leygardagur 28. februar 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004
SAMRØÐA
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Nýtsluleiðbeining til heilan.
"Vit fingu øll heimsins mest
framkomnu teldu í føðingardags-
gávu. Men tíverri fylgdi ongin
nýtsluleiðbeining við.", hevur
onkur sagt, og samanberingin
millum menniskjaheilan og
teldur er í grundini eyðsýnd,
sigur Diana Borgnýardóttir.
Tey flestu av okkum brúka bert
ein brotpart av teimum møgu-
leikum, teldan hevur. Vit strika
allatíðina gomul forrit og seta
nýggj í, sum betri megna at
nøkta okkara tørv og ynskir. Á
sama hátt mugu vit hugsa
nýggjar tankar, um vit skulu
røkka nýggjum málum. Tí um tú
hugsar, sum tú plagar, verður alt,
sum tað plagar. Heldur tú lítið
ella onki um teg sjálva, verða tíni
avrik heilt víst hareftir. Trýrt tú
hinvegin uppá tínar dygdir, røkk-
ur tú eisini nýggjum málum.
Kanningar vísa, at fólk, ið
skara framúr, motivera seg sjálvi
á ein serligan hátt. Tey útihýsa
tankanum um, at eitthvørt mis-
eydnast, tí í hugaheiminum eru
tey longu komin á mál. Stimbr-
andi tankar, kveikjandi orð og
positivar sjálvsmyndir stýra
teirra hugsunarhátti, og hetta
kunnu øll læra.
Eg veit væl, at hetta ljóðar
ótrúliga einfalt og fyri onkran
ivaleyst eisini eitt vet ov smart.
Men tað kemst av, at NLP í
sínum útgangsstøði bert setur orð
á nakað, vit øll vita framman-
undan. Vit duga bara ikki at
brúka hesa vitan í gerandis-
degnum. Og tað er hetta, ein
NLP ráðgevi kann læra onnur,
sigur Diana.
"Eg dugi onki"
Eitt av hesum orðum er "Innari
atfinnarin." Tað er røddin, sum
fortelur tær, at tú ikki er góð
nokk, onki dugir og onki megnar.
Vit hoyra øll hesa røddina av og
á, men hjá menniskjum við lítl-
um sjálvvirði køvir hon so við
og við allar nýggjar ætlanir, tí
sum hon sigur: "Tað eydnast
nokk ikki allíkavæl." Til endan
verður hesin setningur ein spá-
dómur, ið uppfyllir seg sjálvan
Innari atfinnarin verður sum
frá líður til øvundsjúku inn á alt
og øll, sum skara framúr onkus-
vegna. Tú fært ikki rúmað teirra
framgongd, tí hon minnir teg ov
nógv um tínar egnu spiltu møgu-
leikar. Úrslitið er ein avskeplað
tankagongd, har fólk halda seg
vaksa við at fáa onnur at minka.
Tí eru vit so skjót at kalla fólk
erpin ella sjálvglað og vei
teimum, um tey ditta sær til at
traðka fram.
Men tað sigur seg sjálvt, at
onki kann vaksa í einum slíkum
umhvørvi og tí fara so ótrúliga
nógvir virðismiklir møguleikar
fyri skeyti. Møguleikar fyri at
læra av hvørjumøðrum, fyri
mennandi samskifti millum
menniskju og fyri yvirhøvur at
kunnu geva tað besta av sær
sjálvum.
Dagsskrá: Herðaklapp
og rós
Tað er eyðsæð, at innanhýsis
ósemjur á arbeiðsplássum stór-
trívast í einum slíkum umhvørvi.
Øll slatra um og baktala øll, og
rætti viðkomandi fær ongantíð
nakað at vita. Arbeiðsandin á
eini slíkari fyritøku verður ikki
bara ótolandi, alt arbeiðsplássið
verður eisini tappað fyri orku og
skapanarhug. Og starvsfólka-
fundirnir drukna í kjakinum um,
hvør nú hevur skyldina av at
trupulleikarnir eru um at vaksa
øllum upp um høvdið.
Tá eg so komi inn í myndina,
er tað ikki fyri at loysa trupul-
leikarnir fyri arbeiðsplássið, men
fyri at fáa fólk sjálv at lata eyg-
uni upp fyri teimum góðu
úrslitunum, sum hóast alt hava
verið og seta orð á styrkina og
positivu eginleikarnar hvør hjá
øðrum. Í tí løtuni herðaklapp, rós
og tileggjan seta dagskránna, fáa
øll hug at gera sítt besta og eitt
sindur afturat. Hvussu ofta hoyra
vit ikki listafólk, sum hava fing-
ið eina virðisløn, siga: Hendan
virðislønin eggjar meg fyrst og
fremst til at halda fram og
mennast meir?
