leygardagur 28. februar 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 41 - 28. februar 2004
Nr. 41 - 28. februar 2004
7
Villir hundar lamløsta seyð
Samgongan dregur í land við skattalættanum
Í Froðba er tað ikki
óvanligt, at leysir
hundar gera um seg
og tað var ikki tespu-
lig sjón ein froðbing-
ur fekk, tá ið hann
hósmorgunin fór at
hyggja eftir seyði
LEYSIR HUNDAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
At hundar, sum gangas leys-
ir, eru ein stórur trupuleiki
nógva staðni í landinum, er
ikki nakað nýtt.
Av og á kemur eisini fyri
at hundar, sum ganga leysir,
gera stóran skaða, bæði á
fólk og fæ.
Eisini í Froðba eru tey
rættiliga illa roynd av hund-
um, sum ganga leysir.
Og tá ið froðbingar fóru
at hyggja eftir seyði hós-
morgunin, var tað ikki
tespulig sjón, sum møtti
teimum.
Tá ið Jacob Ejdesgaard
fór út fyri dyr, kom eitt hvítt
lamb hjá honum at húsum,
illa hagreidd av hundi.
Hundurin hevur skrætt at
mesta av ullini av afturpart-
inum á lambinum, heilt
framímóti huppinum og
hann hevur eisini bitið tað
rættiliga illa. Tað hevur eitt
stórt, djúpt sár í tjógvinum,
so stórt sum ein manshond,
eins og týðilig merki eru
eftir, hvussu tenninar hava
skurðsla skinnið.
Jacob Ejdesgaard sigur,
at hetta var ikki einasti
seyður, sum hundur hevur
verið eftir. Tvær ær vóru
farnar oman á helluna á
Høvdanum í Froðba.
Hann ivast ikki í, at tær
eru farnar útav undan
hundi.
–Vit noyddust at síga
eftir teimum. Vit fingu
aðra, men brimið tók hina,
so hon fór til havs.
Ein onnur ær gongur eftir
á helluni, men henni fóru
teir ikki eftir, sum líkindini
vóru. Hon gongur so mikið
ovaliga, at henni fór brimið
ikki við.
Somuleiðis saknar hann
eina aðra ær. Hon er horvin
og hann ivast ikki í, at hon
er farin í havið.
Ikki óvanligt
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
hundur er eftir seyði hjá
Jacob Ejdesgaard og øðrum
har um leiðir. Í fjør vórðu
tvær ær lambskotnar eftir at
hundur hevði verið á teim-
um. Eisini í vetur hava teir
verið og tikið seyð upp,
sum teir meta, at hundur
hevur verið eftir.
Eftir hesa hendingina, er
komið fram, at tað eru
fleiri, sum sakna seyð og
sum teir hava illgruna um,
at hundar hava rikið útav og
á sjógv.
Hann sigur, at teir vita
ikki, hvør eigur hundin,
sum hevur gjørt um seg.
Froðbingar siga, at tað
eru nógvir hundar, sum
ganga leysir og gera ónáðir.
Teir ganga eisini úti um
næturnar og kanska ganga
teir eisini svangir og eru tí
serliga ágangandi.
Og sum ein annar froð-
bingur sigur: Hvat nú, um
tað er ein óviti, sum verður
fyri næstu ferð?
Tilburðurin er meldaður
og løgreglan kannar málið.
Samstundis hava eigararnir
gjørt býráðið á Tvøroyri
vart við støðuna.
Annars tala myndirnar
fyri seg.
– Sum støðan í sam-
felagnum er nú, er
ringt at síggja, hvussu
vit kunnu gjøgnum-
føra nakran skatta-
lætta, sigur Jóannes
Eidesgaard
SKATTALÆTTI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað er ómetaliga ringt at
síggja, hvussu vit skulu
kunna gjøgnumføra ein
skattalætta, sum støðan í
samfelagnum er í løtuni.
Tað sigur Jóannes Eides-
gaard, løgmaður nú við
Sosialin.
Eitt tað fyrsta, sum
hendan samgongan lovaði,
tá ið hon tók við, var annars
at lækka skattin.
Men longu nú, tað eru
ikki meiri enn tríggjar vikur
farnar av arbeiðsskeiðnum
hjá samgonguni, er hon
farin at draga í land.
Fyri Sosialinum í dag
noyðist Jóannes Eides-
gaard,
Løgmaður,
at
ásanna, at ætlaði skattalætt-
in helst verður av ongum.
