leygardagur 28. februar 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 28. februar 2004
15
Listaframsýning hjá
havnarkvinnuni
Onnu Byrgadóttir í
Smiðjuni Lítluvík frá
27. februar til 3. mars
Framsýningin inniheldur
náttúralistiskar
og
abstraktar oljumálningar ið
avmynda eina listarliga
ferð, sum Anna Byrgadóttir
byrjar í Kina í 2002 og
endar í USA í 2003. Før-
oyski parturin av framsýn-
ingini er málaður millum
ferðirnar.
Kina sæst serliga aftur í
sniðum og dekorativum
teknum. Og í USA var bý-
urin Boston avmyndaður.
Størsti parturin av fram-
sýningini er tó higani úr
Føroyum, har hav, landslag
og kenslur fylla mest.
Anna Byrgadóttir er 34
ára gomul. Hon hevur nom-
ið sær kunnleika á Lista-
háskúla á Langeland og í
Holbæk. Harumframt hev-
ur hon tikið skeið í modell-
tekning, foto og grafikki.
Hon hevur fyrr sýnt verk
fram í Smiðjuni í Lítluvík
og á ólavssøkuframsýning.
Framsýningin "Úr Bejing
til Boston" kann síggjast
hesar tíðir í Smiðjuni í
Lítluvík í Havn.
Opið verður soleiðis:
Fríggjadagin 27. februar.
16.00 – 18.00, leygardagin
28. februar. 13.00 – 18.00,
og frá sunnudegnum 29.
februar til 3. mars verður
opið frá 14.00 til 18.00.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Anna Byrgadóttir:
Úr Bejing til Boston í Smiðjuni
Í kvøld, leygarkvøld-
ið, verður aftur skip-
að fyri konsert um-
borð á sluppini
Høganesi í Runavík.
Konsertin verður við
ethno-jazzbólkinum
Yggdrasil og song-
kvinnuni Onnu
Mariu Olsen.
KONSERT
Tíðindaskriv
Tað er nú nakað síðani tón-
leikatiltøk vóru umborð á
sluppini, og konsertin leyg-
arkvøldið er ætlandi byrj-
anin á eini longri røð av
regluligum tiltøkum; longu
í mars eru tvær konsertir á
tapetinum, nýggj ljóðút-
gerð er keypt til tiltøkini og
nýtt fólk er eisini komið
upp í at skipa fyri.
Bólkurin Yggdrasil við
Kristiani Blak sum høv-
uðskomponisti og fyri-
skipara byrjaði í 1980 sum
norðurlendskur bólkur ella
"projekt-manning". Tón-
leikarar í bólkinum hava
verið gitnir norðurlendskir
tónleikarar sum Anders
Hagberg, Anders Jormin,
Tore Brunborg, John Tchi-
cai og aðrir. Fyrsta kom-
positiónin var til yrkingar
eftir William Heinesen í
1981. Verkið kom út á lp-
plátu og bar heitið "Den
Yderste Ø". Síðani tá hevur
Kristian skrivað eini 10
long verk til Yggdrasil.
Flestu teirra eru komin út á
fløgu.
Sangarar í bólkinum hava
eitt nú verið sámisku sang-
ararnir Lennart Kullgren og
Ingá Juuso, og Anda Kuitse
úr Kulusuk í Eysturgrøn-
landi, ið øll hava verið týð-
andi partur av Yggdrasil
gjøgnum árini.
Seinastu 3-4 árini hava
føroyskir tónleikarar luttik-
ið sum størsti partur av
manningini. Í 2001 skrivaði
Kristian tilrættisleggingar
og upprunalig verk, har
føroyskur sangur er ein
týðandi partur av tónleik-
inum. Hesin tónleikur kom
út á eini væl móttiknari
fløgu í 2002 og sangari var
Eivør Pálsdóttir. Sangarar á
konsertunum við hesum
tónleiki hava verið Eivør
Pálsdóttir og Kári Sverris-
son. Tónleikurin hevur vakt
áhuga kring Norðurlond,
longur suðuri í Europu og í
USA, har bólkurin hevur
verið á konsertferðum. Nú í
januar-februar var Yggdra-
sil á konsertferð á Hawaii.
Bólkurin
hevur
fingið
innbjóðingar at spæla í sjey
londum í 2004.
