Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-22, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Tey ríku londini hava trup­ult við at skapa bú­ skap­ar­vøkstur, meðan onn­ur lond hava hægri bú­skap­arvøkstur enn vit hava sæð í okkara parti av heiminum í nýggj­ari tíð. Búskaparvøksturin í okk­ara parti av heim­i­ num hev­ur ver­ið driv­in av ný­skap­an, menn­ing og bí­lig­ari fram­leiðslu í lág­ løn­ar lond­um. Við at út­ flyta framleiðsluna, hava vit skapt arbeiðspláss og har­við eftirspurning í hes­um londum, sum við hes­um hava fingið betri før­leikar og eitt hægri liv­i­støði. Fyrimunirnir vit áður hava havt av hes­um eru minkandi, ríki­døm­ið er útjavnað, og okk­ara búskapur er tí und­ir trýsti. Komandi árini í Før­ oy­um verða avbjóðandi, vit skulu tryggja væl­ ferð­ina og neyðugt er at spara og gera broyt­ing­ ar í yv­ir­ordn­aða bygn­ að­i­num á komm­unu-, út­búgv­ing­ar-, røkt­ar- og sjúkra­hús­øki­num vm. Fyri at rentu­út­reiðsl­ ur­nar ikki skulu máa burtur av væl­ferðar­ tæn­ast­u­num, skal hallið á fíggj­ar­lógini fáast burtur sum skjótast, og hetta krev­ur broy­t­ing­ar í al­menna bygn­að­i­num, so sum sam­an­legging av stovn­um, bein­raknar rað­festingar og í ringasta føri niðurleggja onkrar tæn­astur. Vit skulu krevja okk­ ara part av øllum til­ feingi vit hava rætt til, bæði tá talan er um rá­ vør­u­tilfeingið og okkara part av vælferðini í rík­ is­fel­ags­skapinum. Um hetta eydn­ast, verður møgu­leiki fyri at koma skjót­ari burtur úr bú­ skap­ar­kreppuni og tryggja vælferðina á ein­um nøktandi støði, so­leiðis at fólkið trívist og menn­ist í Føroyum. Tað hevur víst seg at vera sera trupult, at fáa ný­hugsan inn í almennu fyri­sit­ing­ina, men tað er kanska ikki so undarligt, tá ið broyt­ingarnar raka nak­að ein sjálvur er part­ur av. Tí hevði verið rætt­ast at sett ein bólk av utt­an­velt­að­um at komið við upp­skot­um um, hvussu vit kunnu skipa okkara sam­felag betur, so vit fáa sum mest av vælferð til okk­ a­ra borgarar. Heimurin broytist – og vit mugu broyta okkum Bárður Nielsen Tinglimur Sambandsfloksins EIN ØL ella EITT ØL - EIN SODAVATN ella - EITT SODAVATN Eyðun á Borg Í máltátti Útvarpsins hug­ leiddi málfrøðingur um ØL. Hví siga vit ein øl (kvennkyn), tá øl er hvørkikynsorð (eitt øl)? Løgið, men eg helt meg ikki hoyra hann nevna ta ein­ føldu orsøkina: Vit siga ølin hon, tí vit hugsa um fløsk­una (kvennkynsorð). Tað sama er galdandi fyri eina soda­vatn, sjálvt um vatn er hvør­ki­kyns­ orð. Ein lurtari segði seg í eini við­merking fegnast um , at hes­in mál­frøð­ing­urin var slopp­in framat í Út­v­arp­i­num. Or­søkin mundi vera, at hann ikki var so ósamdur við mál­ dálk­ar­arnar. Annar lurtari segði í eini við­merk­i­ng: »Ikki gjørdist eg stórt klókari av hasum øl­ prá­t­i­num, men tað verður tú sjáld­an av øli.« Væl sagt! BLANDINGSMÁL: Í øðr­ um máltátti segði hes­in sami mál­frøð­ing­ur: »Før­oyskt er eitt bland­ing­s­mál, um vit vilja tað ella ei.« Ja, sum nógv mál­ bera seg, er før­oyskt vissuliga ofta ein skurv­bland­ing­ur av før­oyskum og donsk­um, men tað eigur at fáa okkum, ikki minst mál­frøð­ing­ar, at hjúkla um málið. Ikki haldi eg tað søma seg fyri málfrøðing í máltátti Út­ varps­ins at brúka hesi orð: massi, bestemma, deila. á Borg á altjóða móð­ur­ máls­degi, grýlukvøld í torra­ sól 2012 Við reinførismálkvøðu. Vit skulu krevja okk­ ara part av øllum til­ feingi vit hava rætt til, bæði tá talan er um rá­vør­u­tilfeingið og okkara part av vælferðini í rík­is­fel­ ags­skapinum Tey flyta ongan leik Helena Samuelsen Undir heimsins súlnagangi sita fjónað enn í meingi tey, ið verða kallað veik; ongan leik í lívsins talvi flyta tey av egnum alvi, hvør vil flyta teirra leik. Hetta ørindi hjá Steingrími Nicl­a­sen til Javna í 1976 rann mær í huga í hesum verk­ falsdøgum. Vit, sum eru so mikið gom­ul, minnast broytingina frá lækn­aligari forsorg til ped­ag­ogiska forsorg, sum var satt frambrot fyri sálarliga menn­ing­ar­tarnað fólk. Vón­ ir­nar vóru eisini stórar. Nógv hendi til tað betra. Men vón­ brot hava eisini verið á leið­ ini. Starvsfólk fingu fyrr út­ búgv­ing sum “om­sorgs­ass­ i­stent”. Útbúgvingin gav før­leika at menna sálarliga menn­ing­ar­tarnað fólk og eis­ ini at geva góða umsorgan. So kom pedagogútbúgvingin, sum nú eisini er ein bachelor út­búgv­ing. Hetta er at fegn­ ast um. Men hvat við um­ sorganini? Nú pedagogfelagið hevur ver­ið í verkfalli, hava vit mest hoyrt um støðuna í barn­a­ gørðum og um skúlabørn, sum ikki sleppa í skúla, og vit lesa og hoyra um tiltøk við sangi, spæli og dansi og hugn­aløtur við køkum og kaffi, men lítið hevur ver­ið frammi í miðlunum, hvussu verk­fallið rakar tey sál­ar­liga menn­ing­ar­tarn­ aðu, sum eru bundin av hjálp frá øðrum bæði dag og nátt. Hetta eru ikki bara tey í barna­garðsaldri, men til­komin og eldri fólk, fleiri teirra seingjarliggjandi, og tey fáa ikki so frægt sum ein vat­ns­opa, uttan onkur gev­ur teim­um at drekka. Eg sakni á­huga fyri hesum øki­num. Undir verkfallinum hava nakrir stovnar fingið und­an­ taks­loyvi, so fólk hava verið til ar­beiðis, men nú verða hesi loyvi tikin aftur. At siga, at fólk í tæn­ast­u­manna­starvi kunnu koma til arbeiðis fyri tey, sum nú fara til hús, vísir lítið forstáilsi og lítla virðing fyri búfólkunum, sum tey flestu eingi orð eiga. Skulu onnur fólk koma inn, mugu tey kenna búfólkini, teirra atburð og kropsmál og mann­ a­gongd­irnar í teirra heimi. Sjálv eri eg ikki partur av verk­falli­num, men onkurs­ vegna verða vit og okkara hjálp­ar­leysa dóttir drigin upp­í. Eg síggi tað soleiðis, at ó­bót­a­lig­ur vandi er á veg í heim­i­num hjá dóttrini. Vón­ andi kunnu fólk við mynd­ ug­leika, viti og skili koma teimum ómælandi og hjálp­ ar­leysum til hjálpar. Áki Bertholdsen At geva listafólki starvslønir og sømd­argávur, er at søpla almennan pening burtur! Hesa greiði og ítøkiligu stað­ fest­ing borðreiddi ting­mað­ur Javn­að­ar­floks­ins, Ger­hard Logn­ berg við í Løgtingi­num í gjár. Tað var nettupp í gjár, at Ment­ann­argrunnur Landsins kunn­gjørdi, at 33 listafólk hava fing­ið tilsamans 2,8 mill­iónir í starvslønum fyri at geva teim­um umstøður at út­inna mentanarligt arbeiði. Hetta fekk rættiliga øði í sand­oyar­ting­mannin hjá Javnað­ar­flokkinum. – Eg eri óndur í dag, kunn­ gjørdi hann rætt og slætt fyri Løg­ting­inum. Hann kallar hesar starvs­ lønir fyri misbrúk av al­menn­um pengum. At geva listafólki løn fyri at sita heima og gera eitt­hvørt, er at søplað fólksins skatta­pengar burtur, staðfesti hann stutt og greitt. Hann segði hetta ikki tí at hann var so ómentaður sjálv­ ur, tí hann helt, at hann var minst líka mentaður, sum nak­ ar annar. Hann fortaldi tinginum, at honum dámdi væl at taka gittara í hond og spæla nakr­ar sangir. Men fyri tað vil hann ikki hava al­menna løn fyri at sita heima og onki gera. Men nú fáa listafólk boð um at fara til húsar í eitt heilt ár at gera einki, tí tey fáa løn kort­ini. – Tað er ótrúliga langt úti, sam­stundis sum útróðr­ar­menn, sjomenn, pedagogar og onn­ur á niðastu rók stríðast fyri at fáa endarnar at røkka sam­an. – Tað eru onnur í sam­fel­ag­ n­um, sum sita og líða og gráta við ongum, sam­stundis sum listafólk fáa søm­dar­gávur fyri einki at gera. Hann spurdi, hví bát­a­smið­ir ikki kundi fáa starvs­løn ístaðin. Bátasmíð er eitt ald­ar­gamalt, søguligt hand­verk, sum er við at fara í søg­una, men teir hava als ongan stuð­ul fingið. Ger­hard Lognberg helt, at starvs­lønir vóru betri farnar til nakr­ar bátasmiðir enn til nøk­ur listafólk. Og hetta er eitt mál, hann fer at taka upp í Løgtinginum í næst­um. Gerhard Lognberg: Eg eri óndur