Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-02-22, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. februar 2012síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 22. februar 2012 · Nr. 23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Sum ungur spældi Lasse í feløgum í Roskilde, har hann varð føddur og vaks upp, men sum 14 ára gamal skifti hann til Lyngby BK, sum leggur nógv í ungdómsarbeiði og hevur uppfostrað nógvar navn­ framar fótbóltsleikarar. Hann var eitt risa talent og við heili 18 málum í 20 dystum fyri U17-landsliðið varð hann eisini kosin kosin »Under-17 Player of the Year« í Danmark. Ein heiður, sum navnframir menn sum Nicklas Bendtner og Christian Eriksen seinni hava vunnið. Hetta varð lagt til merkis uttan­ lands, og í 2004 hevði hollendska PSV Eindhoven vunnið undirskrift hansara og spældi hann í ung­dóms­ deildini har. Tilveran miseydnaðist og flutti hann aftur til Danmarkar longu árið eftir, har hann spældi við eykaliðnum hjá FCK. Gekk skeivan veg Á eykaliðnum hjá FCK treiv hann aftur í at skora hópin av mál­um. 12 mál í 14 dystum fekk ikki Ståle Solbakken at ivast, og valdi norð­ maðurin at lima hann inn í hópin hjá besta liðnum. Her skeyt hann tvey mál í seks dystum, áðrenn tað fór at tróta við leiktíð og hann valdi at skifta aftur til Lyngby BK. Summarið 2009 hevði hann framvegis ikki fingið nøktandi av leiktíð í Lyngby BK, og valdi hann at skifta til Nordvest FC í triðbestu deildini. Her royndist hann væl í tvey ár, áðrenn hann summarið 2011 skifti til Næstved í næstbestu deildini. Her var hann í eitt hálvt kapp­ingarár og fekk skotið tvey mál, men vantandi leiktíð sendi hann enn einfarð á dyr at leita sær eftir nýggj­um felagi. Nordvest FC vildi aftur hava klørnar í hann, men tá segði hann við bold.dk, at triðbesta deildin var ov lágt støði til hansara. Ísland ella Føroyar Síðani miðskeiðis í desembur í fjør hevur Lasse leitað sær eftir nýggjum felagi. Hann hevur royndarvant í íslandska Grindavík, men hann var ikki nøgdur við munnliga tilboðið frá íslendingunum, og hevur hann síðani verið til royndarvenjingar í Gøtu hjá Víkingi. Tað gekst sera væl og við tveimum málum og tveimum uppleggum í stórsigri í venjingardysti ímóti Skála, fekk Lasse sett síni merki og seinni bjóðað eitt ára sáttmála frá Víkingi. Hann tók av tilboðnum og skal hann nú vera við til at hjálpa nýggja felagi sínum í eitt nú Europa League, sum helst man hava vigað eitt sindur í avgerðini hjá honum at spæla í Føroyum. albinus@sosialurin.fo Lasse Qvist gjørt sáttmála við Víking Fótbóltur Hann hevur verið nógv eftirspurdur í Evropa og spælt við stórfeløgum sum FCK og PSV Eindhoven, men ov nógvar misneydnaðar tilverur sendu hann heilt niður í triðbestu deildina. Nú hevur hann gjørt sáttmála við Víking Myndatekstur til Lasse Qvist (í FCK troygguni): Lasse hevur skotið mál fyri FCK í Parkini. Her skoraði hann ímóti FC Midtjylland í steypakappingini í 2006 Pætur Albinus Týskvøldið spældu StÍF og Neistin útsettan dyst í Atlantic Airways- kappingini. Dysturin byrjaði upp­ runaliga um vikuskiftið og eftir at StÍF var á odda 4-0, fór ljósið í høllini og dysturin mátti spælast av nýggjum. Dysturin hevði stóran týdning fyri serliga Neistan, sum er við í einum jøvnum stríði um seinna FM-finaluplássið. Teir høvdu ikki ráð til at tapa, men soleiðis sum gongdin hevur verið seinastu tíð­ ina, hendi júst tað, sum stúrt var fyri. Neistin tapti nevniliga 24-26. Hetta merkir, at Neistin nú av álvara er dragnaður í stríðnum um seinna FM-finaluplássið. Teir eru nú fýra stig aftanfyri VÍF, meðan teir liggja javnir við H71, sum tó hevur leikt tveir dystir færri og kann við tveimum sigrum leggja seg undir liðina á VÍF. albinus@sosialurin.fo Neistin er við at slókna Hondbóltur Við 24-26-tapi ímóti StÍF í gjárkvøldið eru menninir hjá Neistanum við at dragna í FM-stríðnum