Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 41 - 28. februar 2004 Nr. 41 - 28. februar 2004 11 Í dag verður áhugaverd ráðstevna á Føroya Sjómans- skúla. Ráðstevan, ið nevnist "Fakfestival 2004 fyri fjøl- miðlar " snýr seg um grundleggjandi journalistiskar spurningar. Vit kunnu t.d. nevna evni sum hin fjórða statsmaktin, ógegni og alment innlit, Gallupkanningar, samskiftismenning, Spurnarteknikkur, útbúgving og mangt annað. Tað hevur eydnast fyrireikarunum at fáa eina røða av sera kompe-tentum og áhugaverdum fyri- lestrarhaldarum føroyskum sum útlendskum, og tí síggja føroysk fjølmiðalfólk fram til ráðstevnuna við stórum spenningi. Tað má ásannast, at henda ráðstevna kemur í tøkum tíma. Tað eru mong tekin um, at serstakliga skrivaða føroyska pressan stendur á einum vegamóti. Nógvar broytingar eru við at henda, og pressan er ofta fyri atfinningum frá yms- um síðum. Tað er tí sera viðkomandi, at høvi býðst at skifta orð um leikluitn hjá pressuni, um leiklutin hjá tí almenna í mun til pressuna og hvør, ið skal eiga upp- gávuna at tryggja ein breiðan og óheftan tíðindaflutning. Føroysku bløðini hava altíð livað eitt trupult lív, og sein- astu fjóðingsøldina hevur turbulensurin verið øgiligur. Flestøll byrjaðu sum politisk málgøgn, og eru fleiri av hesum bløðum nú farin í søguna – tey megnaðu ikki fíggjarligu og tøkniligu avbjoðingarnar . Tey bæði bløð- ini, sum eftir eru av upprunaligu politisku málgøgnunum, hava nú í nøkur ár verið inni í einari tilgongd ella kanska rættari tillaging, sum hevur til endamáls at gera tey óheft av politiskum flokkum. Hvussu hetta hevur eydnast mugu onnur døma um. Hinvegin hvørki kann ella eigur kósin ikki at verða broytt. Heldur hava stóru broytingarnar í samfeløgunum b æði burturi og heima víst, at tað er rætt at birta uppaftur meiri upp undir gongdina. Tað er rætt støðugt at taka konstruktivar viðmerkingar og atfinningar í álvara. Yvirornaða málið eigur alla tíðina av vera at økja tilvitanina um týdningin av, at fakliga kjøl- festið verður uppaftur meira grundfest. Eingin er so góður, at hann ikki kann gerast betri. Lat okkum tí brúka eitt slíkt forum sum festivalurin er at viðgera faklig viður- skifti og eisini tær oftani sera trongu og truplu umstøð- urnar, sum allir føroyskir miðlar hava at virka undir. Tað er í og undir hesum umstøðum, at bløðini hava ment seg til at vera tað tey eru nú, og tað er higani frá, at tey skulu mennast. Hóast vit kunnu vera ymisk á máli og raðfesta ymiskt , so eru vit felags um at upplýsa og skapa virðing um og menna okkara mentan og samfelag. Ein fortreyt fyri menning er eisini , at vit støðugt med- virka til at útbúgva nýggj blaðfólk og tryggja teimum blaðfólkum, sum eru í vinnu betri eftirútbúgvingarmøgu- leikar, enn tey hava í dag. Her er framvegis langt á mál. Í hesum høpi hevur ráðstevnan stóran týdning kanska serstakliga fyri blaðfólk, ið ikki hava eins góðar eftirút- búgvingarmøguleikar sum alment sett fjølmiðla-fólk. Men eisini hjá teimum mugu skapast umstøður fyri eftirútbúgving. Nú tað skilst, at leiðandi politikarar vera við til stevnuna, skuldi tað verið eitt gott høvi hjá teim- um at