Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 41 - 28. februar 2004 Nr. 41 - 28. februar 2004 9 Familjumál eiga at verða føroyskt málsøki Nýggi landsstýrismað- urin við innlendis- málum, Jógvan við Keldu heldur tað er púra burtur við, at danir umsita familju- mál. - Hetta økið rak- ar øll frá vøggu til grøv og tí eiga vit sjálvsagt at umsita øk- ið sjálvi, greiðir lands- stýrismaðurin frá. Hann sigur seg vilja royna virka fyri, at familjumál gerast føroyskt málsøki NÝGGJUR LANDS- STÝRISMAÐUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Árið er 1971. Tvey umboð fyri Klaksvíkar kommunu fara til Havnar á fund. Í fylgi við borgarstjóranum, Páll á Dul, er ein ungur og nývaldur kommunupolitik- ari – Jógvan við Keldu. 27 ára gamal og fyri fyrstu ferð í høvuðsstaðnum í pol- itiskum ørindum. Leiðin gongur í Tinganes at tosa við Johan Djurhuus, og fundurin verður hildin á skrivstovuni hjá skrivstovu- stjóranum. Fyrst í februar mánaði 2004 skal ein nývaldur landsstýrismaður fyri fyrstu ferð hitta komandi starvsfelagar sínar. Jógvan við Keldu hevur fingið nógvar politiskar royndir, hárið er nakað gránað, og hann hevur júst rundað tey 60 árini. Nú skal hann fyri fyrstu ferð røkja ein lands- stýrissess. Samkoman fyri nýggja landsstýrismanninum verð- ur hildin í fundarhølunum hjá Innlendismálaráðnum. Jógvan við Keldu hyggur rundan um seg. Hann kenn- ir seg aftur. 33 ár eru liðin, síðani hann, sum eitt óskrivað blað í politikki, fór til Havnar á fund. Nú byrjar ein nýggj politisk ferð. Og hon byrjar á sama staði, sum tann fyrsta politiska ferðin. Á gomlu skrivstovuni hjá Johan Djurhuus. Nýtt ráð Uppgávan hjá Jógvani við Keldu komandi árini verður at sita fyri nýggja aðalráðn- um, Innlendismálaráðnum. Undan valinum 20.januar søgdu flestu flokkar seg ynskja at skerja talið av að- alráðum og tá avtornaði komu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin ásamt um skerja talið úr níggju niður í sjey aðalráð. Oljumálaráðið, Heilsu- málaráði og Løgmálaráði vórðu niðurløgd, meðan eitt nýtt Innlendismálaráðið varð sett á stovn. Fyrr í vik- uni tók samgongan fyrsta stigið at umskipa miðfyri- sitingina frá níggju aðalráð- um til sjey, men framvegis eru øll málsøkini ikki kom- in upp á pláss. Eitt teirra er strandferðslan, sum eftir ætlan skal flytast úr Vinnu- málaráðnum til Innlendis- málaráðið. Jógvan við Keldu og Bjarni Djurholm eru komn- ir ásamt um, at Innlendis- málaráðið yvirtekur ikki Strandsferðsluna, fyrr enn fíggjarlógararbeiðið fyri 2004 er avgreitt og tað verður ikki væntandi fyrr enn í apríl mánað. Umframt strandferðslu, situr Innlendismálaráðið fyri lógarmálum, umhvørv- ismálum, kommunumálum, býarskipanarmálum, økis- og útoyggjamenning. Ov fáar yvirtøkur Nýggja ABC-samgongan hevur sett ein hóvligari yvirtøkuleist út í kortið enn undanfarna samgonga. Javnaðarflokkurin, Sam- bandsflokkurin og Fólka- flokkurin eru samdir um at fremja fimm yvirtøkur hetta samgonguskeiðið. Talan er um fólkakirkj- una, fjølmiðlaábyrgdarlóg- ina, vinnufelagslóggávuna, tilbúgvingina og heimaftur- tøku av tinglýsingini. Spurdur, um yvirtøkur- nar ikki eru ov fáar í tali, svarar Jógvan, at persónliga hevði hann ynskt, at yvir- tøkurnar vóru fleiri í tali, tí hann er sjálvstýrissinnaður, sum hann málber seg. Hóast tað er fest niður í samgonguskjalið, at fimm yvirtøkur skulu fremjast komandi árini, ætlar Jógvan við Keldu at virka fyri, at møguliga onnur málsøkið, hann umsitir, koma undir føroyskt málsræði hetta samgonguskeiðið Óskiljandi – Tað er púra óskiljandi, at danir skulu umsita familju- rættarmálini. Eitt mál, ið ongantíð ov skjótt verður yvirtikið er rættindini hjá børnunum til bæði for- eldrini. Familjurættarøkið rakar øll frá vøggu til grøv og tí eiga vit sjálvsagt at umsita økið sjálvi, greiðir landsstýrismaðurin við innlendismálum frá. Hann leggur afturat, at familjurættarøkið kostar bert 4 mio. krónur árliga og tí skuldi tað