leygardagur 28. februar 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004
FERÐAFRÁSØGN
Orð og myndir
Edvard Joensen
Jerusalem
6. partur
Tað er nakað serligt við navn-
inum Oljufjallið. Tú hoyrdi um
hetta fjallið í sunnudagsskúlan-
um í heimbygdini. Hevði ymsar
meiningar um, hvussu tað mundi
síggja út. Helst líktist tað Slætt-
aratindi. Tað skuldi bara manglað
annað. Sjálvur vart tú lítil, og
verðin var stór.
Vit koma í hýruvogni. Mer-
cedes. Koyra úr VesturJerusalem,
har vit búgva á vallarheiminum -
ella guesthouse, sum eigarin
nevnir tað - Yitzhak Rabin. Eitt
frálíkt vallaraheim, ið meira
líkist hotelli. Og soleiðis er
støðið allastaðni, har vit ferðast í
Ísrael. Vertur okkara er stjóri fyri
hesi ketuni, ið eigur øll hesi
frálíku gistingarhúsini.
Tað ber ikki til, verður hildið,
at hava verið í Jerusalem, uttan
at vitja Oljufjallið.
Ferðaleiðarin er einki fyri
soleiðis at fara hagar. Sigur seg
ikki hava verið har í áravís. Hetta
er arabiskt øki, og hann tykist
ikki serliga tryggur um støðuna.
Heldur seg kanska hava eina-
hvørja stóra ábyrgd av hesum
fremmandu, ið eru so altráir eftir
at vitja hetta staðið.
Ella er tað kanska bara tað, at
hann ikki hevur somu kenslur
fyri staðnum, sum vit hava. Hann
er jødi, og hóast hann gongur við
Bíbliuni í taskuni, er tað mest
um ferðaleiðara, hann nýtir hana.
Hevur merkt sær av, hvar hann
skal finna ymsu hendingarnar
aftur, sum spurt verður um.
Men hann er professionellur,
og tá gestirnir seta uppá, at nú
skal farast á Oljufjallið, er at
finna ein arabiskan hýruvogns-
førara og so avstað.
Gravstað
Hiðani skal uppreisnin byrja. So
er gamalt, og tí hava jødarnir
longu í fornøldini lagt uppfyri, tá
kirkjugarðar og gravstøð vórðu
vald. Oman brekkuna móti
Kedrondalinum liggja stórir
Oljufjallið
Tú ivast, um rætt er at kalla staðið fyri eitt fjall, hóast tað røkkur meira
enn 800 metrar yvir havið. Heyggur ella válur hevði heldur verið brúkt í
Føroyum um hetta staðið, sum man bera eitt tað kendasta fjallsnavnið í
heimssøguni yvirhøvur. Her eru stórhendingar farnar fram
Jerusalem skal síggjast eystaneftir av Oljufjallinum fyri at fáa eina rættiliga mynd av Heilaga Staðnum
Saman við profetunum Haggai og Málaki skulu vit úr gravhellinum á Oljufjallinum á uppreisnardegi stíga út í tað bjarta ljósið fyri uttan gravarmunnan
Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004
9
jødiskir kirkjugarðar. Bæði
nýggjari og elligamlir.
Vit fara úr bilinum og eftir at
hava parlamenterað við einar
tveir-tríggjar arabarar, sum vilja
selja myndir av Jerusalem og
annað, teir hava í skjáttuni, finna
vit eina gøtu oman móti
Getsemane. Men her eru gravir á
vegnum. Gamlar profetagravir,
sum enntá standa merktar við
skeltum við gøtuna. Og longri
niðri finna vit bæði grøv
Absaloms og Zachariasar. Um
talan er um profetin Zacharias,
ella um faðir Jóhannes Doypar-
ans, eru menn ikki á einum máli
um. Og vit lata teir kjaksast um
tað uttan her at taka dagar
ímillum, hvør hann var, sum her
varð grivin. Men ovari liggja
gravir teirra profetanna Haggai
og Málaki, sum vit ætla at vitja.
Men portrið er stongt, og okkurt
stendur á einum lepa, sum vit,
fremmandamenninir, ikki duga at
lesa.