kunnað seg um veruligu korini hjá føroyskum miðlum í dag – og har tað ber til – at vera við til at betra um hesi kor. Í síðsta enda hava vit í okkara framkomna samfelag øll brúk hvør fyri øðrum. Endamálið má vera eitt meira upplýst og eitt meira opið samfelag. DAGSINS MEINING Sosialurin Spennandi fjølmiðlastevna VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Abraham Mikladal - fyrispurningur til leiðsluna í Fólka- flokkinum Hví kravdi Óli Breckmann eina treytaleysa umbering frá Torbjørn Jacobsen á ólavsøku 2002? Hví sendi Óli Breckmann Tjóðveldisflokkinum bræv um bókina »Skjót jour- nalistin« í november 2003, áðrenn bókin kom út? Hví vildi Fólkaflokkurin ikki heita á Anfinn Kalls- berg um at leggja kortini á borðið og biða um um- bering fyri at hava sagt ósatt, so fullveldissam- gongan kundi halda fram? Hví valdi Fólkaflokkurin at leggja landið í stjórn- arloysi, áðrenn fíggjarlógin var samtykt, fyri síðani at offra Anfinn Kallsberg fyri ABC-samgonguni? Hví valdi Fólkaflokkurin at offra Anfinn Kallsberg í eini ABC-samgongu, men vildi ikki finna eina loysn saman við fullveldismeiri- lutanum á tingi. Hví vildi Fólkaflokkurin ikki hava løgmannin í eini fullveldissamgongu? Er tað rætt, at Bjarni Djurholm hevur sagt við tingmanningina, at hann meldaði seg út úr Fólka- flokkinum, um teir fóru í samgongu við Tjóðveldis- flokkin? Er tað rætt, at Óli Breck- mann hevur sagt eftir valið, at Fólkaflokkurin má skifta ímillum at fara fullveldis- vegin og sambandsvegin og nú er tíðin komin aftur til sambandsvegin. Hví skuldi Anfinn offrast fyri sambandi, men ikki fyri fulllveldi? VITJAN Tíðindaskriv Í hesum døgum hevur Mentamálaráðið vitjan úr Grønlandi. Talan er um sendinevnd, ið ætlar at kunna seg við ymisk ment- anarviðurskifti í Føroyum Eisini er endamálið við ferðini at menna samstarv- ið millum føroyskar ment- anarstovnar og mentanar- húsið Katuaq í Nuuk. Á odda fyri sendinevndini er Juaaka Lyberth, ið er stjóri fyri Katuaq. Grønlendska sendinevndin fer at hitta Jógvan á Lakjuni, lands- stýrismann, og onnur um- boð fyri Mentamálaráðið. Eisini fara grønlendsku gestirnir at vitja Norður- landahúsið, Listasavnið, MáF, Grímu, Musikkskúlan og Tórshavnar Býráð. Leygardagin verður vitjað í Mentanarhúsinum í Fugla- firði, og sunnudagin gong- ur leiðin aftur til Grøn- lands. Grønlendsku gestirnir komu hósdagin og fara avstaðaftur leygardagin. Mentamálaráðið vitjan úr Grønlandi Klæmint Olsen klamint@kallnet.fo 319199/519199 Hvat er ogn Føroya fólks? Hagarnir? Fiski- grunnarnir? Í øllum førum haldi eg, at stovnar og fyritøkur, ið hava havt einkarrætt at taka pening inn frá borgarunum, eru ogn Føroya fólks. Millum hesar er Tryggingar- felagið Føroyar. Eina og eina kvart milliard krónur - 1.250.000.000 - er tað blivið til í eginpeningi síðan 1940, nú tryggingin verður løgd um. Abbi og omma tín, pápi og mamma tín, og so tú og kona tín hava goldið. Øll hava vit verið við at uppbygt Trygg- ingarfelagið Føroyar. Virkisøkið hjá trygging- ini var áður avmarkað. Men nú er Tryggingarfelagið Føroyar umlagt, so tað ikki einans snýr seg um trygg- ing, men eisini onnur øki. Sum tryggingartakari – limur í Tryggingarfelag- num Føroyar – hevur tú eitt avgerandi orð. Tú velur umboðsráðslimirnar, og hesir umboðsráðslimir eru teir, sum velja nevndina, ið ger av, hvussu milliardin skal nýtast. Undirritaði er valevni til umboðsráðsvalið. Verði eg valdur, fari eg at leggja dent á m.a. hesi viðurskifti: • opinleika og gjøgnum- skygni • "profesionella" nevnd • tryggleika hjá starvsfólk- inum • umboðsráð við ávirkan. Tú kanst enn atkvøða til umboðsráðsvalið. Freistin at biðja um atkvøðuseðili er týsdagin í komandi viku (2. mars). Atkvøðuseðil fært tú við at upplýsa navn, bústað og føðingardag, og so: • ringja 345600, ella • senda teldubræv til mjo@trygging.fo Hevur tú spurningar í sambandi við valið, ert tú vælkomin at venda tær til undirritaða. Tryggingarfelagið Føroyar er ogn Føroya fólks Í hesum døgum er nógv umrøða av valdinum, og hvussu tað skal vera býtt. Tíverri eru føroyingar herviligir at leita sær eftir fyrmyndum, heldur enn at mynda skipanina sjálvir – og tað er býtt TINGHELLAN Kári á Rógvi Lat okkum tó fyrst leita aftur til eina av størstu før- oysku fyrimyndunum í nýggjari tíð – Montesquieu (úttalast okkurt sum Monteskjø). Monteskjø tykist sera væl egnaður sum fyrimynd hjá føroyingum. Fyri tað fyrsta hevði hann arvað støðu sína sum aðalsmaður, tingmaður og dómari, síð- ani var hann herviligur at skriva av – bøkurnar hjá honum vóru fyri mesta partin bygdar á onnur verk – og so legði hann dent á veðrið og andan í lógini, tvey fyribrygdi, ið standa føroyingum nær. Skilamaður var Monte- skjø burturav. Í stóra verk- inum hjá sær "Um Andan í Lógunum" skrivaði hann fleiri bøkur um tðdningin hjá veðurlagnum og um- støðum annars fyri lógir- nar, og hvussu hvørt land eigur at hava sína egnu stjórnarskipan. Hann vísti á, at tað finnast fleiri sløg av stjórnarskipanum, har ein, fleiri ella mong ráða, og hvør teirri kann vera bæði betur og verri skipað og eydnað. Millum mangt og hvat annað skrivar Monteskjø, at kvinnur sjálvsagt ikki kunnu vera politiskir leið- arar; og eisini, at indarar kunnu ikki vera líka skila- góðir sum tey í kaldari londum, tí blóðið hjá ind- arum fer út í húðina at køla av, og tessvegna fer minni upp í høvdið. Well, so vítt er hetta ein av mongum monnum úr eini farnari tíð, tó at henda tíðin júst í Føroyum ikki er so øgiliga farin akkurát. At býta valdið Men, ólukka í eygað, Monteskjø skrivaði eisini nakrar heilt fáar síður undir yvirskriftini "Um stjórnar- lagið í Einglandi," har hann nam við valdsbýti. Í tí før- inum skrivaði Monteskjø av frá eingilskmanninum John Locke, sum framm- anundan hevði gjørt vart við, at tað vóru (í øllum førum) fýra sløg av valdi til – at geva lóg, at døma um lóg, at útinna lóg og dóm, og at verja móti ágangi uttanífrá. Tann góði Monteskjø blandaði hesi fýra saman í ein ellibita (og gloyndi eitt vald) men hann skrivaði ein stuttan setning, sum gjørdi hann kendi fyri alla framtíð – hann nevndi av óvart trð sløg av valdi, lóggevandi, dømandi og útinnandi. Og so var slottið vunnið. Stýri og vald Í hesum døgum er vaktar- skifti í Tinganesi og tey býta valdið á skinninum. Onkur fær fiskivinnumál í sín part. Men hvat liggur í tí at fáa fiskivinnumál at um- sita? Jú, fiskimálaráðharrin stendur á odda fyri einum stýri, sum hevur lut í tí, sum Monteskjø hevði kallað dømandi vald, nevni- liga valdið at taka støðu eftir lóg. Fiskimálaráðið tekur støðu til, hvør skal fáa fiskiloyvi og annað eftir fiskivinnulógunum. Nú mótmælir onkur og sigur: ‘nei, nei, dømandi vald er hjá dómstólunum!’ Og jú, rímiligt dømir ein dómstólur, men í spurning- um um, hvussu lógin skal skiljast er tað í fyrstu atløgu fyrisitingin, sum tekur støðu. Í aðru atløgu eru so fleiri skipanir, sum kunnu royna (eftirmeta ella eftir- døma) avgerðir. Kæru- nevndir, aðalstýri, umboðs- maður og dómstólar – øll hesi døma um, men Monte- skjø gamli kendi lítið og onki til hetta. Fyri hann var at døma at seta fólk í geglið fyri lógbrot. Sama fiskimálaráð hevur eisini lut í valdinum at geva lógir. Eftir stýrisskipanar- lógini eru tað fyri tað fyrsta aðalráðini, sum sleppa at gera lógaruppskotini og tær viðmerkingar, sum ráða fyri tulkingini. Síðani eru tað eisini aðalráðini, sum gera tær kunngerðir, sum fyri borgaran virka sum lógir á júst sama hátt sum tinglógir. Eisini hevur fiskimála- ráðið rætt til at útinna, hondhevja, tær avgerðir, sum tey taka eftir sínum egnu lógum, eittnú skriva út skjøl, prógv, taka fiskifør á skeivari leið, og so fram- eftir. At enda plagdi fiskimála- ráðið at hava lut í uttan- landsvaldinum. Men nú hevur løgmansskrivstovan tó tikið sær hesar heimild- irnar, eins væl og mangar heimildir hjá øðrum ráðum og stovnum mótvegis út- landinum. Soleiðis um- skiftist so mangt. Samanumtikið er bóndin á Dunga nú ovastur í einum ráði, sum hevur part í lóg- gevandi, dømandi, og út- innandi valdi, og so enn ein minni lut í uttanlands- valdinum eisini, um vit nú skulu halda okkum til lýs- ingarnar hjá Locke og Monteskjø. Hvat er til ráða at taka? Góð ráð eru dýr. Á før- oyskum plagdu vit at kalla tað eitt ráð, har sum fleiri sótu, t.d. jarðarráðið ella umboðsráðið hjá SEV. Í dag merkir ‘ráð’ tó eisini ‘stýrið hjá einum landsstýris- manni,’ sum situr heilt einsamallur – í øllum før- um við ábyrgdini. Orsøkin er, at orðið ‘ráð’ verður hildið at merkja tað sama sum danska orðið ‘minist- erium.’ Omanfyri royndi eg at lýsa Monteskjø sum ser- frøðing, ið tók frá øðrum høvundum, og var fullur av góðari meining og teimum fordómum sum samtíð og mentan bóru. Brekini hjá Monteskjø, ikki minst at hann doyði væl áðrenn løg- tingið var endurreist, gera hann óbrúkiliga sum fyri- mynd fyri tí føroyska valdsbýtinum. Monteskjø hevði ikki stórvegis áhuga fyri samveldum og komm- unum, hann kendi ikki til nútímans fyrisiting, og helt tað vera sera umráðani at hava arviligar, mannligar valdsharrar. Men, hóast síni brek, skilti hann tó sjálvt poengið í valdsbýtinum betur enn mangir føroyingar. Hann segði millum annað: "hjá turkunum, har allir hesir tríggir myndugleikar liggja savnaðir hjá sultaninum, ræður eitt herviligt eina- veldi." Vandin hjá okkum er, at vit fáa smáar einaræðis- harrar á hvør sínum máls- øki. Fyrr havi eg víst á, hvussu sami serfrøðingur smíðaði og seinni umsat navnalógina, ikki bert fak- liga, men eisini ideologiskt eftir egna