uppaftur longur inni á landgrunninum eystan fyri Suðuroynna og síðani í trimum ymsum støðum heilt suðuri móti markin- um. Sigurd í Jákupsstovu er nøgdur við nominatiónina oljufeløgini hava gjørt og ásannar, at hon líkist rætti- liga nógv tí útveljing, sum tey á Jarðfrøðissavninum eisini hava gjørt út frá síni vitan. – Tað vil so altíð vera okkurt, sum vit ikki høvdu roknað við sigur hann og sipar til økini oljufeløg hava peikað á heilt har suðuri móti bretska markinum -Vit halda tað vera sera áhuga- vert, at feløg eisini peika á slík øki. Orsøkin til at vit ikki hava peikað á tey, er tann, at tey eru trupul, har er nógv basalt, og tað er ringt at síggja gjøgnum basaltið. Stjórin á Jarðfrøðissavn- inum vil ikki siga, hvussu endaliga útbjóðingin fer at síggja út tvs. um allir teigarnir, sum oljufeløgini hava víst á, fara at vera við í 2. rundu. Men hann úti- lokar tað ikki. Tilsamans 7 feløg komu við skrivligum og munligum nomina- tiónum. - Vit hava góðar vónir, tí vit meta okkum at hava nakað áhugavert at bjóða fram. Vit síggja stórar strukturar (heyggjar) undir basaltinum, ið vit hava kortlagt og sum vit vita, at eisini oljufeløgini hava áhuga fyri sigur stjórin á Jarðfrøðissavninum og vísir á, at tað er sjálvandi upp til feløgini at koma og siga, hvat tey vilja gera í hesum økinum. Váðin er kanska nakað høgur, men her er eisini møguleiki fyri einum høgum vinningi. Hann vísir á, at tað eru nógv øki vestan fyri Het- land, sum ikki eru kannað nógv væl. Og tí er eyðsæð, at tað er framvegis ein framtíð her. – Eg haldi sjálvur, at vit hava eina góða vøru at selja. Heri Ziska, jarðalis- frøðingur hevur arbeitt við føroysku undirgrundini í Framtíðar søluvøra: Oljufeløg áhugað í stórum parti av landgrunninum Kortið, sum Føroya Jarðfrøðissavn hevur gjørt, vísir økini á landgrunninum, sum altjóða oljufeløg hava peikað út sum áhugverd leitiøki í eini nýggjari útbjóðing. Hesi økini ella teigarnir eru í oranguliti. Tey liggja rundan um 6 og 9 ára loyvini, sum vórðu latin í 2000 umframt nakrir einsamallir teigar fyri sunnan og vestan Pílurin vísir tað sera spennandi økið á landgrunninum, ein jarðfrøðiligan rygg " East Faroe High", sum gongur paralelt við markið og liggur sum framhald frá 9-áraloyvinum hjá Statoil, 6104/17 og norðureftir. Hetta er inni á basaltinum. Reyðu teigarnir a rygginum eru 6 og 9 ára loyvi nógv ár. Hann hevur arbeitt sær upp eina sera stóra vitan um økið og dylur heldur ikki fyri, at hann hevur góðar vónir. Hann sigurk at leitingin á før- oyskum øki hevur higartil verið savnað í einum lítlum parti av landsynnings- horninum. Tað er so eisini bara leitað í tertierfláum. Tað vísir, at tað enn eru veldug øki eftir at leita í á landgrunninum. Eitt ómetaliga stórt øki millum Føroyar og Hetland er als ikki kannað. - Vit vita frá økinum vestan fyri Hetland, at har eru fláir, sum eru eldri enn tertier, og har tað er funnið olja. Eitt nú risastóra Clair- feltið. Leitingin í lands- synningshorninum hevur verið bygd á fundini, sum eru gjørd hinumegin mark- ið. Fokus hjá oljufeløgun- um var frá byrjan so nógv á Gullhornið, at man næstan gloymdi alt hitt stóra økið. Nú er tað broytt nakað. East Faroe High - ryggurin Tey á Jarðfrøðissavninum eru sera spent um tær báðar boringarnar, sum verða hinumegin markið í summ- ar. Har testa oljufeløg eitt modell, sum kann hava áhuga fyri teigar okkara megin út móti markinum. Úrslit