Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004 byggja á. Og - og hetta er kanska tað versta - tey valdu at fara í brøðralag við antidemokratiskar mullar og islamskar fundamentalistar. MØGULEIKIN SUM FÓRST SAMBÆRT STEPEN Kinzer eru amerikanskir søgufrøðingar samdir um hesa meting av Operatión Ajax. Teir koma sum heild til ta niðurstøðu, at stjórnarkvettið í 1953 var ein krossvegur, sum hevði við sær, at søgan hjá Iran og øllum Miðeystri fekk eina heilt nýggja gongd. Kinzer vísir í síni niðurstøðu til metingar eftir eitt nú James A. Bill, Richard W. Cottam, Mark J. Gasiorowski og Nikki R. Keddie. Ein av hesum søgufrøðingum, Mary Ann Heiss, tekur í síni meting soleiðis til: Leikluturin hjá USA í kvettinum (í 1953)... sannførdi tað iranska fólkið um, at USA hevði lítla umsorgan fyri tess áhugamálum, at tað legði seg meira eftir at stuðla bretska imperialismu enn at veita hjálp til tjóðskaparligt sjálvræði og sjálvstýri. Henda sannføring fekk iranskar nationalistar at skýra USA Tann Stóra Satan og at geva tí skyld- ina fyri allar tjóðarinnar vanlukkur tey komandi 25 árini ... Oljustríðið í 50-árunum sáddi, við tað at tað setti fót fyri iranska nationalismu, fræið, sum tann islamska kollveltingin 25 ár seinni spratt úr. Og Richard W. Cottam tekur soleiðis til: Avgerðin at fella Mossadegh var av sonnum søgulig. Iran var á einum vegamóti, har tann prosentpartur av fólkinum, sum fór upp í ta politisku tilgongdina, ella var sinnaður til hetta, vaks við geometriskari hækking. Hesir vaknandi einstaklingar sókn- aðust eftir leiðarum, teir kundu líta á, og sum umboðaðu normar, virðir og stovnar, teir vóru fúsir at taka undir við. Høvdu Mossa- degh, tann tjóðskaparliga fylk- ingin og teir trúarleiðarar, sum tolkaðu Koranina á meira frí- lyntan hátt, varðveitt tamar- haldið á tí iransku stjórnini, kundu tey virkað sum sosialiser- andi útvegur hjá hesi vaknandi fjøldini. FRÁ AJAX TIL ÁLOPIÐ Á WORLD TRADE CENTER SJÁLVUR FELLIR Stephen Kinzer henda dóm: Trúgvir sum teir vóru ímóti víðgongdari islamismu og fúsir sum teir vóru at taka undir við sjálvt ræðuligastu valdsgerðum gjørdust kollveltarar í Iran hetjur fyri víðgongdum fólkum í mong- um londum. Millum teirra, sum fingu íblástur av teirra fyridømi, vóru teir afghanar, sum stovnaðu Taliban, førdu rørsluna til valdið í Kabul og góvu Osama bin- Laden ta herstøð, haðani hann setti í verk síni oyðandi terror- álop. Tað er ikki burtur av leið at tekna eina striku frá Operatión Ajax gjøgnum tað kúgandi shahríkið og ta islamsku koll- veltingina til tær eldkúlur, sum slúktu World Trade Center í New York. Hesar metingar, bæði hjá Kinzer og hjá amerikonskum søgufrøð- ingum, fáa uppaftur meiri tyngd, um havt verður í huga, at bæði í USA og Bretlandi vóru í 1950- árunum politikarar, sum ávaraðu ímóti krossferðini hjá brøðrunum Dulles og tí víðgongdu imperial- ismuni hjá politikarum sum Winston Churchill. Attlee iðraði seg ongantíð um sína mótstøðu ímóti uppílegging. Henry Grady, sendiharri í Iran undir Truman, helt, at ein kvett- roynd fór at vera "reinur ør- skapur" og fór at fýra Iran út í "ruðuleika". Harry S. Truman var ímóti at fella útlendskar stjórnir við kvetti, tí hann ásann- aði, at ein ikki kundi spáa um langtíðar fylgjurnar av slíkum tiltøkum, og at tær kundu gerast vanlukkuligar. MORÐIÐ Á ABRAHAM LINCOLN SKALDINI ERU mangan tey, sum fyndugast og best duga at lýsa teir søguligu krossvegirnar. Í 1865 varð amerikanski forsetin Abraham Lincoln skotin í einum sjónleikarhúsi í Washington av J.W. Booth, einum víðgongdum suðurstatsmanni. Um hesa hending yrkti amerikanska skaldið Walt Whitman eina av sínum vakrastu yrkingum. Minni kent er helst, at norska skaldið Henrik Ibsen yrkti eina yrking um sama tilburð, har hann í fimta ørindi tekur soleiðis til: Med glemte løfter, med svekne ord, med traktaters forrevne ark, med brudd fra i år på jer ed fra i fjor har I gjødet historiens mark. Og så ventet I enda, trygge i sinn, en høst av