Men gamlir vanar kunnu vera
truplir at broyta og teir mugu
broytast innanífrá. Tí nyttar tað
onki við einvegis samskifti, har
eg bara standi og greiði frá. Tá
tað snýr seg um samstarvstrupul-
leikar, er tað umráðandi, at fólk
fáa nøkur amboð, tey sjálvi
kunnu royna, eisini tá eg eri far-
in. Tá eg haldi skeiðir í hesum,
fái eg fólk at luttaka i ymsum
lutaleikum, har tey millum annað
skulu eygleiða sín egna atburð
útifrá og eisini læra týdningin av
málburði, kroppsmáli, tónalegu,
tositíttleika o.s.fr. Hetta er ein
ótrúliga góður máti at fáa fólk at
síggja, at tey til dømis sjálvi
kanska ikki altíð eru so løtt at
vera saman við.
Skapa tær nýggjar myndir
Fólk, ið hava høgt sjálvsvirði,
hava ein serligan eginleika til
bert at minnast tær góðu upp-
livingarnar og at duga at brúka
tær seinni. Onnur hanga kenslu-
liga og hugsanarliga føst í teim-
um keðiligu upplivingunum.
Hetta síggi eg oftast hjá fólki,
sum hava upplivað eina starvs-
samrøðu ella próvtøku, sum
gekk av hundanum til. Tá tey
seinni standa í eini líknandi
støðu, birtast som kenslur og
tankar aftur í teimum, og tey
uppliva tí nýggju støðuna júst á
sama hátt. Gamla upplivingin
hevur fest seg í hugaheiminum
sum ein heilt ítøkilig mynd við
litum og ljóði, sum tey allatíðina
síggja fyri sær. Eg hjálpi so við
at upploysa hesa myndina, minka
hana til hon at enda bert er ein
lítil svartur prikkur, sum so
hvørvur. Síðani skapa vit eina
nýggja mynd, sum er júst
soleiðis, sum tú ynskir og vónar
NLP - Ein øðrvísi viðgerðarháttur:
Sjálvsálit kann lærast
"Tað finnast fólk, ið altíð tykjast at hava eydnuna við sær. Og tað hava tey,
tí tey hugsa á ein serligan hátt - ein hátt, vit øll kunnu læra", sigur Diana
Borgnýardóttir, NLP-ráðgevi.
Diana Borgnýardóttir
Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004
5
at støðan skal kennast. Við at
liva teg fult og heilt inn í nýggju
positivu myndina og veruliga
trúgva uppá tað, hon vísir tær,
eggjar tú teg sjálva til at bera teg
at í tráð við hana.
Eisini politikkarar
Sjálvt um tínum sjálvsvirði van-
liga onki bagir, uppliva vit øll
løtur, har vit kenna okkum
ótrygg og kundu trongt til eitt
skump. Undir valstríðnum fekk
Diana til dømis nógvar áheitanir
frá fólki, sum høvdu stillað upp,
men kendu seg ótrygg við at fara
í sjónvarpið ella at tosa
frammanfyri eini stórari
áhoyrarafjøld.
Fyri at læra slíkt, skalt tú fyri
tað fyrsta gevast við at tvassa
runt í ræðumyndum, har tú ikki
fært eitt orð upp, sigur okkurt
skítbýtt ella gert tær fyri skomm-
um. Set orð á, hvussu tú veruliga
ynskir at standa fram. Hvørjir
eginleikar vilt tú útstrála:
Trúðvirði, sjálvsálit, tryggleika,
mynduleika, opinleika, áræði?
Hetta eru eginleikar, vit øll hava
í okkum, men sum ofta vórðu
doyvdir ella lammaðir onku-
staðni í okkara uppvøkstri. Fyri
at blása nýtt lív ein eginleika
sum til dømis trúvirði, mást tú
hugsa teg aftur til eina støðu, har
tú veruliga kendi á tær, at fólk
lurtaðu eftir tær og tóku tað, tú
segði, til sín. Tað er ikki so
umráðandi, hvør støðan var, tað
er kenslan sum er avgerandi.
Savna teg so um hesa kensluna,
liva teg fult og heilt inn í hana og
tú fert at kenna, hvussu hon
spakuliga gert so verulig innaní
tær, at øll onnur eisini síggja og
merkja hana.
