Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004 SKIPBROT Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Í bókini "Søgur og søgubrot" skrivar høvundurin Jóannes Dalsgaard (1895-1980), vanliga nevndur Jóannes á Mølini, í Hoyvík, um hendingina, sum fór fram fyri júst hundrað árum síðan. Fastalávintssunnukvøld fyri skýming tann 14. februar 1904 kom damparin S/S Scotland sín fyrsta túr til Føroya úr Danmark. Hann skuldi eisini til Íslands. Felagið sum átti skipið æt "Thore", og tann sum stóð fyri felagnum var íslendingurin Thor E. Thulinius, sum búði í Keyp- mannahavn. Fólk í Skálavík eygleiddu skipið, sum fór leiðina norður í Nólsoyarfjørð á veg til Havnar hendan sunnudag seinnapart í kavaveðri. Tá skipið kom í Nólsoyarfjørð løgdu teir stilt, tí teir tordu ikki at seta inn á Havnina í tí kava- roki sum var. Teir lógu og daml- aðu við lítlari ferð. Nakað eftir miðnátt kláraði upp og teir skuldu til at sigla inn móti Havnini, tá tað aftur køvdi av í kavaroki og nógvum vindi. Hetta hevur verið um fýra tíðina. Um fimm tíðina merkti stýrimaðurin, sum júst tá var farin niður undir at fáa sær kaffi, at skipið bar við okkurt og beint eftir var ein sera harður stoytur. Skipið hevði rikið við vestfallinum og sigldi á land undir Hvalneshøvda. Tíbetur var hampuliga gott veður í sjónum hendan morgunin 15. februar. Hvalnes er annars brimpláss. Um illa vildi til, hevði eingin komið livandi í land. Fyrsti stýrimaður doyði Frá landi var eingin hjálp at fáa, tí eingin visti um tilburðin. Teir settu so bát út. Báturin varð so mannaður, og fyrsti stýrimaður var formaður. Tá teir komu inn móti urðini, tók eitt óløgi bátin og rendi hann so hart móti einum Sunnudagin 15. februar vóru liðin hundrað ár síðan damparin S/S Scotland rendi á Hvalnes norðanfyri Skálavík á Sandoynni og bleiv vrak. Fyrsti stýrimaður lat lív, meðan restin av manningini og ferðafólkini vórðu bjargað Fyri 100 árum síðan: S/S Scotland sigldi undir Hvalneshøvda og bleiv vrak S/S Scotland. Hetta er skipið sum fór á land undir Hvalneshøvda 15. februar 1904. Myndina hevur Palli Dalsgaard í Skálavík fingið til vega frá Tryggingarfelagnum Føroyar Onnur av hesum klokkum er tann av »S/S Scotland«m sum skiparin gav kirkjuni í Skálavík, er í bókini »Hvíta kirkjan« Skápið, bókin sæst ligga á, er eisini av »S/S Scotlandi« og er í húsunum hjá Palla Dalsgaard í Skálavík. At skipsklokkan varð givin kirkjuni komst av tí, at verandi kirkjuklokka var so lítil, at hon ikki hoyrdist væl um alla bygdina. Klokkan kom ikki upp at hanga við tað sama. Tað gingu nógv ár, til hon kom upp at hanga. Í 1921 var hon eina tíð í Skopun, tá tann kirkjuklokkan brotnaði og fór til Danmarkar at verða stoypt umaftur. Tá klokkan kom aftur úr Skopun, hongdi Hans Dalsgaard ( Hans á Mølini) hana upp og fekk báðar klokkurnar at sláa saman. Tá hoyrdist ringingin betur. Mynd: Oskar Oskarsson Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004 7 steini at stýrimaðurin, sum sat afturi í rong, varð tveittur fyri borð og doyði á staðnum – høvd- ið tók fyrst, tá hann bleiv slongd- ur inn í gróti. Tey sum vóru í bátinum fóru so aftur út til skipið, og ikki varð roynt aftur við báti. Annar stýrimaður svam síðan í land við eini línu. Tað eydnaðist honum at sleppa niðan gjøgnum urðagrótið og niðan undir Høvdan. Hann fekk bundi eina tjúkka línu millum skipið og land, soleiðis fekk hann bjarga ferðafólki og manning - eini fjøruti fólkum - ið øll komu á land uttan mein. Á Hvalnesi kundu tey ikki vera verandi, nógvur kavi var niður- komin og kavarok