leygardagur 28. februar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Orð og myndir:
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@kallnet.fo
Tá 19 ára gamli Stanley Sam-
uelsen í 1970 fór til Danmarkar
at vitja bróðursonin, ið gekk í
skúla niðri, hevði hann longu
gjørt vart við seg á føroyska
tónleikapallinum. Síðan hann var
14 ára gamal hevði hann verið
við í tónleikabólkinum Silly Boys
úr Fuglafirði, ið vikuskifti eftir
vikuskifti savnaði ungdómin úr
Eysturoynni í dansistovuna í
Fuglafirði.
– Eg skuldi bara vera niðri í
tvær vikur, men eg kom ongantíð
aftur, greiðir Stanley frá.
Henda leygardag í februar, tá
Sosialurin hittir Stanley, er hann
komin til Keypmannahavnar at
spæla til ferniseringina hjá lista-
og bygdarmanninum, Øssur
Mohr.
Stanley treivst væl í Keyp-
mannahavn, fekk okkurt fyrifall-
andi arbeiði, fór í skúla. Í 1972
fekk hann starv sum pleygari á
Ebberødgård í Birkerød, ið var
ein stórur stovnur fyri evnaveik.
Heili 1200 evnaveik úr øllum
Danmark vóru savnað har, minn-
ist Stanley. Og so var tað tónleik-
urin.
Øll sjeytiárini var hann virkin
tónleikari, og sum fráleið fylti
tónleikurin so nógv í lívi hans-
ara, at hann fekk avtalu í lag við
arbeiðsplássið um at broyta fasta
starvið til eitt vikarstarv. Tað var
eitt slag av einum fíggjarligur
trygdarneti, men gav samtíðis
pláss til tónleikin.
Tónleikari burturav
Umleið 1980 tók Stanley stigið,
ið mangur tónleikari droymir
um. Hann vildi nýta alla sína tíð
og orku til tónleikin.
Stanley kendi tónleikaran og
plátuframleiðaran Nis P. Jørgen-
sen, ið millum annað hevði
tónleikabólkin 40º i feber undir
hond. Tá bólkurin, ið millum
annað plagdi at spæla til tiltøk
hjá danska Javnaðarflokkinum
og fakfelagsrørsluni, brádliga
manglaði ein guitarleikara, vóru
boð eftir Stanley. Fuglfirðingurin
spældi við hesum bólki í nøkur
ár, og samtíðis fóru hann og Nis
P. Jørgensen at spæla tónleik
saman. Teir nevndu seg Den
udødelige duo, og skjótt skuldu
teir fáa ein virknan lut innan
Javnaðarflokkin og arbeiðara-
rørsluna.
– Tað var sera stuttligt at fáa
møguleikan at kunna liva av
tónleikinum, og hóast tað var
strævið og vit spældu nógv, so
var tað ein dreymur, ið gekk út,
sigur Stanley Samuelsen.
Á ferð við Anker
Fyrst í áttatiárunum vóru boð
eftir Den udødelige duo. Fólka-
tingsval var útskrivað at vera 8.
desember 1981, og veljararnir
skuldu rekast í rætt. Kring alt
Danmark skipaðu flokkarnir
hvør í sínum lagi fyri stórum
valfundum, har veljarin fekk
møguleika at heilsa uppá fremsu
politikarar floksins.
Teir báðir tónleikararnir, Nis P.
Jørgensen og Stanley Samuelsen,
vóru bidnir um at spæla til allar
valfundirnar hjá Javnaðarflokkin-
um, og í tvær vikur ferðaust teir
bý úr býi saman við fremsu pro-
filum floksins, teirra millum
Anker Jørgensen, forsætisráð-
harra.
– Vanliga spældu vit í fýra
ymiskum býum hvønn einasta
dag. Alla staðni hittu vit fólk, ið
vóru full av vónum og sum
brendu fyri flokkinum og tí, ið
hann stóð fyri. Tað var ein
ótrúligur stemningur, minnist
Stanley og heldur fram:
– Anker Jørgensen, ið tá var
floksformaður og forsætisráð-
harraevni, hevði tann vana, at
hann ongantíð helt seg til tíðar-
ætlanina. Ofta vóru einans 10
minuttir settir av til røðu hans-
ara, tí vit skuldu jú náa nógvar
býir tann dagin. Men hann vildi
siga tað, sum hann hevði ætlað
sær, og tók sær tíð til tað. Tað
kundi lættliga taka 25 minuttir,
og so reyk tann tíðarætlanin.