– Soleiðis, sum støðan í
samfelagnum er nú, verður
ómetaliga trupult at síggja,
hvussu tað skal bera til at
fíggja ein skattalætta, sigur
løgmaður.
Hann sigur, at støðan í
samfelagnum er versnað
nógv í seinastuni og sum
útlitini eru nú, dugir hann
ikki at síggja møguleikar-
nar fyri at lata ein skatta-
lætta.
Mugu finna fígging
Samgongan hevði sett sær
fyri at lata skattalætta fyri
60 milliónir um árið í hes-
um valskeiðnum, ella fyri
240 milliónir tilsamans.
– Men ein og hvør skatta-
lætti skal fíggjast og sum
støðan í samfelagnum er
nú, ber illa til at síggja,
hvussu tað skal bera til at
fíggja ein skattalætta, sigur
Løgmaður.
Men hvat varð so av pá-
haldinum um, at ein skatta-
lætti
er
sjálvfíggjandi.
Nógvir politikarar, bæði í
sambandsflokkinum
og
fólkaflokkinum hava ferð
eftir ferð ført fram, at verð-
ur skatturin lækkaður, fær
fólk betri hug at arbeiða og
úrslitið er, at skattainntøk-
urnar hjá landinum veksa,
hóast skatturin lækkar?
– Ja, hetta er ein teori um
skattalættar. Men tað er
sjálvsagt eitt mark fyri,
hvussu langt, hetta er
galdandi.
Verður farið út um hetta
markið, skal fígging finnast
til hendan skattalættan og
hann kann bara fíggjast við
peningi, sum er til avlops,
ella við sparingum.
– Hetta ein fortreyt fyri
hesi teori, er, at trot er á ar-
beiðsmegi, so at tað verður
lættari at eggja fólki til at
arbeiða meir, tá ið skatturin
lækkar, tí so hava tey meiri
eftir til sín sjálvs
– Men tíverri sær út til, at
tað er eitt ávíst arbeiðsloys-
ið í Føroyum í løtuni. Og
sleppa fólk ikki til arbeiðis,
ger tað heldur ikki mun hjá
teimum at skatturin lækkar.
Tí heldur løgmaður, at ein
sum støðan er í løtuni, má
ein skattalætti tengjast at
møguleikanum
fyri
at
fíggja hann. Og tað er hetta,
sum løgmaður ikki dugir at
síggja møguleikarnar fyri í
løtuni.
– Fíggjarligu útlitini hjá
landinum síggja ikki serliga
bjørt út í løtuni og tað verð-
ur eitt hart baks at fáa eina
forsvarliga fíggjarlóg fyri í
ár.
Og sum er, bendir onki á,
at gongdin fer at broytast
tey næstu árini.
– Fiskiskapurin er góður,
men prísirnir eru falnir
nógv. Alivinnan er í anda-
leypi og fyri fyrstu ferð síð-
ani kríggið er hall á rokn-
skapinum hjá Føroya Spari-
kassa.
– Beint nú er tað sostatt
ringt at fáa eyga á, hvussu
tað skal bera til at gjøgn-
umføra ein skattalætta.
Gongur skjótt báðar
vegir
Løgmaður uggar seg tó við,
at í Føroyum gongur tað
ómetaliga skjótt hvønn
vegin.
– Støðan er versnað rætti-
liga brádliga og tær kunnu
eisini batna líka brádliga
aftur og tá er støðan eisini
ein onnur, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Men vistu tit ikki undir
valstríðnum
og
undir
samráðingunum um sam-
gongu, at afturgongd var í
búskapinum og var tað tí
ikki ábyrgdarleyst at lova
skattalætta?
– Eg haldi ikki, at tað var
so týðiligt undir valstríðn-
um. Undir samráðingunum
um nýggja samgongu, var
tað týðiligari og tí varð
skattalættin í fyrsta umfari
skotin út til 2005.
– Sjálvandi hevur sam-
gongan sett sær nøkur mál,
men ein fortreyt fyri at
røkka øllum hesum málum
er sjálvsagt, at vit verða før
fyri tí fíggjarliga og tað er
eisini galdandi fyri skatta-
lættan.
Kunnu vit so tvørturímóti
vænta, at samgongan tvørt-
urímóti fer at hækka av-
gjøld, ella at seta avgjøld í
gildi fyri at fáa fíggjarlóg-
ina at hanga saman?
