leygardagur 28. februar 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 28. februar 2004
17
Avbjóðarin hjá Kyndli skal finnast
Kyndil heldur heilt
víst fast um oddasess-
in, men á Skála skulu
StÍF og Neistin gera
av, hvør teirra skal
vera liðið, sum leggur
seg í bakhjólið undan
endaspurtinum
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Soleiðis sum úrslitini lag-
aðu seg seinasta vikuskifti,
so styrkti Kyndil um sína
oddastøðu í bestu mans-
deildini.
Hetta hava teir sjálvandi
eisini møguleika til um
vikuskiftið, og fyrsta treyt-
in fyri hesum er sjálvandi,
at teir grønu vinna heima-
dystin móti H71. Á pappír-
inum ein yvirkomulig upp-
gáva, tá H71 er niðasta lið-
ið í deildini, men hinvegin
eru júst hoyvíkingar teir,
sum hava givið Kyndli
størstu trupulleikarnar í ár,
og bæði í grundspælinum
og
í
steypakappingini
megnaði H71 at koppa
oddaliðnum.
Tí er einki at ivast í, at
áskoðararnir kunnu rokna
við einum lívligum dysti.
Einum dysti, har leikararnir
í øllum førum fara at offra
seg fult og heilt fyri sakini,
og so er spurningurin helst
bara, hvør parturin megnar
at halda høvdinum nóg
køldum í avgerandi løtun-
um.
Avbjóðarin skal
finnast
Og hjá Kyndils-áskoðarun-
um verður spenningurin
helst tvífaldur sunnudagin.
Eitt er, hvussu tað gongst
uppi á Hálsi, men spenn-
ingurin er helst líka stórur
um útfallið inni á Skála, har
StÍF skal taka ímóti Neist-
anum.
Her er Neistin undan
dystinum nummar tvey við
12 stigum mótvegis teim-
um 11 hjá StÍF á triðja
plássi, men alt annað enn
ein Neista-sigur vil hava
við sær, at munurin hjá
Kyndli niðureftir kann økj-
ast við einum sigri, og
hendir tað, so fer av álvara
at síggja ljóst út hjá Kyndli.
Hjá Neistanum var stórur
saknur í stórskjúttunum
báðum seinasta vikuskifti,
og sum støðan var hós-
kvøldið, so skulu tey í
Neistanum ikki gera sær
tær heilt stóru vónirnar um
nógv mál frá ávíkavist
Heina
Hanusarson
og
Dragisa Stojovic. Dragisa
er tó so spakuliga farin
undir venjingarnar aftur, og
hann verður helst í hópin-
um sunnudagin, men tað
tykist tí í skrivandi løtu
ógvuliga ivasamt, hvussu
týðandi leiklut hann kann
átaka sær sunnudagin.
Hjá StÍF hava skaðar
eisini gjørt sítt til at órógva
kappingarárið.
Serliga
hevur saknurin verið stórur
í Sveini Justinussen og
Marian Cirloganescu, men
nú eru teir báðir so smátt
við at koma fyri seg. Svein-
ur hevur vant við alla hesa
vikuna, og á Skála verður
roknað við, at hann verður
við í hópinum sunnudagin.
So er spurningurin, hvussu
strandingar gera rúm fyri
honum, nú stóri-beiggin,
Leivur, hevði eitt so gott
hál seinast, men onkurs-
vegna man tó fara at bera til
at troka Svein inn í hópin.
Hjá Marian stendur ikki
heilt so væl til. Eisini hann
er so smátt farin undir aftur
venjingarnar, men enn tyk-
ist tað vera soleiðis, at veg-
leiðandi rópini frá honum
skulu koma av beinkinum
og ikki inni úr málteig-
inum.
Og tað kundi væl hent
seg, at rópini gerast nógv
sunnudagin. Eitt er so víst.
Hvørki StÍF ella Neistin
hava ráð til at missa nakað
sum helst nú. Tey kunnu
ikki dúva uppá, at Kyndil
áhaldandi skal mistaka seg
móti Hoyvíkingunum, og
sum er munnu bæði tvey
helst halda, at ávíkavist trý
og fýra stig upp til odda-
sessin er ríkiliga stórur
munur at skula vinna aftur.
Hvar er VÍF?
Seinasti dysturin um viku-
skiftið verður í Vestmanna,
har KÍF vitjar á gamla
heimavøllinum.