Á konsertini umborð á
Høganesi
leygarkvøldið
hevur Yggdrasil
boðið
Onnu Mariu Olsen at
luttaka sum sangari. Anna
Maria syngur í kórinum
Mpiri og er annars at hoyra
á fløguni "Veðrið eigur
orð" við bólkinum LOT, ið
kom út fyri jól.
Hinir, ið luttaka á kon-
sertini umborð Høganesi,
eru: Ólavur Olsen, trompet
- Heðin Ziska Davidsen,
gittar - Mikael Blak, bass -
Brandur Jacobsen, trumm-
ur og Kristian Blak, klaver.
Konsertin leygarkvøldið
byrjar klokkan 21.00.
Yggdrasil umborð á Høganesi
Mynd: Álvur Haraldsen
Takk til Føroya fólk
Takk fyri allan stuðul og hjálp,
tá elskaði maður, pápi, abbi og langabbi okkara
Gudmundur Gudmundson Isfeldt
tann 7. januar 2004 fórst í Nólsoyarfirði
og 16. januar afturfunnin í Sumba.
Við hesum takkarskrivi vilja vit vísa øllum takksemi,
sum tóku lut í stóru og umfatandi leitingini, ið var sett
í verk á sjógvi,landi og í luftini,í samband við lagnudag
okkara 7. januar.
Fyri at vísa á, hvussu umfatandi leitingararbeiði
og stuðulin var, vilja vit takka:
Fyriskiparum og starvsfólkið á MRCC støðini og
Færøernes kommando.
Atlantic Airways, Vaktar- og Bjargingartænastuna,
Løgregluni,Bjargingarfeløgunum,froskmonnum,ið vit
ikki vita nøvnini á, og hjálparfólk tykkara.
Eisini vilja vit takka manningini og hjálparfólki á
Golfstream flogfarinum hjá donsku loftverjuni.
Tyrlumanning og hjálparfólki á donsku Lynx tyrluni
og bjargingar tyrlunum hjá Atlantic Airways.
Skipara og manningin á Brimli, Spógvanum, danska
sjóverjuskipinum Triton og øðrum skipum.
Løgregluni og støðleiðaranum, Jón Klein Olsen fyri
menniskjansligan stuðul, tá harðast leikaði á.
Bjargingarfeløgini kring landið, ið skipaðu fyri sera
umfatandi leiting fram við sjóvarmálanum.
Tykkum, bátaeigarar ið sjálvbodnir, saman við
øðrum, fóru at leita.
Eisini tykkum: vaksin, ung, skúlaflokkar og einstakl-
ingar, ið av sínum eintingum luttóku í leitingini.
Øllum tykkum ónevndu,ið luttóku í sorgleiki okkara,
takka vit hjartaliga.
Fjølmiðlarnar, herímillum Útvarpi Føroya, sum í
tíðindasendingum fleiri ferðir um dagin søgdu frá
støðuni og eggjaðu,eisini eftir okkara áheitan,at halda
fram at leita.
Tykkum, sum funnu lutir av Hellu og í skundi boð-
aðu frá hesum.
Froskmenn, ið brúktu tímar at greiða okkum frá,
hvussu, hvar og hvat, tit fóru at leggja dentin á, tá ið tit
fóru at kava.
Nótavirkið Vón fyri stuðul og hjálpsemi, tá frosk-
menn skuldu brúka serstøk amboð og togendar.
Tykkum, ið vóru so beinasom at læna okkum bátar
og ymiska útgerð í arbeiðinum at leita.
Skipaeftirlitinum, Færøernes kommando og
Mrcc støðini fyri granskingararbeiði og persónligar
frágreiðingar.
Fiskirannsóknarstovan fyri sjókagan, ið brúktur
varð at finna Hellu.
Sløkkiliðið, ið fekk Hellu niðan á brandstøðina og
hevði bátin standandi har meðan granskingararbeiði
fór fram.
Serstøk tøkk til sumbingar, ið settu lívið í váða fyri
at bjarga gummibátinum og tí eisini Gudmund og
harvið endaðu leitingina. Takk fyri tykkara dirvi og
megi, ið hevur bjargað okkum frá einari ólíðiligari
óvissu. Við hesum bragdið, góvu tit okkum, hóast alt,
næstbesta úrslitið.
Tó at hendingin er óskiljandi, so vita vit í dag, hvar
Gudmundur er og óvissan er burtur.Hjartaliga takk fyri
tað.