det edleste slags! Se nu spirer jer sæd. Hvilket flammende skinn! I undres; I vet hverken ut eller inn, - ti der vokser stiletter for aks! Um ein ikki visti, at Ibsen doyði í 1906, og at hann í hesi yrking sipar til europeiskan realpolitikk í seinnu helvt av 19. øld, so kundi ein hildið, at henda yrking var ein viðmerking til álopið á World Trade Center. Hugsa vit okkum kortini henda seinna møguleikan, so mugu vit leggja aftrat, at misgerðirnar hjá politikarum sum John Foster Dulles (og eftir teir eitt nú Nixon og Kissinger) á ongan hátt av- marka seg til svik ella lyftibrot. Sum víst á í hesi greinarøð, fevna teirra politisku atgerðir eisini um at fyrireika, seta í verk og fremja yvirgang, morð og terror í fremmandum londum, at samstarva við brotsmenn og - í mongum førum - at berja niður demokratiskar tilgongdir. TAÐ NÝGGJA HEIMSVELDIÐ SÆÐ Í einum víðari perspektivi var Operatión Ajax tað fyrsta, ella eitt tað fyrsta, stigið í eini menning, sum seinni fór at geva USA fremsta pláss í stríðnum um ríkidømi, tamarhald og vald í heiminum í 20. øld. Stíva triðingsøld eftir kvettið í 1953 hendi tað merkiliga, og mótsagnarkenda, at samstundis sum USSR gavst við kappingini um heimshegemoni og slepti Breznjev-doktrinini, gjørdi USA somu doktrin til sítt hugmyndafrøðiliga grundarlag. Hetta hevur havt við sær, at USA í dag er heimsins einasta imperium, eins og tað rómverska ríkið var tað í fornøld. Tað nýggja heimsveldið er tað sterkasta, hvat hermegi viðvíkir, hevur vald á einum stórum parti av heimsins ríkidømi og er enntá farið í holt við, einsamalt, at militarisera rúmdina. Samstundis hevur landið loyst seg úr øllum moralskum og etiskum høftum, og tað hevur antin tikið seg burtur úr, ella er um at taka seg burtur úr, teimum altjóða sáttmálum av t.d. rættar-, umhvørvis- og hernaðarligum slag, sum tey flestu av heimsins londum enn eru fús at semjast um. BAKSLÁTTURIN TALAN TYKIST vera um eitt slag av imperialari hugmóð, sum setir USA (lutvís saman við Ísrael) í eina serstøðu "Jenseits von Gut und Böse" ella, orðað øðrvísi, um eina yvirmenniskja- hugsan í andanum hjá Nietzsche, sum er førd yvir á einstakar úrvaldar tjóðir. Hesin hugsunar- háttur kom, sum m.a slovenski heimspekingurin Slavoj Zizek hevur víst á (í Foreign Policy januar/februar 2004), á áhuga- verdan hátt til sjóndar í fjør, tá USA legði trýst á Serbia. Amerikanskir embætismenn kravdu, at Serbia flýggjaði sínar egnu møguligu krígsbrotsmenn út, so teir komu fyri altjóða krígsbrotsmannadómstólin fyri gamla Jugoslavia (í Haag). Men samstundis vildu ameri- kanarar trýsta Serbia til at undir- skriva ein tvílanda sáttmála við USA, har Serbia bant seg til ikki at útflýggja amerikanskar ríkis- borgarar, skuldsettar fyri krígs- brotsgerðir ella brotsgerðir móti mannaættini, til tann nýggja altjóða kriminalrættin (ICC), sum fór at virka í fjør, og sum eisini heldur til í Haag. Hetta er kortini ein onnur, men ikki minni áhugaverd, søga. Fyribils kunnu vit staðfesta, at yvirgangurin í Miðeystri, og terroratsóknir sum álopið á World Trade Center, ikki bara eru verkið hjá bin-Laden og al- Qaeda, men m.a. eisini - og umvegis - ein avleiðing av tí imperialistiska, antidemokratiska og amoralska uttanríkispolitikki, sum brøðurnir Dulles og Kermit Roosevelt førdu, tá teir í 1953 feldu demokratin Mohammad Mossadegh. Stephen Kinzer: All the Shah´s Men. An American Coup and the Roots of Middle East Terror. John Wiley & Sons, Inc. 303 krónur. Framhald av síðu 11 Kvettið í 1953 – sum beindi fyri tí demokratisku tilgongdini í Iran – var við til at gera Miðeystur til eitt reiður fyri yvirgangi. Á myndini álopið á World Trade Center. Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004 13 NASER KHADER Eyðun Klakstein Danska Ekstrablaðið gjørdi um vikuskiftið eitt sindur burtur úr føstulávintshald- inum. Blaðið fekk til stutt- leikar kendar danir at lata seg í øðrvísi klæði, og síðani vórðu myndir tiknar av teimum. Danski politikarin Naser Khader, sum hevur havt sínar greiðu meiningar um føroyskan heilsupolitikk, valdi at fara í føroysk klæði, og tað vóru ikki júst rósandi orð, hann hevði at bera føroyingum. – Føroyingar eru teir norðurlendsku muslimarnir. Nógvir av teimum eru sera víðgongdir, sigur hann við Ekstrablaðið, tá ið blaðið vil hava at vita, hví hann valdi tey føroysku klæðini sum grýluklæði. Ekstrablaðið heldur, at Naser líkist einum veru- ligum føroyingi, tá ið alt kemur til alt. – Nógvir føroyingar eru sera myrkir í húðini, tí muslimskir sjórænarar plagdu at fara í land í Føroyum og neyðtaka kvinnurnar, tá ið teir vóru á ránsferðum, skrivar danska blaðið. Antin føroyingur ella brotin sigarett Naser Khader hevur hug at draga eitt sindur í land, tá ið Sosialurin biður hann greiða frá, hví hann heldur, at føroyingar eru teir norður- lendsku muslimarnir, sum hann verður endurgivin fyri at siga við Ekstrablaðið. – Eg haldi, at Ekstrablaðið hevur strammað mína útsøgn eitt sindur, tí eg havi ikki hug at generaliserað allar føroyingar. Eg kenni eisini føroyingar, sum eru tolerantir og frísinnaðir, og eg havi onkrar føroyskar vinir, sigur Naser Khader. – Men teir føroyingarnir, sum eg havi havt samband við í kjakinum um fostur- tøku, brúka argument, sum líkjast teimum hjá funda- mentalistiskum muslimum. Teir brúka millum annað avgjørdar og guddómligar sannleikar fyri at vísa á, at teir hava rætt. Og valið at brúka føroyska tjóðarbúnan í í føstulávintshaldinum hjá Ekstrablaðnum, sigur hann: – Tá ið eg eri við í slíkum, brúki eg haldi høvið at koma við einum politiskum boðskapi. Tað gjørdi eg eisini í hesum føri. Eitt annað mál, sum eg fari at arbeiða fyri í næstum, er at fáa fleiri roykfrí øki í Danmark, og tí stóð valið hesaferð millum at lata meg í sum ein brotin sigarett ella sum ein føroyingur, sigur Khader. Bíblian burtur úr politikki Naser Khader hevur funnist hvassliga at føroyska fostur- tøkupolitikkinum. Hann heldur, at grundarlagið fyri hesum politikki verður funnin í Bíbliuni, og tað heldur hann vera skeivt. – Politikkur og átrúnaður skulu ikki blandast saman, og eg taki mær tann rætt at finnast at, tá ið tað hendir. Um tað so er í Nigeria, Saudi Arabia ella í Føroyum kann gera tað sama, sigur danski politikarin, sum umboðar Radikala Vinstra í Fólkatinginum. – Bæði føroyingar og danir hava spurt meg, hví eg blandi meg upp í føroysk viðurskifti, og eg kann bara svara, at eg havi ikki ringa samvitsku av gomlum kolonipolitikki, sum aðrir danskir politikarar kanska hava. – Føroyar eru næstan eitt tabu í donskum politiki, men tað leggi eg einki í. Eg havi stríðst fyri mannarætt- indum í Saudi Arabia og Nigeria, og eg geri tað eisini í Føroyum. Fráráddur at fara til Føroya Naser Khader erføddur í Damaskus í Sýria. Hann kom til Danmarkar saman við foreldrum sínum í 1974. Síðani hevur hann búð í Danmark, hevur gingið í skúla, tikið útbúgving sum cand. polit. og hevur verið við í donskum politikki. – Eg var ein demokrat- iskur analfabetur, tá ið eg kom til Danmarkar, men eg havi integrerað meg í danska samfelagið, og nú meti eg fólkaræðið verða mítt lívsprojekt, sigur hann. Umframt at verða politikari er Naser Khader eisini íðin viðmerkjari og fyrilestrahaldari, og hann hevur altíð okkurt upp á hjartað. Í hesum døgum eisini um Føroyar. Naser Khader hevur ongantíð verið í Føroyum, men hann sigur seg júst hava fingið nakað sum líkist eini innbjóðing. – Onkur hevur rátt mær frá at fara til Føroya, men fái eg eina innbjóðing, so taki eg av, sigur hann. Khader brúkti føroysk klæði sum grýluklæði – Føroyingar eru teir norðurlendsku muslimarnir, sigur danski politikarin, Naser Khader, sum á føstulávint fór í føroysk klæði – Onkur hevur rátt mær frá at fara til Føroya, men fái eg eina innbjóðing, so taki eg av, sigur Naser Khader. Hann er føddur í Sýria, men hevur búð í Danmark seinastu 30 árini. Á føstulávint læt hann seg í føroysk klæði til heiðurs fyri Ekstrablaðnum. Mynd: Claus Lunde/Polfoto C M Y K 33 32