Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2012síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóan Símun Edmundsson, sum júst er skiftur úr Newcastle til Viking Stavanger, ætlar sær í løtuni einans at hugsavna seg um nýggja felag sítt, og hevur hann í tí sambandi givið avboð til venjingarleguna hjá føroyska landsliðnum í La Manga í Spania, sum byrjar nú leygardagin. Landsliðsvenjari Lars Olsen hevur úttikið Klæmint A. Olsen úr NSÍ sum avloysara. Hann gjørdi veruliga vart við seg í Vodafonedeildini fjør, har hann við sínum 18 málum skeyt næstflest mál í deildini. Klæmint hevur spælt 14 dystir fyri U17-landsliðið, fýra fyri U19-landsliðið og fimm dystir fyri U21-landsliðið. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus HB hevur altíð verið eitt av mynd­andi feløgunum í før­ oyskum fótbólti, bæði á mans- og kvinnu­síðuni. Á kvinnu­ síðuni hevur tó haltað hjá høvuðs­staðar­felagnum sein­ astu árini, og frá at hava verið besti avbjóðari hjá KÍ-kvinn­ unum, máttu tær fyri nøkrum árum síðani taka seg úr kapp­ ingini vegna vantandi leikara­ tilfeingi. Tær brutu upp úr nýggjum og við egnum ungum leik­arum royndu tær seg í næst­bestu deildini, og kapp­ ingar­árið 2011 vóru tær aftur at síggja í bestu deildini. Tað hepnaðist ikki serliga væl fyrsta árið, sum als ikki er óvanligt hjá einum uppflytara, og endaðu tær á aftasta plássi við bara einum sigri í 20 dystum. Hava styrkt seg Nógv bendir á, at HB-kvinnur­ nar nú aftur av álvara ætla sær at stevna ímóti tindunum. Tað hevur felagið í øllum førum gjørt sítt til, nú tað seinastu vikuna hava gjørt avtalu við fimm nýggjar og gamalar leik­ arar. Milja Reinert Simonsen og Lív F. Arge, sum hava spælt við gentum 14-17, hava nú aldur til besta liðið og fara at spæla við har. Herfyri skeyt Lív hattrikk fyri besta liðið í venj­ingar­ dysti. Sára Samuelsen, sum er lítla­ systir Símun Samuelsen, hevur somuleiðis skrivað undir. Hon kemur úr FC Suðuroy og hevur eisini verið partur av føroyska U19-kvinnulandsliðnum. Tveir nú- og fyrrverandi lands­liðsleikarar eru eisini komnir til felagið. Talan er um Steintóru G. Joensen, sum spældi við HB eitt skifti í fjør, og Heidi Sevdal, sum seinastu trý ár­ini hevur spælt við Víkingi. Heidi er ein sannur málslúkur, sum í fjør skeyt heili 18 mál í eins nógvum dystum. Meina tað í álvara Við hesum fimm sáttmálunum er líkt til, at felagið nú aftur ætl­ar sær at lyfta kvinnu­síð­ una. Tað er aftur í ár Allan Dybczak, sum stendur við stýris­vølin. Hann var eisini venj­ari hjá Heidi Sevdal og B36 fyri fýra árum síðani, tá ið hon varð kosin ársins leikari. Pætur Albinus 25 ára gamli Jónas Tór Næs, sum hevur verið sum fastur fúsur á høgra bakki á landsliðnum í longri tíð, hevur gjørt avtalu við danska felagið Fremad Amager. Hetta er ikki fyrstu ferð hann skal spæla við teimum. Kappingarárið 2007 var hann nevniliga eisini í felagnum, sum hevur havt mangar føroyskar leikarar knýttar at hópinum. Gamlar gøtur Jónas Tór Næs spældi seinasta kapp­ingarár við íslendska Valur Reykjavík. Hann var ein av trimum før­oy­ingum, ið eisini taldu Pól Jóhannus Justinussen og Christian R. Mouritsen, og var tað júst Jónas av teimum trimum, ið beit seg mest fastan á liðnum - nevniliga á royndu støð hansara á høgra bakki. Jónas hevur annars skift nógv ímillum føroyskan og danskan fót­ bólt. Í føroyskum fótbólti hevur hann umboðað AB, NSÍ og seinast B36 í 2010, meðan hann í Danmark hevur spælt fyri BK Frem, Køge BK og so Fremad Amager, sum hann nú á øðrum sinni skiftir til. Felagið fegnast Fremad Amager, sum í løtuni liggur á einum 10. pláss í 2. division Øst og bara er tvey stig frá niðurflyting, fegnast almikið um, at Jónas sjálvur ringdi til felagið og bjóðaði seg fram. Kona hansara skal undir lestur í Keypmannahavn, og til stóra frøi í sjálvum felagnum var tað Fremad Amager, ið Jónas valdi. – Tað var ein gullfuglur, sum brád­liga kom niður í hattin. Tað er heilt fantastiskt, at tað letur seg gera at fáa hann, sigur ítróttar­ stjórin hjá Fremad Amger, Carsten Salomonsson, við bold.dk. Felagið hevur annars skrivað undir við nógvar nýggjar leikarar og hevur av álvara brynað seg til at lyfta seg úr botnstríðnum. Fyrsta royndin at røkka hesum verður 1. apríl, tá ið Jónas og teir fáa vitjan av Birkerød. Kappast við føroyingar Í 2. division Øst dystast Jónas og Fremad Amager eitt nú við B1908, sum júst hevur fingið tveir føroy­ ingar í hópin. Talan er um teir báðar gomlu NSÍ-ararnar, Øssur Dalbúð og Christian Høgna Jacobsen. Útgangsstøðið hjá feløgunum báðum er at kalla hitt sama. Øssur Dalbúð, Christian Høgni og B1908 liggja nevniliga bara eitt stig framman­fyri Jónas Tór Næs og Fremad Amager. Ein fyrrverandi liðfelagi hjá Jónasi er somuleiðis júst skiftur til Fremad Amager. Talan er um unga André Riel, sum – eins og Jónas – spældi við B36 kappingarárið 2010. albinus@sosialurin.fo Jóan Símun givið avboð Klæmint A. Olsen HB-kvinnur skulu takast í álvara Fótbóltur Kvinnuliðið hjá HB, sum seinasta kappingarár endaði á einum aftasta plássi í fremstu deildini, hevur styrkt seg við fleiri nýggjum leikarum Jónas aftur til Fremad Amager Fótbóltur Føroyski landsliðsleikarin, Jónas Tór Næs, skiftir úr íslendska Vali til danska Fremad Amager Jónas Tór Næs, sum hevur verið sum fastur fúsur á høgra bakki á landsliðnum í longri tíð, hevur aftur gjørt avtalu við danska felagið Fremad Amager Savnsmynd