Eisini tit mongu, ið ringdu, komu inn á gólvið í
heiminum og á annan hátt vístu samkenslu í vónloysi,
kreppu og sorg okkara, takka vit hjartaliga.
Tøkk fái: Herman Eysturoy, Jóan av Reyni, Petur
Martin Rasmussen, prestur, Knút Olsen, organistur,
sangarar og Paula Hansen, ið hjálpti abbabørnunum
við sanginum, sum tey so vakurt sungu til jarðar-
ferðina.Takk til tykkum, ið komu við køkum og tøkk til
Erlu við hjálparfólk, ið skipaði so væl fyri ervinum.
Hjartaliga takka vit øllum, ið so vakurt søgdu Gudm-
undi farvæl, við blómum, kransum og gávum til
bjargingarfelagið og tykkum, ið fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Vónandi hava vit ikki gloymt nakran, tí vilja vit
endurtaka takkarljóðið
Takk øll somul, takk fyri allan stuðul
og samkenslu.
Solveig
15
14
Nr. 41 - 28. februar 2004
Føðingar
13. februar fingu Hanna og Thomas Terndrup, Århus,
eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3420 gr.
Hon eitur Emma.
15. februar fingu Maria á Lakjuni Simonsen og Bjørn
Simonsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long
og vigaði 4010 gr.
16. februar fingu Anja Hansen, Kollafirði, og
Frederik Kyllesbeck, Keypmannahavn, eina dóttur.
Hon var 53 cm long og vigaði 3380 gr.
19. februar fingu Signhild og Tórbjørn Egholm,
Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
3910 gr.
19. februar fingu Beinta Skaalum og Leif Lamhauge,
Argjum, eina dóttur. Hon var 58 cm long og vigaði
3300 gr.
20. februar fingu Heiðvík og Ólavur Reinert,
Norðradali, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
3650 gr.
23. februar fingu Jaret S. Jacobsen og Eivin
Gleðisheygg, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm
long og vigaði 4200 gr.
23. februar fingu Judith Falkvard, Sørvági, og Høgni
Joensen, Miðvági, eina dóttur. Hon var 56 cm long og
vigaði 4300 gr.
25. februar fingu Maiken á Mýrini og Hans Pauli
Petersen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og
vigaði 3500 gr.
25. februar fingu Súsanna og Niels Martin Olsen,
Strendur, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði
3850 gr.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Sum ein sólarglæma tú kom inn í
okkara tilveru. Tú lýsti upp í okk-
ara hjørtum fyri síðani at slókna alt
alt ov tíðliga, góða Elsi. Orð eru so
fátøk, men kenslurnar so sterkar.
Tú vart tann av okkum trimum,
ið altíð visti hvussu og hvat vit
skuldu gera og nú í øllum hesum
vónloysi vilja vit so gjarna spyrja
teg, hvussu gera vit nú?, men góða
Elsi vit fáa ongantíð svar, tí hetta er
ikki til at skilja.
Tú livdi lívið so fult út, so full av
»energi«, spilti ikki eitt sekund, sat
ikki og hugsaði um bagatellir, sum
vit so ofta gera, tað var lívið for
dýrabart til. Men góða Elsi tað
síggja vit nú, tær blivu bert unt 26
ár her á fold, tú hevði veruliga onga
tíð at spilla. Eitt er sikkurt og vist,
at í tínum stutta lívsskeiði spreiddi
tú meira gleði og kærleika um teg,
enn tey flestu klára upp á eitt langt
lív. Tað er ikki torført at finna orð,
ið kunnu lýsa teg sum persón góða
Elsi. Kærleiki, opinleiki og erlig-
heit eru bert nøkur, sum ímyndaðu
teg.
Tað er ikki eitt hálvt ár síðani, at
vit stóðu so stoltar og tóku ímóti
okkara prógvum, vit høvdu so
nógvar planir, tí lívið hevði so nógv
at bjóða. Hetta var bara eitt stig á
leiðini fyri teg. Tú hugsaði nógv
um at fara at arbeiða við børnum,
og møguliga nema tær útbúgving
sum pedagog, og eisini høvdu vit
ein felags dreym um einaferð at
arbeiða á somu deild, men so
plagdu vit at flenna at, at so bleiv
ivaleyst meiri tosað enn arbeitt. Tí
eitt er sikkurt, var man saman við
tær, ja so fekk man nógvar góðar og
stuttligar »diskutiónir«.