– Tað liggur ikki í kortun-
um í løtuni, men tað er
ómøguligt at siga, hvat
kann verða neyðugt, sigur
Løgmaður.
Hundurin hevur skrætt alla
ullina av afturpartinum á
lambinum, heilt fram ímóti
huppinum. Eitt stórt, djúpt
sár hevur tað á tjógvinum og
týðilig merki eru at síggja
eftir, har tenninar á hund-
inum hava skurðslað skinnið.
Myndina tók Leivur Nygaard
Samgongan má nú umhugsa skattalættan av nýggjum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sigur, at hann dugir ikki at
síggja, hvussu tað skal bera til at fíggja ein skattaætta, sum
støðan í landinum er
Arbeiðsloysið er økt
við 156 fólkum í
januar í ár í mun til
januar í fjør. Í løtuni
stendur 3,2 prosent av
arbeiðsmegini
arbeiðsleys
ARBEIÐSLOYSI
Edvard Joensen
Arbeiðsloysið er vaksandi í
Føroyum. Í mun til januar
2003 vóru 156 fleiri ar-
beiðsleys fólk í januar í ár.
Samlaða talið av arbeiðs-
leysum, sum skrásett eru
hjá ALS, var í januar mán-
að 824 fólk í móti 668 sama
mánað í fjør. Hetta er
hægsta talið síðan 2001, tá
talið var 839.
Arbeiðsloysið í januar í
fjør var í prosentum 2,6
prosent, og er í januar í ár
3,2 prosent.
Elisabeth Gaardbo, stjóri
á Arbeiðsloysisskipanini,
ALS, sigur, at talan er um
eina generella øking av
arbeiðsloysinum kring alt
landið.
Tó vísa tølini, at serliga í
Suðurstreymoy og í Suð-
uroy er vaksandi arbeiðs-
loysi. Í Suðuroy er trupul-
leikin serliga í syðru helvt.
– Har hava vit sæð virki
latið aftur í fjør, og tað
merkja vit so greitt á tølum
okkara, sigur Elisabeth
Gaardbo.
Hon sigur, at tað er nógv,
sum bendir á, at tað eru
mannfólkavinnur, sum hava
trupulleikar í løtuni, tí talið
av monnum økist í mun til
talið av kvinnum, sum
koma í ALS.
Uttan at hava nakrar
greiðar ávísingar, bendir
nógv á, sigur hon, at her er
fólk frá alivinnuni uppií.
Lutfallið millum kvinnur
og menn er soleiðis á leið
helvt um helvt, sigur Elisa-
beth Gaardbo, stjóri á Ar-
beiðsloysisskipanini. Og
umleið helvtin av teimum,
sum fáa arbeiðsloysisstuð-
ul, eru ófaklærd. Tó vísir
tað seg, sigur hon, at fleiri
faklærdir menn enn kvinn-
ur eru í skipanini.
Tá arbeiðsloysið hækkar,
vísir tað seg ofta, at tað eru
fólk millum 20 og 29 ár,
sum verða arbeiðsleys. Og
soleiðis er eisini hesaferð,
sigur Elisabeth Gaardbo. Í
hinum endanum er tað
øvugt, tí har er minkað í
aldursbólkinum yvir 60 ár.
Hetta er júst tað øvugt
aav tí, sum plagar at henda,
tá arbeiðsloysið minkar. Tá
nokk er at gera, eru oftari
boð eftir teimum ungu fólk-
unum enn teimum eldru,
sigur hon.
Frá 1. mars er nýggjur
hjálparprestur settur
í starv í Suðurstreym-
oyar eystara presta-
gjaldi. Hann verður
vígdur og innsettur
14. mars
PRESTAVÍGSLA
Edvard Joensen
Jóannes Fonsdal, sum er
ættaður av Skála, er settur í
starv sum hjáparprestur í
Suðurstreymoyar eystara
prestagjaldi.
Jóannes Fonsdal er út-
búgvin av Københavns
Univeristeti, og varð liðug-
ur við teologiútbúgvingina
seinasta summar. Hann var
liðugur á pastoralseminar-
inum til jólar, og er settur í
prestastarvið
í
Suður-
streymoy frá 1. mars í ár,
sigur Hans Jacob Joensen,
biskupur.