her kunnu tí eisini hava eina psykologiska ávirkan. Men uppaftur størri áhuga hevur ryggurin "East Faroe High", sum liggur longur inni á basalt- inum, á hellingini sjálvari. Heri Ziska sigur, at tað fyrsta tú fer eftir aðra- staðni, har leitað verður eftir olju, er ein slíkur ryggur sum East Faroe High, tí tað er her tú kanst gera størstu fundini. Men hjá okkum liggur hesin strukturur undir basalt- inum, og tí er váðin størri. Og tí fór man í fyrstu atløgu heldur eftir økjunum í landssynningshorninum, sum líkjast Schiehallion og Foinaven. Uppá fyrispurning um seismikkurin er so mikið framkomin, at tað ber til at síggja undir basaltið og gera av, hvat man skal seta borin í sigur Heri Ziska, at vit kunnu kortleggja struk- turar við verandi tøkni, men vit vita ikki, hvat er fyri jarðfrøði, sum er undir basaltinum, fyrr enn vit bora. Man kann modelera seg í hel. Fyrr ella seinni skal eitt hol til. - Tað eru ymisk fólk, sum kortleggja og brúka meira ella minni sama seismikk og koma rættiliga lík úrslit. Tá byrjar man at trúgva uppá, at tað man sær, er har. Man sær teir generellu strukturarnar, men sjálv- andi eru fleiri ókendir faktorar. At koma nógv longur enn tað bara við seismikki, tað verður tor- ført. - Men metir tú tað vera neyðugt hjá feløgunum at útvega sær nógvan nýggjan seismikk fyri at kunna bora í eini 2. útbjóðing? - Tað er ein spurningur um, hvat feløgini halda vera best. Um tey vilja útvega sær meira og betri seismikk er so upp til tey. Men hví er East Faroe High eitt so spennandi øki? – Tað er tí, at her er talan um ein sera stóran struktur. Har er møguleiki at finna nakað veruliga stórt, um tað riggar. Nógvir faktorar skulu rigga, og váðin er stórur. Men lønin kann vera tilsvarandi stór. Uppá fyrispurning um ynski hjá feløgunum fella saman við eitt nú gýtingar- økjum hjá fiski sigur Sigurd í Jákupsstovu, at hetta er ein av uppgávunum hjá Oljumálaráðnum at kanna og taka støðu til. Súsanna Sørensen sigur, at tað uppgávan hjá Oljumála- ráðnum í síni tilráðing til landssstýrið at gera greitt, hvørjar ávirkan útbjóðingin kann hava á m.a. fiski- vinnu. Nú skal so ein útbjóð- ingarlóg fyrireikast at leggja fyri tingið. Jarð- frøðissavnið skal peika á økini, ið skulu bjóðast út og haraftrat gera tilmæli um, hvørja loyviskipan vit skulu hava. Seinast var ein 6- ára loyvisskipan og ein 9 ára. Nú skal man so meta um, hvussu tað skal skipast hesaferð. Sigurd í Jákups- stovu heldur, at sjálv loyvi- skipanin verður rættilig lík henni, sum er. Tað veldst so eisini um, hvussu stórur áhugin verður. Treytirnar eru annars nakað, sum Oljumálaráðið skal finna fram til Súsanna Sørensen, kunn- ingarleiðari sigur, at tað verður gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at marknaðar- føra 2. rundu, eitt nú er hetta eitt av málunum við stóru altjóða jarðfrøðiligu ráðstevnuni í Norðurlanda- húsinum í mai. Tá koma flesstu av heimsins kend- astu serfrøðingum innan basalt til Føroya. Súsanna Sørensen, kunningarleiðari, Sigurd í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfrøðissavninum og Heri Ziska, jarðalisfrøðingur hava øll góðar vónir um ta komandi 2. útbjóðing á landgrunninum. Landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm setti í gjár á lítlari samkomu í Oljumálaráðnum Sigurð í Jákupsstovu sum stjóra fyri tann partin av tí gamla Oljumálaráðnum, sum er langdur undir Vinnumálaráðið. Hann kemur tískil