Her er einki at ivast í, at
VÍF eftir sigurin á Neistan-
um fer eftir enn einum
sigri, soleiðis at teir hava
møguleika at gera seg gald-
andi á heiðursmerkjapláss-
unum. Spurningurin er so,
hvørt teir við sigrinum á
Neistanum hava fingið vent
tungu gongdini, ella um
hetta bara var eitt úrslit av
teimum skerjingum, sum
Neistaliðnum nú er fyri. Frá
kollfirðingum
fáa
teir
vanliga ikki nakað sum
helst forerandi, og KÍF hev-
ur ivaleyst eisini sínar ætl-
anir um at klintra eitt sindur
upp eftir stigatalvuni.
Eftir skaðasteðg síðani
landsdystirnar fyrst í januar
mánaði, tykist Sveinur
Justinussen nú vera komin
somikið fyri seg, at hann
aftur fer at tørna út fyri StÍF
Seinastu tvey umfør-
ini í donsku 1. deild
verða leikt um viku-
skiftið. Føroyingar -
sum í løtuni eru á 6.
plássi - ætla sær eftir
3. plássinum.
UPPTAKT
Talvfelagið Føroyar
Málið er rokkið; Føroyska
talvfelagið flytur ikki niður.
Heili sjey stig eru niður til
niðurflytingina, men hin-
vegin eru einans hálvttriðja
stig upp til 3. pláss.
Støðan undan sein-
astu tvey umførini:
Helsinge
30,0
Skolerne
26,0
SK 1968
21,5
K41
21,5
Brønshøj
19,5
TF Føroyar
19,0
Nørresundby
12,0
Århus
10,5
Føroyingar hitta toppliðið
Skolerne í sætta umfari
leygardagin og botnliðið
Århus sunnudagin. Allir
dystirnir í finaluumfør-
unum í 1. deild verða leiktir
undir sama taki í Árhus.
Fyrri dysturin verður
móti einasta kappingar-
neytunum hjá Helsinge,
Skolerne. Teir hava sjey
altjóða meistarar (IM) á
liðnum, og á flestu borðun-
um eru allir javnt sterkir.
Stjørnan á liðnum er 18 ára
gamli Davor Palo, sum
verður mettur at vera
størsta talent í Danmark í
longri tíð. Væntandi megn-
ar norski stórmeistarin á
føroyska liðnum við hvíta
fólkinum at steðga ungling-
inum.
Samanumtikið
kann
nevnast at vit eru mettur at
fáa eitt petti omanfyri 3 stig
á teimum átta borðunum.
Málið er at fáa ein 4-4 javn-
leik. Tað er ikki órealistiskt,
og samstundins er tað eitt
slag av einum kravi, um før-
oyingarnir vilja røkka ein-
um møguligum 3. plássi.
Stórsigur á botnliði
Fær liðið eitt gott úrslit
móti Skolerne leygardagin,
verður lagt harðliga til
brots
móti
botnliðnum
Århus sunnudagin. Málið
er ein stórsigur áljóðandi
umleið 6-2.
Hetta ljóðar helst sum
um føroyingarnir undir-
meta liðið úr Århus. Árhus-
liðið, sum hevur mist nógv-
ir góðir telvarar til onnur
lið, hevur sum heild telvað
á einum sera lágum støði í
ár. Eisini eru teir helst viss-
aðir at flyta niður, tá teir
hitta
føroyska
felagið
sunnudagin, og hava tí ikki
neyðuga sjálvsálitið undan
dystinum sunnudagin. Um
allir á føroyska liðnum
megna at halda nervarnar í
ró og konsentratiónina í
hásæti, átti tað verið ein
møguleiki fyri stórsigri.
Styrkur úr Føroyum
John Rødgaard verður við
føroyska
liðnum
báðir
dystirnar. Við sínum roynd-
um verður hann liðnum ein
kærkomin hjálp í vónini um
at røkka einum sensation-
ellum triðja plássi í fremstu
donsku
deildini.
Hóast
triðja plássið ikki er veru-
leikafjart, er eitt 4-6. pláss
ivaleyst nøktandi.
Vert at leggja til merkis
er, at føroyingar bert hava
tapt ein dyst higartil í
donsku elitudeildini, nevn-
liga lemjandi 1-7 ósigurin
móti toppliðnum Helsinge.
Annars hevur felagið vunn-
ið tveir dystir og leikt tveir
javnir.