ligið væl fyri at yvirtikið málsøkið – Vit hava tosað um at yvirtaka fólkakirkjuna og løgregluna, sum bæði eru fíggjarliga tung øki, meðan familjurættarmál ikki eru serliga tung fíggjarliga, men rakar okkum allar før- oyingar. Galdandi familju- rættarlóggavá er frá 1922 og hon eigur ongantíð ov skjótt at verða dagførd, sigur Jógvan við Keldu. Jógvan við Keldu fer í aðru viku at umrøða eina møguliga yvirtøku av fam- iljurættarmálum saman við landsstýrinum. Tað eru átta mál, sum eru knýtt at fam- iljurættarmálum. Nevnast kunnu hjúnarbandslógin, fosturtøkulóg, ættleiðing og barnarættindi. Óvist við grundlógini Arbeiðið hjá Grundlógar- nevndini skal eftir ætlan verða avgreitt flaggdagin 25. apríl í ár. Hvussu líður við arbeiðnum er óvíst og ivi hevur eisini stungið seg upp um, hvussu grundlóg- ararbeiðið skal skipast í framtíðini Nakað av orðadrátti hev- ur seinasta árið verið í sam- band við grundlógararbeið- ið, tí bæði Javnaðarflokkur- in og Sambandsflokkurin hóttu við at taka seg úr Grundlógarnevndini. Nýggja ABC-samgongan hevur sett sær fyri at skipa arbeiðið í Grundlógar- nevndini av eftir einum leisti, sum Javnaðarflokk- urin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin kunnu taka undir við. Ongar sertreytir Í heyst var veruligt rumbul í føroyska hondbóltsheim- inum, tá ivi skakk seg upp, um ávísir útlendskir hond- bóltspælarar høvdu fingið uppihaldsloyvi í Føroyum. Málið varð viðgjørt á polit- iskt stigi og úrslitið varð, at Høgni Hoydal og danski ráðharrin, Bertel Haarder, komu ásamt um at gera eina lóggávu, sum millum annað tryggjaði ítróttafólki sertreytir í samband við uppihaldsloyvi í Føroyum. Semjan millum Høgna Hoydal og Bertel Haarder varð kortini ongantíð undir- skrivað, tí valið varð í úrtíð. Mikudagin setti Høgni Hoydal nýggja landsstýris- manninum, Jógvani við Keldu, ein munligan spurn- ing, um nýggi landsstýris- maðurin ætlar at fáa semj- una millum seg og Bertel Haarder undirskrivaða. Jógvan við Keldu svaraði, at hann er í iva um tað er rætt at veita útlendskum ítróttafólki sersømdir, tá tey skulu hava uppihaldsloyvi í Føroyum. – Hetta er eitt álvarsmál, sum er alt annað enn einfalt. Vit hava í dag bert hálv- proffessionell ítróttafólk, sum vanliga hava arbeiðið við síðurnar av. Eg haldi tað er skeivt at taka ar- beiðsstyrki inn, tá fleiri føroyingar sjálvir mangla arbeiði og arbeiðsloysið øk- ist, vísir Jógvan við Keldu á. Hann heldur, at vit kunnu ikki sammeta ítróttafólk við læknar og onnur vís- indafólk, tí hesi hava eina servitan, sum er sera átrok- andi, tá tað trýtur við slíkum fólki í føroyska samfelagnum Jógvan leggur kortini afturat, at hann heldur tað er gott at hava fremmand ítróttafólk í Føroyum, tí hesi eru við at hækka støð- ið, men ivast stórliga um tey kortini hava uppiborið sersømdir. – Tað er alneyðugt at trupulleikarnir við arbeiðs- og uppihaldsloyvum verða loystir. Vit hava í dag eina ómetaliga floykta skipan, sum skal gerast einfaldari. Eg fari í næstum at taka málið um arbeiðs- og uppi- haldsloyvi upp av nýggjum, sigur landsstýrismaðurin Talið av umsøknum um uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum var 800 í fjør. Færri eindir Jógvan við Keldu er ein sera royndur býráðspolit- ikkari og hann hevur eisini í tveimum tíðarskeiðum ver- ið borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu. Sum býráðspol- itikkari var hann mangan í hóslag við landsstýrið, men nú hevur hann skift sess og skal vegna landið samráð- ast við kommunurnar. Seinastu árini hava fleiri kommunur kring landið lagt saman ella økt um samstarvið. Seinasta sam- anleggingin var Runavík, Skála og Oyndarfjørður, sum í 2005 verður ein fel- ags kommuna. Nýggi landsstýrismaður- in við innlendismálum dyl- ir ikki fyri, at gongdin við kommunusamanleggingum og øktum samstarvi er hin rætta. Hann sigur seg vænta, at enn fleiri komm- unur fara at leggja saman komandi árini. – Hetta er ein nattúrlig