leygardagur 28. februar 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 41 - 28. februar 2004
Kunngerð
Sagt skal verða frá at avlopsskattur fyri 2003,
herundir avlopsskattur stavandi frá ikki nýttum
barnafrádrátti, verður mótroknaður í veitingini
hjá viðskiftafólkum, ið móttaka forsorgar- ella
endurbúgvingarhjálp frá Almannastovuni.
Avlopsskatturin verður mótroknaður í veitingini
fyri februar.
Um avlopsskatturin er hægri enn ein mánaðar-
veiting, verður yvirskotið flutt til næstu mánað-
arnar.
Almannastovan
E-Roknskapur
pdf
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Børkuvegur
620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er:
mánadag-hósdag frá kl. 9-16
fríggjadag frá kl. 9-12
Kliniskur tannteknikari
Bergur á Reynatrøð
Ársaðalfundur
Ársaðalfundurin hjá Felagnum Tórshavn verður
sunnudagin 21. mars 2004 kl. 16.00 á Hotel
Hafnia.
Uppskot til mál, ið ynskjast viðgjørd á aðalfund-
inum, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi
mikudagin 10. mars 2004.
Dagsskrá fyri ársaðalfundin verður send limum
felagsins í brævi sambært viðtøkum felagsins.
Nevndin
Felagið Tórshavn
Kunningstovan · postbox 379 · 110 Tórshavn
Sethús á Kambsdali
Um hóskandi boð fæst,verða sethús á Kambsdali
seld.
Eittplans hús, 160 m2, bygd í 1986.
Húsini eru soleiðis innrættað: Stova, spísistova,
køkur, hjúnarúm, 5 barnakømur, baðiverilsi,
gongd, durur, fýrrúm, annað rúm og hjallur.
Um áhugi er, ring tlf. 223192
Hús til sølu
Vegna eitt av viðskiftafólkum okkara selja vit set-
húsaognina á Gripsvegi 10. Grundøkið er 290 m2.
Húsini eru í trimum hæddum. Í kjallaranum eru
íbúð og fýrrúm. Á miðhæddini eru gangur, stova,
køkur og baðiverilsi. Á loftinum eru 2 sovikømur
og stór loftsstova.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Jógvan E. Winther Poulsen, adv., jewp@jura.fo
Ringjast kann eisini 511692 ella 219822.
Advokatskrivstovan
Fr. Petersensgøtu 9 · Tórshavn
Halgir Winther Poulsen , adv.
Magnus S. Petersen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Ólavur Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Tlf. 31 11 45
Felags
foreldrafundur
Týskvøldið 2. mars kl. 19.00 verður felags foreldra-
fundur í høllini í Argja skúla. Evnið á fundinum
verður:
Samskifti
Marjun Holm sigur nøkur orð um vanligt samskifti
millum heim og skúla.
Síðani fer Jógvan Fríðriksson, prestur at hugleiða
við yvirskriftini:
Etiskt samskifti – børn heim og skúli
Boðið verður kaffi og tá er høvi til at seta spurning-
ar.
Argja skúli og Skúlastýrið
Aðalfundur
Aðalfundurin verður í Norðurlandahúsinum leygar-
dagin tann 27. mars 2004 klokkan 14.00 við hesi
skrá:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
2. Grannskoðaður roknskapur verður lagdur fram
3. Val av einum nevndarlimi
4. Val av grannskoðara
5. Ásetan av limagjaldi
6. Innkomin mál
7. Ymiskt.
Gjørt verður vart við, at mál, sum ynskjast viðgjørd
sambært pkt. 6, skulu vera nevndini í hendi í
seinasta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
Aðalfundurin er almennur og høvi er altíð hjá áhug-
aðum at gerast limir í felagnum.
Nevndin fyri »Grindamannafelagið«
Fútalág 40 · 100 Tórshavn
7 persóna bilur
til sølu
Ein sera væl hildin og væl útgjørdur Honda
Stream 1,7 til sølu. Bilurin er frá nov. 2002 og
hevur koyrt 17.000 km.
Prísur kr. 195.000. Nýprísur kr. 245.000.
Tlf. 214321
Nr. 41 • leygardagur • 28. februar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Sjálvsálit kann lærast
Samrøða við Dianu Borgnýardóttir, NLP-ráðgeva
Lesið síðu 4–5
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Hotell eru alt ov bangin fyri at
stoyta nakran frá sær við tí, tey
hanga upp á veggin. Vit vilja
hava málningar, sum fylla alt
rúmið og krúpa inn undir húðina
á teimum vitjandi. Og til tað
finnur tú neyvan nakað, ið
hóskar betur enn málningarnir
hjá Kára Svenssyni, sigur Preben
Osmann, roknskaparleiðari á
Comwellhotellinum í Kolding.
