Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Formansskifti gav stóra framgongd Sosialdemokratiski flokk­urin í Svø­ríki hevur havt stóra fram­gongd, síða­ni formans­skiftið her­fyri, tí sambært ein­ a­ri nýggjari kanning hjá Göteborgs-­Posten og Svenska Dag­bladet hev­ur flokkurin fingið 280.000 veljarar aftur­at. Tað ger, at hevði ríkis­dags­val verið í Svøríki í dag, høvdu so­sial­demo­krat­ar­nir fingið 29,2 pro­sent av atkvøðunum, sum er meiri enn fýra pro­sent­ stig meiri enn í teirri næst­seinastu kann­ ing­ini. Moderaterna høvdu kortini varðveitt støðu­na sum landsins størsti flokkur við 32,9 prosentum av at­ kvøðunum. Tann stóra fram­ gongd­in hjá sosial­ demo­krat­u­num ger, at munurin mill­um stjórn­a­r­sam­gongu­na og vinstraflokkarnar í and­støðu­ni er tódnaður. Í dag hevði eitt val givið sam­gonguni 48,3 pro­ sent og teimum trim­ um vinstra­flokkunum í andstøðuni 46,4 prosent. Tað spildurnýggja ís­ lendska vaktar- og bjar­ g­ingarskipið Þór skal hava nýggjan høvuðs­ motor. Skipið hevur tveir motorar, men ann­ ar hevur ongantíð rigg­ að, síðani skipið kom til Ís­lands um mánaðar­ skif­tið oktober-nov­em­ ber. Herfyri varð av­gjørt, at Þór skuldi til Noregs, so menn hjá motor­ verksmiðjuni Rolls Royce kundu kanna málið nærri. Niður­ støðan bleiv, at annar motorurin skal takast sundur og úr skipinum, og at ein nýggjur skal um­borð ístaðin fyri. Hetta arbeiðið er mett at taka einar seks vikur, so Þór kemur ikki aftur í sigl­ing fyrst í apríl. Tað er ikki bíligt at skifta motor, og sambært ís­lends­ku vaktar- og bjarg­ing­ar­ tæn­astu­ni liggur kost­ nað­ur­in um 50 milliónir krón­ur í okkara peng­ um. Íslendingar skulu kort­ini ikki gjalda nakað. Ferðavinnan í Grønlandi er ikki serliga fegin um kravið frá danska Sjó­ ferðslu­stýrinum um, at ferða­mannaskip skulu ikki sigla einsamøll í Grønlandi ella aðra­stað­ ni í tí arktiska økinum, men at minst tvey skulu fylgj­ast, so tey kunnu veita hvør øðrum hjálp, um okkurt skuldi hent. Ferðaráðið í Grøn­ landi, Visit Greenland, sig­ur, at verður kravið hjá Sjóferðslustýrinum gjørt til lóg, kann tað hava við sær, at hesin part­urin av grønlendsku ferða­vinnuni fer fyri bakka. Visir Greenland vísir á, at ein tílík skipan fer at noyða reiðarí, sum annars kappast, at sam­ skipa sína sigling, og at til­boð­ini til ferðafólkini tí verða tey somu. Tí væntar leiðslan í Visit Greenland, at tey stóru ferða­manna­skip­ ini fara at sigla til Íslands ella Ný Funnalands í Valið í september í fjør var eitt satt vanlukkuval hjá Kon­ serva­tivu. Flokkurin fekk 4,9 prosent av atkvøðunum ímóti 10,4 prosentum fýra ár frammanundan og misti 10 av teimum 18 fólka­tings­um­ boð­unum. Men okkurt bend­ ir á, at tað kann blíva verri enn, tí síðani valið hev­ur tað bara ging­ið tann skeiva vegin í mein­inga­kann­ing­unum, og í einari kanning í januar fekk flokk­urin bara 2,6 prosent. Nógvir danir eru longu farn­ir at fyrireika seg til, at Konservativi fer í søguna. Ein meiningakanning, sum Søndagsavisen hevur gjørt, vísir, at 26 prosent av teim­ um spurdu vænta, at flokk­ urin fer í søguna innan tíggju ár, og heili 58 prosent vænta ikki, at flokkurin fær politiska ávirkan í tí næsta tígg­ju ára skeiðinum. Professarin Peter Kurrild- Klit­gaard hevur heldur ikki tær bestu vónirnar um fram­tíðina hjá Konservativu. Hann sigur, at flokkurin hev­ur mist veljarar til aðrar flokk­ar, men at í roynd og veru eru tað teir donsku kirkju­garð­arnir, sum eru farnir við teimum flestu veljar­unum. -Flokkurin hevur ikki megn­að at endurnýggja seg og hevur tí mist veljarar, sam­stundis sum teir vanligu kon­ser­va­tivu veljararnir eru vorðn­ir eldri og eldri, sigur Kurrild-Klitgaard. Tey Konservativu á veg úr Fólkatinginum Í 1915 fyllir tann konservativi flokkurin í Danmark 100 ár, men nógvir danir vænta, at hetta sama árið kann blíva tað seinasta hjá flokkinum í Fólkatinginum Lars Barfoed, floksformaður, hevur lovað at endurreisa flokkin Mynd: Polfoto Tað er blaðið Wall Street Journal, sum hevur saman­ bor­ið Ísland og Írland við at hygg­ja at, hvussu tey bæði lond­ini hava staðið seg í bú­ ska­p­ar­kreppuni. Blaðið vísir á, at í báðum londunum fór fíggjar­kervið fyri bakka. Teir íslendsku bankarnir vóru so stórir, at stjórnin hevði einki í at velja enn at lata teir fara. Hinvegin vóru teir írsku bankarnir lutfalsliga so mikið minni, at tað var gjør­ ligt at bjarga teimum. Avleiðingarnar av at endur­reisa bankarnar hava verið at kalla tær somu í báðum londunum. Í Íslandi kostaði tað 45 prosent av landsins brutto­tjóð­ar­ framleiðslu og í Ír­landi 40 prosent. Tann al­men­na skuldin er eitt vet minni í Íslandi, men tann stóri munurin er, at bú­sks­p­ar­ vøkst­urin hevur verið trý pro­sent í Íslandi, men bara eitt prosent í Írlandi. Men Ísland er ikki sloppið enn, skrivar Wall Street Jour­nal. Blaðið vísir á, at tað íslendska gjaldoyrað er veikt og viðbrekið, og at tað forðar fyri útlendskum íløg­ um í landinum. Hinvegin eru longu fleiri tekin um, at evr­ an hevur givið Írlandi fyri­ munir við veksandi íløgum og øktum útflutningi, skrivar blað­ið. Ísland er kreppuvinnari - í fyrsta umfari Kreppan í Íslandi og kreppan í Írlandi líkjast nógv. Ein samanbering millum londini bæði vísir, at Ísland er vinnarin, men bara fyribils, tí sum frá líður fer evran at hjálpa Írlandi fram um Ísland Nýtt skip má skifta motor Vænta at missa tey stóru ferða­ mann­a­skipini