Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-22, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 30 Miðvikan Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 12. partur E g giftist í 1942 við Poul Andreas, sum var bóndi. Vit høvdu eisini ein lítlan handil í kjallaranum, sum seldi matvørur, men eisini nakað av klæð­um. Tann einasti handil, sum annars tá var í Syðrugøtu, var tann hjá Jóan Elias Gregersen. Vit lótu handil­in aftur í 1948. Festið var 2 merkur og 8 gyllin. Neyt høvdu vit eisini. Vit høvdu altíð tvær kýr og okkurt ungneyt aftur­at. Hagin er høgligur aftaná út­skift­ing­i­na, beint omanfyri bygd­ ina. Áðrenn mína tíð varð mjólkin seld til Mjólkaforsýningina í Havn. Tá varð farið til gongu við henni út til Søldarfjarðar ella Skipanes, har hon fór umborð á mjólkarbátin. Birita mjólkaði tí hetta var konu­ fólka­arbeiði tá. Síðani tók eg við. Poul Andreas byrjaði at mjólka, tá ið vit høvdu fingið trý børn. Mjólk­ að bleiv tríggjar ferðir um dagin. Í mínari tíð byrjaðu fuglfirðingar at keypa mjólk frá okkum. Ein teirra var Victor Danielsen. Vit seldu eisini mjólk til Tip Top í Fuglafirði, sum Poul Friang hevði tá. Hetta var sjálv­sagt nógv lættari, teir heintaðu mjólkina sjálvir. Men bónda­lívið var strævið við hoygg­ ing, fjallgongum, at passa seyð og neyt og mjólking. Sum hjá øllum var tað eitt stór­ arbeiði at fáa torv til vega. Tað fyrsta eg minnist, so varð far­ið til gongu undir Gøtueiði og so við árabáti norður, róð var inn á sandin í Skálafirði. Ein túr sum eg minnist, var so nógv fjørða, so bát­urin slapp ikki nóg langt inn, so Martin­us í Guttastovu mátti bera alt torvfólkið í land. Síðani til gongu til torvheiðarnar, sum vóru har nærhendis. Tá vegurin var komin, so fóru vit við hestavogni norð, vit høvdu hest, so tá bleiv alt lættari. Missiónshúsið Vit gingu í missiónshúsið Bethania. Millum teir menn, sum stóðu á odda, og sum plagdu at tala vóru Jóan Jacob á Brúnni og Eliesar í Tjørnu­stovu, pápi Elsu Jacobsen, sum í nógv ár var trúboðari í Etiopia. Aðrir vóru Símun Petur Han­sen, seinni Dalheim, Sámal Jákup við Gil og Andreas á Rætt. Driss í Oyri var eisini virkin. Hann var í síni tíð oddamaður fyri Bláa Kross í Gøtu. Poul Andreas plagdi eisini at hava orðið. Ofta var nokk so tómligt við monn­um um summarið, so tá máttu kvinnurnar taka um endan. Tað vóru eisini fleiri teirra, sum vóru sera virknar, sum Perlina, Inga hjá Mikal í Barbustovu, Amanda hjá Elias Sofus í Køkinum og Anna hjá Tummas har Niðri, systir Perlinu. Perlina var jú gift við Poul Amaliel, sum var systkinabarn Poul Andreas. Lisa á Mýrini var í sínum ungu døgum við í heimamissióni. Í frá­søgn í Leirkerinum í 1985 tekur hon serliga til Perlinu fyri hennara ídni. Hetta verður eisini gjørt av bróðurdóttir hennara, Nico­linu Simonsen, kend frá Barna­heimi­ num. Hon greiddi frá, at tá ið hon var ung, kom hon saman við øðr­ um ungdómi til Havnar at halda ólav­søku. Tá var Perlina í Havn. Hon fekk fatur á hesum ungu ritu­ vík­ing­unum at fáa tey við á møti. Hesum høvdu tey ongan hug til, og royndu at sleppa sær undan, tí tey høvdu aðrar ætlanir. Men tað var ein slík virðing fyri Perlinu, at her gjørdist einki uttan at fara til øll møtini, sum vóru á ólavsøkuni. Hetta fekk eisini sína ávirkan. Fleiri av teimum virknu í missións­húsinum í Gøtu doyðu á ungum aldri. Havi fyrr nevnt Poul Anthon, systkinabarn Poul Andreas, sum gekk burtur í 1924. Men í desember 1935 doyði Óla Jákup Hansen, sonur Martinu og Andreas á Rætt í Syðrugøtu, bara 21 ára gamal. Hann fekk meslingar av meslingrindini í Gøtu, tá ið nógv fólk doyðu, bæði í Gøtu og aðra stað­ni. Jacob A.M. Øre, vanliga kallaður Driss, hevði minningarorð um Óla Jákup, og sum tað skilst var hann ein heilt sjáldsamur drongur. Hann var fiskimaður, sum teir flestu vóru tá. Hann hevði góðan hug at fáast við seyð. “Óla Jákup var fráhaldsmaður, og var tí rúsdrekka ein tann vers­ ti fíggindi hansara, sum hann ar­ beiddi ímóti við álvara. Hann bar frá­halds­merkið við gleði og vísti, at Hensia: Missión og kirkja vóru miðdepilin Hensia kemur úr einum heimamissiónskum umhvørvi í Streymnesi til eitt annað í Gøtu. Her vóru eisini íðin fólk, sum vóru sera virkin í missiónini Sunnudagsskúlin í missiónshúsinum um 1928. Aftasta rað v.f: Nikal Thomsen, Erik Hansen, Per Petersen, Martin Mikkelsen, Óla Jákup Hansen, Niels Hansen, Karl Thomsen, Leon Joensen. Næstaftasta rað: Hansina Heinesen, Kjartan Jacobsen, Símun Thomsen, Hendrik Husgaard, Hans J. Hansen, Hákun Hansen, ókendur, Hans Husgaard. Næstfremsta rað: Absalon Jacobsen, Turid Potts, Herdis Jacobsen, Kata Jacobsen, Palma Eliassen, Elkin Jacobsen, Johanna Hansen, Sanna Hansen, Petra Mikkelsen. Fremsta rað: Johannes Husgaard, Elisa Víka, Elly Jacobsen. Perlina og Poul Amaliel Mikkelsen vóru virkin í missiónshúsinum Tað var ein fjórðingur hjá syðrugøtufólki at fara í kirkju í Norðragøtu