Men alla staðni var ein fantastisk
virðing um persónin Anker
Jørgensen.
Ikki vóru stundir hjá tónleikar-
unum at putlast við at seta út-
gerðina upp, so tí høvdu teir altíð
tvey sett av ljóðførum og -útgerð
við sær. Meðan teir spældu í
einum býi fóru hjálparfólk víðari
til næsta bý á skránni og gjørdu
gjørdu tónleikaútgerðina klára.
Anker Jørgensen varðveitti
valdið eftir fólkatingsvalið, men
flokkurin var viknaður nógv, og í
september árið eftir legði hann
2
Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801,
teldupostur: post@sosialurin.fo
Yrkistónleikari í 20 ár
Søgan um Stanley Samuelsen er søgan um 19 ára gamla fuglafjarðardrongin,
ið fór til Danmarkar at vitja bróðursonin í tvær vikur. Honum dámdi so væl
niðri, at hann nú hevur búð í Danmark í skjótt 34 ár. Stóran part av tíðini
hevur hann burturav livað av tónleikinum.
Í umleið 20 ár hevur fuglfirðingurin Stanley Samuelsen, sum er búsitandi í Danmark, livað av tónleikinum burturav. Ein av føstu uppgávunum hevur verið
at kryddra valstríðið hjá toppolitikarum Javnaðarfloksins - frá Anker til Auken og seinast Nyrup
Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004
3
frá sær og lat tað upp í hendur-
nar á teimum borgarligu at
stjórna Danmark. Men so mikið
væl hevði gingist hjá Den udøde-
lige duo, at teir undan hvørjum
fólkatingsvali síðani hava verið
partur av valstríði Javnaðar-
floksins og hava ferðast kring
landið saman við fremstu
politikarum floksins - frá Anker
til Auken til Nyrup. Seinasta
framførsla hjá Stanley og Nis í
hesum høpi var sjálvt valkvøldið
20. november fyri góðum tveim-
um árum síðan, tá Nyrup við
tárum í eygunum royndi at
syngja ósigurin burtur.
– Hóast eitt valstríð er hart
arbeiði, eisini fyri okkum tón-
leikarar, so er tað ótrúliga stutt-
ligt at vera partur av. Vit hava
kent okkum sum ein part av
stóra "maskinarínum", ið eitt
valstríð er, og vit hava verið
spentir til hvørt tað einasta
fólkatingsval.
Stanley greiðir frá, at í onkr-
um valstríði hava teir havt ein
trailara, ið kundi gerast um til
ein tónleikapall, og við honum
hava teir spælt á nógvum al-
mennum støðum, meðan hjálpar-
fólk floksins hava bjóðað kaffi
og býtt út valskráir. Og harum-
framt hevur verið vanligt at
spæla á tokstøðum kring landið
tíðliga á morgni, tá fólk hava
verið á veg til arbeiðis.
– Felags fyri øll valstríðini er,
at tá tað gongst væl, so er ein
ótrúligur hýrur á øllum, men tá
gongst minni væl, so merkist tað
allastaðni. Soleiðis var hitt val-
kvøldið, tá Nyrup tapti. Vón-
brotið var stórt, og fyri okkara
viðkomandi merkti tað millum
annað, at vit ikki vóru bidnir um
at spæla so nógvar sangir tað
kvøldið, greiðir Stanley frá.
Millum valstríðini hava teir
báðir í mong ár spælt til onnur
tiltøk hjá danska Javnaðarflokk-
inum, til tiltøk hjá fakfelags-
rørsluni, umframt at teir hava
spælt á háskúlum ymsastaðni í
Danmark. Fyri hetta fingu teir í
1992 LO’s kulturpris.
Tónasmiður
Sum yrkistónleikari hevur Stan-
ley Samuelsen roynt seg innan
fleiri tónleikastílar, millum
annað country og fólkatónleik,
og hevur spælt saman við eini
ørgrynnu av tónleikarum.
Hann hevur verið við á umleið
tíggju plátum og fløgum, millum
annað hjá Ib Grønbæk, Troels
Trier umframt tvær við Den
udødelige duo. Eisini hevur hann
verið við í tónleikasendingum í
donskum sjónvarpi og hevur
arbeitt sum studiotónleikari. Fyri
góðum trimum árum síðan kom
hann við í bólkin Bell Pepper
Boys hjá dananum Peter
Abrahamsen. Umframt at vera
tónleikari er Peter Abrahamsen
sjálvlærdur kokkur við cajun-
mati sum sergrein, og bólkurin
hevur gjørt tað til sítt eyðkenni at
ferðast til tiltøk kring landið, har
kokkurin fyrst ger cajun-mat, og
síðan spælir bólkurin til dans
aftaná.
