Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 41 - 28. februar 2004 Nr. 41 - 28. februar 2004 13 UTTAN ÚR HEIMI 28 ára gamla iranska kvinnan Masoumeh Bakhtiari kann vænta at verða revsað fyri at hava verið manninum ótrúgv, fer hon aftur til Iran. Enn er hon í Noregi, men myndug- leikarnir har ætla at senda hana heimaftur REVSING Árni Joensen fartekst@mail.dk – Eg biði ikki um pengar. Eg biði bara um eina fáa ein møguleika fyri meg og døtur mínar, sigur Masou- meh Bakhtiati við Bergens Tidende. Í 1999 tók hon døturnar við sær og flýddi frá mann- inum, sum var rúsevnismis- nýtari. Tey bæði vóru systk- inabørn, og familjan noyddi hana at gifta seg við honum. Sjálv var hon bara 15 ár tá. Hjúnarlagið gjørdist ein sonn marra og var merkt av harðskapi. Maðurin seldi rúsevni og var harafturat misnýtari sjálvur. Einaferð kom Masoumeh at kenna ein annan mann, sum henni dámdi væl, og maður henn- ara legði hana alt fyri eitt undir at hava verið sær ótrúgv. – Hann royndi fleiri ferð- ir at taka lívið av mær, sig- ur tann 28 ára gamla kvinn- an, sum enn tann dag í dag hevur arr eftir harðskapin. Hon gjørdi av at flýggja úr Iran og fór fyrst til Dan- markar. Hon søkti um uppi- haldsloyvi, men tá hon ikki hevði fingið svar trý ár seinni, fór hon til Noregs saman við døtrunum, sum eru tólv og níggju ára gaml- ar. Seinastu tíðina hevur nú búð saman við einum lands- manni, sum flýddi úr Iran longu sum 13 ára gamal, og sum í dag er danskur ríkis- borgari. Lýkur ikki treytirnar Norsku myndugleikarnir halda ikki, at Masoumeh Bakhtiari lýkur treytirnar fyri at fáa uppihaldsloyvi í Noregi. – Hon hevur ongantíð verið politiskt virkin. Trup- ulleikin er harðskapur og hóttanir hjá manninum, vandin fyri at missa døtur- nar, og at hon kann verða revsað fyri at hava tikið døturnar við sær úr Iran og fyri at hava verið manni sínum ótrúgv, skrivar norska útlendinganevndin. Niðurstøðan hjá nevndini er, at tann iranska kvinnan lýkur ikki treytirnar fyri at fáa uppihaldsloyvi. Masoumeh og maðurin, sum hon nú býr saman við, vilja sleppa at gifta seg, men so leingi hon ikki hev- ur uppihaldsloyvi í Noregi, kann hon ikki giftast. Tey kunnu giftast aðrastaðni, men tað er trupult. – Tey flestu londini hava somu reglur sum her í Noregi. Hevur tú ikki uppihaldsloyvi, sleppur tú ikki at gifta teg, arbeiðara- flokspolitikarin Tor Bremer við Bergens Tidende. Hann hevur verið virkin í málin- um hjá teirri iransku kvinn- uni og døtrum hennara. – Tað er neyðugt at gera vart við seg í einum so syrgiligum máli sum hes- um. Tað, sum er hent í hes- um málinum, er í mínum eygum so órættvíst, at tað kann ikki standa óátalað, sigur Tor Bremer. Hann vísir á, at Amnesty International hevur skjal- prógvað fleiri dømi um, at bæði menn og kvinnur eru vorðin steinað til deyða í Iran í seinastuni, tí tey hava verið hjúnarfelaganum ótrúgv. At teir konservativu vunnu tjóðartingsvalið, og at nýskipanarhugaðir polit- ikarar ikki sluppu at stilla upp heldur norski politik- arin vera tekin um, at tað er burturvið at senda fólk hag- ar, sum