Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 28. februar 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 41 - 28. februar 2004 35 14 Sosialurin Nr. 41 - 28. februar 2004 Í dag, 26. februar 2004, er eitt slag av jólaaftan fyri allar bókaormar í Danmark, tí í dag byrjaði stóra árliga bókaút- sølan. Í morgun høvdu bóka- handlarnir funnið innkeyps- kurvarnar fram úr kjallaranum og sett tær fram í handlinum, soleiðis at vitanar- og undir- haldshungrandi viðskiftafólk høvdu ein livandi kjans at bera allar tær innbundnu síðurnar, sum frá í dag kunnu ognast fyri ein minni penga enn vanligt. Hjá Arnold Busck í Køb- magergade var fullkomið bókahandilsanarki longu veruleiki, tá eg kom inn einaferð út á seinnapartin. Nakrar av teimum fleiri enn áttahundrað bókunum í tilboðsblaðnum vóru longu útseldar, neyvt skipaðu bókarúgvurnar vóru væl á veg í kaotiskt bland, og fólkatætt- leikin framman fyri rúgvunum var sum á Áarvegnum á ólav- søku. Tað eru ikki føroyskir rit- høvundar, sum fylla mest á bókaútsøluni hesaferð. Í mínari leiting ígjøgnum tær 857 útsølubøkurnar, ið hesin handilin hevði í útboði, fann eg bara tvær. Tann fyrra eg rendi meg í var eingin minni enn samlaðu yrkingar William Heinesens, ið varð útgivin í 1984. Tann seinna var ein lítil bók við heitinum "Gummi- støvlerne er de eneste tempel- søjler vi ejer på Færøerne". Orðalagið í heitinum er so eyðkent, at tað næstan ikki er neyðugt at siga ókunnugum frá, at Jóanes Nielsen er høvundurin til hesa skald- søguna. Hvussu nógv tað sigur um nakað sum helst, veit eg í grundini ikki. Men eg beit merki í, at júst hendan bókin var óvanliga nógv niðursett. Í gjár kostaði hon 168 krónur, í dag 29 krónur og 90 oyru. Tað fekk bókahandilin burturúr mínum lumma, og "Gummi- støvlerne er de eneste tempel- søjler vi ejer på Færøerne" liggur nú á mínum náttborði - saman við eini fimtan øðrum verkum, sum funnu sær veg niður í innkeypskurvina í dag. Hvussu nógvar aðrar inn- keypskurvar bókin sníkti seg niðurí er ilt at gita um, men um fólk taka ummælarar fyri fult, vænti eg, at bókin er farin í kurvina hjá fleiri Berlingske- lesarum enn Politiken-lesarum. Eitt sindur øvugt er tað, tá hugsað verður um hvat av dag- bløðunum báðum høvundurin man geva besta ummæli, at Jørgen Johansen, ummælari á konservativa Berlingske Tidende, taldi "Brúgvar av svongum orðum" hjá Jóanes Nielsen millum favorittarnar at fáa Bókamentavirðisløn Norðurlandaráðsins, meðan Niels Lyngsø, ummælari á meira reyðdæmda Politiken alment postulerar, at hann flytur til Ballerup í protest, um Jóanes Nielsen vinnur virðis- lønina. Virðislønin varð handað eftir at hesin teldupostur var sendur ígjøgnum nýlagda Far-Ice kaðalin, ið bindur Føroyar til meginlandið reint tøkniliga, og tí veit eg ikki, um nakar um- mælari í hesi løtu gongur runt í Ballerup og hyggur sær eftir húsum. Men kanska áttu føroyingar at tikið meira ítøkilig stig til at víst hesum ummælara og øðrum dønum eitt sindur meira av føroyskum skald- skapi, t.d. við at skapt betri treytir fyri tey, sum hava hug og hegni at umseta føroyskar bókmentir til onnur mál. Harvið kundi man bundið Føroyar eitt sindur betur til meginlandið reint mentunar- liga. Og so kundu føroysku bøkurnar á komandi donskum bókaútsølum kanska eisini blivið eitt sindur fleiri í tali. Jóanes Nielsen styggir fólk til Ballerup TELDUBRÆVIÐ Frá: Rúnar Reistrup, Keypmannahavn, runar@reistrup.com Til: post@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Ja, tað hevur altíð verið sungið nógv heima hjá okkum. Spælir tú nakað ljóðføri? – Guitar, bass, eitt sindur á trummur. Syngur tú undir brúsuni? – Ja, tað geri eg. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Ja, tað hevur altíð verið ein dreymur. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Hann er ein stórur partur av mínum lívi. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – 850 fløgur, har á leið. Hvat er tín yndisfløga? – Tað er ein fløga við Randy Travis, sum eitur Rise and Shine. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Tað veit eg ikki. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Tað veit heldur eg ikki. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Allar pláturnar, sum eg eigi, dámar mær meir ella minni. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – No the other hand við Randy Travis. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Country tónleikur og andaligur tónleikur. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Framvegis country ella anda- ligan tónleik. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Kanska um eg hoyri ov nógvan jazz, annars ongin. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Tað eru so nógvir. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – One Night við Shakin Stevens. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – Her glaður eg ferðist og Sig mær ta gomlu søgu. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Himmalin hvør vøkur sjón. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Ein konsert við Tamra Rosanes. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Uha, tað eru nógvir, Alan Jackson. Magni Christiansen, tónleikari Aðalfundur í Eftirlønargrunni Føroya Arbeiðarafelags Aðalfundur felagsins verður leygardagin 20. mars kl. 14.00 í hølum Føroya Arbeiðarafelags, Tjarnardeild 7, 100 Tórshavn. Dagsskráin: 1) Val av fundarstjóra 2) Frágreiðing frá nevndini um farna ár 3) Framløga av ársroknskapi við grannskoðara- átekning til góðkenningar 4) Val av nevnd 5) Val av grannskoðara 6) Innkomin uppskot 7) Ymiskt Eftirlønargrunnur Føroya Arbeiðarafelags Aðalfundur í Føroya Arbeiðarafelag Fráboðaði aðalfundur Føroya Arbeiðarafelags verður fríggjadagin og leygardagin 19.-20. mars í hølum felagsins, Tjarnardeild 7, 100 Tórshavn, byrjað verður báðar dagar kl. 10.00. Uppskot til fundin skulu vera skrivstovu felagsins skrivliga í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. mars 2004. Seinasta freist fyri tilmelding til aðalfund og innivist er 1. mars 2004. Føroya Arbeiðarafelag Bakaralærlingur Søkt verður eftir bakaralærlingi. Lærutíðin er 4 ár, harav 35 vikur á tekniskum skúla. Arbeiðstíðin er mest um dagin, hóast nakrar náttar- vaktir eru. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til okkara og spyrja eftir Eli Andreasen. Bakaríið hjá Gunleivi Tlf. 59 88 38 ella 31 21 61 Línubátur til sølu HEYKUR TG 14 Báturin er 19 brt og hevur fiskiloyvið 4A. 70 dagar á landleiðini og 30 dagar á Føroya Banka. Boð undir 1.080.000 kr. ongan áhuga. www.batur.fo telefon 33 39 40 Gsm 22 87 41 Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Frá Bóndafelagnum Aðalfundur felagsins verður í Búnaðardeplinum leygardagin 13. mars 2004 kl. 11. Skrá: Sambært lóg felagsins. Formaðurin C M Y K 35 34