Seinast í nítiárunum gav
Stanley Samuelsen út fløguna
Um eg kundi kvøðið.
– Tá eg flutti niður hevði eg
Føroya Fólks við mær. Eg plagdi
at sita við gittaranum og spæla
tær kendu yrkingarnar og vís-
urnar úr sangbókini, men seinni
fór eg at gera løg til nakrar av
minni kendu yrkingunum í Før-
oya Fólks. Tað endaði so við eini
fløgu, greiðir Stanley lítillátin
frá.
Stanley Samuelsen dylir ikki
fyri, at tað hevur hansara stóra
áhuga at smíða løg. Spurdur,
hvørt hann hevur í umbúna at
geva eina nýggja fløgu út, sigur
Stanley, at hann hevur nógv løg
liggjandi, ið hann hevur gjørt til
føroyskar yrkingar. Hóast hetta
dregur hann á.
– Tað kann kanska tykjast eitt
sindur lætt bara at gera tað sama
eina ferð afturat. Men eg veit
ikki, kanska tað verður einaferð.
Í løtuni fæst Stanley við at
týða norskar og svenskar vísur til
danskt, og ætlanin er at geva tær
út á fløgu. Eisini spælir hann sær
við tankanum um at fáa vísurnar
týddar til føroyskt og síðan geva
tær út her heima.
Aftur til røturnar
Seinnu árini hevur tónleikaliga
leiðin hjá Stanley Samuelsen
millum annað ført hann aftur til
bólkin, har alt byrjaði fyri
nærum 40 árum síðani.
– Mær hevur dámað sera væl
at komið heim til Føroya at
spæla gomlu "slagararnar" aftur
saman við hinum í Silly Boys,
sigur Stanley.
Næstu ferð bólkurin trínur á
pallin verður til tiltakið Aftur í
60’ini, sum verður í apríl mánað.
Eisini á arbeiðsmarknaðarliga
økinum hevur Stanley á ein hátt
leitað aftur, har tað byrjaði. Nú
arbeiðir hann sum umsjónar-
maður á einum sambýli fyri
evnaveik í Birkerød. Sambýlið
hevur sínar røtur í Ebberødgård,
har hann fekk arbeiði sum
pleygari fyri yvir 30 árum síðani.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, og
tískil er minni tíð til tónleikin.
– Eftir at hava livað av tónleik-
inum í so mong ár var tað eitt
sindur ringt at fara aftur í eitt
"vanligt" fulltíðarstarv við tíma-
løn. Men samtíðis gevur tað eitt
ávíst støðufesti, og harumframt
kemur lønin inn á konto hvønn
mánað. Tað ger so aftur, at eg
kann loyva mær at spæla til tey
tiltøk, ið eg havi hug til, og velja
tey frá, ið eg ikki tími, greiðir
Stanley frá.
Stanley er farin burtur úr Bell
Pepper Boys, men framvegis
spælir hann regluliga saman við
Peter Abrahamsen. Fyri tað
mesta er talan um vísutónleik, ið
teir báðir framføra ymsastaðni í
Danmark. Eisini spælir hann
regluliga vísutónleik ymsastaðni
í Norðurlondum og í Baltisku
londunum.
At hjartað í fuglfirðinginum
framvegis brennir fyri tónleik-
inum er lítið at ivast í. Eitt dømi
um hetta er at Stanley í starvi
sínum hevur tryggjað sær møgu-
leikan at arbeiða flekstíð, so
hann ikki er bundin, um boð eru
eftir røddini og gittaranum til
eitthvørt áhugavert tónleikatiltak
gerandiskvøld.
Stanley Samuelsen hevur
flestu árini í Danmark búð í
Birkerød, har hann framvegis býr
saman við konuni, ið hann hevur
verið giftur við í 18 ár. Saman
eiga tey ein son og eina dóttir.
Eftir ætlan skuldi fuglfirðingurin Stanley Samuelsen bara niður at ferðast í tvær vikur, men nú stívliga 34 ár seinni
er hann framvegis búsitandi í Danmark. Øll árini hevur tónleikurin havt hansara stóra áhuga
C
M
Y
K
23
22