Finaluumførini
Føro0yska liðið hevur styrkt um borðini, nú John Rødgaard er
fingin niður í royndunum at vinna seg fram á
heiðursmerkjapláss
Væntaðu liðuppstillingarnar í 6-7. umfari:
6. umfar
Føroyar
Skolerne
Væntað skora
1 GM Einar Gausel
2525
IM Davor Palo
2510
0,52
2 IM Nikolaj Borge
2408
IM Karsten Rasmussen
2454
0,44
3 John Arni Nilssen
2426
IM Henrik El-Kher
2404
0,53
4 Flóvin Tór Næs
2337
IM Jan Sørensen
2402
0,41
5 IM John Rødgaard
2306
IM Mads Boe
2366
0,42
6 Heini Olsen
2264
IM Uffe Vinther-Schou
2397
0,32
7 Carl Eli N. Samuelsen
2194
IM Tobias B. Christensen
2381
0,26
8 Heini Danielsen
2165
Thomas Ochsner
2352
0,26
3,16
7. umfar
Føroyar
Århus
Væntað skora
1 Einar Gausel
2525
Rasmus Skytte
2403
0,67
2 Nikolaj Borge
2408
Daniel Vesterbæk Pedersen 2366
0,56
3 John Arni Nilssen
2426
John Rendboe
2210
0,78
4 Flóvin Tór Næs
2337
Jakob Bjerre Jensen
2205
0,68
5 John Rødgaard
2306
Jan Rode Pedersen
2189
0,66
6 Heini Olsen
2264
Peter Husted
2179
0,62
7 Eyðun Nolsøe
2227
Martin Skov Jakobsen
2168
0,58
8 Carl Eli N. Samuelsen
2194
Vagn Jensen
2152
0,56
5,11
17
Nr. 41 • leygardagur • 28. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Rumbul innan føroyska svimjing
Herfyri segði einasti
altjóða dómarin í
føroyskari svimjing
seg frá sum dómara
og undirvísara hjá
Svimjisamband Før-
oya. Orsøkin er eitt
skriv frá feløgum og
einstaklingum kring
landið, sum tó í flestu
førum ikki vilja
kennast við skrivið
SVIMJING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ein av stoltleikunum hjá
Svimjisambandi
Føroya
seinastu árini hevur verið,
at tey hava kunnað latið
høvuðsdómara til kapping-
arnar á oyggjaleikunum.
Hetta er tíverri fortíð, tí
herfyri segði einasti altjóða
dómarin hjá føroyingum,
Sørin Djurhuus, seg frá
sum dómara og undirvísara
hjá Svimjisambandinum.
Orsøkin er eitt skriv, ið
Sosialurin hevur fingið
fatur á, har funnist verður
hvassliga at dømingini til
kappingar kring landið.
Feløg vilja ikki
kennast við brævið
Í brævinum stendur m.a.
»Undirritaðu hava seinastu
árini, sæð eina røð av sera
óheppnum avgerðum, ið
hava verið tiknar av dóm-
arum og høvuðsdómarum,
hetta serliga hvat viðvíkur
kolldømingum«
Tað margháttliga er tó
tað, at fleiri av teimum, ið
standa sum avsendarar av
brævinum, als ikki vilja
kennast við tað. Millum
annað standa fýra svimji-
feløg, Tvøroyrar Svimjifel-
ag,
Vágs
Svimjifelag,
Havnar
Svimjifelag
og
Svimjifelagið
Ægir
í
Klaksvík, sum avsendarar,
men bæði Ægir og Tvøroy-
rar Svimjifelag hava greitt
meldað út, at tey hava einki
við skrivið at gera. Somu-
leiðis hava Fuglafjarðar
Svimjifelag, Svimjifelagið
Skeggjar og Flot eisini sagt
seg ikki at taka undir við
skrivinum.
Somuleiðis
verður
í
brævinum
sagt,
at
kolldømingin ofta rakar teir
»góðu« svimjararnar, og at
tað drepur hugin hjá børn-
unum. Í brævinum verður
sagt, at hetta gevast við at
svimja, og at SSF má hava í
huga, tí sum tað stendur
»Tað er sera umráðandi, at
hugsað verður um alt tað
arbeiði og alla tað tíð sum
børn, feløg, venjarar og
ikki minnst foreldur leggja í
svimjingina. Fyri hvørt
barnið tit missa til annan
ítrótt, missa tit somuleiðis
ikki minni enn 1- 2 ágrýtin
foreldur, til at taka eina
hond í við tykkum svimjing-
ini at frama« So tað tykist
sum um foreldrini eru eins
umráðandi sum børnini, ið
svimja.