Góða Elsi tað er ikki neyðugt her
at skriva, hvussu nógv tú hevði at
týða fyri okkum, tí tað visti tú væl,
tú segði mangan, at tann tíðin, vit
høvdu saman bæði her heima og
niðri í Odder hevði verið ring at
fullføra, um vit ikki høvdu havt
hvørja aðra. Og vit minnast eisini
væl, hvussu fegin tú var fyri tann
stuðul, tú fekk frá tíni familju. Vit
fingu jú ofta spurningin, hvussu
kunnu tit vera burtur frá barni/
børnum so leingi? Og svarið tú
altíð gav var, at børnini vóru heima
í tryggum hondum hjá familjuni.
Og tað hevði helst verið sama svar,
tú vildi givið okkum nú.
Áh hvat høvdu vit ikki givið,
góða Elsi fyri bert at lánt teg eina
løtu afturat, tað er so nógv vit vildu
sagt og eisini bara at sæð títt fitta
smíl, sum altíð fløvaði okkara
hjørtu.
Vit kunnu bara takka fyri ta
tíðina, vit høvdu saman við tær. Vit
møttust fyri fyrstu ferð fyri 2 1/2
ári síðani, men aftan á stutta tíð
føldu vit allar, at vit høvdu kenst
altíð. Vit báðar fara ongantíð at
gloyma teg, vit tosa um teg alla
tíðina, og vit gráta, tá vit tosa um,
hvussu nógv vit sakna teg, og vit
flenna, tá vit tosa um øll tey góðu
minnini, vit hava saman.
Góða elskaða Elsi, tá vit ikki
kunnu hava teg ímillum okkum
longur, mugu vit royna at læra av
tær og liva lívið fult út og vera góð
við hvønn annan. Tú fer altíð at
standa sum ein varði í okkara
hjørtum.
Hvad er livet?
Et pust i sivet
Et spild af kræfter
der higer efter en evighed
Góðu tit øll, sum áttu Elsi, má tann
lívsglæma, ið lýsti í Elsi koma aftur
til tykkara og styrkja tykkum í hesi
stóru sorg. Tit hava mist tað dýra-
barasta tit áttu, men minnini fara tit
ongantíð at missa. Jesuspápi verið
hjá tykkum øllum.
Við hesum fáu orðum vilja takka
tær, góða Elsi fyri, at vit lærdu teg
og tíni at kenna.
Vivian & Eyð
Minningarorð um
Elsi Petersen
Dagurin
28. februar. Hildigerð. Høgt mett týsk abbadissa, sum
doyði í 1179. Upprunaliga germanskt navn, samansett
av orðum, ið merkja stríð og vernd.
29. februar. Kemur fyri tá ið leypár er.
1. mars. Albinus, deyður í 550. Abbati og biskupur í
Angers í Fraklandi. Varð stutt eftir deyða sín skírdur
halgimenni. Navnið merkir hvítur.
Andlát
18. februar
Turid Isholm Andresen, Tórshavn, 70 ár.
19. februar
Evert Petersen í Vági, 79 ár.
20. februar
Svend Hansen, Norðdepil, 78 ár.
21. februar
Mona Joensen, Klaksvík, ættað úr Leirvík, 91 ár.
22. februar
Holgar Poulsen, Klaksvík, 70 ár.
Marjun Tórhalla Reme, Hvidovre, fødd Weihe ættað úr
Tórshavn, 61 ár.
23. februar
Daniel Johannes Bulstad, Sandvík, vanliga nevndur
Johannus, 76 ár.
24. februar
Kjartan Nielsen, Vestmanna, 80 ár.
80 ár
29. februar verður Noomi Solmunde, Søldarfjørður,
80 ár.
Dagurin verður hildin í Elim í Søldarfirði frá kl. 17.
Prógv
Jonna Marion (Joy) Eystberg Johannesen, Skopun
hevur 26 feb.04 lokið prógv sum heilsurøktari á
Social- og Sundhedsskolen i Thisted.
Helen Hansen
vanliga nevnd Hella
ættað úr Vági, búsitandi í Værløse
andaðist á Gentofte Sjúkrahúsi
hósdagin 26. februar, 71 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Værløse kirkju
fríggjadagin 5. mars kl. 12.00.
Fyri tey avvarðandi
Hilmer og børnini við familju
C
M
Y
K
14