Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 41 - 28. februar 2004 Fótbóltur á bygd (FÁB) Í oktober mánaði í 2003 var farið undir eitt nýtt fótbóltsátak í Norðoyggjum. Fót- bóltsvenjarar í Klaks- vík settu sær fyri at skipa fyri regluligum fótbóltsvenjingum á Viðareiði um veturin, og átakið fekk navnið Fótbóltur á bygd (FÁB) FÓTBÓLTSVERKÆTLAN tíðindaskriv Bakgrundin fyri FÁB skal finnast á einum fundi, sum Klaksvíkar Ítróttarfelag helt á Hotel Norð í august mánaði í 2003. Ábyrgdar- fólk í felagnum fundaðust um viðurskifti innan felag- ið og fótbólt, og tá kom venjing norðanfyri tunnlar- nar upp at venda. Fyrireikingarnar fóru í gongd fyri at gera álvara av hugskotinum, og í oktober mánaði varð lagt til brots við venjing ætlað dreingj- um í aldrinum frá 9 til 15 ár. Undirtøkan fyri venjing- unum hevur verið stór og støðug, og upp í 20 dreingir eru møttir til onkra venjing. Endamálið FÁB er eitt nýtt átak, og endamálið við venjingini er: 1) At menna leikararnar við tekniskari venjing. 2) At menna medviti hjá tí einstaka leikaranum um liðítróttin. 3) At læra leikararnar at kenna ábyrgd og taka hana. Teknikkur í miðdeplinum Teknisk venjing er í mið- deplinum hjá FÁB. Spælar- arnir fáa frálæru í temjing- um, avleveringum, fintum, driblingum og annað, og teir sleppa at royna og menna sínar førleikar við fjølbroyttum øvilsum og venjingum. Venjararnir royna støðugt at minna dreingirnar á, at skulu teir veruliga menna seg sum spælarar, mugu teir eisini venja sjálvir. Teir kunnu fáa vegleiðing, frá- læru og góð ráð til FÁB- venjingarnar, men teir kunnu síðani sjálvir venja ymsu teknikkirnar. Tað kann gerast allastaðni – í túninum, í bønum, á vøll- inum ella aðrastaðni. Bólt- urin og fótbóltsgleðin má vera í miðdeplinum, skulu teir menna seg sum fót- bóltsspælarar. FÁB-venjingin á Viðar- eiði hevur verið einaferð um vikuna, og tað hevur verið sjón fyri søgn, at spælararnir hava gjørt framstig í vetur. Teir taka venjingina í álvara, møta til tíðina, teir flestu hvørja ferð, og annars geva teir av- boð, tá ið teir ikki kunnu venja. Tað hevur gjørt átakið hugaligt hjá teimum, sum varða av tí. Nær verður vant? FÁB hevur venjing hvønn mikudag seinnapart. Vant verður á vøllinum á Viðar- eiði ella í fimleikarhøllini í skúlanum, tá ið umstøður ikki eru at vera úti. Venj- ingarnar byrjaðu í oktober mánaði 2003, og tær halda fram til hálvan mars, tá ið øll liðini hjá KÍ eru byrjað at venja aftur. Venjarar Finn Johannessen gjørdi hugskotið til veruleika, og hann er eisini høvuðsvenj- ari hjá FÁB. Hann hevur nógvar royndir sum ung- dómsvenjari, og í løtuni er hann venjari hjá smá- dreingjunum hjá KÍ. Bill McLeod Jacobsen, Eyðun Klakstein og Jákup Mikkelsen hava eisini verið venjarar hjá FÁB. Teir hava allir royndir sum spælarar og venjarar. Stuðlar FÁB hevur fingið góðan stuðul til virksemið í vetur. Sp/f Kneysur er høvuðs- stuðul hjá FÁB. Eisini hava Netto og SportMaster í Klaksvík stuðlað FÁB. Harafturat hevur Viðar- eiðis kommuna hevur verið sera beinasom, og Klaks- víkar Ítróttarfelag hevur eisini av tikið væl undir við átakinum. SÍ kann geva Mjølnir gullið Megna sørvingar- nir at skal ÍF, fer gullið av álvara at venda móti Klaks- víkini FLOGBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Menninir hjá Mjølni hava í løtuni dystarbólt, tá tosað verður um FM- heitið í flogbólti. Hend- an tryggjaðu teir sær við sigri á ÍF fyri tveimum vikum síðani, og nú bíða tey í Klaksvík í spenn- ingi, um eisini SÍ fer at hjálpa teimum í roynd- unum at vinna gullið. Sørvingar taka á heima- vølli móti ÍF, og er tað