høvdi og tykki sínum. Sama ger seg gald- andi á øllum øðrum máls- økjum, um vit ikki tryggja demokratiið við manna- gondum, sum forða fyri slíkum serkønum einaræði. Postlistar og nevnd nøvn Í dag sita mangir gløggir knokkar og tosa um fjøl- miðlar og vald. Sjálvur haldi eg ikki, at pressan er tað fjórða stavsvaldið, tí tað er longu upptikið. Men, pressan hevur ómetaliga stóran týdning fyri landsins stýri; tí var ynskiligt, at landið játtaði veruligar pengar til kringvørpini, sum samanløgd kundu havt orku til nakrar dygdargóð- ar, upplýsandi og greinandi sendingar. Eg skal tó vísa á tvær týðandi broytingar, ið vit, sum onki kundu framt til tess at tryggja innlitið hjá pressu eins væl og almenn- ingi í ráð og stýri landsins. Fyri tað fyrsta eiga vit sum í grannalondum okkara, eitt nú Álandi, at hava al- mennar postlistar. Tað skal bera til hjá einum og hvørj- um at fara inn á ein al- mennan stovn og biða um yvirlit yvir, hvør postur er komin inn ella er farin út ein ávísan dag ella tíðar- skeið. Slíkir postlistar gera tað møguligt hjá miðlum og fólki annars at biða um innlit í tey mál, sum eru uppi í tíðini. Sjálvur var eg júst í Álandi, og segði ein fyri- sitari har nakað soleiðis bið meg: "tað er sera umráð- andi fyri demokratiið, at tað kemur í bløðini, eittnú at vit hava sent eitt lógar- uppskot til hoyringar ella tikið eina týðandi avgerð." Leggið til merkis, at hesin maðurin ikki var fjølmiðla- maður, men sat í eini lítlari fyrisiting, í einum lítlum landi, har øll kenna øll, og helt framvegis, at tað var sera umráðandi fyri demo- kratiið, at sum mest av inn- liti var. "Eisini," segði hann, "tá aðrir stovnar síggja brøvini frá mær í bløðunum, áðrenn tey vóru komin fram." Eitt annað eru søvn við avgerðum og dómum. Tá Jógvan Andreassen, um- boðsmaður, sat sum sorin- skrivari, savnaði hann ikki dómar sínar. Tað ber tí ikki til hjá pressuni at kanna eftir, hvussu Føroya Rættur plagdi at døma í málum av einhvørjum slagi. Nú Jógv- an er umboðsmaður, gevur hann út savn við tilmælum sínum. Trupulleikin er bara, at øll tey málini sigast vera um sama persón, nevndur A. Fyri føroyingar eins og onnur fólk, er tað ómøgu- ligt at minnast, kjakast um, skilja og brúka hundraðtals mál, sum øll handla um A. Tað eru sjálvsagt Dan- mark sum fakligur facit- listi, ið órógvar her. Eg mæli tó pressuni til áhald- andi at krevja somu sømdir sum í Álandi – víðopnar postlisar og atkomiligar dómar og avgerðir við full- um navni. Føroyskar fyrimyndir Vit mugu í Føroyum hava opinleika, bæði um lógar- smíð, fyrisiting og roynd. Vit mugu eisini granska og undirvísa í okkara egnu viðurskiftum, í føroyskari, søgu, lógum, búskapi og samfelagi. Síðani kunnu vit ein dag fáa eina stjórnarskipan, har vit siga: "landstýrismaðurin hevur mistikið seg, tí hann hevur ikki gjørt eftir góða førdøminum hjá øðrum landstðrismonnum og ráð- um frá okkara egnu frøð- ingum," heldur enn sum nú: "landstýrismaðurin hevur mistikið seg, tí hann hevur ikki gjørt, sum tey vistnokk gera í grannalondum okk- ara, eitt nú..." Tí tað segði Monteskjø rætt, hvørt land má hava egnan íblástan anda í lógum sínum. Býtt vald C M Y K 11 10