Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-22, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg fari við hesum at skjóta upp, at Lands­stýr­ ið ella kanska heldur øll okk­ara pol­it­iska sam­ gonga vendir sær til Guinn­ess Rek­ord­bók at vita, um ikki vit kunnu vinna Føroyum við­ur­ kenn­ing fyri heims­ins mest korr­upta pol­itiska stýri. Sambært Wikipedia kann politisk korruptión def­inerast soleiðis: »Pol­ it­i­cal cor­rup­tion is the ab­use of pub­lic po­wer, of­ f­ice, or resources by el­ec­ ted gov­ernment officials for per­so­nal gain«. Leys­ liga kann hetta kanska týð­ast soleiðis: “Politisk kor­r­up­tión er mis­nýtsla av almennari makt, starvi ella tilfeingi, sum al­ment vald umboð nýta til eg­ið gagn”. Fylgja vit hesi def­ i­nitión, hava Føroyar tik­ið eitt risastig á korr­ up­tións­leið. Framm­an­ undan høvdu tit eina góða løn, bæði løgtings­ menn og lands­stýr­is­ menn, umframt feitan koyr­i­pening, pensjónir o.s.fr.; men tað hevði neyv­an verið nóg mikið at kom­ið í Guinness. Vit hava jú Berlusconi og fleiri aðrar at kappast ímóti. Men við hesum nýggju tiltøkunum eru møg­u­leik­arnir veruliga har. Eg havi fingið 5000 kr eyka hvønn mánað í skatta­lætta at oyðsla við, og tit munnu helst hava fing­ið minst tað, meðan flak­a­kvinnan, sum kundi økt okk­a­ ra framleiðslu, neyv­an man fara at síggja nógv oyru. Tit vardu tykkum manniliga í Løg­ting­i­ num ímóti royndunum at minka tykkara egnu lønir og ágóða, sam­ stund­is sum tit hava tryggj­að tykkum, at van­ lig starvsfólk og onnur lág­lønt ikki skulu fáa ov nógv úr tí landskassa, sum skal fíggja tykkara løn og annað gott. Tit hava enntá klárað at kradda tykkum tann skatt­in, sum skuldi fíggja ell­is­heim og annað hjá kom­andi pensjonistum. Longu framm­an­ und­an eru so nógv ung konufólk rýmd, at burð­ ar­talið er tað minsta síðan annan heims­ bar­daga, og tá tit og tykk­ara høgt løntu em­ bætisfólk hava vunnið makt­kampin móti ped­a­ gog­unum, hava tit helst eisini fingið rik­ið nak­að nógvar av teim­um av landinum. So kunnu vit øll gleða okk­um til eitt samfelag fult av pensioneraðum pol­i­ti­k­ ar­um og øðrum goml­um monn­um; uttan ó­rógv­ andi barna­látur. Apropos pensiónir, so skilti eg á Út­varp­i­num, at tit og tykkara em­bæt­is­ fólk hava tryggj­að tykk­ um at rinda minni skatt av tykk­ara pen­sjón­um enn vit onnur. Tað ljóðar næst­an ov korrupt til at vera trúligt, so har er helst onk­ur mis­skilj­ing; men hvørt tað nú er rætt ella ikki, so hava tit í øll­ um førum uppiborið at koma í Guinness. Tí tit hava klárað at fáa før­oyska veljaran at hoppa upp á, at vit øll mugu spara, samstundis sum tit hava fylt nógv meiri niður í egnan lumma. Tað má sigast at vera hegn­is­ligt politiskt hand­verk, sum átti at ver­ið við­ur­kent. Eitt uppskot til politisku samgonguna Bogi Hansen Velbastaður Nakrir spurnignar afturat til Havstovuna Meinhard Jacobsen MSc í Fiskivinnutøkni – Í sambandi við samrøðuna við Jan Arge fisk­i­ frøð­ing um mak­ r­el 9. februar Eins og nevnt til fyrstu spurn­ in­g­arnar so snúði samrøðan seg um hvørja ávirkan, ið makr­elur hevur ella kann hava á botnfiskastovnarnar und­ir Før­oy­um. Samrøðan tek­ur støði í einari verkætlan ið nevn­ist ”Makrelur á Land­ grunn­i­num. Hetta sera áhugaverda evni er eitt álvars mál. Reiðarafelagið hevur í ein­um roknistykki víst á at makrelurin etur minst 650.000 tons av føði (um­rokn­ að til gagnfisk) í føroyskum sjógvi (útgangsstøði: veiðan 640 tons svarandi til 20% av stovn­i­num fyri mánaðirnar juni, juli august). Um øll føðin var æti vildi makrelurin eti um 1,5 til 1,8 milliónir tons. Verður støði tikið í fyrra tali­num 650.000 tons, so nýt­ist yngul parturin bert at verða ein brøkpart % ,av føð­ini hjá makreli, fyri at ein stór­ur partur av ynglinum frá eitt nú toski og hýsu er etin.. Nevnast skal, at Jan framm­an­undan at verk­ ætl­an­in ”M­akrelur á Land­ grunn­i­num” fór í gongd, róði fram­und­ir, at makrelur ikki hót­t­ir tosk, upsa ella nebba­ sild . Hetta sæst í blaðnum ”Mið og Magn, nr. 7 frá 2010” hjá Føroya Skipara- og Nav­i­ ga­tør­felag. Ført verður fram í sam­røð­ uni, at tað er einki ið týður upp­á, at makrelur hevur nakra beinleiðis ávirkan á tosk, hýsu og upsa undir Før­oyum. Ført verður eisini fram, at føðin fyri tað mesta er æti. Um ein slík niðurstøða skal gerast í samband við bio­log­isk­ar kanningar í náttúr­uni, er neyðugt við sera nógv­um og umboðandi prøv­um. Náttúran er sera fjøl­broytt og tí eru frávikini stór. Prøvarnir mugu verða tikn­ir soleiðis, at teir dekka alt Føroya øki, bæði til stað og dýpi, til allar tíðir av ári­num, tá ið makrelurin er und­ir Før­oy­um. Eisini er sera um­r­áðandi, at fáa fatur á makrelinum, áðr­enn sodningin ger av við ver­ ur­nar, ið makrelurin hev­ ur í mag­a­num. Helst má makrelurin til prøv­ar­nar fisk­ ast við dorg ella snellu, fyri síðan at frystast ella kann­ast beinanvegin. Makrelur er ein fiskur ið hevur eitt sodn­ing­ ar­lag, ið sera skjótt upploysur føð­ina; annars hevði hann ikki kunna tikið so nóg uppá í vekt, sum hann ger uppá so stutta tíð. At siga, at makrelurin onga bein­leiðis ávirkan hev­ ur á tosk, hýsu og upsa er ein sera sterk niðurstøða. Ein nið­ur­støða ið sigur at eitt fyri­brigdi onga ávirkan hevur er “abso­lut” og er sostatt ein nógv sterk­ari niðurstøða, enn ein nið­ur­støða, ið sigur at eitt fyri­brigdi hevur ávirkan. Fyri undirritaða er eingin mun­ur á um makrelurin hev­ur bein­lei­ð­is á­virk­an ella ó­bein­leið­is á­virk­an. Tað á­huga­verda er at fáa vitan vit­an um hvussu stór saml­ aða ávirkanin er á vist­skip­ an­ina sum heild, herundir eisini ávirkanin á tosk, hýsu og upsa. Jan heldur tó ein ventil opn­an, tá ið hann sigur, at einki yngul av botnfiski er funn­ið “enn”. At funnin verða yngul av botn­fiski metur undirritaði bert er ein spurningur um tíð. At føðin hjá makreli undir Før­oy­um fyri tað mesta er æti, er ikki nakað nýtt, men held­ur ein sjálvfylgja