Tað goyr ein hundur eina-
staðni har inni millum húsini.
Ein stórur schaefari, sum gongur
leysur í einum innihegnaðum
garði millum gamlar komfýrar,
burturtveitt køliskap og rustaðar
takplátur.
Ferðaleiðarin bankar á einar
dyr, og ein blídlig yngri kona
kemur í dyrnar. Har verður tosað
- á arbabiskum máli, sigur
ferðaleiðarin okkum seinni - og
fyri fimm sheklar - einar sjey-
átta krónur- kemur hon at lata
okkum portrið til gravirnar upp.
Vit fara inn í eitt stórt helli,
har fleiri síðugongir eru. Smærri
gravhelli, rokna vit út. Myrkt er,
sum vera man, og eingin er
lyktin, so vit fara ikki longri inn,
enn dagslýsið røkkur.
Her er gott pláss. Minnir ikki
sørt um kópalátrið innanvert
Miðvágsurðina. Tó er ljósari inni
her, tí hurðaopið er størri. Og
kvirrari eisini. Sum í grøvini.
Her hava teir valt sær gott
gravstað, gomlu profetarnir.
Ovast á oljufjallinum. Tað
seinasta, sum skuggi kom á, tá
sólin sakk í vestri.
Og sum eg standi soleiðis og
hyggi at hurðini, kemur hendan
kenslan upp, at soleiðis fer tað at
verða á upp-
reisnardegi.
Hetta bjarta
ljósið, ið fer at
streyma niður í
grøvina.
Ikki so galin
tanki í grund-
ini-
Judas
Tað var her,
tann í søguni
kendasti koss-
urin varð givin.
Á hesi gøtuni,
vit ganga eftir,
vil eftirtíðin
vera við, at tað
hendi.
Her kysti
Judas meistaran
sum tekin til
yvirvøldina um,
at hetta var
maðurin, teir
skuldu taka á
hondum.
Tað stendur
ein steinsúla í
einum lítlum
innviki, eini
nichu, í høga
betonggarðin-
um, sum í dag
er kring sjálvan
Getsemane
urtagarðin.
Her var tað,
at Judas kysti Jesus, veit ferða-
leiðarin at siga frá, og sum eisini
er greitt frá á talvuni, sum fest er
á garðin.
Og Judas, stakkalin, hann
verður lagdur undir nógv. Sumt
helst av órøttum.
Hvussu ofta hava vit kanska
kannað eftir, hvat tað var, Judas í
veruleikanum gjørdi? Mundi
hann ikki halda seg gera tað í
góðari tænastu? Og hvussu
stendur til í dag við monnum,
sum kanska eru í somu støðu
sum Judas.
Judas var ikki galeleari. Hann
var ivaleyst uppvaksin í syna-
goguni í sannari jødiskari trúgv,
sum álegði honum at ansa eftir
øllum, sum á einhvønn hátt
mótarbeiddu teirri sonnu læruni.
Hann hevði kanska í fleiri mán-
aðar undan hesum ólukkuliga
hóskvøldinum her í brekkuni á
Oljufjallinum verið njósnari fyri
prestastættina í Jerusalem móti
hesum trúarvillinginum, sum
gekk har norðuri í Galilea og
prædikaði, eftir teirra meting,
vantrúgv.
Vit kenna dømi í dag, har fólk
beinleiðis verða lýst friðleys og
deyðadømd av slíkum átrúnaðar-
ligum dómstólum. Besta dømi
um okkara leiðir man helst vera
rithøvhundurin Salman Rushdi.
Tað varð beinleiðis álagt
einumhvørjum jøda at royna at
avdúka einhvønn ranglærara og
seta fellur fyri hann, til tess at
avdúka hann og hansara læru
alment. Tað hava vit mong dømi
um í Nýggja
Testamenti, har
teir skriftlærdu
og rætttrúgv-
andi jødarnir
royndu at seta
Jesus fastan.
Judas hevur
ivaleyst bundið
seg við einum
hátíðarligum
lyfti í synagog-
uni at útinna
eitt slíkt avrik.