gongd og eg beri ótta fyri, at tær kommunurnar, ið ikki vilja samstarva við aðrar, gerast eftirbátar. Uppgávurnar hjá kommun- unum gerast størri og størri í vavi og tí verður neyðugt við størri eindum, sigur Jógvan við Keldu. Jógvan við Keldu sigur seg vilja virka fyri, at fleiri øki verður løgd út til komm- unurnar at umsita og sipar til sambýli, heimahjálp og røktarheim, sum eftir hansara tykki eiga verða umsitin av kommununum. Kannast betur Undanfarna samgonga var við til at leggja barnagarðs- økið út til kommunurnar við góðum úrslitum. Ar- beiðið við at leggja bæði barnaverndina og eldraøkið út til kommunurnar var eis- ini komið væl áleiðis, áðr- enn vátt kom í reiðrið mill- um Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, sum endaði løgtingsvali í úrtíð. Í valstríðnum var eldra- økið nógv umrøtt. Flokkar- nir vóru ymiskir á máli, hvørt tað var rætt at leggja eldraøkið út til kommun- urnar. Nýggi landsstýris- maðurin í innlendismálum sigur seg vilja virka fyri, at eldraøkið verður latið kommunum at umsita. Eg haldi at bæði barna- verndarøkið og eldraøkið skulu út til kommunurnar. Tað er kortini alneyðugt, at fyrireikingararbeiðið verð- ur gjørt væl. – Eg haldi ikki kanning- ararbeiðið í undanfarnu samgongu var gjørt nóg væl og tí skal ætlanin við barnaverndini og eldraøk- inum endurskoðast, sigur Jógvan við Keldu. Landsstýrismaðurin við innlendismálum heldur, at tað er ógvuliga týdningar- mikið, at kommunurnar eru við í arbeiðnum frá fyrsta degi. Ert tú ikki bangin fyri at tilboðini verða ymisk í kommununum ? Sum støðan er í dag, eru tilboðini rættiliga ymisk í teimum ymisku økjunum, so tað óttist eg ikki. Eg haldi tað er rætt, at eldra- økið kemur so tætt at borg- arunum sum gjørligt. Hóast kommunurnar fáa fleiri uppgávur, mugu vit halda fast í, at samlaða skatta- trýstið ikki økist, sigur hann at enda. Navn: Jógvan við Keldu Føddur: 30 januar 1944 Giftur: Betty við Keldur, fødd Skaale Børn: Gunnvá, Tóra og Pætur Starvsroyndir: Skrivstovu- og handilsútbúgving hjá P/F Kjølbro 1961-64, P/F Theodor við Keldu og Mercant 1964-80 og 1989-1992. Politisk søga: Løgtingsmaður 1988-90 og 1998- 2004. Býráðslimur 1971-74, býráðsformaður 1981- 88 og aftur 1993-2000. Landsstýrismaður 2004- Fakta Góð ráð frá Høgna ... Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum Eg vil avgjørt mæla tær til at halda á við arbeiðnum at skipa lógarmál- ini í Føroyum. Vit mugu fáa eitt betri og einfaldari lógarsmíð í Før- oyum og virka fyri at fáa greiðari umsitingarligar mannagongdir. Ar- beiðið við at yvirtaka løgreglu og rættarmál má eisini halda fram. Á Løgmálaráðnum eru fleiri frálíkir løgfrøðingar og eg vóni, at tú gerst tær dælt at teirra frálíku evnum. At enda vóni eg, at tú virkar fyri, at út- lendingarøkið sum skjótast verður føroyskt málsøkið, tí núverandi málsviðgerðin er alt ov ógreið. Strandferðslan sigur sína hugsan... Vit skulu syrgja fyri at, Føroya Fólk fær mest møguligt fyri pengarnar, sum verða tillutaðir SL. Fyri at hetta skal eydnast krevst ein sterk og málsøkin politisk leiðsla. Eg havi álit á, at tú hevur dirvi taka neyðugu avgerðirnir, og halda fast, tá av- gerðir verða veruleiki. Sera umráðandi, at vit saman gera ábyrgdarbýtið millum politiska mynduleikan og SL greiðari. SL hevur sera dugnalig starvsfólk, sum eru til dystin fús. So er tað bert upp til okkum at skapa neyðugu karmarnar fyri framburði og øktum effektiviteti. Jógvan, vælkomin, og góða eydnu við avbjóðingunum. Kristian Davidsen, stjóri á Strandfaraskip Landsins – Tað er púra óskiljandi, at danir skulu umsita familju- rættarmálini. Eitt mál, ið ongantíð ov skjótt verður yvirtikið er rættindini hjá børnunum til bæði foreldrini. Familju- rættarøkið rakar øll frá vøggu til grøv og tí eiga vit sjálvsagt at umsita økið sjálvi, greiðir landsstýrismaðurin við innp 9lendismálum, Jógvan við Keldu, frá Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 9 8