Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004 Fjórði partur Eftir Hanus Kamban TANN STÓRA BROTSGERÐIN SO SKJÓTT SUM Operatión Ajax var av, varð farið undir at gera upp við demokratarnar rundan um Mossadegh. Sum nevnt í seinastu grein vórðu 60 heryvirmenn og nakrir studenta- leiðarar skotnir. Uttanríkis- ráðharrin Hussein Fatemi - sum ikki hevði dult fyri sínum atfinningum móti shahinum - varð somuleiðis skotin. Teir fremstu í Tudeh og tí tjóðskaparligu fylkingini vórðu antin fongslaðir ella skotnir. Aðrir fingu linari revsing. Høvuðsmaðurin í hesum tilburðum, Mohammad Mossadegh, sum nú var 71 ára gamal, fekk trý ára fongsul og húsavarðhald fyri lívið. Við sínar dómarar segði Mossadegh: Mín einasta brotsgerð er, at eg tjóðartók tann iranska oljuídnaðin og beindi burtur úr hesum landi netverkið av hjálandakúgan og tað politiska og búskaparliga árinið hjá heimsins størsta hjálandaveldi. Eftir at hann hevði sitið sína fongsulstíð á tamb, varð Mossa- degh á sumri 1956 førdur til sína heimbygd Ahmad Abad, har hann, sum vit minnast, átti ein bóndagarð. Hann hevði frítt at fara á ogn síni, men bara skyld- fólk og nakrir fáir vinir sluppu at vitja hann. Menn frá tí nýggju loynitænastuni hjá shahinum - SAVAK - hildu vakt innan og uttan fyri garðin, sum umgyrdi ognina. MONTESQUIEU OG ROUSSEAU TA DRÚGVU tíð, sum tann gamli ríkisovastin nú ráddi yvir, brúkti hann til at dyrka síni mongu áhugamál. Hann gransk- aði iranska heimspeki og las Montesquieu og Rousseau. Hann fekst við jarðarbrúk, lærdi bøndur í grannalagnum at brúka nútímans búnaðaramboð og vann - fyri eina ætlan, sum økti um framleiðsluna av sukurrótum - eina virðisløn. Mossadegh var av eini ætt, sum var tiltikin fyri lærdóm, og sum hevði alt bæði løgfrøðingar og læknar. Við tað at hann visti meira um løgfrøði enn tey flestu, fór tann gamli politikarin nú, í sjálvdrátti, undir at lesa lækna- frøði. BYGDARFAÐIRIN HANN LAS læknafrøðilig verk og gjørdi heiluvág móti malaria burtur úr rótum, sum hann kókaði. Hann gjørdist at enda so fermur lækni, at hann bleiv álitið hjá fólki í bygdini. Tey komu til hansara við teirra mongu trupul- leikum, og altíð var hann til dystin fús at hjálpa. Fyri bygda- fólkið var hann sum ein faðir, og sagt verður, at tann samhugi og tað hjartalag, sum lýstu av hansara persónleika, enn eyðkenna fólkið í Ahmad Abad. Tey skyldfólk, sum vitjaðu Mossadegh, siga kortini, at hann var tungur í huga og mótleysur síni seinastu ár. Hann syrgdi, ikki um sína egnu lagnu, men um, at hansara dreymar um Irans framtíð vórðu farnir í sor. Mohammad Mossadegh andaðist tann 5. mars 1967. EITT HARÐRENT EINAVELDI TAÐ STÝRIÐ sum fekk valdið aftan á stjórnarkvettið í 1953 var eitt kongadømi við - sum frá leið - meira og meira avmarkaðum demokratiskum rættindum. Kommunistaflokkurin var for- boðin, og somuleiðis teir flokkar, sum myndaðu ta tjóðskaparligu fylking, ið hevði ført Mossadegh til valdið. Píning og morð gjørd- ust skjótt gerandiskostur í Iran, og ein og hvør móstøða móti stýrinum varð niðurbard við harðari hond. Tað gjørdist sið- venja at handtaka vinstrasinnað og demokratar. Tað nýggja shahstýrið var eitt harðrent einaveldi. Um oljuna er at siga, at fólk í Iran høvdu slíka andstygd fyri Anglo-Iranian, at tann nýggja iranska stjórnin tordi ikki at geva felagnum (sum seinni skifti navn til British Petroleum) sína ser- støðu aftur. Eisini varð hildið, at USA átti at fáa ágóðan av, at tað í roynd og veru bar kannuna av Operatión Ajax. Sostatt var skipað eitt altjóða vinnusamtak, har Anglo-Iranian fekk 40% av partabrøvunum, fimm amerikonsk feløg 40% og Shell og eitt franskt felag 20%. Vinningsbýtið var eftir hetta broytt til 50-50. Men iranar sluppu