nakað lið, sum kann órógva oddastríðið, so er tað helst júst SÍ. Higartil hava avrikini hjá teimum verið nakað óstøðug, men eru teir á toppinum, so kann væl vera, at teir gera ein ord- ans vørr. Á heimavølli plaga teir eisini at vera sterkir, og so hevur liðið eisini nakað at hevna, nú teir so dyggiliga vóru við undirlutan í steypa- finaluni móti júst ÍF. Í aðrar mátar tykist tal- an ikki vera um tann stóra spenningin hetta vikuskiftið. Hjá monnunum hevur Mjølnir útidyst móti Fleyr, og her er einki at ivast í, at stigini fara norðureftir. Tað fara tey helst eisini í kvinnudeildini, tá Mjølnir vitjar hjá KÍF, og í seinasta dystinum verður flogið hjá stigun- um helst móti suðuri, tá TB tekur ímóti botn- liðnum, Fleyr. Nú veðrið sjáldan er til vildar, verður fyri tað mesta vant innandura í fimleika- høllini hjá Skúlanum á Viðareiði Hondbóltsstøður 1. Deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 6 5 - 0 - 1 481 364 117 21 2 VB 6 6 - 0 - 0 499 376 123 20 3 VÍF 6 4 - 0 - 2 465 377 88 17 4 Neistin 6 3 - 0 - 3 452 416 36 14 5 StÍF 6 1 - 0 - 5 412 486 -74 7 6 Søljan 6 1 - 0 - 5 342 453 -111 4 7 Kyndil 6 1 - 0 - 5 302 481 -179 3 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 4 3 - 0 - 1 423 388 35 15 2 Neistin 4 3 - 0 - 1 400 367 33 12 3 StÍF 4 2 - 0 - 2 356 334 22 11 4 VÍF 4 2 - 0 - 2 369 348 21 10 5 KÍF 4 1 - 0 - 3 364 417 -53 5 6 H71 4 1 - 0 - 3 341 399 -58 4 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 16 13 - 3 42 16 26 18 2 TB 16 12 - 4 41 15 26 16 3 Dráttur 17 10 - 7 37 26 11 16 4 ÍF 17 7 - 10 25 33 -8 10 5 KÍF 16 6 - 10 22 39 -17 7 6 Fleyr 16 1 - 15 9 47 -38 1 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 ÍF 13 11 - 2 35 9 26 15 2 Mjølnir 12 11 - 1 33 8 25 15 3 SÍ 13 7 - 6 26 21 5 10 4 Fram 13 2 - 11 10 34 -24 2 5 Fleyr 13 1 - 12 5 37 -32 2 Dystir um vikuskiftið Hondbóltur - 1. deild kvinnur Dagf. Kl. Dystur Dómarar 29.02 14.30 Kyndil-VB Karsten Joensen & Kristian Joensen 29.02 15.00 Stjørnan-StÍF Hannis Wardum & Uni Wardum 29.02 16.00 Søljan-VÍF Kristian Johansen & Sámal Hansen 1. deild menn 29.02 16.00 StÍF-Neistin Geir Wardum & Gunnar Gregoriussen 29.02 16.00 VÍF-KÍF Jákup S. Simonsen & Høgni M. Joensen 29.02 16.00 Kyndil-H71 Karsten Joensen & Kristian Joensen Flogbóltur - Meistaradeild kvinnnur 29.02 14.00 KÍF-Mjølnir ÍF 29.02 14.00 TB-Fleyr ÍF Meistaradeild menn 29.02 16.00 Fram-Mjølnir Fleyr 29.02 16.00 SÍ-ÍF Fleyr Roknast má við, at øll oddaliðini hjá kvinnunum fáa fult um vikuskiftið HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað man neyvan vera tann heilt stóru spenningurin, sum eyðkennir kvinnuligu hondbóltsleikararnar kring landið hetta viku- skiftið. Tríggir dystir standa á skránni, og í øllum trimum førunum eru tað fremstu liðini, sum taka móti teimum niðastu. Stjørnan er einasta av hesum, sum hevur heima- vøll, tá tær taka ímóti StÍF, meðan VB og VÍF skulu á vitjan hjá ávíkavist Kyndli og Søljuni. Seinastu árini hava víst, at munurin millum topp og botn í kvinnudeildini er stórur, og ivaleyst er hetta ein veruleiki, sum verður staðfestur enn einaferð sunnudagin, tá allir tríggir dystirnir standa á skránni. Lætt hjá oddinum C M Y K 18 Nr. 41 - 28. februar 2004 19 Sunnudagin klokkan 16 verður stór skúla- konsert í skúlanum í Vági, eftir at tónleika- næmingar og tónleik- arar hava havt mess- ingstevnu alt viku- skiftið í Vági. Næm- ingar úr 8. flokki hava júst fingið ljóðføri innan ásláttur hesa vikuna og taka longu lut í stóru fram- førsluni TÓNLEIKUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Rættuligur blástur er komin í seglini hjá