Hugsa teg klænan
Í dag verður NLP arbeiðshátturin
nýttur í alsamt fleiri viðgerðum,
har fólk eru fangað í oyðileggj-
andi lívsvanum. Til dømis royk-
ing, rús- og evnismisnýtslu ella
etingarólagi. Og fleiri og fleiri
fólk venda sær eisini til NLP
ráðgevar fyri at fáa hjálp til at
klænka seg.
Ein klænkikurur einsamallur er
í grundini bara ein viðgerð av
nøkrum eyðkennum. Tí tað er jú
ikki maturin í sær sjálvum, men
mátin, tú hugsar um mat og tað
at eta, ið er trupulleikin. Fólk, ið
eru kedd um sína vekt, seta
oftast mat í samband við skomm
og ringa samvitsku. Ynskir tú at
klænka teg, nyttar tað onki at
hanga føst í eini sjálvsmynd, ið
sigur, at tú ert ljót og tjúkk og
onga viljastyrki hevur.
Skapa tær eina mynd av tær
sjálvari soleiðis sum tú ynskir at
síggja út og kenna teg. Hugsa í
litum, vøkrum klæðum, hvat sum
helst, fyri at gera myndina so
veruliga og livandi sum gjørligt.
Og lat so vera við at ganga og
siga við teg sjálva "Eg má
klænka meg". Ger í staðin teg
sjálva til høvuðspersón við at
siga: "Eg vil klænka meg." Tá
verður tað tú, og ikki alt møgu-
ligt annað, sum verður drívmegin
í nýggju verkætlanini, sigur
Diana.
Viga tíni orð
Eitt er, at orðini, vit brúka um
okkum sjálvi, ávirka okkara
sjálvsfatan. Men tey fæstu geva
sær far um, hvussu nógv tey
eisini kunnu ávirka síni med-
menniskju við orðum. Orð
kunnu menna og stimbra, men
tey kunnu so sanniliga eisini
brótar niður.
Ein øgiliga vanligur óvani er
til dømis at finnast at persónin-
um, tá tað í veruleikanum er ein
ávísur atburður, ið irriterar
okkum. Gongur maðurin hjá tær
til dømis og melur aftur og fram
frammanfyri sjónvarpinum,
meðan tú situr og hyggur, er
skjótt at goyggja eftir honum:
"Gudsdoy, tú ert irriterandi." Um
hann á hendan hátt javnan fær at
vita, hvussu irriterandi hann er,
fer hann at halda, at tað má vera
eitthvørt grundleggjandi galið
við hansara persónligheit. Tíni
orð verða til endaligar dómar,
hann ikki fær gjørt nakað við og
tí kann alt samskifti líka so væl
bara halda uppat.
Um tú í staðin sigur, hvat tað
er, sum irriterar teg, flytur tú
fokus frá persóninum til ein
ávísan atburð, sum kann broyt-
ast. Ein sera einfaldur máti at
skapa møguleikar og ikki forð-
ingar fyri einum mennandi
samskifti millum menniskju,
sigur Diana Borgnýardóttir at
enda
Hvat er NLP?
NLP stendur fyri Neuro
Linguistic Programming.
Grundhugsanin er, at tankar
(neuro) endurspeglast í málburði
(linguistic), sum síðani ’pro-
grammera’ atburð. Við at hugsa
øðrvísi og nýta onnur orð, kunnu
menniskju also programmera seg
sjálvi til at broyta atburð.
Ein NLP ráðgevi tekur fyrst og
fremst støði í sjálvsmyndini hjá
tí einstaka og teimum kenslum
og orðum, ið tengja seg at henni.
Við samrøðum og við neyvum
spyriháttum fær ráðgevin við-
komandi at nýta onnur og nýggj
orð um seg sjálvan. Leita verður
aftur til góðar upplivingar, sum
slóða vegin fyri mennandi orðum
og kenslum og harvið eini posi-
tivari sjálvsmynd.
Við stuðli frá ráðgevanum,
kann viðkomandi liva seg inn í
positivu sjálvsmyndina og harfrá
virka í tráð við hana.
– Øvundjúka er at halda seg vaksa við at fáa onnur at minka
– Ein klænkikurur einsamallur er í grundini bara ein viðgerð av
nøkrum eyðkennum. Tí tað er jú ikki maturin í sær sjálvum, men
mátin, tú hugsar um mat og tað at eta, ið er trupulleikin.
– Fólk, ið hava høgt sjálvsvirði, hava ein serligan eginleika til bert at
minnast tær góðu upplivingarnar og at duga at brúka tær seinni
C
M
Y
K
25
24