framvegis ikki at síggja felagsins roknskap, og heldur ikki varð teimum loyvt at fáa stjórastarv í samtakinum. TANN HVÍTA KOLLVELTINGIN HESAR BROYTINGAR høvdu, saman við teimum skjótt vaks- andi oljuprísunum, við sær, at Mohammad Reza shahur brátt fekk eitt ovurstórt ríkidømi at ráða yvir. Og oman á hetta fekk hann samstundis veldugar upp- hæddir til gávus úr USA. Hann brúkti ómetaliga stórar upp- hæddir av hesi inntøku til at keypa vápn - úr USA - í tíðar- skeiðinum millum 1972 og 1976 heilar 10 milliardir dollarar. Samstundis fór Mohammad Reza undir - eftir fyrimyndini hjá faðir sínum og Kemal Atatürk - at seta í verk umbøtur og ný- skipanir í Iran. Konufólk fingu valrætt, islamskir dómstólar vórðu avtiknir, munagóð fram- stig hendu á heilsu- og undir- vísingarøkinum. Ein nýskipan av landbúnaðinum varð sett í verk, og farið varð undir at byggja upp ein nútímans ídnað. Endamálið við hesi "hvítu kollveltingini" var at skapa Iran um til eitt samfelag við vesturlendskum virðum og dámi. Men líkasum í 30-árunum undir Reza vórðu hesar royndir at skapa framburð smoygdar niður yvir fólkið. Aftrat tí kom, at framburðurin ongantíð kom at bøta um korini hjá tí stóru fjøldini. Avgerandi fyri framtíðina hjá shahstýrinum var kortini helst tann sannroynd, at Iran nú flutti seg longur og longur burtur frá tí demokratiska vegi, sum Mossa- degh hevði gingið. Og sam- stundis bleiv shahveldið meira og meira harðrent. Loyni- tænastan SAVAK varð bygd upp við hjálp frá USA og Ísrael. Áhaldandi frágreiðingar frá Amnesty International staðfestu, at fólk í tíggjutúsunda tali blivu fongslað, myrd og pínd - ella bara hvurvu. MOHAMMAD REZA OG SORAYA STÝRIÐ HJÁ Mohammad Reza helt við í eina fjórðingsøld. Meðan ósek fólk skríggjaðu í pínslukømrunum hjá SAVAK, var shahurin javnan at síggja í vesturlendskum myndabløðum. Í 1967 læt hann seg krýna, og í 1971 læt hann halda stórfingið 2.500 ára minningarhald fyri tí persiska ríkinum. Mohammad Reza, fagnaður og gyltur av vesturlendskum fjøl- miðlum, í kongsskrúði og við sólbrillum, mundi fáa mangt vesturlendskt kvinnuhjarta at bráðna, eins og Soraya drotning (sum hann seinni varð skyldur frá) ivaleyst kveikti loyniligar dreymar í mongum einsligum manshjarta. Bretar og amerikumenn kundu ikki annað enn fegnast um tann politiska ágóðan av Operatión Ajax. Iran varð verandi ein partur av teirra velduga verju- politiska kervi. Í 1955 fór landið upp í Bagdad-samtakið (frá 1959 nevnt CENTO), sum fataði um Turkaland, Irak, Pakistan og Bretland. CENTO lá sum ein brúgv millum NATO og tað suðurasiatisku samgonguna SEATO. GLÆSTRIMYNDIN RIVNAR ALT GEKK sostatt eftir vild, og Dulles-brøðurnir og Kermit Roosevelt kundu framvegis við stoltleika minnast sítt bragd - tað elegant fyriskipaða kvettið í 1953. Men móti endanum á 70- árunum fór glæstrimyndin at rivna. Vaksandi stættamunur, ófatiligar oljuinntøkur søplaðar burtur til vápnakeyp, ágangur móti demokratum og heimligum trúarrørslum, SAVAK og hennara alsamt vaksandi yvirgangur og píning - alt hetta var við til at festa í eina mótrørslu, sum hevði stuðul í tí iranska fólkinum. Men henda rørsla var - við tað at hon bæði fataði um islamistar, kommunistar og tjóðskaparligar demokratar - ógvuliga samansett. Shahurin royndi at bjarga sínum valdi við at linna kúgan- ina og einaræðið. Tað var lagnunnar spei, at hann nú, illa sperdur, í januar 1979 noyddist at útnevna Shapour Bakhtiar, sum hevði verið vararáðharri í arbeiðsmálum undir Mossadegh, til forsætisráðharra. So skjótt hann hevði fingið hetta starv, fór Bakhtiar til grøvina hjá Mossa- degh í Ahmad Abad, har hann helt eina røðu og lovaði at vera trúgvur móti meistarans hugsjónum. SVIKALIGUR DEGNINGUR MEN UM hetta mundið