var. Tey vóru noydd at leita upp fólk, um tað var gjørligt. Tey komu fram á eitt seyðahús, har nøkur fóru inn, meðan onnur fóru at leita í yms- ar rætningar fyri at finna fólk. Tá tey komu fram á rossagøtur, vistu tey, at tær mundu ganga at húsum onkrastaðni. Seinni um morgunin kom Stovubóndin í Skálavík, Poul Johannes Jacobsen, fram á tey, hann var farin ein túr í hagan við hundinum. Um 9-10 tíðina kom hann í túnið Niðri á Møl við eini mannamúgvu eftir sær. Menn fóru so beinanvegin í hagan at leita eftir teimum sum eftir vóru. Ferðafólkini og manningin komu vát og køld til Skálavíkar, har tey vórðu væl móttikin, fingu góðan mat og heita song. Ferða- fólkið varð annars skjótt sent til Havnar. Eitt av ferðafólkunum var blaðstjórin á íslendska blaðnum "Ísafold", hann skrivaði seinni í sínum blaði um ferðina og skipbrotið. Sýslumaðurin, J. H. Schrøter, fekk boð um tilburðin og kom eystur. Hann setti vaktarmenn at ansa eftir skipinum. Pengarnir burtur Tá skiparin og stýrimaðurin komu út aftur til skipið fyrstu ferð, varnaðust teir, at pengarnir í stýrihúsinum vóru burtur. Hetta varð so sagt løgregluni, og mað- urin, ið hetta hevði gjørt, var ein av manningini á skipinum, og varð hann tikin í Havn. Hetta hevði hann gjørt, meðan hinir stríddust við at bjarga fólkinum í land. Ein stáltrossi varð settur fastur inni á Høvdanum og spentur at mastrini á skipinum, og eftir hesum strongi varð so alt drigið, ið kom úr skipinum. Nakað varð bjargað úr skipinum so sum viður, takjarn o.l. Tveir dagar seinni øtlaði veðrið, og brim kom, tá helt øll bjarging uppat. Skipið brotnaði av um tvøran tann dagin, og menn søgdu, at slóðin av mjøl- sekkjum, viði, kassum og øðrum, ið fleyt, var so long sum sást suður eftir eystfallinum, men einki kom upp á land, tí rákið var út frá landi. Aktión varð hildin á Hvalnesi yvir vøru, ið lá eftir har. Menn vóru ræddir fyri at rotta fór at koma í oynna av hesum skipi. Ein dagin kom ein rotta úr einum kassa, ið drigin var á land. Hon varð so dripin, og meira spurdist ikki til rottu ta ferðina. Fyrsti stýrimaður, sum lat lív, liggur grivin í gamla kirkjugarð- inum í Skálavík. S. M. Kirk æt hann Rovini og vraklutir av S/S Scotland eru enn at síggja á Hvalnesi. Skipsklokkuna gav skiparin til kirkjuna, eisini eru aðrir lutir í Skálavík sum minna um hesahending fyri hundrað árum síðan.. Kelda: "Søgur og søgubrot" v. Jóannes Dalsgaard Gravsteinurin yvir stýrimannin av S/S Scotlandi sum sjólætst, tá skipið fór á land á Hvalnesi, stendur í gamla kirkjugarði Niðri á Møl Mynd: Oskar Oskarsson Jóannes Dalsgaard (1895- 1980), vanliga róptur Jóannes á Mølini, ættaður úr Skálavík, hevur skrivað um tilburðin tá S/S Scot- land fór á land á Hvalneshøvda. Jóannes búði í Hoyvík. Hann var giftur við Elsu av Skarði. Tey fingu fýra børn. Valdemar, Sannu, Sunnevu og Símun. Jóannes var arbeiðsformaður á Royndarstøðini í Hoyvík, tað danir rópa mark- assistent, frá byrjan av í 1922, til støðin varð yvirtikin. Hesir báðir pullartarnir standa í garðinum hjá verfaðir Palla Dalsgaard (á myndini), Anthoniusi í Hanusarstovu (1895-1964) í Skálavík.Teir eru av S/S Scotlandi. Nær hann hevur fingið teir heim í bygdina, veit Palli ikki, teir hava verið har alt hann kann minnast. Av útsjónd eru teir ikki nógv broyttir eftir hesi mongu ár, so tilfarið man hava verið gott. Seinastu leivdirnar av vrakinum norðuri á Hvalnesi hava verið sjónligar til fyri stuttari tíð síðan. Mynd: Oskar Oskarsson Merkið, vit hava sett á kortið, vísir Hvalnes, har skipið sigldi á land C M Y K 27 26