mikudagur 22. februar 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
rúsdrekka er ein drykkur, sum ung
dómurin má halda seg frá..
Óla Jákup var ein av teimum
fáu føroyingum, ið hevði ta gávu
frá Gudi, at var tað ein, sum var í
tungum tankum, so kundi hann
fáa henda mann at smílast og vera
fróur. Skemtingarsamur og fróur
var hann altíð sjálvur.
Vit minnast aftur á mangan
dagin og mangt kvøldið, tá ið hann
sang úr Indre Missions Sangbog.
Tá vardi ikki okkum, at tað vóru
teir síðstu sangirnir her á foldum,
hann skuldi syngja.
Áðrenn, hann varð sjúkur, sang
hann: “Den store hvide flok vi se,
som tusind bjerge fuld af sne.””
Tað er klárt, at tað merkist, tá ið
slíkir persónar fara burtur av.
Ein fjórðing í kirkju
Vit gingu eisini í kirkju. Kirkjan var
yviri í Norðragøtu og var hetta ein
longri teinur, ein fjórðingur hvønn
vegin, sjálvandi til gongu.
Børnini skuldu eisini leiðast, og
tað tók eisini sína tíð. Tað mátti
farast í góðari tíð frá húsum. Eg
minnist, at um kirkjuklokkan
ringdi, tá ið vit vóru komin yvir á
Hamar, so høvdu vit góða tíð.
Sum vanligt hjá Syðrugøtufólki,
so høvdu vit okkara føstu hús í
Norðragøtu at fara inn til í samband
við kirkjugongd. Høvdu vit góða tíð,
so fóru vit inn áðrenn, annars fóru
vit altíð inn aftaná kirkjugongdina.
Hjá okkum var tað serliga á
Fløtti hjá Annika og Johannes.
Annika var systir Biritu, so hetta
vóru jú næstrafólk.
Vit kundu eisini fara inn til Karl
á Fløtti, beiggja Johannes, og Eyða
son Anniku og Johannes. Tey vóru
øll ógvuliga blíð at koma inn til.
Tá Edvard, sum var uppvaksin
á Dunga, og Mathilda giftust, búðu
tey hjá Tummas Hans og Elisabeth,
foreldur Mathildu, í nøkur ár. Tá
fóru vit til tey eftir kikjutíð. Tá tey
høvdu bygt inni í dalinum, vitjaðu
vit har. Vit kundu stóðga í tímar,
har fingu vit drekka og børnini
spældu saman.
Edvard og Mathilda áttu fýra
børn, so har var altíð stuttligt at
koma.
Í Syðrugøtu var ógvuliga óhøgligt
at fáa gott torv. Norði í Boð, mið
skeiðis
millum
Skálabotn
og
Skipanes høvdu vit eina krógv.
Har bleiv skorið so nógv torv, sum
krógvin tók, sjálvt um tað ikki var
av besta torvi. Eina krógv høvdu
vit í haganum omanfyri bygdina.
Tað var ikki so gott torv, men var
gott afturat tí betra torvinum. Tað
góða torvið skóru vit á Lambadali
við sunnara landinum á Gøtuvík
og Norðuri í Haga, norður frá
Skálabotni.
Tað fyrsta sum varð gjørt, var
at skera torvið. Fiskimenn vóru
10 dagar heima millum túrarnar,
so teir kundu greiða torvskurðin
og annað. Hetta plagdi at vera í
mai.
Eitt var at skera torvið. Eitt
annað var at fáa tað turkað og til
høldar.
At ganga til torvheiðarnar
Norðuri í Haga tók tveir tímar. Vit
fóru um Gjógvhálsar, Tundradal
og Árnadal, og vit gingu so norð
nakað norðanfyri Valaknúkar.
Hetta vóru strævnir dagar, men
var tað nakað, okkum børnum
dámdi væl, so var tað at fara í
torv. Her høvdu vit eina stóra
krógv, sum var full á hvørjum ári.
Tað skuldi nógv torv til.
Berast burtur
Áður enn pápi fór til skips, plagdi
hann at keypa eitt hálvt tons av
koli, sum vit brúktu afturat torvi
num, tá ið vit bakaðu.
Tá ið torvið var skorið, skuldi
tað berast burtur, t.v.s. tað skuldi
spreiðast út, har hógvurin var so
turrur sum gjørligt.
Nú gingu nakrir dagar, tað
kom ann uppá terran, so fóru
vit norður aftur at seta upp. Nú
varð ein torva sett uppá kant. So
settu vit tvær ella tríggjar torvur
tvørturum hana. Á hendan hátt
stóðu tær so og tornaðu.
Næsta stig var at vit fóru at
miðskifta. Tað vil siga, at tær
turru torvurnar vórðu bornar
inn í krónna, og tað var system
í, hvussu tær vórðu lagdar. Tær
torvur, sum ikki vóru turrar,
vórðu settar upp eftir enda og lag
aðar, sum vit kallaðu tað, í smáar
eldar.
Tá ið alt torvið var turt, og
krógvin var full, varð hon tyrvd
við breiðum álum av flagi, sum
varð lagt tvørtur um allan vegin.
Nú lá torvið turt og gott, tí torvið
undir flagnum varð lagt hægst á
miðjuni, so at regnið rann av til
báðar síður.
Torvið til hús
Tað var vist Gøtu bygdaráð, ið lat
veg gera inn frá Skálabotni, so
langt norður, sum gøtufólk høvdu
torvheiðar.
