Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heldur enn at kýta seg at finna eina loysn, gevur lands­stýr­is­mað­ur­in í fíggj­ar­mál­um - í besta ir­on­lady stíli - fak­fel­øg­ u­num við eina ísakalda øksl. Ímeðan foreldur á triðju viku ikki sleppa til ar­beiðis, børn við ser­lig­um av­b­jóð­ing­um mugu vera heima og sam­fel­ags­hjól­ini steðga at mala. Púra óneyðugt, verð­ ur stór­ur partur av sam­ fel­ag­num lagt lamið, tí Jørg­en Nicl­a­sen, lands­ stýr­is­mað­ur, ikki hirð­ir at sam­ráð­ast við Ped­ a­gog­fel­ag­ið. Allir aðrir part­ar vísa ein góðan vilja, at finna semju. Onn­ur fakfeløg vísa sín greiða stuðul. Og krúllan er ein­føld at greiða, tí krøv­ini eru bæði rímilig og mo­d­e­rat. Fakfeløgini und­ ir­grav­ast Við sitandi sam­gongu, eru lunn­ar lagd­ir und­ir eina nið­ur­lað­i­ng av fak­ f­e­l­øg­num. Tað gong­ur sjón fyri søgn. Utt­an nak­ að sum helst samskifti ella sam­ráð­ing­ar við fak­ fel­øg­ini, varð fyrst farið eftir pen­sjóns­skatt­i­num. Síðani vórðu hesir peng­ ar nýttir at fíggja ein skatt­a­lætta, sum ikki gevur eitt oyrað til tey, við lágu inntøkunum. Fakfeløgini, sum um­ boða tey lágløntu, høvdu tí hesaferð við all­ari rímiligheit kunnað gjørt krav uppá stóran løn­ar­ vøkst­ur, fyri at royna at fyri­byrgja ein­ari skjótt­ vaks­andi gjógv í­mill­um hálønt og lág­lønt. Men, tað gjørdu tey ikki. Og kravið frá Ped­agog­ fel­ag­num snýr held­ur seg ikki um ó­rím­i­lig­an løn­ar­vøkst­ur. Tað snýr seg um pláss fyri fak­ lig­ari menn­ing, og fyri at kunna gera sítt pro­ fessionella arbeiði til lítar. Forðar fyri semju Kommunala ar­beiðs­gev­ ar­a­fel­agið - sum var­ar av nógv flestu a­r­beiðs­ pláss­u­num innan ped­a­ gog­iska økið - sigur seg vera til reið­ar at finna eina loysn. Ped­a­gog­fel­ ag­ið hevur í fleiri vikur bank­að uppá dyrnar. Men, í glasborgini á Argjum situr ein lands­ stýr­is­mað­ur, sum ikki tyk­ist órógvast tað stóra av, at børn við serligum tørvi, ikki sleppa í skúla. At foreldur ikki sleppa til arbeiðis. At sam­fel­ag­ið alt, koyrir í slow-mot­i­on, við stórum fram­leiðsl­u­ missi. Og, sum uttan iva held­ur tað vera í fínasta lag­ið, at verk­fals­kassar hjá fak­feløg­um verða tømd­ir. Ilt er at skilja, at løg­ mað­ur og sam­gong­an lata sær lynda hesa arro­ gansu. Tí ósemjan mill­ um part­ar­nar er alt ov lít­ið til, at tað kann for­ sva­r­ast, at stórur partur av sam­fel­ag­num verður lagt lamið. Hetta eigur ikki at verða góðtikið so mik­ið sum ein tíma aft­ ur­at! Jarnkrúllurnar hjá fígg­j­a­r­mála­ ráð­harra­num Bjørt Samuelsen Framsøgufólk í a­r­b­ eiðsmarknaðarmálum, Tjóðveldi Styggja politikarnir føroyska ungdóminav landinum? Bergur Jacobsen Fyri okkum, sum bara kenna politisku støðuna í Før­oy­um gjøgnum loftbornu miðl­ ar­nar og bløðini, kann tað stund­um tykjast eins og pol­ itisk naggatódn hevur valdað í Før­oyum í langa tíð. Tað tyk­ ist eins og onki hendir  bara skvaggan aftur og fram. Og so, áðrenn ein veit av so fara fram stórbroytingar, koll­velt­ inar, sum onnur demokratisk ting um okkara leiðir, bara høvdu tikið aftan á rættuliga drúgva viðgerð, og um tey høvdu ein rættuliga breiðan meiriluta aftan fyri seg. Vit, sum eygleiða utt­an­í­ frá fáa stundum ta fatan, at smámál verða lýst og grein­að í tað óendaliga, meðan veru­ lig stórmál, antin ikki verða viðgjørd, lýst ella grein­að í heilatikið, men bara skrumbl­ aði ígjøgnum. Møguliga eru vit av hesi á­skóan, tí vit ikki hava fingið alt orðaskiftið við. Føroysk fjøl­miðl­a­tíðindi eru mangan ein viðmerking til tað, sum gong­ur fyri seg á manna munni – og vit, sum ikki vita, hvat ið gongur fyri seg á manna munni, hava tí ongan møg­u­leika fyri at fylgja við í orð­a­skiftinum. Hettar verður ikki sagt sum ein umbering fyri fjølmiðlarnar, tí tað er hóast alt teirra uppgáva at kunna, og ikki bara at viðmerkja. Um teir ikki lýsa støðuna, so sjálvt ein kinverji í Kina, kann skilja hana um hon/ hann annars dug­ir føroyskt, so hava teir svik­ið sína uppgávu, sum kunn­ing­ar­ miðlar. Orðið naggatódn havi eg ikki heilt úr eygnum barmi í hesum sambandi. Eg tosaði við nøkur ungfólk her fyri, og evn­ið var politiska støðan í Før­oyum. Tá var tað ein ið tók so­leiðis til: »So leingi sum Mist­er Naggatódn stendur á odda í Føroyum, so er onki at fara heim til!