at vera oddamaður fyri bæði Jarðfrøðissavnið og Oljudeildina á sjálvstøðugum stovni undir Vinnumálaráð- num NÝGGJ STØRV Jan Müller Á samkomuni í Hoyvík í gjár greiddi landsstýris- maðurin frá síni avgerð. Hann vísti á at í sambandi við skipan av nýggjum landsstýri eru málsøkini, sum áður lógu í Oljumála- ráðnum, býtt millum Vinnumálaráðið og Inn- lendismálaráðið. Uppskot er gjørt um, hvussu játtanin hjá OMR skal býtast mill- um VMR og Innlendis- málaráðið, eins og uppskot er gjørt um, hvørji starvs- fólk flyta úr Brekkutúni 1 oman í Tinganes, har Inn- lendismálaráðið heldur til. Ætlanin er, at starvsfólkini kunnu verða flutt oman 1. apríl. Eftir stendur spurningur- in um, hvussu oljumálini verða skipað frameftir. Við teirri fortreyt at oljuumsit- ingin verður verandi í Brekkutúni 1, har Jarð- frøðisavnið eisini heldur til, kunnu vera tríggir møgu- leikar í at velja: a) oljumál verða skipað sum deild í Vinnumála- ráðnum b) oljumál verða skipað sum stovnur undir Vinnumálaráðnum c) oljumál og Jarðfrøði- savnið verða samskipað sum ráevnisumsiting Ein millumloysn, har olju- málini verða skipað sum stovnur, men stjórin á Jarð- frøðisavninum verður leið- ari fyri báðar stovnarnar kann eisini hugsast. Í veruleikanum eiga allir omanfyri nevndu møgu- leikar at kunna virka. Verð- ur hugsað um kontinuitet og samskiftið við loyvis- havarar, er møguleikin, har stjórin á Jarðfrøðisavninum myndar oljumálini helst besta loysnin. Bjarni Djurholm vísti á, at Sigurð í Jákupsstovu hevur virkað sum stjóri á Jarðfrøðisavninum síðani mai/juni í fjør, tá Martin V. Heinesen fór í farloyvi fyri burturav at taka sær av l a n d g r u n s k r ø v u n u m . Sigurð er dugnaligur, fak- liga væl fyri og hevur fing- ið gott innlit í økið, bæði í sínum verandi starvi og frá størvum, sum hann hevur havt frammanundan. Har- afturat kemur, at starvsfólk- ini bæði á Jarðfrøðisavn- inum og í Oljumálaráðnum kenna Sigurð. – Eg havi tí tikið ta av- gerð, at seta Sigurð eisini sum stjóra fyri eftirverandi partin av Oljumálaráðnum, sum so verður stovnur undir Vinnumálaráðnum. Eg vóni, at tit ella vit í felag kunnu finna eitt navn fyri stovnin skjótast tilber. Eftir stendur so, hvussu stovnar- nir skulu skipast framyvir, antin sum ein stovnur ella framhaldandi sum tveir stovnar. Hetta verður at gera saman við starvsfólk- unum og sambært ásettum mannagongdum. Og hann helt fram: - Fyri at koma aftur til oljumál og orkumál, so gleði eg meg til at arbeiða saman við tykkum øllum um hesi økir. Eg veit, at eg havi gjørt kvetti at fáa so nógv dugnalig fólk afturat Vinnumálaráðnum, og eg ivist ikki í, at vit fara at fáa gott samstarv okkara mill- um. Eitt av høvuðsmálunum verður at fyrireika næsta útbjóðingarumfarið, og koma tit at fáa nokk at gera í so máta, umframt at vit helst koma at tosa nógv saman um hesi viðurskift- ini. Eisini verður nokk at ríva í, tá tað snðr seg um orkumál. Í heila tikið eru hetta tvey spennandi øki, sum eru løgd aftrat Vinnumálaráð- num. Eg vil ynskja tykkum vælkomnum til okkara, og vil eg gera alt fyri, at sam- anleggingin fer at eydnast og verður til gleði fyri báðar partar segði Bjarni Djurholm í Oljumálaráð- num í Hoyvík fyrrapartin í gjár. Sigurð í Jákupsstovu oljustjóri Bjarni Djurholm, landsstýrismaður handar Sigurð í Jákupsstovu, blómur, nú hann verður stjóri á nýggja oljustovninum undir Vinnumálaráðnum Mynd Álvur Haraldsen C M Y K 5 4