At fáa torvið til hús gekk
soleiðis til: Grækaris, bóndi í
Guttastovu, fór hvørt summar
inn í Skálabotn við hesti og vogni.
Hann var til hús hjá fólki har,
meðan hann koyrdi torvið, sum
nú varð fylt í sekkir og koyrt til
lendingina í Skálabotni. Tá okkara
torv var komið so langt, fóru vit
við báti av Skipanesi inn í botnin
eftir torvinum. Tá tað var komið
uppá land á Skipanesi, var eftir
at fáa ein lastbil at koyra torvið
til hús. So tað var ein stórur
lætti, tá tað endiliga var komið í
torvhjallin.
Í torvi á Lambadali
Tá ið vit fóru í torv á Lambadali,
tók tað 2 tímar at ganga hvønn
vegin. Leiðin gekk út eftir Støðl
um. Vit tóku okkum upp á sunnaru
síðu á Støðlafjalli og gingu á skák
uppeftir, til vit komu upp á dalin.
Vit tóku okkum upp um tað skarið,
sum er omanfyri har, og so fóru vit
oman á Lambadal, ið liggur nakað
høgt upp frá sjónum.
Arbeiðið gekk fyri seg á sama
hátt, og har høvdu vit eisini
eina krógv. Í Lambadali áttu
nógvar likkur og onkur tók sær
eina pisu heim við. Vit plagdu
at kóka drekka og fáa okkum
at eta, áðrenn vit byrjaðu at
arbeiða. So fóru øll at skunda
sær, børn og vaksin. Vit fingu
egg og skerpikjøt til viðskera, tí
ein torvdagur var altíð langur
og strævin, og ein mátti orka at
halda á, til liðugt var. Tá so torvið
var turt og komið í krónna, var
eftir at fáa tað til hús.
Torvið varð siglt
allan vegin heim
Nú máttu vit bíða til tað kom ein
dagur við heilt góðum líkindum,
tí torvið skuldi førast heim, og tað
var vandamikið at fara við torv
báti, um tað ikki var slætt í sjónum.
Tað var farið ógvuliga tíð
liga avstað um morgunin við
róðrarbáti. Tá ið komið er at
landi í fjøruni, er nærmast einki
undirlendi, men ein ógvuliga
brøtt brekka niðanfrá. Eg minnist
fyrstu ferð, eg kom við báti út
har. Eg helt tað síggja ógvuliga
møtimikið út. Vit gingu so upp
brekkuna, og eg gleddi meg til at
koma niðaná. Men tað var bara
eitt lítið petti, so var aftur ein
líka brøtt brekka. Har var ikki ill
gongt, men vallað allan vegin upp.
So var farið at tøma krónna, fylla
torvið í sekkir og binda væl fyri.
Ein lætti: Rennistrongur
Nú skuldu sekkirnir berast til
rennistrongin, sum var nakað
niðanfyri torvheiðarnar. Sekkir
nir blivu koyrdir oman ta ovaru
brekkuna, har ein maður stóð í
erva og krøkti posarnar uppá,
og ein stóð í neðra og tók ímóti.
Vit kallaðu tað fyri vollar, har
rennistrongurin byrjaði og end
aði. Men av tí, at har vóru tvær
brattar brekkur, so vóru tvinnir
rennistrongir. Nú máttu posar
nir, sum vóru komnir eftir tí
ovara rennistronginum, berast
til tann niðara vollan. Her var
ikki so langt ímillum. So vórðu
sekkirnir koyrdir til tann niðara
rennistrongin, sum endaði við
tann vollan, sum stóð heilt niðri á
bakkanum.
Teir høvdu tveir hoysekkir
við í bátinum, sum vórðu lagdir
á vollan fyri at taka stoytin,
tá ið sekkirnir komu oman við
nógvari ferð. Eisini høvdu teir
eftirstjóra, fyri at tálma ferðini.
Torvsekkirnir blivu so innskipaðir
í bátin, og umráðandi var, at
hetta varð gjørt við góðum skili,
soleiðis at báturin kundi bera seg
so væl sum gjørligt. So var farið
til árarnar, og ein strævin dagur
var komin at enda, tá vit umsíðir
vóru komin heim og alt torvið var
komið í torvhjallin.
Vit spardu ikki uppá torvið og
eg minnist ongantíð, at vit ikki
høvdu nokk torv.
Torvskurðurin í Lambadali
minkaði nógv, tá vegurin varð
gjørdur frá Skálabotni og norður
til torvheiðarnar.
Mett verður, at eitt vanligt
hús nýtti 200-250 leypar av torvi
árliga.
Hjá okkum var tað soleiðis,
at tá torvið var komið til hús,
skuldu vit bert út fyri dyr eftir
tí. Men nógvar aðra staðni mátti
farast langa leið eftir torvi. Og við
nevndu nýtslu hevur tað verið í
minsta lagi annan hvønn dag, at
farast mátti eftir torvi.
31
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
Komandi partur: Í komandi parti, sum verður um 14 dagar
greiðir Hensia millum annað frá lívinum undir krígnum og frá
bóndaskapinum
Í torvi norðuri í haga
Nena Danielsen greiðir frá tí hon minnist um torv. Tað var á
sama hátt hjá Hensiu fyrstu árini hon var í Gøtu
Her er Grækaris í Guttastovu við sínum hestavogni inni í Skálabotni
Naena, sum eigur sítt
íkast til hesa frásøgn
Óla Jákup á Túvu gjørdist bara 21 ár