Og her var
møguleikin,
sum hann so í
sannleikans og
trúarinnar navni
avgreiddi.
Getsemane
– Og teir koma
í ein urtagarð,
ið kallast
Getsemane,
sigur Markus.
Tó tað man
vera ivasamt,
um Getsemane
í teimum døg-
um hevur verið
at roknað sum
nakar urtagarð-
ur, soleiðis sum
vit í dag kenna
slíkar. Staðið
hevur heldur
verið ein
olivenlund, har oljutrøini hava
vaksið niðan brekkuna, og
pressurnar hava staðið niðri við
vegin inn móti Jerusalem.
Getsemane merkir oljupressa,
sum eisini hóskar væl til navnið
á fjallinum, har garðurin liggur,
nevniliga Oljufjallið.
Her hava fólk í Jerusalem iva-
leyst havt túsundtals oliven- og
mandlutrø, sum tey so hava røkt
og heystað av. Kanska var tað
hiðani, Símun frá Kýrene kom,
tá hann varð noyddur at bera
kross Jesu?
Trøini hava staðið niðan
brekkuna, og pressan sjálv niðast
við vegin, soleiðis at borið hevur
verið undan brekkuni, sum
rímiligt er. Eisini var tað so, at
pressan hevði brúk fyri vatni,
sum fekst úr Kedron løkinum, ið
rann gjøgnum dalin millum Olju-
fjallið og Jerusalem. Sostatt er
eingin ivi um, at hetta er Getse-
mane. Garðurin, ella rættari
lundin, kann stutt og greitt bara
hava ligið her.
Ført hevur verið fram, at stóru
oliventrøini, sum í dag standa í
Getsemane, ikki kunnu vera tey
sum, sum stóðu her, tá Judas
sveik Jesus. Tí rómverjar feldu
øll trø á leiðini til byggitilfar av
ymsum slagi. Men tað kunnu tey
kortini heilt væl vera, og er tað
eisini rættiliga sannlíkt, at so er.
Vit vita, at tá arabarar tóku
valdið í Jerusalem ár 635, og
løgdu skatt á at kalla hvørt
einasta oliventræ í landinum,
vórðu júst trøini í Getsemane
undantikin við teirri grund-
geving, at tey vóru so gomul.
Eingin nytta var í teimum, varð
tá hildið. Eingin frukt, og tí einki
at skatta.
Hesi somu trø standa enn í
dag í garðinum. Og hóast tey
síggja í so ellisboygd út, sprettur
kortini ein grein her og har á
teimum.
Her undir einum av hesum
stóru, avgomlu trøunum var tað,
at meistarin sveittaði blóð í
royndarstundini. Og her, eins og
aðrastaðni, har hendingar, kendar
eru úr Bíbliuni, eru farnar fram,
er bygd kirkja at minnast júst
hesa hendin.
Inni í kirkjuni er berur klettur,
har Jesus skal hava ligið í síni
sálarneyð og sveittað blóð. Hesin
klettur verður vístur fram sum
júst tað staðið.
Men tað sama verður ein
annar klettur uttan fyri kirkjuna,
sum onnur trúargrein heldur vera
tann rætta klettin, har tað hendi.
Soleiðis kappast tey um at
finna støðini, har júst tað og tað
hendi. Í eini ævigari jagstran
eftir støðum, sum í grundini ikki
hava so nógv við trúgv, uttan
meira prógv at gera.
Og so er tað ein fer at spyrja,
hvat nú meiningin var við øllum
tí, sum hendi?
Rættiliga sannlíkt er, at elligomlu oliventrøini í Getsemane urtagarði hava verið vitni til
hendingarnar, ið komu at hava so avgerðandi avleiðing fyri mannaættina
Á hesum innigyrda kletti, verður sagt, at tað hendi, sum Lukas sigur frá, at hann var í
deyðaangist og »......sveitti hansara varð rætt sum blóðsdropar, sum fullu á jørðina.«
Ein steinsúla er reist á staðnum, har Judas sveik meistara sín við einum kossi
C
M
Y
K
29
28