fríggjadagur 24. februar 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. februar 2012 · Nr. 24
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Ein eigari av einum skeinki
stað í Havn stendur ákærdur
fyri í tveimum førum at hava
brotið skeinkilógina við at
skeinkja seinni enn klokkan
04.00.
Fyrra hendingin fór fram
21. desember 2010, tá skeinki
staðið skonkti eftir klokk
an 24, sum er markið vanlig
gerandiskvøld. Hetta viður
kendi eigarin, men greiddi
frá, at hann helt seg hava
eina munnliga góðkenning
frá skrivaranum hjá loyvis
nevndini.
Sakarmálið
mikudagin
var eitt framhald av einum
fyrri rættarfundi, men av tí
at bæði ákæruvaldið og verj
in vildu hava fleiri vitnir av
hoyrd, varð málið útsett og
tikið upp aftur mikudagin.
Ákæruvaldið
førdi
nú
fyrrverandi
skrivaran
í
loyvisnevndini sum vitni,
og hesin segði seg ongantíð
hava givið nakað munnligt
undantaksloyvi. Heilt einfalt
tí, at tað hevði hann ikki
heimild til.
Hann segði seg minnast,
at hann ofta tosaði við
ákærda loyvishavaran, men
hann dugdi ikki at minnast,
sum hann hevði tosað við
hann upp undir 21. desember
2010.
Hann vísti annars á, at
loyvisnevndin bert umsat
sjálvt skeinkiloyvi, og tá tað
kom til undantøk var tað
nakað, sum løgreglan tók
sær av.
Verjin
vildi
vita,
um
ákærdi kundi havt misskilt
skrivaran, av tí at hesin eisini
var løgreglumaður, men tað
helt skrivarin ikki.
Samdir um tíðina
Verjin
førdi
síðani
tvey
vitnir, ein barrvørð og eina
duravørð, sum báðir ar
beiddu eitt annað kvøld,
sum eigarin eisini stendur
ákærdur fyri at hava brotið
ásetingarnar í skeinkiloyvi
num.
Hetta var 13. februar 2011.
Í
løgreglufrágreiðingini
frá hesum kvøldinum verð
ur sagt, at klokkan var 04.53,
tá teir komu inn í umrødda
skeinkistað. Sambært frá
greiðingini
spældi
tón
leikurin framvegis og ljósið
var dempað. Barrvørðurin
sveiggjaði við báðum ørmum
yvir høvd, og sá sambært
løgregluni út til at hava tað
óført.
Men øllum hesum vístu
bæði barrvørður og dura
vørður aftur.
Sambært
barrvørinum
var klokkan neyvt 04.08, tá
politiið kom á staðið, og tá
var barrin longu latin aftur,
og barrvørðúrin sjálvur var
byrjaður at rudda upp í barr
ini.
Hann
kundi
vera
so
vísur í klokkutíðini, tí tað
er rættiliga óvanligt, at løg
reglan kemur á staðið, og
tá klokkan hongur beint
framman fyri honum, var
lætt at staðfesta tíðina.
Duravørðurin greiddi frá,
at tá klokkan nærkast 04.00
er tíð hjá honum at byrja at
fáa fólkat fara av staðnum,
og tí hyggur hann støðugt at
klokkuni. Eisini hann nevndi,
hvussu óvanligt tað er, at
løgreglan kemur á staðið, og
tí festi hann seg eisini við
tíðspunktið.
Sambært duravørðinum
var klokkan umleið 04.10, tá
løgreglan kom inn í hølini.
Soleiðis eru barrvørðurin
og duravørðurin rættiliga
samdir um, nær løgregl
an kom á staðið, og tað
samsvarar als ikki við tað, ið
stendur í løgreglufrágreið
ingini.
Lønarseðlar
Teir báðir vørðarnir, ið ar
beiddu hetta kvøldið, greiddu
frá, at tá barrin varð latin
aftur, byrjaði barrvørðurin
at rudda og vaska barrina,
meðan duravørðurin fekk
fólkið út.
Teir báðir greiddu frá, at
tað tók millum hálvan og
heilan tíma at rudda av og
vaska. Duravørðurin hjálpir
til at rudda upp, og lønarseðl
arnir fyri hesa náttina vístu,
at barrvørðurin stemplaði út
klokkan 04.53, og duravørð
urin klokkan 04.56.
Teir báðir hava sostatt
stemlpað út um somu tíð,
sum løgreglan, eftir egnum
útsagnum, kom á staðið.
Duravørðurin
greiddi
eisini frá, at teir fleiri ferðir
høvdu sæð løgreglubilin koy
ra framvið, og harvið vistu,
at løgreglan helt eygað við
teimum. Tað vildi tí verið
tápuligt hjá teimum, at haft
opið longri enn loyvt var,
vísti hann á.
Løgreglumenninir vórðu
avhoyrdir í fyrra umfari, og
teir hildu fast við tað, sum
stendur í løgreglufrágreið
ingini, og teir hildu somu
leiðis fast við klokkutíðina,
sum stendur har.
Við lønarseðlunum og
við løgreglufrágreiðingini í
hondini hevur dómarin veru
ligar mótsetningar, at taka
støðu til.
Tikið upp til dóms
Ákærin helt tað vera prógv
að, at ákærdi hevði brotið
skeinkiloyvið við at hava op
ið og skonkt eftir, at hølini
skuldu verði latin aftur við
fyrra viðurskifti.
Í seinna viðurskifti undr
aðist ákærin á, at tað einasta
tey bæði vitnini tóktist at
minnast við vissu, var at
klokkutíðin var umleið 04.10.
Hann helt tað vera undarligt,
at teir til dømis iki mintust
eins um talið av fólki, ið vóru
inni, har annar segði eini 10-
15 fólk, meðan hin metti um
leið 20.
Í
løgreglufrágreiðingini
mettu løgreglumenninir eini
70 fólk.
Ákærin mælti tí til, at
eigarin fekk tvær ferðir
1.000 krónur í bót fyri bæði
brotini, meðan sjálvt skeinki
staðið átti at fáa eina bót
sum ljóðaði upp á eitt stað
millum 5.000 og 10.000 krón
ur.
Verjin hinvegin helt, at
bæði eigari og skeinkistað
áttu at verða frídømd.
Í fyrra viðurskiftinum
segði verjin, at eigarin helt
seg hava fingið eina munn
liga tilsøgn at hava longri
opið til eitt sonevnd morgun
ball. Og tá løgreglan kom á
staðið, varð beinanvegin latið
aftur.
Í seinna viðurskiftinum
segði verjin, at alt bendi á,
at løgreglan var frustrerað,
og tað sást í mátanum, frá
greiðingin var skrivað. Hann
helt, at frágreiðingin saktans
kundi vera skrivað klokkan
04.53, tá løgreglumenninir
vóru komnir aftur á støðina.
Skuldi dømast í málinum,
átti bótin at gerast munandi
lægri enn tað, ákærin kravdi.
Dómarin hevur nú tikið
málið upp til dóms.
Ein togan um klokkutíðir
Tað gjørdist ein togan um klokkutíðir, tá rætturin skuldi avgera, um ein eigari av einum skeinkistaði
í Havn hevði brotið lógina ella ikki. Løgreglan hevði eina klokkutíð, starvsfólkið eina aðra
Skonkti ein barr í Havn
eftir afturlatingartíð,
ella skonkti hon ikki. Tað
er spurningurin, sum
dómarin í einum máli
móti einum barreigara
skal taka støðu til