Comwell og listin
Preben Osmann greiðir frá, at
tað var mest sum av tilvild, at
hann fekk eyguni upp fyri listini
hjá Kára Svenssyni. Eg var
stokkin inn á gólvið á Galleri
Rasmus í Odense, ið júst tá
hevði eina framsýning við eini
50 málningum hjá Kára. Eg
gjørdist so hugtikin, at eg
beinanvegin fekk eina avtalu í
lag um, at framsýningin skuldi
halda fram á Comwellhotellinum
í Kolding. Ikki bara tí at eg helt
málningarnar vera ótrúliga hug-
takandi, men eisini tí teir vóru so
stórfingnir, at eg alt fyri eitt sá
fyri mær, at okkara hølir vóru
sum skapt til teir.
List hevur altíð spælt ein
stóran leiklut í innrættingini av
Comwellhotellunum í Danmark,
ið eru liðir í stórari hotelketu,
sum fevnir um alt Skandinavia. Í
1986 fingu tey hjálp frá kenda
danska listamanninum Per
Arnoldi at innrætta hotellið í
Kolding, og listarliga fingra-
merkið smæðist ikki burtur.
Hølini eru stór og ljós og vegg-
irnir hava fingið teir eyðkendu
reyðu, gulu og bláu Arnoldi
litirnir.
Føroysk mentanarvika
– Tá avtalan um framsýningina
var komin uppá pláss, settu vit
okkum í samband við Kára
Svensson. Onkur hevði nevniliga
frætt, at Kári er ein framúr góður
frásøgumaður, so hví ikki fáa
hann til Kolding at greiða frá
føroyskari list á einum serligum
føroyskum listakvøldi? Og
áðrenn vit vistu av, hevði hug-
skotið um tað eina listakvøldið
ment seg til eina heila føroyska
mentanarviku, har okkara gestir
fingu høvi at royna alt frá røstum
fiski til skerpikjøt, sum Kári
sjálvur skaffaði okkum. Eg má
viðganga, at eg ikki hevði
væntað tað. Men føroyska sjálv-
tøkuborðið gjørdist so vælum-
tókt, at kokkarnir illa fingu fylgt
við. Minnist meg rætt, ótu einir
80 gestir á matstovuni hvørt
kvøld ta vikuna, og tað er væl
meir enn vanligt, greiðir Preben
frá.
Eisini á matarlepanum.
– Ert tú fyrst vorðin bitin av
málningunum hjá Kára, fært tú
ikki slept teimum aftur, heldur
Preben fram. Eftir framsýningina
keyptu vit fýra av málningunum,
sum nú hanga og prýða vegg-
irnar í matstovuni. Men eg eri
ikki tann einasti, sum eri hug-
tikin, tí eftir reaktiónunum at
døma kundi eg havt selt teir allar
minst 50 ferðir, sigur Preben.
Men øll eru vælkomin inn á
gólvið at hyggja. Og skuldu tey
fingið hug til ein góðan bita,
kunnu tey gleða seg til matar-
seðilin, sum eisini er prýddur við
myndum hjá Kára.
Skipaður ørskapur
– Hesir ekspressionistisku máln-
ingarnir hava eina villa megi,
sum nærum fær motiv og litir at
toyggja seg út úr myndini og
draga teg við sær inn í hana
aftur, hugleiðir Preben. Tað er
lætt at skilja, hví so nógv før-
oysk listafólk fáa íblástur úr
náttúruni. Men tað ber ikki til at
eftirlíkna kenslurnar, ein føroy-
ingur málar inn í eina náttúru-
mynd. Eg kenni onkur donsk
listafólk, sum javnan ferðast til
Føroyar fyri at mála. Og tey
koma eisini aftur við vøkrum
myndum, ongin ivi um tað, men
ein vøkur mynd er also ikki tað
sama, sum eitt listaverk.
Ein føroyingur sum Kári
Svensson málar ikki myndir av
náttúruni. Hann málar vind,
luktir og ljóð inn í myndina, so
at hon verður ein persónlig tulk-
ing av einum ávísum náttúruhug-
lagi. Og eri eri sanførdur um, at
fyri at kunna merkja náttúruna á
ein slíkan hátt, mást tú vera upp-
vaksin við henni. Tað er hendan
kenslan, sum gevur føroysku
listini tann heilt serliga skipaða
ørskapin, vit kenna so væl frá
Ingálvi av Reyni og Tróndi
Paturssyni, men sum ikki sær
minni spennandi út hjá tí yngra
ættarliðnum.
So hvør veit - kanska verða tað
málningar hjá onkrum av teim-
um, sum fara at prýða veggirnar
á Comwellhotellinum í Kolding í
framtíðini, sigur listaáhugaði
roknskaparleiðarin at enda.
Stór hotellketa satsar
upp á føroyska list
Karen Hardrup, hotellstjóri á Comwell í Kolding, við einum av málningunum eftir Kára Svensson
Mynd: Jonhard Hammer
C
M
Y
K
21
20