var tann alda, sum hevði reist seg, ikki til at steðga. Úr útisetu í Fraklandi kom Ruhollah Musavi Khomeini ajatolla tann 1. februar 1979 heim til Iran. Khomeini var kendur sum ovasti iranski myndugleiki í islamskari gud- frøði. Sum persónur var hann smákrevjin, eyðmjúkur og sannur móti sínum egnu trúarreglum. Hann vísti seg sum frá leið eisini at vera dugnaligur politiskur strategur. Hann samstarvaði í fyrstuni við aðrar flokkar og rørslur. KVETTIÐ MÓTI MOSSADEGH RÓTIN TIL YVIRGANG Í MIÐEYSTRI Henry Grady (á myndini), Trumans amerikanski sendimaður í Iran, spáddi, at Operatión Ajax fór at fýra landið út í »ruðuleika«. 25 ár seinni gingu spádómarnir hjá honum og forseta hansara út. Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004 11 Um hetta mundið var greitt, at kongadømið hjá shahinum var farið í søguna. Mohammad Reza, annar shahurin av Pahlavi-ættini, hevði framt so harðrenda kúgan, at nú á stóð, var eingin flokkur í Iran fúsur at stuðla hann. Sostatt mátti hann tann 15. januar 1979 flýggja av landinum. Hann sá ongantíð sítt heimland aftur. Ta fyrstu tíðina eftir kollvelt- ingina kundi tykjast, sum eitt nýtt tíðarskeið við fólkaræði í Iran var byrjað. Nakrir av monn- unum rundan um Mossadegh stigu nú inn á tann politiska leikpallin, hóast Bakhtiar, sum ikki kundi góðtaka Khomeini, tók seg aftur tann 11. februar. Fyrsti forsætisráðharri undir Khomeini var Mehdi Bazargan, sum í 1951, tá oljuvirkið í Abadan var tjóðartikið, varð settur sum tess fyrsti stjóri. Forseti eftir fyrsta valið undir Khomeini bleiv Abolhassan Bani-Sadr, sum eisini hevði tikið undir við hugsjónunum hjá Mossadegh. TEOKRATI SETT Á STOVN MEN TANN liberali morgun- roðin var stokkutur. Khomeini ajatolla hevði nevniliga heilt aðrar ætlanir. Tann islamska trúgvin var sambært tí ráðandi høvuðsprestinum ein alfevnd lívstolking, sum bæði stýris- skipan og verðsligar lógir máttu boyggja seg fyri. Sambært hesi hugmyndafrøði høvdu shiamuslimskir høvuðs- prestar, til tólvta imamsins afturkomu, skyldu at ráða í islamskum samfeløgum. Sum ovasti trúarleiðari, og virkandi sum imamsins varamaður, hevði Khomeini sjálvur skyldu at standa á odda í Iran. Aftur mátti fólkaræðið lúta, og í tess stað varð sett á stovn ikki eitt kongsríki, men eitt teokrati, eitt gudsríki, har sharialóg gjørdist verðslig lóg, og mullar og ajatollar ráddu. Hetta var tann islamska kollveltingin. Teir ráðharrar, sum vóru runnir úr stýrinum hjá Mossadegh, vórðu sum frá leið frákoyrdir ella handtiknir. Høvuðsgøtan í Teheran, sum eftir kollveltingina hevði fingið navn eftir Mossa- degh, var nú umdoypt og kallað upp eftir tí tólvta imaminum. GÍSLATØKA OG SJÁLV- MORÐSATSÓKNIR TERRORISMA ER ikki, sum mong tykjast at halda í dag, avmarkað til tann islamska heimin, men hevur eisini røtur í europeiskari søgu. Umframt at mong, bæði vird og minni vird, ríkir upp ígjøgnum 20. øld hava framt ríkisterrorismu (teirra millum Nazi-Týskland, USSR, USA, Bretland, Ísrael og Irak), finna vit dømir um yvirgang í mongum frælsisrørslum, eitt nú ETA, ANC, IRA og PLO. Ein tiltikin terrorbólkur í Miðeystri var tann jødiski Irgun Zevai Leummi, hvørs formaður var Menachem Begin, ið seinni bleiv forsætisráðharri í Ísrael og fekk nobelvirðislønina. Tá ið hesin bólkur, sum lið í sínum bardaga móti tí bretska Palestina-yvirræðinum, læt spreingja Kong Dávid-hotellið í luftina, doyðu 25 bretar, 41 palestinar og 17 jødar. Um vit nú avmarka okkum til tann muslimska heimin, so tekur terrorisma seg upp har í Egypta- landi í mars 1928. Í tíðini 1928- 78 er talan um eitt slag av tamd- ari terrorismu. Men við kollvelt- ingini hjá Khomeini, sum tekur seg upp í 1978, byrjar eitt nýtt umfar í islamiskari terrorismu. Yvirgangur