kunnu vænta sær deyðarevsing. Eingi rættindi Tá Masoumeh flýddi, fekk maður hennara hjúnarskiln- að játtaðan. Kortini hevur hann seinni hótt við at gera seg inn á hana. – Tað fyrsta, sum hendir, um eg fari aftur til Iran, er, at døturnar verða tiknar frá mær. Síðani fer fyrrverandi maður mín at melda meg til myndugleikarnar, og í Iran verða ótrúgvar kvinnur revsaðar við steining, sigur Masoumeh Bakhtiari. Í tí konservativa musl- imska landinum eru serligar reglur galdandi í sambandi við steining. Tá ein kvinna skal steinast til deyða, verð- ur hon grivin niður í jørðina, so bringan er omanfyri. Steinarnir, sum verða tveitt- ir eftir henni, skulu vera so mikið stórir, at teir kunnu drepa hana. – Kvinnur hava eingi rættindi. Menninir ráða øllum. Og tær moralsku lógirnar ru strangar. Tey siga, at eg kann fara heim- aftur, tí eg eri skild. Men tey mistaka seg. Tey, sum siga slíkt, kenna ikki Iran, sigur Masoumeh. Hon dylir ikki fyri, at hon er vónsvikin. – Allir okkara grannar trúgva okkum, men ikki teir norsku myndugleikarnir. Teir áttu í minsta lagi at hugsa um døtur mínar, sigur hon við Bergens Tidende. Hon kann verða steinað til deyða Neyðtøkur skaka amerikanska herin 112 kvinnur, sum gera tænastu í amer- ikanska herinum í Afghanistan og Irak, hava meldað her- menn fyri neyðtøku NEYÐTØKUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Neyðtøkur og kynsligur ágangur ímóti kvinnum í amerikonsku verjuni eru vorðin ein so stórur trupul- leiki, at í vikuni hevði Kon- gressin eina hoyring um evnið. Har fingu tríggir gener- alar og ein admiralur greitt at vita, at megna teir ikki at verja kvinnurnar, fara polit- ikararnir at leggja uppí. Republikanski senatorurin Susan Collins segði undir hoyringini, at eitt og hvørt kríggj hevur sínar avleið- ingar og sín prís, men hesi eiga at koma av stríði við fíggindan og ikki av harð- skapi frá sínum egnu. Seinastu átjan mánaðar- nar hava 86 kvinnur, sum starvast hjá amerikanska herinum í Afghanistan og Irak, meldað hermenn fyri neyðtøku. Tað sama hava 12 kvinnur í herflotanum, átta í flogvápninum og seks í herflotadeildunum gjørt. Tær neyðtiknu kvinnur- nar siga, at tær verða alt ov illa vardar ímóti ágangandi hermonnum, og harafturat vísir tað seg, at teir flestu neyðtøkumenninir sleppa undan rættarsókn, siga tær. Hetta stríðir greitt ímóti vanligari amerikanskari rættaruppfatan, har neyð- tøka verður mett sum eitt sera álvarssamt lógarbrot, skrivar AP. Tær neyðtiknu kvinnur- nar siga eisini, at ofta eru tað tær, sum verða revsað- ar, og at tær í flestu førum noyðast at halda fram at arbeiða saman við monn- unum, sum hava neyðtikið tær. Hans Blix varð eisini avlurtaður Tað var ikki bara tel- efonin hjá Kofi Ann- an, sum bleiv avlurt- að upp undir kríggið í Irak. Tað sama var við telefonini hjá vápna- eftirlitsmanninum Hans Blix AVLURTING Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyrrverandi bretski ráð- harrin Clare Short vil vera við, at bretar og amerik- anarar avlurtaðu telefonina hjá ST-aðalskrivaranum, Kofi Annan, upp undir