Jóannes Fonsdal verður
prestvígdur og innsettur
tann 14. mars, sigur bisk-
upur. Av tí, at konfirmati-
ónirnar koma í vikunum,
sum koma beint eftir græk-
arismessu, verða víglsa og
innsetan sama dag, sigur
biskupur.
Hjálparprestastarvið
í
Suðurstreymoyar eystara
prestagjaldi er fulltíðar-
starv. Tað hevur fyrr verið
halvtíðarstarv,
men
er
broytt.
Suðurstreymoyar eystara
prestagjald
er
størsta
kirkjusóknin í landinum og
er støðugt vaksandi. Dóm-
prósturin er eisini sóknar-
prestur í hesum presta-
gjaldinum. Men hann hevur
eisini aðrar uppgávur at
røkja sum dómpróstur fyri
alt landið, so hansara ar-
beiðstíð verður býtt soleið-
is helvt um helvt millum
sóknarbørnini í Suður-
streymoy og kirkjurnar all-
ar kring landið, sigur
biskupur.
Til
Suðurstreymoyar
eystara prestagjald hoyra
Havnar Kirkja, Nólsoyar
Kirkja og Kaldbaks Kirkja.
Prestarnir við prestagjaldið
eru Bjarni Bæk, dómpróst-
ur, Sonja Klein sóknar-
prestur og nú eisini nýggi
hjálparpresturin Jóannes
Fonsdal.
Jóannes Fonsdal, sum er
31 ára gamal, er skálamað-
ur. Hann er giftur við
Sigrid, sum ættað er av Við-
areiði. Tey eiga hálvttriðja
ára gamla Andreas og
hálvtára
gomlu
Mariu
Louise.
Jóannes Fonsdal hevur,
meðan hann hevur búð í
Keypmannahavn,
verið
virkin í kirkjuliðunum bæði
í Eliaskirkjuni og í Samu-
elskirkjuni, har Bergur Jac-
obsen er prestur hjá før-
oyska kirkjuliðnum.
Mánakvøldið fer
Meinhard Bjartalíð at
hava andakt í Glyvra
kirkju, sum hann
kallar musikkandakt.
Umframt eitt guds-
orð, verður sálma-
sangur, tónleikur og
kvirra á skránni
ANDAKT
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Á musikkandaktini í kirkj-
uni á Glyvrum klokkan
20.30 mánakvøldið, fara
tær 5, Fríðhild, Maria,
Morid, Bodil og Katja at
framføra tónleik á tvør-
floytu.
Meinhard
Bjartalíð,
prestur, sigur, at ætlanin er,
at henda løtan í kirkjuni
skal vera sum ein oasa hjá
fólki mitt í gerandisdegn-
um.
Prestur leggur dent á, at
skapa ein friðardám í kirkj-
uni, og at tónleikurin er á
einum høgum støði soleið-
is, at fólk bæði verða styrkt
og fáa eina tónleikaliga
uppliving.
Umframt sálmasang og
eitt gudsorð, fara vit eisini
at hoyra tónleik frá hesum
ungu kvinnum, sum spæla
serstakliga
væl.
Eisini
verður ein løta, sum prestur
kallar kvirra. Í 2 minuttir
verður tøgn, og fólk kunnu
nýta kvirruna til djúphugs-
an ella bøn.
Genturnar eru allar úr
runavíkarøkinum,
uttan
tónleikalærari teirra, Katja
Volovelskaja, sum er russ-
isk.
Tær fýra eru vanar at
spæla saman og hava verið
við til fleiri framførslur her
heima. Eisini hava tær ver-
ið við í tónleikakappingum
hjá Berlingske Tidende, og
hava har megnað at vunnið
sær heiðurspláss fleiri ár á
rað.
Hetta er fyrsta andaktin
av sínum slagi í hesum
árinum. Tað verða hildnar
4-5 slíkar musikkandaktir
um árið.
Vaksandi arbeiðsloysi
Nýggjur prestur í
Suðurstreymoy
Musikkandakt
í Glyvra kirkju
Arbeiðsloysið veksur um alt landið, sigur Elisabeth Gaardbo,
stjóri á ALS. Tó er ein serliga stórur vøkstur at síggja í syðru
helvt í Suðuroy
Umframt sálmasang og eitt gudsorð, verður tónleikur á høgum støði at hoyra í Glyvra kirkju
mánakvøldið
Jóannes Fonsdal er nýútnevndur prestur í Suðurstreymoyar
eystara prestagjaldi
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6