vegna tað nøgd ið makrelurin etur. Um leita verður á alnótini t.d. á Google eftir “raud åte”, so sæst, at reyð æti er nógv størsta føðikelda í norð­ur­at­ lands­havi umleið 100 – 150 milli­ónir tons. Æti hevur skel og tí tekur sodningin langa tíð og av hesi orsøk, er æti nemt og ofta at finna í mag­a­ kanningum. Hinvegin verður rokna við, at tað tekur sera lítla tíð at sodna eitt rogn ella eina blommularvu. Við tøknini, ið er tøk í dag, so nýtist einum ikki at verða ser­frøð­ingur fyri at kunna seg um ymisk viðurskifti. Á al­nótini finnast upplýsingar um nærum alt. Verður farið at leita eftir upplýsingum um føðina hjá makreli so kann googlast t.d. “hvad spis­ er makrel” ella “what is feed­ ing the mackerel” ella okkurt líknandi. Onnur dømi um føðina hjá makreli eru at finna í fylgj­andi greinum . “ Mehl, S. and Westgård, T. 1983. The diet an consumption of mackerel in the North Sea (a preliminary report). ICES CM/H:34. ” Hetta er stórsta maga­ kann­ing­ar verkætlan í Nord­ sjón­um. Ì shesari kanning etur makrelur nógvan yng­ul og smáfisk av øllum møg­u­ lig­um slagi. ” D.P. Swain and A.F. Sin­ clair 2000. Pelagic fishes and the cod recruitment dilemma in the Northwest Atlantic.” Hetta er kelda ið Petur Stein­grund doktari vísur til í ­samband við at makrelur á­virk­ar tosk í Canada. Íslendingar gjørdu í 2010 eina 25 daga kanningarferð við hav­rann­sókn­ar­skip­i­ num ”Árna Frid­rik­k­sson. Endamálið við kann­ing­ ar­ferð­i­ni var, at meta um hvussu víða makrelurin stend­ur í íslendskum sjógvi, hvussu hann ferðast og hvørja føði hann tekur. Tann 22-07-2010 var grein frá túrinum í Morgunblaðinum. Yvi­r­skrift­ in var henda “Makríllinn eins og ryk­suga og tekur allt sem hann nær í” á før­oysk­um “Makrelur er eins og dust­ súgvari og etur alt ið hann fær fætur í”. Í greinini greið­ ur fiskifrøðingurin Sveinn Sveinbjörnsson frá, at mesta føðin er reyðæti og ljósæti og at makrelur eisini tek­ur onnur djór sum hann fær fatur í, so sum lítlan høggu­ slokk, lodnu og alt møguligt fisk­a­yngul. Óansað hvat lisið verður, so sæst at føðin hjá er sera víttfevnandi, mest æti, og at makr­elur kann sigast, at eta nær­um alt ið at kjafti rekur, eisini nógvan smáfisk. Skal venda aftur um hetta seinri í vikuni So fyri at kunna gera eina so sterka niðurstøðu sum boða var frá í samrøðuni við Útvarp Føroya má rokn­ ast við, at Havstovan hev­ ur sera nógvar, góð­ar og altumboðandi kann­ing­ar. Roknast má við, at kann­ ing­ar­nar geva grundarlag fyri við nærum 100% at siga sann­leikan. Tá talan er um so sterka nið­ur­støðu, sum ikki er í sam­svar við fleiri aðrar keld­ ur, er áhugavert at fáa lýst fylgjandi spurningar : Hvussu nógvir prøvar eru kannaðir? Hvussu nógvar prøvar er ætlanin at kanna? Er ætlanin at fáa ætlanina og niðurstøðuna við í nakað viðurkent tíðarrit? Hevur makrelurin nakra óbeinleiðis ávirkan á tosk, hýsu og upsa? Hvussu long er sodn­in­g­ar­ tíð­in hjá makreli til æti, rogn, blommu­larvu og ungfisk?