kríggið í Irak. Tony Blair vil hvørki vátta ella av- sanna tíðindini. Nú vilja fleiri avstralskir fjølmiðlar vera við, at tele- fonin hjá Hans Blix varð eisini avlurtað. Tann 75 ára gamli sviin stóð á odda fyri vápnaserfrøðingunum, sum leitaðu eftir hópoyðingar- vápnum í Irak. Útvarpsstøðin ABC segði í gjár frá keldum í avstr- alsku fregnartænastuni, at tað var serliga fartelefonin hjá Hans Blix, sum hevði áhuga, og at áhugin fyri henni var serliga stórur, hvørja ferð Hans Blix kom til Irak. Upplýsingarnar vórðu sendar USA, Bret- landi, Avstralia, Ný Sæ- landi og Kanada, siga keldurnar sambært ABC. Masoumeh Bakhtiari og tær báðar døturnar, átta ára gamla Nazarim og tólv ára gamla Negar Hans Blix. Eisini hansara fartelefon bleiv avlurtað undan krígnum í Irak Noomi Solmunde 80 ár 29. februar 2004 Allarbesta omma! Á henda hátt vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum, sum verður í morgin. Tað at verða føddur 29. februar er nakað heilt serligt, tí hesin dagurin er jú bert fjórða hvørt ár. Men at tað er tú góða omma, sum bleiv fødd 29. februar 1924, tað passar so væl til dagin, tí tú ert nakað heilt serligt. Ikki finst ein betur og fittari omma í allari verðini, tað er heilt sikkurt. Um øll høvdu eina so góða og fitta ommu, sum vit eiga, so hevði alt verið nógv betri. Tað er altíð so gott at koma inn á gólvið hjá tær og abba, altíð so blíð og altíð klár við einum góðum drekkamunni. Man følir seg so vælkomnan og elskaðan. Tað hevur nógv at siga fyri okkum øll, at tú ert so góð við okkum, og tú ert so áhuga í hvat vit gera, hvussu vit hava tað o.s.v. Omma, tú hevur so nógvar góðar eginleikar, ið vit fáa so stóra gleði av, men eg dugi illa at seta orð á. Men tað besta, sum er, tað er at vita at tú eigur Jesus í tínum hjarta og at tú og abbi hvønn tann einasta dag biðja fyri okkum øllum og leggja okkum øll í Hans- ara hendur. Tað er so gott at vita, og tað merkist eisini. Tá onkur av okkum er sjúkur ella skal upp til próv- tøku ella okkurt annað, so ringja vit altíð til ommu og biðja hana biðja fyri okkum, tí tá vita vit, at tað verð- ur gjørt og ikki gloymt. Og sanniliga hava vit eisini merkt at tað hjálpir. Eg vil siga tær takk omma, fyri at tú og abbi vóru einslags "mamma og pápi" fyri meg og míni, tá mamma og babba búðu í Danmark. Tá eg saknaði mammu og babba, so var eg skjót bara at koma út til tykkum, og tað hjálpti. 1000 takk skal tú hava fyri tað, tað hevði nógv at siga fyri meg. At enda omma vil eg ynskja tær (og abba) alt tað besta í framtíðini og Jesuspápi er hjá tær og tykkum ALTÍÐ… Eg elski teg. Bestu heilsanir frá elstu ommudóttrini NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hans Eli Dahl 60 ár Í dag, 28. februar, fyllir Hans Eli Dahl í Havn, 60 ár. Hans Eli er havnarmaður, sonur Edith, f. Jacobsen, úr Vestmanna, og Paula Dahl úr Havn. Hann er giftur við Birnu, f. Jensen, úr Froðba. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1967 og var lærari í Sørvági frá 1967-71, og í Tórshavnar Kommunuskúla skúlaárið 1971-72. Umframt sína læraraút- búgving hevur hann út- búgving sum tali- og hoyri- lærari. Í 1984 varð hann settur sum lesiráðgevi á Lands- skúlafyrisitingini, og eftir at ráðgevingin í 1991 flutti á Skúlan á Trøðni, varð starvið umskipað til peda- gogiskan ráðgeva. Frá 1. februar 2001 var hann fyri- bilsstjóri á Sernámsdeplin- um til hann 1. august 2003 bleiv settur sum stjóri á Sernámsdeplinum. Lisbeth L. Petersen 65 ár Í dag, leygardagin 28. februar, fyllir Lisbeth L. Petersen í Havn 65 ár. Lisbeth er fødd og upp- vaksin í Havn. Foreldrini vóru Rachel, f. Fonsdal, ættað úr Vestmanna, og Georg Lindenskov Sam- uelsen, ættaður úr Fugla- firði. Hon tók realprógv í 1955 og studentsprógv á Bag- sværd Kostskole og Gym- nasium í 1958. Hon hevur arbeitt sum projektskrivari á Føroya Fornminnissavni. Hon hevur sitið á Løg- tingi síðan 1990 og var for- maður í tingbólki Sam- bandsfloksins frá 2001- 2004. Eftir valið 20. januar 2004 bleiv hon limur í fíggjarnevndini og trivn- aðarnevndini. Lisbeth var starvsstjórn- arlimur í Sambandsflokk- inum frá 1980-90 og floks- skrivari frá 1982-87, nevndarlimur í "Føroya Væl" - valfelag Sambands- floksins – frá 1989-2000, og sum formaður frá 1997- 99. Hon var varalimur á Fólkatingi frá á heysti 1988, til hon bleiv vald í Fólkatingi í 2001. Hon bleiv kosin Riddari av Dannebrog í 1995. Hon sat í Tórshavnar Býráð frá 1984- 2000 og sum býráðsformaður frá 1992-96. Eisini var hon næstfor- maður í Kvinnufelagssam- skipan Føroya frá 1982-86. Lisbeth var gift við Jákup Petersen, maskinmeistara, sum andaðist í 2001, 74 ára gamal. Jákup var sonur Elsu og Jóannes Petersen av Signabø. Børnini hjá teimum eru: Elsa, f. 1961, og Georg, f. 1967, ommubørnini hjá Lisbeth eru fimm í tali. Herfyri hevði Hans Joensen í Havn arbeitt 25 ár á sama arbeiðsplássi – Bacalao og Føroya Fiskavirking. Hans er skopuningur, sonur Gullborg, f. Olsen og Kristian Joensen, bæði úr Skopun. Tá Hans var 13 ára gam- al, flutti familjan til Havnar at búgva. Hann róði út í Grønlandi frá 1967-69 og sigldi við "Baki" hjá Skipafelagnum Føroyar frá 1970-75. Eftir tað var hann út- róðrarmaður í eini trý ár, til hann fekk fast starv á Baca- lao í 1978. Hansara uppgáva er at frysta slógv, sum verður út- flutt sum minkafóður. Hans hevur trivist væl á arbeiðsplássinium - bæði hjá Bacalao og hjá Føroya Fiskavirking. Hann ar- beiddi eisini nógv á Baca- lao sum ungur, hann var bert 14 ára gamal, tá hann fyrstu ferð arbeiddi har. Seinasta árið er Hans best kendur sum formaður í Havnar Arbeiðsmannafe- lag. Hann hevur verið nevndalimur í felagnum í eini seks ár, og 1. februar 2003 bleiv hann valdur til formann. Í fríløtunum um summ- arið dámar honum best at fiska laks á Leynavatni. Uttanfyri laksasesongina møtast nakrir av teimum sum fiska laks, einaferð um vikuna, í húsunum hjá Føroya Sílaveiðufelag í Havnardali, har teir spæla kort. Hans er giftur við Kirstin, f. Eysturtún, úr Havn, tey eiga tríggjar døtur: Joan og Judith, sum búgva í Havn, og Harriet sum býr í Vestmanna. Føroya Fiskavirking: Hans Joensen 25 ár í sama starvi C M Y K 13 12