Musikkskúl- anum í Vági. Ulf Nordlund, tónaleikalærari, hevur farnu mánaðirnar savnað eitt orkestur við børnum, ið leika á ymisk horn. Und- irvísingarhátturin er ser- stakur og gevandi og fyrstu næmingarnir verða valdir út við eini roynd, og síðani koma onnur uppí. Og úr- slitini síggjast sera skjótt. Stórbandið er nú vorðið størri, tí næmingar úr 8. flokkunum eru nú komnir við og leika á ymisk ljóð- føri innan ásláttur, slag- verk. Eisini her sæst, at tað gongur skjótt framá í undirvísingini, tí hesir næmingar eu júst byrjaðir og hava fingið ljoðførini hesa vikuna, men longu taka teir lut í stóra kon- serttiltakinum. Messingstevnan er leyg- ardagin 28. og sunnudagin 29. februar og vant verður báðar dagarnar og so er stór konsert sunnudagin klokk- an 16 í Vágs Skúla. Luttakandi á stevnuni eru Tvøroyrar Hornorkestur, SuðurættinSekstetten og Skúlaorkestrið í Vági. Soleiðis verður brúgv eisini bygd um ættarliðsgjónna, tí ung og eldri leikarar venja saman um vikuskiftið. Øll eru vælkomin á kon- sertina í fimleikarhøllini í Vágs Skúla sunnudagin klokkan 16;00. Stór skúlakonsert í Vági Øll eru vælkomin á Handilsskúlan á Kambs- dali mikukvøldið millum 18 og 22. Næmingar fara at undirhalda við móta- sýning, tónleiki og skemti, og lærarar fara at kunna um útbúgvingar og lærugreinir. Hetta er triðja árið á rað at skipað verður fyri hesum tiltaki, og undan- farin ár hevur tað verið væl móttikið. Næmingar skipa fyri mótasýning, har handlar í umráðnum luttaka. Livandi tónleikur er eisini á skránni um- framt skemt. Lærarar og lestrarveg- leiðarar fara í sambandi við tiltakið at kunna um útbúgvingar skúlans og tær lærugreinir, sum eru á einum handilsskúla. – Endamálið við einum tílíkum kvøldi er at kunna so væl sum gjør- ligt um skúlan og út- búgvingar skúlans og samstundis geva næm- ingunum, sum eru á skúl- anum møguleika at skipa fyri einum øðrvísi til- takið, sigur Páll Isholm deildarstjóri á Handils- skúlanum. Sjálv mótasýningin og tónleikurin verða á skránni millum 19 og 21, og so verður møguleiki at nema sær kunning um út- búgvingar og lærugreinir frá 18 - 19 ella frá 21 - 22. Mótasýning, sangur og kunning SÁTTMÁLI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Havnar Arbeiðskvinnufe- lag og Fíggjarmálaráðið undirskivaðu, 26. februar, semju um nýggjan sátt- mála, sum verður galdandi í tvey ár - frá 1. oktober 2003 til 1. oktober 2005. Í tíðindaskrivi, sum Fíggjarmálaráðið hevur sent fjølmiðlunum, verður sagt, at karmurin í semjuni er umleið 9%, og at ein lønarhækking er avtalað. Frá 1. oktober 2003 verð- ur eitt lønarstig eyka við 7 ára starvsaldri, og broyting er eisini gjørd í lønini hjá gongsgentum á seingjar- deild. - Ymiskar broytingar eru eisini gjørdar í sáttmála- tekstinum og veitingum í sáttmálanum. Víst verður á, at avtala er gjørd um serstaka fríviku, og eru 2% av nevnda "karmi" er brúkt til tann partin. Avtala er eisini gjørd millum partarnar um før- leikamenning. ÓHAPP Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hósdagin hekk hesin lítli lastbilurin hálvur út av vegnum í Hvalvík. Sagt verður, at veðrið var ringt í Sundalagnum, tá ið hendingin fór fram. Heim- ildarmaður okkara sigur, at tað var ein hvirla, sum tók bilin í nógva vindinum og hálkuni. Tíbetur hendi eingin fólkaskaði. Hendingin fór fram beint við kirkjuna, og tað var um reppið, at bilurin endaði úti í ánni, sum rennur oman gjøgnum bygdina. Ein lastbilur hálaði bilin uppaftur. Ávegis í ánna Hesin var ávegis í ánna í nógva vindinum og hálkuni í Hvalvík í gjár Mynd: Finnur Justinussen Semja undirskrivað um sáttmála 19