Formaðurin harmast
um støðuna
Katrin Joensen er formaður
í Svimjisambandi Føroya,
og hon harmast sjálvsagt
um støðuna. Hon sigur, at í
Føroyum hevur tað altíð
verið dømt eftir galdandi
reglum, og at SSF heldur, at
tað er rættast at halda seg til
altjóða reglar. Formaðurin í
SSF harmast ikki minst um,
at fleiri svimjifeløg kring
landið standa sum avsend-
arar av brævinum, hóast tey
einki hava við brævið at
gera. Katrin Joensen sigur,
at eftir hennara tykki sær
tað út til, sum um tað eru
nøkur foreldur, ið eru farin
aftur um ryggin á avvarð-
andi svimjifelag og hava
sett skrivið saman, tí tey
eru misnøgd við døming-
ina.
Formaðurin í SSF sigur,
at eftir teirra tykki er tað
ein óvani, at svimjarar ikki
svimja tekniskt rætt frá
byrjan, og einasti møgu-
leikin hjá okkum at fáa tíðir
góðkendar á altjóða støði,
er tað neyðugt, at svomið
verður tekniskt rætt.
Hon ásannar tó, at neyð-
ugt er at endurskoða skip-
anina av svimjikappingum í
landinum, og hetta evnið
verður viðgjørt á einum
fundi í Vági í vikuskiftin-
um. Tað er ein trupulleiki,
at alt ov nógvir svimjarar,
ið ikki eru búnir til kapp-
ingar, verða meldaðir til
kappingarnar, har døming-
in er strang. Best hevði
verið, um tað var eitt slag
av frásortering innan kapp-
ingarnar,
sigur
Katrin
Joensen.
Síðani kundi verið skipað
fyri sonevndum stuttleika-
kappingum
fyri
hesum
børnum, har ikki var dømt
eftir galdandi reglum, men
hetta er nakað, ið vit noyð-
ast at taka upp við feløgini,
sigur Katrin Joensen for-
maður í Svimjisambandi
Føroya. Hon leggur afturat,
at SSF hevur kalendarafund
í maj, har mann evt. kann
leggja slíkar kappingar inn
í kappingarárið hjá før-
oysku svimjarunum.
Vil ikki kennast við
skrivið
Ein av teimum einstakling-
um, ið stendur sum avsend-
ari av skrivinum, er venj-
arin hjá Skeggjum, Søren
Olsen, ið eisini er fyrr-
verandi landsliðssvimjari.
Sørin sigur, at hann ikki
hevur verið við til at orða
skrivið, og hann tekur fjar-
støðu frá tí. Hann heldur, at
viðkomandi, ið hevur orðað
skrivið, hevur gjørt tað út
frá egnum tankum.
Tó sigur Søren Olsen, at
hann er fyri at linka krøv-
ini, og hann heldur bestu
loysnina verða, at føroying-
ar fara at gera eins og danir,
ið hava eitt sokallað "inn-
læringartíðarskeið"
hjá
svimjarum upp til 12 ára
aldur. Hann sigur, at í Dan-
mark hava tey ikki smá-
unglingameistaraskap, og
tískil er rúm tíð, har svimj-
arar kunnu læra seg tað
tekniska
í
svimjingini,
áðrenn tey fara at taka lut í
størri kappingum.
Eisini heldur venjarin hjá
Skeggjum, at tað er um-
ráðandi hjá fólki at minnast
til, at tað eru venjararnir í
teimum einstøku feløgun-
um, ið avgerða hvørjir
svimjarar taka lut í kapp-
ingum. Venjarin skal meta
um, nær svimjarin er klárur
til kappingar, og tað skulu
foreldur og SSF ikki blanda
seg uppí, sigur Søren
Olsen.
Søren Olsen heldur tað
verða stórt spell, at altjóða
dómarin hjá føroyingum,
Sørin Djurhuus, nú hevur
takkað fyri seg, tí hann
hevur offrað 30 ár av sínum
lívi til svimjingina, og
tøkkin hann fær, er eitt
hvassorðað skriv, har nøkur
foreldur og okkurt einstakt
svimjifelag vísa sína ónøgd
við kolldømingina av sín-
um børnum, sigur venjarin
hjá Skeggjum.
C
M
Y
K
16