verður nú blindur, almennur og ikki-selektivur. Samstundis fara nýskapanir fram, sum m.a. fata um gíslatøku og sjálvmorðsatsóknir. YVIRGANGUR SUM ÚTFLUTNINGSVØRA OG UMFRAMT tað gera høvuðsprestarnir tað fascistiska teokratiið hjá Khomeini ajatolla til eitt reiður, haðani mælt verður til yvirgang í útheiminum. Fyri kanska fyrstu ferð í heimssøguni verður yvirgangur - terrorisma - hugmyndafrøðilig útflutnings- vøra. Hesin nýggi politikkur byrjaði við, at iranskir islamistar tann 18. august 1978 settu eld á Rex- biografin í Abadan við teirri avleiðing, at o.u. 400 sivilfólk brendu inni. Endamálið var at skapa ruðuleika og á henda hátt slætta vegin fyri kollvelting. Árið eftir hertóku uppøstir iranar ta amerikonsku umboðs- stovuna í Teheran, har teir hildu 52 amerikonskum diplomatum og starvsfólkum innibyrgdum sum gíslum í 14 mánar. Síðani fór prestastýrið undir at fíggja og vápna Hamas, Hezbollah og aðrar terrorbólkar í Miðeystri, sum høvdu morð, fólkarán og yvirgang á skránni. FRÆIÐ BREIÐIR SEG FRUKTIRNAR AV hesi gongd sóust skjótt. Í 1981 varð Shapour Bakhtiar myrdur í Fraklandi. Í 1983 drópu sjálvmorðsterroristar 214 amerikanskar flotahermenn í Beirut. Bumbuálopið í Buenos Aires í 1994, framt ímóti tí jødisku miðstøðini í býnum, kostaði 93 jødum lívið. Tann terrormentan, sum kyknaði upp undir tí nýggja islamska valdinum hjá Khomeini ajatolla, breiddi seg eisini - um Pakistan - til teir ólærdu, sunnimuslimsku afghanar av pashtun-fólkinum, sum settu á stovn Taliban-rørsluna. Limir í hesi rørslu fingu í 1996 valdið í Kabul í Afghanistan. Har slapp tann saudiarabiski ríkmaðurin Osama bin-Laden at byggja upp eitt netverk av yvirgangi, sum fekk navnið al-Qaeda. Tað vóru eftir øllum at døma yvirgangsmenn úr hesum bólki, sum tann 11. september 2001 tóku ræði á tveimum amerikonskum ferðaflogførum og flugu beint inn í tvíburatornini í New York. FRÁ OPERATIÓN AJAX TIL KHOMEINI UM VIT nú fara aftur til kvettið í 1953, so tykist ein bein strika at ganga frá Operatión Ajax til kollveltingina í 1979 og ta nýggja teokratiska shia- muslimska einaræðið hjá Khomeini ajatolla. Hetta verður uppaftur skillig- ari, um hugsað verður um, hvørj- ir møguleikar stóðu Bretlandi og USA í boði í 1951. Mossadegh var sum politikari og ríkisleiðari ikki lýtaleysur, og als ikki nakar eingil. Hann tykist t.d. at hava verið alt ov góðtrúgvin, har tað snúði seg um at meta um vandan frá USSR og frá iranskum kommunistum. Hansara størsti veikleiki var kortini trótandi pragmatisma. Trupulleikin var bara, at var Mossadegh, av góðum grundum, stívrendur móti bretum, so vóru bretar uppaftur treiskari og stívari. Í staðin fyri, av stuttskygni og ránshugi, at seta fót fyri Mossa- degh, kundu Bretland og USA havt stuðlað hann og gjørt sítt til við ráðum og búskaparligari hjálp at styrkja fólkaræðið í Iran. Eru ikki líkindir til, at Iran undir slíkum umstøðum kundi búnast til eitt demokratiskt mynsturríki í Miðeystri? Sum víst á í hesi greinarøð valdu USA og Bretland í staðin fyri at fella Mossadegh-stýrið. Tey valdu fyri løtuvinning at samstarva við yvirgangsmenn og korruptar búrkroppar og at lata valdið yvir tí iranska fólkinum upp í hendurnar á einum smá- sintum og harðrendum shahi, sum onki lógligt støði hevði at Kollveltingin í 1979 gjørdi enda á harðræðinum hjá shahinum. Á myndini síggjast kollveltingarmenn við myndum av Mossadegh. Men tað islamska prestastýrið sløkti teirra frælsisvónir.. Iranskt propagandauppslag. Khomeini ajatolla er avmyndaður sum Móses, ið vinnur á Farao – shahinum – sum heldur um imperialismunnar frakka- vel. Tann fyrri er á veg til himmals, tann seinni – sum sæst – beint í klørnar á hinum grábeinta. Framhald á næstu síðu C M Y K 31 30