« Eg hevði sjálvandi aldr­in hoyrt um ein Harra Nagga­ tódn, so eg spurdi, hvør hann var? Og fekk at vita at tað Før­oya løgmaður! Sum eyg­ leið­ari í fjarstøðu ber ikki til hjá mær, at siga at hei­ t­ið »Mister Naggatódn« er hóskandi fyri Før­oya løg­ mann, men eg kann bara við­ merkja, at um tað er soleiðis før­oyski ungdómurin undir út­búgv­ing hugsar um fram­ tíð føroya, so er støðan synd­ ar­lig! Onkur segði: Um tú skalt síggja støðuna í perspektiv, so nytt­ar ikki at tú flytir teg nærri! Tí kann tað kann vera, at vit sum skoða støðuna úr fjar­støðu og uttan beinleiðis per­són­lig egináhugamál, eis­ ini hava eitt sjónarmið, ið kann vera eitt ískoyti ella klípi til heildina. Onki er so hugaligt (tí­ verri!!) sum at lesa tey, ið eru av somu áskoðan, sum ein sjálv­ur. Á Fjesbókini havi eg lis­ið onkran sum sigur, at pol­it­iska hugsjónarloysi og naggatóndmentaliteturin, kann vera ein høvusorsøk til at ung­fólk rýma úr Føroyum, ella at tey velja ikki at flyta heim­aft­ur. Okkurt bendir á, at før­ oysku veljarnir hava valt at velja »hyggepolitikarar«, ið helst vilja nussa nunt í før­oysk­um áhuga politikki, með­an tað ið landið hevur brúk fyri eru »Statesmen«, klók, vitug og djørv fólk ið tora at leiða, heldur enn bara at verða leidd av ym­isk­um áhugabólkum í sam­fe­l­ag­ num, sum vilja sær sjálvum tað besta, og ikki altíð sam­ fel­ag­num, sum ein heild. Skuldi eg nú komi við ein­um heilt persónligum í skoyti til støðuna, so er tað, at tinglimatalið eigur at verða reducerað til 15/17 lim­ir – tí fleiri politisk skil­ a­fólk megnar landið ikki at fram­leiða fjórða hvørt ár. Alt­ern­a­tivið kann verða/er nagg­a­ntódn og nihilatión! Eg eri bangin fyri at tað er ov nógvir dreingir í stuttum buks­um í tinginum! Alt hettar er bara ein sub­ jektiv meting, og tað er ikki vist at eg havi rætt! (Lesi tað tit, ið eru ósamd: tað er ikki vist, at eg havi rætt!!) Men, pol­i­tik­ar­a­leiði (politiker lede) er størsta hóttanin móti fólk­ a­ræð­i­num, og tí fyrikemur mær, at støðan í Føroyum í dag er álv­ar­som. Um veljarnir í Før­oyum eisini heilt velja at halda feriu millum valini, so er støðan sjálvandi enn meira álv­arslig, tí sjálvt Hitler varð í fyrsta umfari valdur dem­o­ kratiskt á ting!!! Politikarnir í Før­oy­ um eiga í hvussu so er at hugsa um tað, at tað møgu­ liga er vánaliga poli­tiska arbeiðslagið, ið stygg­ir ungdómin av landinum! Nagg­a­tódn ­er ikki eyggj­ andi! BJAC@KM.DK Fortsættele følger Harmur um at finalan er flutt Jógvan Skorheim Varaborgarstjóri Klokkan knapt 24.00 í gjár­ kvøld­ið, fekk Klaksvíkar komm­una teldupost frá FSF, um at finalan aftur er flutt til Tórshavn. – Hetta er sera keðiligt, og føli eg tað eitt sindur und­ arligt, at vit ikki vóru kunn­ aði fyrr. Komm­unan hevur gjørt nógv fyri, at betra um um­støð­ur á vøllinum og ikki minst rundanum vøllin. – eisini hava vit verið við til at spart  FSF fyri rímuliga nógv­ar pengar, og tí kemur tað sera dátt við, at flytingin hend­ur yvir nátt, uttan nakra fráboðan ella nakað ser­ligt samskifti frá FSF. – tó vil eg takka FSF fyri tað góða samstarvið tvey tey sein­astu árini og vóni eg, at aðrir stórir dystir verða lagdir í Klaksvík fram­yvir. Eisini vil eg takka, KÍ, Summ­ar­fest­i­val­ i­num og mongum øðrum fyri sera gott sam­starv. Við sit­ andi sam­ gongu, eru lunn­ ar lagd­ir und­ir eina nið­ur­lað­i­ ng av fak­ f­e­l­øg­num